mánadagur 31. mars 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 61 - 31. mars 2008 ]
Arsenal vendi
hóttandi tapi til
sigur, og Liverpool
vann 178. Merseyside
uppgerðina, men
yvirskriftirnar
rann Derby við, tá
teir fingu vissu fyri
niðurflyting, eftir
bert at fáa javnleik
á heimavølli móti
Fulham
FÓTBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Eftir 32 dystir, og bert 11
stig á talvuni, er tað longu
nú greitt, at Derby County
Football Club, ikki spælur í
Premier
League
næsta
kappingarár. Teir hava sum
sagt bert 11 stig, og tað er
eitt fitt lop upp til lægstu
úrtøkuna í Premier League
høpi nakrantíð. Lakastu úr
tøkuna
higartil
hevur
Sunderland FC, sum í 2003,
bert fekk skavað lúsa 19
stig í skjáttuna.
Derby tóku um vikuskiftið
móti Fulham, heima á Pride
Park, og var talan um nið
asta og næstniðasta lið í
Premier League. Bæði mál
ini hjá heimaliðnum tók
spanski áloyparin Emman
uel Villa sær av, meðan
Fulham málini vórðu skotin
av Diomansy Kamara, og
so einum sjálvmáli frá Dean
Leacock.
Flott »comeback«
Arsenal var í dystinum um
vikuskiftið, aftanfyri 20 á
útivølli móti Bolton, og
fingu so eisini ein leikara
vístan av vølli. Hóast vána
útlit, so megnaði Arsenal at
kempa seg upp til javnleik,
og í yvirtíðini vóru »The
Gunners« eisini so hepnir,
at ein Bolton leikari kom til
at gera sjálvmál, til mikla
gleði fyri ferðandi áskoð
arunum hjá Londonliðnum
Arsenal. Málini hjá Bolton
vórðu bæði skoraði av
Matthew Taylor, meðan
Arsenal málini vórðu skotin
av William Gallas, Robin
Van Persie og eitt sjálvmál
frá J’Lloyd Samuel.
United stórsigur
Aston Villa hevði ikki
vunnið á Old Trafford
leikvøllinum í Manchester
síðan 1983, so útlitini vóru
ikki av teimum bestu hjá
liðnum úr Birmingham.
United skuldi eisini vísa
seg at gera hesi útlit enn
verri, tá Cristiano Ronaldo
skoraði sítt 35. mál í kapp
ingarárinum, og tað við
manér. Hann hælaði bóltin
framvið vinum og fíggind
um í netið, og so vóru
lunnar lagdar til kanska árs
ins dyst, sæð frá Manchester
United sjónarhorni. Carlos
Tevez, og tvey mál frá
Wayne Rooney stongdu og
sløktu vónina hjá »The
Villains«.
Sigurin
hjá
United er tann sætti á rað í
Premier League høpi, og er
tað gott fyri sjálvsálitið hjá
United, beint undan Cham
pions League dysti teirra
móti AS Roma týskvøldið.
Premier
League
støðu
»Reyðu Djevlanna« gjørdist
ei heldur verri av sigrinum.
Chelsea og
Liverpool koyra á
Í 178. Merseyside dystinum
millum Liverpool og Ever
ton, eydnaðist tað Liverpool
og Fernando Torres at enda
omaná, og fara við stigun
um. Dysturin varð spældur
á Anfield Road leikvølli
num, og vóru tað teir reyðu,
ið fingu betru byrjanina.
Longu eftir sjey minuttir
fekk Fernando Torres møgu
leikan, og slíkar misnýtur
hann sjálvdan, tað vísur
toppskjútta listin fyri deild
ina eisini. Málið hjá Torres
er hansara 28. mál fyri
kappingarárið, má hann sig
ast at hava eitt heilt ótrúliga
gott fyrsta kappingarár í
Onglandi. Væl betur enn
væntað, má man siga. Liver
pool er nú nærum tryggjað
á einum fjórða plássi, ið
gevur atgongd til sera
umráðandi
Champions
League plássið, og mongu
milliónirnar av pengum, ið
við hesum fylgja.
Chelsea hava vunnið sera
nógv í seinastuni, og við
sigursrøðini seinastu dyst
irnar hava teir vunnið seg
upp um Arsenal. Um viku
skiftið vunnu teir tepurt 10
á heimavølli móti Middles
brough, og var tað verju
leikarin Ricardo Carvalho,
ið vann teimum bláu úr
London, tey tídningarmiklu
stigini. Chelsea eru bert
fimm stig aftanfyri United,
og beint í hølunum á
Chelsea eru Arsenal, so
onki er enn avgjørt í
Premier League.
Derby úti, og Chelsea koyra á
Abraham givin í Fuglafirði
Abraham Løkin hevur seinastu tíðina staðið á odda fyri liðnum hjá ÍF, tá Jón
Simonsen brádliga var noyddur at siga venjarasessin frá sær, men nú gevst
Abraham í starvinum. Teir bjóðaðu mær at halda fram, men eg tók ikki av.
Ætlanin var, at eg skuldi verða til 1. apríl, og eg havi ikki stundir at venja teir
longur, sigur hann. Fuglfirðingar hava samráðst við David Jones, og sambært
Abrahami Løkin, verður hann helst í Føroyum mikudagin. Eg ætli mær sjálv
sagt at tosa við David Jones um, hvussu eg havi fyrireikað liðið til kappingina,
og mína meting um ymiskt. Tað verður eisini mín síðsta uppgáva í ÍF í hesum
umfari, sigur Abraham Løkin.
Úrslitini í 32. umfari:
Birmingham-Man City
3-1 (Zaráte 2, McSheffrey - Elano)
Bolton-Arsenal
2-3 (Taylor 2 – Gallas, van Persie, s.m.)
Chelsea-Middlesbrough
1-0 (Ricardo Carvalho)
Derby-Fulham
2-2 (Villa 2 – Kamara, s.m.)
Liverpool-Everton
1-0 (Fernando Torres)
Man Utd-Aston Villa
4-0 (C.Ronaldo, Tevez, Rooney 2)
Portsmouth-Wigan
2-0 (Jermaine Defoe 2)
Reading-Blackburn
0-0 ()
Sunderland-West Ham
2-1 (Jones, Reid - Ljungberg)
Tottenham-Newcastle
1-4 (D.Bent – Butt, Geremi, Owen, Martins)
FAKTA um dystin
Derby County Football
Club eru í vanda fyri at
sláa metið hjá Sunderland,
ið higartil hevur fægst stig
í einum kappingarári.
Hetta metið varð sett í
2003, tá teir bert vunnu
sær 19 stig á kontuna.
Higartil hevur Derby bert
11 stig, og seks dystir íresta
Robin Van Persie og liðfelagar hansara hava havt eina trupla løtu í Premier League, og hava
mist hópin av stigum. Hetta hevur havt við sær, at teir eru dottnir niður á triðja pláss, aftaná
at hava verið greitt á odda, stóran part av kapingarárinum. Tó má sigast, at enn er tíð at venda
kappingini, og møguleikarnar eru til at taka. Nú ræður um hjá teimum at taka av, tá høvið bíðst