mánadagur 31. mars 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 61 - 31. mars 2008 ]
Eina løtu hekk
føroyska liðið í
finsku mótstøðuni.
Men seinasta hálva
tíman var snøgt sagt
einki juice eftir á
motorinum
Hondbóltu
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Larnaca, Cypros: Eina løtu
fyri steðgin, var føroyska
liðið aftur ávegis móti tí
ógjørliga.
Finnland hevði annars
byrjað dystin væl betur enn
okkara, og so hvørt sum
kanónirnar komu í skot
støðu, tóktist talan bara
vera um ein avgreiðslu
spurning
fyri
teirra
viðkomandi.
Spakuliga komu okkara
tó fyri seg. Verjan kom av
álvara upp at koyra, og tá
málini so eisini komu, stóð
brádliga javnt á máltalvuni.
Í fleiri minuttir stóð her 8
8, men hóast okkara hesa
longu løtuna hildu fast í
verjuni, so var sjónligt, at
saftin og kraftin var farin úr
álopinum.
Útbrendir
lyklaspælarar
Og so var í veruleikanum
ikki so nógv eftir at gera
hjá okkara kvinnum. Finn
land hevði havt eina mun
andi lættari hálvfinalu, har
tær spældu móti Stórabretl
andi. Ein dystur, har Finn
land alt fyri eitt kom á odda
112, fyri síðani at tveta b
røðina av spælarum inn.
Tann møguleikan áttu før
oysku venjararnir ongantíð,
og slitið á lyklaspælarar
gjørdist alt meira sjónligt,
sum dysturin leið.
Og seinna hálvleik var
uppi. Okkara gentur høvdu
tá givið alt tað, sum tær
áttu,
Teknsiku
villurnar
gjørdust alt fleiri í tali, og
eyðkenda kontraspælið hjá
Finnlandi
fekk
veruliga
ferð á. Íalopspartinum varð
øll ábyrgd løgd á Rebeku
Justinussen í vónini um, at
hon enn einaferð kundi
høgga avgerandi bóltarnar
heim, men finsku genturnar
høvdu sjónliga gjørt sítt
heimaarbeiði, soleiðis at
skothóttanin aloftast varð
tacklað, áðrenn tað veruliga
gjørdist vandamikið.
Góvu alt
Hóast talan at enda gjørdist
um greitt tap, so kundu
føroysku kvinnurnar væl og
virðiliga vera nøgdar við
tað, sum tær løgdu í
finaludystin. Tær av spæl
arunum, sum eisini eru
lyklaspælarar hjá Stjørnuni
og Neistanum, høvdu, tá
finalan var av, spælt átta
krevjandi dystir innan 11
dagar, og tað merktiskt.
Hetta undirstrikar kanska,
hvussu óheppið tað var, at
somikið stutt var ímillum
FMfinalurnar á kappingina
á Cypros.
Skal takast saman um
ferðina, so er tó eingin ivi
um, at hesin varð bjargaður
leygardagin. Tað, sum hótti
við at líkjast eini reinari
katastrofu, varð vent í
hálvfinaluni móti Bosnia,
og so kundu okkara ikki
gera stórt meira.
Føroyar-Finnland 25-17 (10-12):
Einki bensin eftir
Klemmini vóru føst, tá tapið´var veruleiki. Føroysku kvinnurnar góvu tað, sum var eftir, men tað rakk ikki móti Finnlandi, sum
hevði havt eina munandi lættari hálvfinalu
Eina løtu í fyrra hálvleiki
hóttu okkara við at venda
dystinum. Her er tað
Durita Christoffersen, sum
roynir seg í álopi
Føroyar-Finnland 17-25 (10-12)
10 min: 1-5
20 min: 7-8
40 min: 11-15
50 min: 14-21
Føroyskir málskjúttar: Unn Kragesteen 4, Rakul Augusti-
nussen 3(3/3), Durita Christophersen 2, Ninna K. Johansen
2, Rebekka Justinussen 2, Durita Ljósstein 2, Fríða Marjunar-
dóttir 1, Una Olsen 1, Fríða Petersen, Anja Heinadóttir,
Joan M. Djordjevic, Anna Kristina Samson, Simona Hansen
Brotskøst: Føroyar 4 (Unn Kragesteen 0/1, Rakul Augusti-
nussen 3/3), Finnland 1/1
Útvísingar: Føroyar 1 (Anja Heinadóttir 1)
FAKTA um dystin
OB-venjarin ópopulerur
Tað hevur ikki gingið serliga væl hjá OB í superliguni í ár, hóast
felagið hevur satsað við sterkum spælarahópi. Liðið hevur spælt
11 av 21 dystum javnar, og tað halda viðhaldsfólkini er ov vána
ligt. Olsen, tag dit tøj og gå, róptu bólkar av viðhaldsfólkunum
eftir venjaranum Lars Olsen í gjár.Venjarin sigur, at soleiðis var
eisini fleiri dystir í heyst. Hann heldur, at tað óhugaligt, men at
soleiðis eru treytirnar viðhvørt í fótbólti.
Roykibann í Beijing
Kinesisku myndugleikarnir hava kunngjørt roykibann á
almennum støðum í høvuðsstaðnum Beijing undan
Olympisku leikunum, sum verða hildnir har í summar.
Roykibannið kemur í gildi 1. mai og er ein liður í
arbeiðnum at broyta stórbýin, áðrenn teir mongu
útlendsku gestirnir koma til býin. Beijing er tann fyrsti
kinesiski býurin, sum fær eitt umfatandi roykibann á
almennum støðum.