mánadagur 31. mars 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
[ Nr. 61 - 31. mars 2008 ]
Føroyameistararnir
úr KÍ staðfestu sína
støðu sum besta
føroyska kvinnu
lið, tá tær koppaðu
nærmastu kappingar
neytarnir frá í fjør í
Djúpumýri í gjár
Kvinnufótbóltur
Uni Holm Johannesen
Fyrsti
stórdysturin
hjá
kvinnum var um vikuskiftið,
tá B36 vitjaði føroyameist
ararnar úr KÍ í gjár. Klaks
víkskvinnur rópa seg ikki
føroyameistarar fyri einki,
og aftur í gjár staðfestu tær
sína støðu sum bestu kvinnu
liðið í føroyskum fótbólti.
Rannvá Andreasen og Doris
í Garði stóðu fyri málunum,
tá tær úr Klaksvík koppaðu
teimum næst bestu frá farna
kappingarári.
Dysturin var tættur, og
gestirnir smæddust als ikki.
Tær høvdu møguleikar at
leggja seg á odda, men tóku
ikki
av.
Einstaklingurin
Rannvá Andreasen syrgdi
fyri, at KÍ legði seg á odda,
tá seinni hálvleikur var átta
minuttir gamal. Klaksvíks
kvinnur høvdu ongar veru
liga málmøguleikar, men
tær revsaðu gestunum so
dyggiliga. Doris í Garði
avgjørdi dystin, tá hon var
hægst eftir hornaspark og
stýrdi bóltin í málið. Tá
restaðu 10 minuttir.
Tveir aðrir dystir vóru í
bestu kvinnudeildini um
vikuskiftið. Í Vági vunnu
argjakvinnur heili 51 á
VB/Sumba, meðan nýggja
felagsliðið, Víkingur, vann
við tveimum málum móti
ongum á útivølli móti
Skála.
KÍ vann fyrstu uppgerðina
ímóti B36 í hesum
kappingarárinum
Mynd: Álvur Haraldsen
Rás2 hýsir 3. hálvleiki
Rás2 fór í gjár undir nýggja ítróttarsending, sum verður send
sunnudagar frá kl. 17.00 til 19.00. Í sendingini verður tikið saman um
dystirnir í Formuladeildini, tosað verður við spælarar, venjarar og
onnur, og fólk kunnu eisini senda smsboð til sendingina. Heri
Simonsen verður vertur í studionum, hann fer at hava gestir á vitjan,
og ringt verður til fólk kring landið.
AaB heldur fast
AaB liggur framvegis á odda í superliguni, eftir at enn eitt
umfar varð spælt um vikuskiftið. AaB hevði truplan
útidyst ímóti Brøndby, men tað eydnaðist teimum úr
Aalborg at vinna 10. Málið gjørdi Thomas
Augustinussen. Jón Rói Jacobsen spældi um vikuskiftið
við eykaliðnum hjá AaB, sum vann 32 á Næsby, eftir at
liðið hevði verið aftanfyri 21.
Gullkvinnurnar staðfestu sína støðu
Í kvøld verður fimti
og seinasti dysturin
í fyrsta umfari av
Formula deildini, og
er tað Víkingur, ið
spælur móti einum
øðrum Eysturoyarliði.
Talan er um B68liðið
av Toftum. Dysturin
verður spældur í
Sarpugerði í Gøtu,
og verður hann
bríkslaður í gongd
klokkan 18:00 í kvøld
fótbóltur
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Fyri fyrstu ferð í søgu
felagsins fer Víkingur at
spæla landskappingardyst,
og hvat man vera betur enn
at
byrja
á
heimavølli.
Klokkan 18:00 fer fyrsti
landskappingardysturin hjá
Víkingi av bakkastokki, og
er har talan um dyst móti
B68.
Fortreytirnar
B68 vann sær í síðsta kapp
ingarári luttøku til Formula
fótbólt við at vinna 1. Deild
heili 11 stig framman fyri
nummar tvey, meðan tað
hinvegin er eitt sindur øðr
vísi hjá heimaliðnum. Vík
ingur er nýtt felag í Føroy
um, og er tað úrslit av sam
anlegging av feløgunum GÍ
og LÍF, ið ávíkavist spældu
í Formula og 1. Deild í
síðsta kappingarári. Í báð
um førum var talan um eitt
fimta pláss, og fekk GÍ 38
stig, meðan LÍF fekk 43
stig.
Tá hugsað verður um for
treytirnar, má man siga, at
nýggja liðið Víkingur hevur
ein lítlan favoritt status,
hóast man als ikki skal
avskriva nýliga uppfluttu
B68.
Styrkur í báðum
borðum
Á báðum liðunum í kvøld
er talan um styrktir hópar,
og millum annað hava bæði
liðini leitað sær til Brasiliu.
Víkingur tók enntá stigið til
at fáa sær venjara úr
Brasilia, men tá hesin ikki
hevði neyðugu pappírini í
lagi, varð hesin ikki førur
fyri at røkja sítt starv, og
noyddist av landinum aftur.
Fyrsti landskappingardystur hjá Víkingi