mánadagur 31. mars 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 61 - 31. mars 2008
tíðindi
FLOKSTING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
myndir: Leo Poulsen
Tjóðveldi hevði árliga floks
tingið um vikuskiftið. Hesa
ferð var tingið sett við
Gjógv, sum er gomul tjóð
veldisbygd. Hetta nam for
maðurin, Høgni Hoydal,
eisini við í formansfrágreið
ing síni. Hann sigur:
»At súgva sær mátt úr
bókum og námi, hevur
verið hávirt, og framúr lær
arar hava lagt grundina í
bygdaskúlunum og eggjað
til víðari lestur og sjónar
ring. Og tey, ið hava verið
øðrvísi og hava søkt øðrvísi
leiðir í útbúgving, arbeiði
og lívshátti, hava verið vird
og ikki háað ella spottað av
bygdafólkinum.
Ongin ivi er um, at hetta
er ein meginorsøk til at so
mong hugsjónarfólk, undan
gongufólk og mentafólk
eru sprottin higani. At fólk
hava leitað út, og hava leit
að heimaftur við nýggjum
íblástri. At fólk onga and
søgn hava sæð í at virða og
menna sín egna mentanararv
í støðugum samskifti við
heimsins krøv og møgu
leikar.«
Høgni Hoydal nam eisini
við altjóðagerðina:
»Vit mugu síggja allan
heimin sum okkara leikpall
og eisini okkara ábyrgd. Vit
mennast ikki sum fólk og
skapa nútímans menningar
møguleikar
fyri
okkara
komandi ættarlið uttan so,
at vit eru í beinleiðis sam
skifti við heimsins krøv og
avbjóðingar.
Frælsi er ikki ein spurn
ingur um frælsi frá krøvum
og trupulleikum. Men ein
spurningur um frælsi til at
taka lut og taka ábyrgd. Eis
ini har tað kostar mistøk,
stríð og pengar.
Altjóðagerð
er
mest
brúkta og flusnaða hugtakið
í dag. Hon er ein veruleiki,
men tað merkir ikki, at
heimurin er grundleggjandi
broyttur til tað betra.
Altjóðagerð er í grundini
spurningur um nýggjar sam
skiftismøguleikar, nýggjar
flutningsmøguleikar, nýggj
ar møguleikar at vinna og
tapa. Fyri lond, fólk, vinnu
og mentanir. Har tíð og
rúmd og sambond eru
broytt og skapa møguleikar
til nýggjar samansetingar.«
Prógvað tað øvugta
Høgni Hoydal vísti á, at
flokkurin hevur prógvað, at
hann megnar at standa sam
an, og at hann hevur megnað
at vunnið tvey val síðani
seinasta floksting.
Sanniliga er nógv hent og
mangt broytt síðani vit vest
uri í Miðvági í fjør hildu
seinasta regluliga floksting.
»Tá spáddu onnur, at
Tjóðveldið fór at fara í tvín
ingar og ganga langt aftur,
orsakað av stríðnum um
broytingar í revsilógini og
verju av minnilutabólkum.
Vit prógvaðu tað øvuta.
Og hava síðani vunnið tvey
val so dyggiliga, har vit í
báðum
førum
gjørdust
landsins størsti flokkur.
Tá koyrdu onnur okkum í
bás millum hinar flokkarnar
og hartaðu okkum fyri vant
andi javnstøðu og kvinnu
umboðan í politikki.
Vit prógvaðu tað øvuta
og hava nú javna umboðan
av bæði kvinnum og monn
um á tingi og í stjórnini.
Til fyri fáum mánaðum
síðani teknaðu onnur eina
mynd av okkum sum ein
flokk, ið ikki kundi sam
starva við aðrar, og spáddu
okkum eina oyðimarkar
gongd í andstøðu, meðan
ABCsamgongan
fór
at
halda fram í ókomin ár.
Vit prógvaðu tað øvuta.
Vit eru nú aftur í stjórn og
hava eftir mínum tykki
gjørt eitt stjórnargrundarlag,
sum er í fullum samsvari
við okkara mál, hugsjón og
valskrá. Vit hava knýtt sam
starv millum flokkar, ið
kunnu bróta stillstøðuna og
gomlu forðingarnar í okkara
politisku skipan. Og vit sita
fyri málum, ið eru bulurin í
at broyta og menna Føroyar
til eitt frælst, sjálvbjargið
og kappingarført samfelag í
heiminum.
Til fyri stuttum spáddu
nógv, at Tjóðveldi fór bert
at vera umboðað av politik
arum í miðstaðarøkinum.
Vit hava nú prógvað tað
øvuta, har vit hava 12 dugna
lig fólk úr nærum øllum
landinum, ið virka fulla tíð
í landspolitikki – umframt
fólkatingsumboðið.«
Semja um nógv mál
Nýggja samgongan hevur
sett sær nógv mál fyri. Hon
hevur ikki fingið lættastu
byrjanina, og atfinningarnar
hava – sambært Høgna Hoy
dal – verið nógvar, bæði í fjøl
miðlunum og millum fólk.
»Men hyggja vit at polit
isku málunum og hugsjón
unum, sum hendan stjórnin
hevur sett sær og byggir á,
so er talan um eina nýggja
kós og stórbroytingar.
Í hesi nýggju samanseting
hava vit millum annað
fingið semju um:
• At taka 14 mál á føroyskar
hendur – harundir stórmál
sum
útlendingamál,
persónsrætt og revsirætt.
• At minka blokkstuðulin
við 117 mió. so hann fer
niðurum 500 mió.
• At leggja føroysku stjórn
arskipanina
til
fólka
atkvøðu.
• At gera fíggjarliga upp
gerð við Danmark.
• At stovna føroyskt uttan
ríkisráð, vinna limaskap í
altjóða felagsskapum og
stovnum,
fáa
frælsa
atgongd til altjóða sam
starv fyri vinnu, mentan,
gransking og borgarar og
styrkja okkara samleika í
altjóða høpi.
• At fáa skil á búskaparstýr
ingina, stovna búskapar
grunn og skipa ein sjálv
berandi búskap
• At gera miðvísar íløgur í
útbúgving og gransking
og skúlaskap.
• At gera vinnuframaskip
anir
• At broyta tilfeingisumsit
ingina og skipa fiskidaga
marknað til tess at fáa
javna kapping.
• At styrkja okkara sam
leika við miðvísum ment
anarpolitikki (sum ikki er
avbyrgjandi og nalvaskoð
andi, soleiðis sum tað
annars varð lagt út í
pressuni).
• At fara málrættað eftir at
geva veikastu samfelags
borgarunum
javnbjóðis
rættindi og møguleikar til
eitt virkið og virðiligt lív.
• At smalka gjónna millum
samfelagsbólkarnar
við
samhaldsføstum skattapol
itikki og sosialpolitikki
• At styrkja rættartrygd og
javnstøðu í samfelagnum.
• At fremja verulig tiltøk
innan umhvørvi, orku og
tilfeingisumsiting,
sum
krevja dyggar broytingar
í framtíðini.
• At broyta kommunala
bygnaðin so kommunur
nar gerast størri og kunnu
kappst í rímiligari javnvág
um at bjóða sínum borg
arum nútímans kor – og
harundir at gera eina
útjavningarskipan
Hetta eru alt hjartamál hjá
Tjóðveldi og í fullum sam
svari við okkara valskrá,
stevnu og stevnumið.«
Strammur
fíggjarpolitikkur
Eitt, sum formaður Tjóðveld
is legði stóran dent á, er at
førdur verður ein strammur
fíggjarpolitikkur
komandi
árini.
»Størsta
avbjóðingin
beint í løtuni er at fáa skil á
fíggjar og búskaparpolit
ikkinum, og beinanvegin at
seta kósina til broytingar og
nýskapan í politisku raðfest
ingunum.
Men tað krevur nógv av
okkum. Vit mugu ikki gykla
nøkrum fyri, at vit eru kom
in til nakað búgvið borð.
Tørvur er beinanvegin á
at fáa skil á almenna fíggjar
politikkin,
orsakað
av
gongdini seinastu árini og
at tálma framskrivaða og
ótálmaða rakstrarkostnaðin
til tess at gera nýggjar rað
festingar.
Vit mugu sláa rimmarfast,
at meirnýtsla verður ikki
góðtikin og neyv fíggjar
stýring skal krevjast av øll
um stjórum og stovnsleiðar
um.
Neyðugt verður at fara
undir nøkur verulig bygnað
arlig tiltøk til tess at skapa
búskaparvøkstur frameftir.
Har mugu vit tora at viðgera
Meirnýtsla verður als ik
- Vit mugu sláa rimmarfast, at
meirnýtsla verður ikki góðtikin og
neyv fíggjarstýring skal krevjast av
øllum stjórum og stovnsleiðarum,
segði Høgni Hoydal millum annað í
formansfrágreiðing síni á flokstingi
Tjóðveldis við Gjógv leygardagin
Eini 80 fólk høvdu leitað sær norður til Gjáar til floksgintið hjá Tjóðveldi leygardagin