mánadagur 31. mars 2008síða 32
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 61 - 31. mars 2008
tíðindi
- Tað, sum ger okk-
um so ymisk, er
samstundis tað, ið
ger okkum meira
spennandi, mennandi
og sterkari, bæði sum
fólk og sum flokk.
Saman standa vit
sterk, og saman er
einasti møguleiki at
fáa undirtøku fyri
einum sjálvbjargnum
Føroyum, segði Krist-
ina Háfoss á flokstingi
Tjóðveldisins
Floksting
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
myndir: Vilmund Jacobsen
Kristina
Háfoss,
lands
stýriskvinna í mentamálum,
hevði
eina
áhugaverda
framløgu um sítt málsøki á
flokstingi Tjóðveldisins við
Gjógv
seinnapartin
leygardagin. Hon hevði valt
at tosa undir yvirskriftini ”Í
vitan, mentan og hjørtum
okkara býr frælsi”.
Vit eiga at læra børn
okkara, at tað eru føroyingar,
ið hava evstu ábyrgd í Før
oyum – og ikki danir, sum
onkur lærir børn síni. Sjálvs
fatan, sjálvsvirðing og álit
hevur stóran týdning fyri,
at vit kunnu skipa einar
sjálvstøðugar Føroyar.
Dannebrog á stong
Kristina segði, at seks ára
gamla dóttir hennara hevur
undrast yvir, at Dannebrog
eitt nú hongur uttanfyri
Amtsmansborgina.
Dóttirin heldur tað vera
undarligt, at Merkið ikki
hongur har. Eg undrist eis
ini. Hvussu kann tað bera
til, at vit nú 62 ár eftir fólka
atkvøðuna enn ikki hava
einar sjálvstøðugar Føroy
ar? spurdi hon.
Landsstýriskvinnan helt
tað vera hugvekjandi hvørja
ferð, vit frætta um tjóðir
kring um heimin, sum velja
frælsi.
Fleiri av hesum tjóðum
hava á ongan hátt ment eitt
vælferðarsamfelag, fyrisit
ing, lóggávu ella annað, ið
kann metast við tað, vit
hava í Føroyum – og so kort
ini velja tey frælsisleiðina.
Hon reisti eisini spurning
in, hvør tjóð ynskir ikki at
taka fulla ábyrgd av egnum
landi og sínum borgarum og
helt, at tað týdningarmesta
málið hjá nýggju samgonguni
er at skipa fyri fólkaatkvøðu
um føroysku grundlógina –
og síðan at fáa neyðugu
undirtøkuna fyri fólkaatkvøðu
um føroyskt fullveldi.
Útbúgving og
mentan
Kristina Háfoss legði dent
á, at neyðugt er við eini góð
ari og sterkari útbúgvingar
skipan, ið gevur okkara
børnum framkomna vitan
og alneyðugu amboðini til
teirra ferð víðari í lívinum.
Vit skulu hava eina skap
andi og kveikjandi mentan,
sum gevur innihald og
karmar í samfelagnum –
karmar, sum skulu til fyri,
at vit skulu trívast og eina
mentan, ið ger, at vit hava
eitt serstakt tilknýti og velja
at liva júst í Føroyum.
Hon segði, at uttan eina
slíka mentan, verður før
oyska samfelagið ikki staðið,
har okkara ungdómur velir at
liva og skapa. Vit vita eisini,
at um vit ikki hava eitt
samfelag, har ung trívast,
støðast og mennast, vil
sjálvbjargni og tað at gerast
eitt sjálvstøðugt land bert
verða ein ynskidreymur.
Men tað má ikki henda,
og tí gjørdi eg av at taka við
avbjóðingini at gerast lands
stýriskvinna í mentamálum.
Stór mál
Kristina vísti á, at menta
málaráðið hevur ávirkan á
týðandi økir, sum røkka út í
øll føroysk heim – alt ment
anarøkið, ítróttina og fólka
kirkjuna eins og útbúgving,
gransking og skjótt eisini
alt dagstovnaøkið.
Eingin ivi er um, at tørv
ur er á stórum betringum
og munandi átøkum á hes
um økjum. Tí er talan um
eina stóra avbjóðing og
ábyrgd, ið vit hava fingið.
Og farið er til verka frá
fyrsta degi.
Hon nam við fleiri ítøki
lig økir innan sítt málsøki,
eitt nú at styrkja Mentanar
grunn Landsins, Tjóðpall
Føroya, Savnsøkið, Kring
varp Føroya og gera serstøk
átøk fyri at styrkja føroyska
málið og samleikan.
Vit vilja skapa betri
karmar fyri fleiri sólskins
søgum innan føroyska ment
anarlívið og soleiðis eisini
betri karmar fyri føroyskan
ítrótt.
Hon segði, at stig eru tik
in til fyrireikingar at fáa
Oyggjaleikirnar higar til
lands í 2015, eins og arbeitt
verður støðugt við at fáa
limaskap í Olympiska fel
agsskapinum. Eisini fáa
miðnámsskúlanæmingar, ið
eitt nú íðka ítrótt á serliga
høgum støði, nú møguleika
at taka útbúgving sína yvir
4 ár heldur enn 3 ár.
Góðir karmar
Vit vilja gera karmarnar um
føroysku fólkakirkjuna so
góðar sum møguligt, og í
heyst verða seinastu 5 av 9 lóg
unum lagdar fyri tingið. Vit
vilja skipa eitt meira nútím
ans, framkomið og altjóða
Fróðskaparsetur – við alsamt
fleiri útbúgvingum og meira
gransking. Vit fara í næstum
at bjóða fleiri heilt nýggjar
útbúgvingar á Fróðskapar
setrinum innan KT, løgfrøði
og hav og jarðfrøði. Ætlandi
fara vit eisini at geva fleiri
møguleikan at lesa til lærara,
námsfrøðing og sjúkrarøktar
frøðing – og uppstiga allar hes
ar útbúgvingar á BAstøði.
Hon segði, at hetta eru alt
mál, sum hava til endamáls
at menna okkara land, og
hesi vilja saman við nýskap
andi og stimbrandi vinnu
politikki, saman við nýhugs
an og søguligum átøkum í
fiskimálaráðnum – og í
nýggja og týðandi uttanrík
isráðnum, sum skal geva
okkum alneyðugu sambond
ini út í heim, gera, at vit í
hesum
samgonguskeiði
koma væl nærri einum sjálv
støðugum Føroyum.
Hon legði aftrat, at hetta
verður gjørt saman við eini
røð av yvirtøkum, blokk
niðurskurði og ikki minst
eini fólkaatkvøðu um stjórn
arskipan føroyinga, har vit
endaliga fáa staðfest, at í
Føroyum eru tað føroyingar,
ið ráða.
Sterkari saman
Kristina vísti á, at áhugin fyri
at seta ljóskastaran á tað, ið
ger okkum ymisk, tykist ofta
at vera størri enn at seta ljós
á tað, ið savnar okkum.
Hetta kann til tíðir vera
til størri skaða enn gagn.
Ongin ivi er tó um, at tað,
ið ger okkum ymisk, er sam
stundis tað, ið ger okkum
meira spennandi, mennandi
og sterkari, bæði sum fólk
og sum flokk. Saman standa
vit sterkari, og saman er ein
asti møguleiki at fáa undir
tøku fyri einum sjálvbjarg
num Føroyum.
Landsstýriskvinnan
segði, at í vitan, mentan –
og í hjørtum okkara – býr
frælsi, og tí eiga vit at gera
okkara til at savna – og ikki
at spjaða, at finna loysnir –
og ikki ósemjur.
Vit skulu ganga á odda
saman. Megna vit hetta,
menna vit álitið á, at Tjóð
veldi kann vera stjórnarber
andi flokkurin, sum kann
leiða okkum fram móti ein
um sjálvstøðugum Føroy
um, segði Kristina Háfoss,
landsstýriskvinna.
Við at kveikja
og skapa menna
vit okkara land
- Vit vilja skapa betri karmar fyri fleiri sólskinssøgum innan føroyska mentanarlívið, útbúgving
og gransking og soleiðis eisini betri karmar fyri føroyskan ítrótt, segði Kristina Háfoss á flokstingi
Tjóðveldisins
Røðurnar hjá landsstýriskvinnunum, Kristinu Háfoss og Bjørt Samuelsen, fingu nógv rósandi orð á flokstingi Tjóðveldisins