mánadagur 31. mars 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 61 - 31. mars 2008 ]
Frem missir seks stig
Danska 1. deildarfelagið Frem dettur niður á næstaftasta
plássið, eftir at danska fótbóltssambandið hevur tikið seks
stig frá teimum. Orsøkin til, at Frem missir seks stig, sum
teir hava vunnið í kappingini, er, at teir hava fíggjarligar
trupulleikar. Nú verður roknað við, at ein tvangsakkord
skipan skal bjarga felagnum, men danska fótbóltssam
bandið hevur gjørt av at revsa fíggjarliga óskilið.
Frem vann í Skive
Nú sluppu teir í Frem umsíðir at spæla ein dyst í donsku
1. deild í fótbólti. Kavi og frostur órógvaðu páskadystir
nar, men í gjár bar til. Frem var á vitjan hjá Skive, og tað
eydnaðist Frem at vinna dystin. Í hálvleikinum var støðan
21 til Frem, og í seinna hálvleiki økti Frem upp í 31.
Atli Danielsen spældi við hjá Frem allar 90 minuttirnar.
Sama
søgan
Í fjør hittust NSÍ og B71
tríggjar ferðir í lands
kappingini. Allar tríggj
ar ferðirnar vann NSÍ.
Eisini í fjør var fyrsti
dysturin í fyrsta umfari,
og eisini ta ferðina vann
NSÍ við einum máli.
Úrslitið ta ferðina var
10, og málið skoraðu
tilstundandi meistarar
nir í tíðini, sum dómarin
hevði lagt afturat.
Um tølini verða nýtt
sum grundarlag fyri
metingini, so var B71
avrikið í Runavík betri
í gjár, enn tað var í fjør.
NSÍ og B71 hittust í 11.
umfari, og tá vann NSÍ
30.
Einasta ferðin, at tað
eydnaðist B71 at skjóta
mál ímóti NSÍ í fjør
var, tá ið liðini hittust á
Sandi í 20. umfari. NSÍ
vann 31.
Eli í
búnanum
Eli Hentze navnið var
ikki á dómaraseðlinum
sunnudagin. Tað var
nýggj støða fyri B71
venjaran, sum í fjør var
spælandi venjari. Eli
Hentze, sum 1. septem
ber verður 39 ár, hevur
spælt við besta B71
liðnum, síðani hann var
16.
Eg var í spælarabún
anum, og eg tori at siga,
at eg var eins sveittur
og móður sum spælarar
nir. Talan er um nýggja
støðu, og eg havi ikki
ætlanir um at venda aft
ur til at spæla. Beinini
megna ikki meiri. Nú
skal eg venja meg við
henda leiklutin, men
sjálvandi spæli eg nógv
ar avleveringar og nógv
ar støður inni í høvdin
um, meðan eg hyggi at
og royni at uppmuntra
ungu og ágrýtnu spælar
arnar, segði Eli Hentze
eftir dystarlok í Runa
vík.
At Clayton bæði skor
aði og síðani misnýtti
møguleikan at javna
til 22 við brotssparki,
harmar B71 venjaran,
sum kortini á ongan
hátt var misnøgdur
við Clayton ella nakr
an annan av sínum
monnum
NSÍ-B71
Jóannes Hansen
Eiga tað at vera teir ungu í
Runavík, sum skulu manna
FM liðið hjá NSÍ, ella skulu
tað
vera
útlendingarnir,
sum eiga fyrsta rætt. Hetta
hevur tað verið nógv tosað
um undan kappingarbyrjan,
og tað er ikki so undarligt.
NSÍ eigur nógvar ungar og
evnaríkar spælarar, og NSÍ
hevur í ár skaffað sær fleiri
útlendskar spælarar.
Bæði ungir spælarar og
útlendskir spælarar vóru á
liðnum hjá meistarunum
ímóti B71, og hesa ferð
vóru tað ungu menninir,
sum vóru í miðdeplinum.
Beinanvegin eftir steðgin
smekkaði miðvallarin Bogi
Løkin
flatt
langskot
umvegis
stólpan
og
í
meskarnar aftanfyri Símun
Rógva Hansen, sum enn
eina ferð vísti, at hann er
sannur brandur millum B71
stólparnar. Uppleggið átti
ein av fremmandu monn
unum Nenad Stankovic.
So var 11, og NSÍ fekk
nýtt mót í stríðnum fyri at
vinna. Ein annar av ungu
NSÍ spælarunum skoraði
sigursmálið, og ein triði av
ungu monnunum átti upp
leggið: Øssur Dalbúð, sum
beinanvegin eftir hvíldina
var komin á vøllin fyri eitt
sindur skaðadarvaða Dejan,
sum úr góðari støðu í 1.
hálvleiki hevði havt stólpa
út roynd, skoraði sigursmál
ið. Einar Hansen streyk
ígjøgnum í vinstru, og
Øssur Dalbúð, sum er ógvu
liga svangur á besta liðnum
at vísa, hvat hann megnar,
rann ímóti fremra stólpa og
stýrdi við høvdinum sera
hegnisliga bóltin í málið.
Stríddust væl
NSÍ royndi beinanvegin at
undirstrika, at tað vóru meist
ararnir, ið vóru á heimavølli.
Men sandoyingar vóru á
ongan hátt skelkaðir. B71
pakkaði seg ikki niður, og tá
ið teir fingu fatur á bóltinum,
vóru teir – ikki minst
Clayton,
Wellington
og
Símun Hansen beinleiðis
og ágangandi. Í 12. minutti
skoraðu teir fyrsta málið í
ár. Innlegg úr høgru rakar
armin á Óla Hansen, dóm
arin peikar á ellivu metra
blettin, og Clayton Soares
var ósvikaliga tryggur.
Lítla løtu undan leikloki
fekk Clayton Soares nýggj
an møguleika úr ellivu
metrum. Dómarin bríkslaði,
tí hann hevði sær, at Nenad
Stankovic aftanífrá hevði
sparkað Rasmus Nielsen
inn á øklarnar. Clayton
valdi at seta bóltin í sama
stað, sum hann hevði gjørt í
1. hálvleiki. Hesa ferð var
Tórður Thomsen við upp á
tað og bjargaði, og so vann
NSÍ, sum hevði havt leikliga
yvirvág og góðar møguleik
ar, uttan at teir høvdu verið
støðugir og sannførandi.
Eg fari ikki at peika eft
ir Clayton fyri tað, at hann
misnýtti brotssparkið, sum
– um bólturin fór í málið –
kanska hevði borið við sær,
at vit høvdu megnað javn
leik og harvið eitt stig.
Hann er ikki tann fyrsti, og
hann verður neyvan tann
seinasti, sum fer at misnýta
brotsspark, staðfesti B71
venjarin, Eli Hentze, sum
segði seg vera nøgdan við
sínar menn:
Ferð og bóltførleiki vóru
óstøðug, og tað er ikki so
merkiligt, tí talan er um
fyrsta umfar. Men hugburð
urin
var
framúr.
Allir
arbeiddu hundrað prosent
fyri søkini. Tað er neyðugt,
uttan mun til hvat mótstøðu
liðið er. Ikki minst tá ið talan
er um meistararnar á útivølli.
Teir eru samanspældir og
eina tonn frammanfyri okk
um, staðfesti Eli Hentze.
NSÍ liðformaðurin, Óli
Hansen, var væl nøgdur:
Í fjør var ofta talan um
teprar sigrar, sum vórðu
vunnir síðstu løtuna. Gongd
in tykist halda fram. Í dag
var um reppið, at vit mistu
sigurin orsaka av brotsspark
inum, men vit komu undan.
Serliga hugaligt er tað, at
tað vóru ungu menninir,
sum stóðu fyri málunum.
Tað ræður nógv um hjá okk
um at menna teir.
NSÍ-B71 2-1 (0-1):
Ungu menninir í
brennideplinum
Føroyameistararnir vóru
omaná, hóast B71 seint í
dystinum kundu havt javna
við brotssparki, sum teir tó
misnýttu
Mynd: Álvur Haraldsen
B71
NSÍ