mánadagur 31. mars 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
[ Nr. 61 - 31. mars 2008 ]
Alt gekk
galið
- Alt, sum kundi ganga
galið, gekk galið í dag.
Soleiðis segði Skála-
venjarin John Petersen
eftir stórtapið ímóti HB
sunnudagin.
Hansara menn hingu
í fyrru 45 minuttirnar,
men í seinna hálvleiki
var útselt.
- Fyrri hálvleikur var
okay. Teir høvdu bóltin
nógva meira allatíðina,
men vit høvdu eisini
onkra kjans. Í seinna
hálvleiki gekk alt galið
hjá okkum.
John Petersen vónar,
at lokalir spælarar, sum
áður hava verið stuðlar
á liðnum, vilja lata seg
í gaggurnar aftur, nú
hondbólturin er liðug-
ur.
- Eg kann ikki rokna
við hesum spælarum,
so leingi sum teir ikki
hava víst seg á vøllinum,
men eg vóni, at teir,
sum kunnu styrkja okk-
um liðið, vilja koma til
venjing longu í næstu
viku, segði John Peter-
sen.
Millum teir spælarar-
nir, sum ikki hava verið
við higartil í ár, eru
Alexandur
Johansen,
Pauli G. Hansen og
Bárður Danielsen.
Christian
Høgni
dagsins
maður
Í fyrra hálvleiki vóru
tað
verjuspælararnir
hjá HB, sum syrgdu
fyri málunum, men í
seinna hálvleiki tóku
álopsspælararnir stafett-
ina. Christian Høgni Ja-
cobsen skoraði trý mál
og Andrew av Fløtum
tvey – hann kundi iva-
leyst fingið okkurt aft-
urat. Christian Høgni
var eftir dystin valdur
til dagsins mann av
HB-viðhaldsfjøldini.
Einki mál hjá Blackpool
Blackpool spældi um vikuskiftið ímóti Crystal Palace í
næstbestu ensku fótbóltsdeildini – dysturin var á útivølli. Eini
mál kom í dystinum, sum góðir 16.000 áskoðarar sóu.
Fyrrverandi føroyski landsliðsspælarin Claus Bech Jørgensen
spældi við allar 90 minuttirnar hjá Blackpool. Nú eru fimm
dystir eftir at spæla, og Blackpool liggur sum nummar 16 av 24
liðum við 50 stigum.
Hødd fekk javnleik
Hødd hevur seinastu vikuna verið í Spania á venjingarlegu. Um
vikuskiftið spældi Hødd venjingardyst ímóti Løv-Ham, og
dysturin endaði við javnleiki 1-1. Málið hjá Hødd varð skotið av
Kyle Ceris, sum tey í Hødd halda hevur verið besti spælarin á
liðnum seinastu tíðina. Fyrsti landskappingardystur hjá Rógva
Jacobsen og liðfeløgunum í Hødd verður komandi vikuskiftið.
Í 2. hálvleiki ress
aðust offensivu
landsliðsleikarnir
hjá HB, og tá fór
Skála fullkomuliga í
upploysning
HB-Skála
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Við dystarbyrjan var einki,
sum bendi á, at talan fór at
verða um ein dag har teir
appelsinlittu
frá
vestara
armi av Skálafjørðinum
fóru fullkomuliga í svart.
Tað vóru góð fótbóltslíkindi
í Gundadali ígjár, og fitt av
HB og Skála-viðhaldsfólk-
um vóru møtt til fyrsta dyst-
in hjá báðum liðunum í For-
muladeildini í ár. Somu lið
møttust eisini í fyrsta dysti-
num ífjør, men tá var leikt
inni á Skála. Skálamenn
vóru væl við fyrsta korterið,
og longu í 3. minutti fingu
teir eitt hornaspark, sum
bleiv sent væl inn í brots-
teigin, har skálamenn stút-
aðu bóltin upp um málið.
Løtu seinni hevði Óbi eina
naska roynd, men Marcin
Dawid í HB-málinum var
vakin.
Verjan gongur undan
Men so vaknaði bjørnin úr
stutta dvali sínum. Kári
Nielsen bleiv fyrst hektaður
inni í brotsteiginum hjá
Skála, og var ivaleysur í, at
hann átti at fáa brotsspark.
Andrew av Fløtum, Rógvi
Poulsen, Ólavur í Ólavs-
stovu og Christian Høgni
Jacobsen brendu uppá skift.
Men tá tá teir offensivu leik-
arnir ikki greiða sín arbeiðs-
setning má verjan traðka
til. Í 25. minutti leggur Emil
Nolsøe Leifsson ein bólt
hegnisliga inn til Mortan úr
Hørg, sum hegnisliga stýrir
bóltin í netið. 5 minuttir
seinni fær Skála-verjan ikki
ruddað burtur, og Hans á
Lag fær beint bóltin í málið
til 2-0. Christian Høgni
Jacobsen og Jákup á Borg
brendu stórar málmøguleik-
ar eftir hetta, og bara HB-
verjan hevði megnað at sett
Skálaverjunu uppá pláss í
1. hálvleiki.
Lítla løtan hjá Skála
Skálamenn bjargað naskari
roynd á strikuni í 47.
minutti, og øll bíða bara eft-
ir, at tað skal skrædna, men
tað ger tað ikki, enn. Kári
Nielsen ger eitt mistak,
tann altíð skjóti og arbeiðs-
sami Óbi fangar bóltin fer
drønandi oman eftir vølli-
num, og fær beint bóltin
framvið Marcin Dawid til
2-1. Nú byrjaði at lukta av
spenningi eina pinkalítla
løtu, men skjótt var kókið
tikið av grýtuni. Málið hjá
Skála gav HB-liðnum, og tá
serliga
landsliðsleikarum
tess eitt gúpp í dyntilin.
Skála-viðhaldsfólk
eru
ikki meir enn byrjaði at
fegnast um málið hjá Óbi,
fyrr enn HB punkterar dyst-
in við tveimum vøkrum
málum hjá landsliðsleikar-
unum Jákupi á Borg og
Christian Høgna Jacobsen.
Og vóru offensivu leik-
arnir hjá HB kanska staddir
í Turkihúsinum á Skála í 1.
hálvleiki,
so
vóru
teir
staddir í Spælistovuni í 2.
hálvleiki.
Christian Høgni skýtur
tvey aftrat, og Andrew av
Fløtum fær eisini fínjusterað
kanónina, og skorar til 6-1
og 8-1. Mennirnir hjá John
Petersen fóru fullkomuliga
í upploysning, og hevur
venjarin eina stóra uppgávu
fyri framman at fáa liðið á
rættkjøl aftur.
Hjá HB sær veruliga gott
út,
ungi
argjamaðurin,
Rógvi Poulsen er ein funnin
(Argja)fressur hjá liðnum,
og Christian Høgni hevur
longu funnið stevið, sum
hann stríddist við at finna í
fyrru helvt ífjør.
HB-Skála 8-1 (2-0):
Verjan var besta álopið
Skála
HB
HB vann lemjandi stórsigur
á Skála í Gundadali
sunnudagin