Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-31, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. mars 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 61 - 31. mars 2008 ] Føroyar-Cypros 22-23 (12-11): Líkasælan vann Føroyska liðið hevði ráð at tapa við 15 málum, og ivaleyst var tað ein orsøk til, at Cypros-dysturin als ikki gjørdist til ætlaða uppreisnin hjá liðnum Hondbóltur Jákup Møk jakup@sosialurin.fo Niðurtúrurin var als ikki liðugur, tá føroyska liðið fór á vøllin móti Cypros fríggjadagin. Eftir tapið móti Stórabretlandi var talan annars um eitt føroyskt lið, sum skuldi finna gleðina aftur. Og móti einum vertsliði, sum hevði tapt stórt móti bæði Stórabretlandi og Estlandi skuldi talan ætlandi verða um sanna málveitslu hjá okkara kvinnum. Men tað var bara fyrstu løtuna, at nøkur sum helst tekin vóru um hesa. Føroyar lupu upp á 7-3 við góðum pressspæli, sum skapti rúm til kantarnar, men tað var tó heilt skjótt, at gassið fór av ballónini. Seina spælið hjá Cypros førdi føroyska liðið heilt niður í tempo, og tá álop ofta vórðu endað við febrilskum skotroyndum, komu okkara at standa í verjuni eini 80 prosent av spælitíðini. Eftir steðgin var fatanin, at talan var um eitt føroyskt lið í djúpari kreppu. Spæligleðin tóktist púrasta burtur og bonkurin tóktist als ikki megna at geva neyðugu vegleiðingina. Pent sagt, so tóktist hópurin vera ávegis eini fullkom- nari upploysn hjá einum liði, sum bara 24 tímar seinni skuldi spæla hálvfinalu móti bosnisku favorittunum. rygginum, varð tikin út longu eftir 10 fyrsta lítla korterið. Ótrúligur endaspurtur Men hóast eitt avrik, har liðið veruliga reisti seg, so var eina løtu líkt til, at talan bert var um heiðurliga upp- reisn, har liðið kortini mátti lúta. Bosnia byrjaði seinna hálvleikin betur enn okkara, og spakuliga togaðu tær seg alt meira frá okkara. Tá før- oyska time-out’ið til seinna hálvleik varð tikið, vísti talvan 14-18, og bert eitt gott korter restaði at spæla. Men júst tað korterið gjørdist helst tað besta, sum okkara kvinnur spældu í kappingini. Verjan saman við Fríðu lukkaði totalt av. Bert tvær ferðirnar eydnað- ist Bosnia at skora hesa løt- una – fyrru ferð við skoti, sum brast í stólpan og í nakkan á Fríðu og aðru ferð við brotskasti, har dómarar- nir áttu at dømt fyri fet. Og í álopspartinum var tað Rebekka Justinussen, sum fullkomuliga cool og óimponerað bumbaði okk- um aftur í dystin. Fyri steðg- in hevði hon gjørt somikið um seg, at bosniski venjarin eftir tvær skoringar valdi at mansvera hana. Tað skuldi hann kanska eisini gjørt seinasta korterið, men tíbet- ur varð tann loysnin ikki vald. Tvær ferðir bankaði hon kúluna í kassan úr 10 metrum, men vakrasta detaljan kom helst ímillum hesi bæði málini. Allur mið- blokkurin hjá Bosnia kom út, tá hamarin enn eina ferð skuldi sveiggjast, men við einum elegantum vippi inn á strikuna varð Una ístaðin spæld fullkomuliga blank. Og so var sjónligt, at Bosnia var í trupulleikum. Venjarin valdi enn eina ferð at taka stjórskjúttan út, men eingin av teimum, sum vóru á vøllinum, megnaðu at lyfta høvdið og liðið. Við eini slitnari ítróttarcliché kann sigast, at føroyska liðið át mótstøðuna við húð og hár hesa løtuna, og bara tveir minuttir undan dystar- loki stóð á jøvnum, 20-20. Mentala styrkin slapp eis- ini at standa sína roynd, tá føroyska liðið valdi at koyra langt álop seinastu løtuna. Rebekka hevði beint undan hesum havt eitt drøn av ein- um undirhondsskoti, sum brast í stólparótina, men tað helt henni ikki frá at royna eydnuna enn einaferð. Hesa ferð vardi málverjin, men skotið var somikið hart, at bólturin støkk út til Unu, sum hevði valt at satsa og bíða, heldur enn at renna heim. Og tað loysti seg, tá bólt- urin rullaði fram til strikuna, og so kundi Una annars renna alt tað, sum hon var ment, at verja seinastu sekundini. Og so var fagnaðurin ann- ars ovurstórur. Føroyska lið- ið hevði eftir bara 24 tímum reist seg úr djúpasta kol- kjallaranum og upp móti stjørnunum. At tað gav atgongd til finaluna, var mest sum at rokna sum ein eykavinning- ur. Fyrst og fremst, so høvdu tær hvør sum ein vunnið á sær sjálvari. sti stórskjúttarnar Bosnia-Føroyar 21-20 (12-11) 10 min: 2-2 20 min: 8-6 40 min: 18-14 50 min: 19-16 Føroyskir málskjúttar: Unn Kragesteen 6(3/3), Rebekka Justinussen 4, Ninna K. Johansen 3, Joan M. Djordjevic 3, Una Olsen 2, Durita Ljósstein 1, Fríða Petersen, Durita Christophersen, Elin Staksund, Rakul Augustinussen, Simona Hansn, Fríða Marjunardóttir Brotskøst: Føroyar 3 (Unn Kragesteen 3/3), Bosnia 3/2 Útvísingar: Føroyar 1 (Una Olsen 1), Bosnia 1 FAKTA um dystin Føroyar-Cypros 22-23 (12-11) 10 min: 7-4 20 min: 10-7 40 min: 16-17 50 min: 18-20 Føroyskir málskjúttar: Anna Kristina Samson 6, Rebekka Justinussen 4, Durita Christophersen 3, Elin Staksund 2, Simona Hansen 2, Una Olsen 2, Rakul Augustinussen 1(1/1), Durita Ljósstein 1, Fríða Marjunardóttir 1, Fríða Petersen, Ninna K. Johansen, Anja Heinadóttir, Joan M. Djordjevic, Tomma S. Petersen Brotskøst: Føroyar 1 (Rakul Augustinussen 1/1), Cypros 5/3 Útvísingar: Føroyar 2 (Durita Christophersen 2), Cypros 3 FAKTA um dystin Vogts í Asberbajan Fyrrverandi týski landsliðsvenjarin í fótbólti Berti Vogts skal nú standa á odda fyri einum av minni landsliðnum í europeiskum fótbólti. Vogts hevur havt skiftandi uppgávur, síðani hann stóð á odda fyri skotska landsliðnum. Hann gjørdi í fjør eina fýra ára avtalu við Nigeria, men har gavst hann eftir minni góð úrslit. Nú skal 61 ára gamli Berti Vogts so venja landsliðið hjá Asberbajan. Løvenkrands er dovin Danski fótbóltsspælarin Peter Løvenkrands er kosin til at verða dovnasti spælarin í týsku bundesliguni. Tað er blaðið Sport Bild, sum hevur givið honum ivasama heiðurin. Sambært blaðnum er Løvenkrands við í 15 nærdystum í hvørjum dysti, meðan miðaltalið fyri hinar spælararnar er 35. Harafturat tapir Løvenkrands tveir av trimum nærdystum. Venjarin hjá Schalke O4, har Løvenkrands spælir, viðurkennir, at hann er ikki nøgdur við avrikini hjá Løvenkrands seinastu dystirnar. Fagnaðurin var stórur, tá Føroyar við sigri á Bosnia høvdu vissað sær pláss í finaluni Ein sigandi mynd frá dystinum. Cypriotisku vertirnir vóru nógv meira klárar til dystin enn tær føroysku