Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-31, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. mars 2008síða 31

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 61 - 31. mars 2008 31 tíðindi og broyta serskipanir og bygnaðir, sum í dag als ikki gagna teimum endamálum tey vóru ætlað til. Eisini málsbýti, fíggjar­ stýring og fíggjarliga býtið millum land og kommunur fer at elva til ósemjur og orðaskifti. Eins og spurningurin um fiskidagamarknað og til­ feingisumsiting. Men vit noyðast at tora at viðgera málini og taka avgerðirnar um broytingar­ nar eftir eitt sakligt orða­ skifti.« Høgni Hoydal nýtti eisini høvið til at ávara egnar floks­ felagar móti tí, sum hann nevndi revolvarapolitikkur. »Skulu vit veruliga hepn­ ast í at fáa hetta stjórnarsam­ starvið at rigga, so krevst eisini, at tær afturvendandi hóttanirnar og revolvara­ politikkurin frá einstøkum samgongulimum um ein­ støk mál, halda uppat. Sjálvsagt hava øll síni hjartamál at berjast fyri. Men ber ikki til at tosa sak­ liga saman um at gera ætl­ anir og loysa mál uttanum forsíður og innsløg í fjøl­ miðlunum, so máa vit alt álit undan stjórnarsamstarv­ inum. Eg sigi beinleiðis: Hóttan­ ir hava akkurát øvuta ávirk­ an á meg enn at fremja málini. Og mítt svar til revolvara­ politikk er: Skal stuðul til samgonguna takast aftur og brúkast sum amboð. Tá alt ikki gongur beint eftir egn­ ari vild, so er best at taka seg úr beinanvegin.« Broytingar Formaðurin nam síðani við mongu broytingarnar, sum eru farnar fram í seinast­ uni. »Hetta farna árið hevur verið eitt satt broytingarár – fyri Tjóðveldi og fyri pol­ itiska skipanina í Føroyum sum heild. Ikki bert tí vit eru í stjórn, hava gjørt nýggjar politiskar samanset­ ingar, sett nýggj mál og sett nýggj fólk við. Vit hava í farna árið end­ urnýggjað okkara samleika við nýggjum búmerki, stytt­ um navni, ið leggur dent á hugsjónina, og við nýggjum orðaðum hjartamálum á øllum økjum. Vit hava lagt grundina til nýggjar og øðr­ vísi samskiftishættir í polit­ ikki og í fólkaræðisliga orðaskiftinum. Og Føroyar eru skipaðar sum eitt valdømi, ið kann leggja nýggjan bygnað á mongum mótum. Broyta politiska arbeiðið djúptøkið. Broyta arbeiðið í flokkunum og lokalfeløgum. Broyta fólkaræðisligu luttøkuna og ávirkanina. Og broyta Føroyakortið. Hetta hava eisini verið broytingar, ið ósemja hevur verið um í okkara flokki. Og tí er eisini sera ymiskt, um vit síggja hetta sum framar ella sum vandar og afturstig. Men hetta eru bert broyt­ ingar á skræðuni enn. Eftir stendur tað veruliga arbeiðið at geva hesum nýggju slóðum og rásum, ið eru lagdar, ta kós, ta uppfylging og tað inni­ hald, ið kunnu fremja okkara hugsjónir og mál í verki. Vit hava vunnið sjey val á rað, tá vit rokna løgtings­ og fólkatingsval saman. Men vit hava onkið vunnið, um vit ikki megna at gera valsigrar til frælsisúrslit. Samgonguskjal og lands­ stýrissessir eru eisini bert broytingar á skræðuni – enn. Størsta vandamálið er, at vit halda, at nú er væl sloppið, og at vit hava rokkið nøkrum veruligum málum.« Sjálvandi var eisini nom­ ið við valskipanina. »Nú Føroyar eru eitt val­ dømi krevst ein nýggjur og øðrvísi leiklutur hjá polit­ isku økisfeløgunum. Mítt ynski er, at økisfel­ øgini fáa ein aktivan leiklut í at mynda politikk floksins á øllum økjum, heldur enn at hava mest samband við síni umboð. Nú vit eru í stjórn er ser­ liga neyðugt, at økisfeløgini og aðalstjórn í nógv størri mun gerast partar í at við­ gera eisini stór politisk mál, ið fara at skapa ósemjur og kjak. At økisfeløgini fáa størri ávirkan á førda polit­ ikkin gjøgnum kjakfundir og temafundir og tætt sam­ band við valdu politikarar­ nar. Føroyar sum eitt valdømi krevur eisini eina broyting í kommunala bygnaðinum, har mál, su í dag liggja hjá løgtingi og landi kunnu leggjast til nýggjar størri kommunur at umsita. Tað kundi verið fyrsta mál­ ið økisfeløgini tóku upp. Til fólkaatkvøðuna um grundlógina í 2010 liggur eisini ein sera stór uppgáva hjá økisfeløgunum at fara undir at viðgera grundlógar­ uppskotið og taka virknan lut í viðgerðini upp undir fólkaatkvøðuna.« Politisk mótstøða Høgni Hoydal kom eisini inn á politisku mótstøðuna, sum flokkurin kennir. »Øll tey tøkini og tann framburður, sum vit í dag øll eru fegnast um og vilja verja við hond og fót, eru mál, ið elvdu til ósemju og sterka politiska mótstøðu í drúgv tíðarskeið. Um tað er stríðið fyri før­ oyskum máli. Skúlaskapi. Føroyskum bókmentum. Flaggi. Sjómarki. Undir­ grund. Flogfelag. Altjóða umboðan í ítrótti. Niður­ skurð av blokkinum. Sam­ ráðingum við onnur lond og felagsskapir. Tjóðpalli. At taka ábyrgd av okkara egna samhaldsfesti og geva veikastu samfelags­bólkun­ um sømdir í Føroyum. Umboðan og egnum sam­ leika uttanlands. Í øllum hesum málum hava verið fólk og rørslur utt­ anfyri politisku skipanina, ið hava borið stríðini ígjøg­ num. Hóast mótstøðuna. Ta somu mótstøðuna, sum vit nú fáa trúttað upp í saman, tá tað snýr seg um at skipa eitt føroyskt fíggjar­ eftirlit á altjóða støði. Og tann sama mótstøðna, sum fer at verða endurtikin í sam­ bandi við føroyska stjórn­ arskipan, blokkstuðulsniður­ skurð og at taka onnur mál á føroyskar hendur. Politiska skipanin er støð­ ugt yvirhálað av menningini aðrastaðni í samfelagnum, og at enda er politiska skip­ anin drigin við. Hetta hava eldsálirnar í mentanarlívinum prógvað ferð eftir ferð. Hetta hava føroysk vinnu­ lívsfólk prógvað, tá tey hava leitað út í heim eftir nýggjum miðum og drigið virðir heimaftur.« Og hann helt fram: »Føroyska vinnulívið krev­ ur altjóða lógarverk, tiltøk at verja umhvørvi, útbúgving og gransking, betri handils­, flutnings­ og samskiftismøguleikar. Og bjóðar heimsins leiðarum til okkara. Føroyski ungdómurin krevur broytingar. Tey vilja virka og mennast í einum samfelag, har tú ikki noyðist at broyta samleika til tess at sleppa út í heim ella at koma aftur. Og øll tey mongu, sum í almennum ella privatum starvi skulu samskifta við skipanir, fyritøkur og felags­ skapir í øðrum londum, ásanna dagliga, at vit mugu kunna samskifta og gera avtalur sum vaksin og javnsett fólk. Eftir stendur at politiska skipanin megnar at loysa hesar avbjóðingar.« Heimsins nalvi og miðstøð Høgni Hoydal endaði sína formansfrágreiðing við hesum orðum: »“Vit búgva ikki í Føroyum av praktiskum orsøkum”, segði Heðin Brú. Og tað er so satt, sum tað er sagt. Uttan ta mentan, tað mál og tey virðir, ið hava skapt okkum sum menniskju og sum fólk gjøgnum túsund ára søgu, so vóru Føroyar bert grót og flag í Atlants­ havi, sum londini kring okk­ um høvdu barst um at havt sum umveldi ella territorium fyri valdsins sakir. Allar sonevndar cost­bene­ fit metingar og allar sonevndar rasjonellar útrokn­ ingar í rokniørkum vilja siga, at tað hevði verið so nógv lættari og ódýrari bert at búð á meginlandinum og tosa okkurt annað mál. Sum eisini onkur embætisnevnd á sinni skeyt upp at gera. Har bæði marknaður, fólka­ meingið, flutningur og sam­ skifti er høgligari og ein­ faldari. Og tá William Heinesen segði, at Tórshavn er heims­ ins nalvi, so kunnu vit leggja afturat, at eitthvørt pláss er heimsins nalvi – fyri tey, sum hava kastað sítt hjarta og sítt akker har. Men vit mugu velja at síggja okkum sum heimsins nalva og miðstøð. Ikki sum endastøð. Vit skulu tí sjálvandi støð­ ugt byggja út infrakervið, samskiftis­ og virkismøgu­ leikarnar heima hjá okkum og skapa einar størri og javnari Føroyar. Men vit skulu nú eisini byggja upp tað ”infrakervið” sum krevst til at føroyingar sum heild kunnu berja seg burturúr mentalu, politisku og vinnuligu støðuni sum útjaðari. Vit skulu byggja út tað infrakervið, sum kann menna Føroyar til eina mið­ støð, haðani vit kunni virka í beinleiðis altjóða, dynam­ iskum samstarvi á øllum mótum.« kki góðtikin Strammur fíggjarpolitikkur og burtur við revolvarapolitikkin­um. Tað vóru tveir av høvuðsboðskapun­um hjá Høgn­a Hoydal í forman­sfrágreiðin­g sín­i Myn­d: Leo Poulsen­