Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-31, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. mars 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 61 - 31. mars 2008 ] Sama uppskriftin Mikukvøldið fara EB/ Streymur og KÍ aftur at hittast í Streymnesi. Tá verður tað í fjórðings­ finaluni í steypakapp­ ingini. Væl nøgdi EB/ Streyma venjarin, Sig­ fríður Clementsen, er ikki heilt vísur í, um liðið fer at síggja púra soleiðis út, sum tað gjørdi í gjár. Hann hevur fleiri manning­ arligar møguleikar, men Sigfríður er púra vísur í, at uppskriftin verður tann sama, sum hon var hesa ferð: ­ Tá ið úrslitið var 4­ 0 sigur, so er tað eingin orsøk at broyta. Spæl­ ararnir eru væl kendir við leikháttin, og vit fara aftur mikudagin eftir sigrinum. Málið er at røkka langt í bæði steypakappingini og landskappingini, so vit taka uppgávuna miku­ dagin í heilt stórum álvara, sigur EB/ Streyma venjarin. Kanna verjupartin Jákup Mikkelsen vardi fyri fyrstu ferð í hesum umfarinum KÍ málið. Hóast fýra mál fóru ígjøgnum, so var mál­ mansspælið hjá Jákupi soleiðis, sum tað plagar at vera. Jákup sigur seg vera væl nøgdan við framrættaða spælið: ­ Álopsspælið var einki at siga við. Vit høvdu møguleikar at skora tvey ella trý mál. Um vit framvegis fáa sovornar møguleikar, so eiga vit at fara at fáa mál. Verri er við verju­ partinum. Serliga er tað í deyðbóltsstøðunum, at vit mugu vera nógv meiri nærlagdir og skipaðir, heldur KÍ málverjin. Sigfríður Clementsen heldur, at mann ímóti manni er EB/Streymur væl stinnari enn KÍ, sum legði rygg til stórtap, ið stóðst av stórari heimaúrtøku burtur úr deyðbóltsstøðum EB/STREYMUR-KÍ Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Skurðviðgerðin eydnaðist, men sjúklingurin doyði. Tað er niðurstøðan hjá klaksvíkingum, eftir at teir eftir vitjanina í Streymnesi vóru komnir til hús við 4­0 tapi. ­ Teir hava framúr góðar spælarar, og vit høvdu sett okkum fyri at dúva upp á kollektivið. Tað eydnaðist, men kortini taptu vit 4­0. Myndin av skurðviðgerðini, sum eydnaðist, hóast sjúklingurin doyði, er ikki so langt burtur, staðfestir KÍ venjarin, Eyðun Klak­ stein. Hann ásannaði stór­ tapið, men segði seg kortini hava ilt við at finna røttu minuna, tí leikliga avrikið upp á nógvar mátar ikki var so galið: ­ Vit spældu okkum til eins nógvar møguleikar, sum teir gjørdu. Tá ið støðan framvegis var mál­ leysur javnleikur, var Símun Joensen púra blankur, eftir at Rodrigo var farin ígjøgn­ um í vinstru og hevði lagt út frá, men tíverri eydnaðist honum ikki at fáa bóltin framvið René Tórgarð, sum hevði tveitt seg. Lítla løtu seinni skora teir fyrstu ferð eftir deyðbóltsstøðu. Tá ið teir fleiri ferðir megna mál burturúr deyðbóltsstøðum, verður tað sjálvandi lættari hjá teimum og vónleyst hjá okkum, heldur KÍ venjarin. Leiðslan var trygg EB/Streymur hevði framúr úrtøku. Hans Pauli Samuelsen setti hol á miðskeiðis í 1. hálvleiki við hálvkiksaðum fluktara eftir frísparksinnlegg, og síðstu lítlu løtuna undan steðginum skoraði heimaliðið tvær ferðir, og harvið varð avgjørt, at øll stigini skuldu verða eftir í Streymnesi. Miðvallarin Bárður Olsen smekkaði eftir horna og út frá upp í málhornið, og Levi Hanssen var blankur við handara stólpan, eftir at Hanus Eliasen hevði lagt innfyri. Í 2. hálvleiki var KÍ leingi leikliga væl við, men so staðfesti EB/Streymur stór­ sigurin, og aftur hesa ferð var talan um deyðbóltsstøðu. Eftir horna og út frá endur­ tók Bárður Olsen rimmar skotroynd. Hesa ferð rakti bólturin innskifta Fróða Clementsen, sum stýrdi bóltin í kassan og tískil varð skrásettur fyri 4­0 málið. ­ Eingin orsøk var eftir steðgin at dríva so øgiligt á. Leiðslan var trygg, og vit lótu teir spæla ímillum sín. Tá ið eitt korter var eftir, tóku vit yvir aftur. Tá kendist tað ikki vera nógv eftir í teimum, og tá fingu vit eitt mál afturat, sigur Sigfríður Clementsen, sum sjálvsagt var heilt væl nøgdur: ­ Vit hava nógvar góðar spælarar, og vit trívast væl við at hava bóltin. Eg haldi, at tað sást væl, at vit eru betri samanspældir, og at vit eru á hægri støði enn klaksvíkingar, sigur EB/ Streyma venjarin. At nakað er um útsøgnina hjá honum sást, tá ið hann skifti út. Inn komu so royndir Formula spælarar sum Høgni Zachariasen og Fróði Clementsen og so Brian Olsen, sum eisini hevur roynt seg nakað í fremstu røð. EB/Streymur-KÍ 4-0 (3-0): Vassa í góðum spælarum KÍ EB/S B71 kærir víðari Stríðið um spæliloyvið hjá Magnus H. Olsen er ikki liðugt enn. Í farnu viku gjørdi Aganevndin hjá Fótbóltssambandinum úrskurð í trætumálinum millum B71 og B36. Spælarin hevði avtalu við B71 fyri hetta kappingarárið, men aganevndin hjá FSF segði, at hann kundi flyta til B36 at spæla. Hetta vil B71 ikki góðtaka, og felagið hevur nú kært málið til Yvirkærunevndina. Í úrskurð­ inum hjá Aganevndini verður sagt, at málið kann ikki kærast víðari, men B71 vísir til grein 12, punkt c í Agareglugerðini, har sagt verður, at mál um “bann fyri at flyta leikarar” kann kærast til Yvirkærunevndina. Nú verður tað so upp til Yvirkærunevndina at gera av, um hon kann viðgera málið, og hareftir gera ein møguligan úrskurð í málinum. EB/Streymur skoraði fýra mál ímóti KÍ, sum misnýtti sínar málmøguleikar