mánadagur 31. mars 2008síða 33
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 61 - 31. mars 2008
33
tíðindi
- Mítt mál sum lands-
stýriskvinna er at
skapa fyritreytir fyri
nýggjum vinnum og at
menna verandi vinnur,
at vinnan og almenni
myndugleikin fara
undir vinnurelateraða
gransking – og at
vinnulóggávan hjá
okkum verður á sama
støði sum í okkara
grannalondum, eins
og hon støðugt skal
dagførast, segði Bjørt
Samuelsen, lands-
stýriskvinna á floks-
tingi Tjóðveldisins
Floksting
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Bjørt Samuelsen, landsstýr
iskvinna í vinnumálum, er
ikki gomul í Tjóðveldinum.
Á flokstinginum leygardag
in segði hon, at hon ikki
bert er nýggj sum landsstýr
iskvinna, men eisini sum
limur í Tjóðveldinum.
Eg gjørdist limur 14.
september í fjør – saman
dag, sum flokkurin fekk
nýtt navn og búmerki.
Hon ásannaði, at síðan
henda dag hevur lívið verið
rættiliga ”hektiskt”, sum hon
tók til – fyrst við einum val
stríði og síðan einum aftrat.
Hvør einasti dagur, síð
an eg gjørdist limur, hevur
verið pakkaður við politikki,
og eg tori at siga, at einki
hevur fylt meira í mínum
høvdi – og hjarta – enn
flokkurin og okkara felags
framtíð, kanska undantikið
familjan.
Fleiri vitjanir
Í síni framløgu greiddi
Bjørt frá, hvat hon hevur
tikist við, síðan hon gjørdist
landsstýriskvinna í vinnu
málum.
Fyrstu vikurnar var eg
nógv runt og vitjaði stovnar
og ymiskar fyritøkur fyri at
fáa persónligt samband við
stovnsleiðarar og starvsfólk
– og fyri at fáa eina betri
kenslu av, hvat tað er, eg
umsiti.
Hon heldur, at máløkið er
ómetaliga spennandi og
hevur nógvar møguleikar.
Vit hava longu lagt fram
fleiri lógaruppskot, harav
summi vóru klár, tá eg kom í
vinnumálaráðið. Tey flestu
eru tó broytt nakað og tillag
að samgonguskjalinum og
teimum málum, vit hava sett
okkum á arbeiðsmarknaðar
og vinnupolitiska økinum.
Landsstýriskvinnan
segði, at hon er farin í holt
við at nútímansgera okkara
vinnulóggávu, so hendan
passar til eitt vinnulív, ið
skal kappast við vinnulívið
uttanfyri landoddarnar.
Vit hava lagt fram eitt
uppskot um vinnukæru
nevnd eins og eina sera
umfatandi lóg um trygging
arvirksemi, ið er grundar
lagið undir at kunna gera
bilateralar avtalur við eina
røð av londum á tryggingar
økinum. Tá lógin væntandi
verður samtykt, hava vit ein
felags tryggingarmarknað
– í fyrsta lagi við Ísland,
men vit fara eisini í samráð
ingar við onnur lond, eitt nú
Noreg, um hetta øki.
Arbeiðsmarknaður
Ein stór uppgáva hjá lands
stýrinum verður at dagføra
arbeiðsmarknaðin og alla
lóggávuna á hesum øki,
soleiðis at lóggávan hóskar
til tann arbeiðsmarknað, vit
vilja hava.
Hon segði, at landsstýrið
hevur lagt fyri tingið upp
skot um marknaðarførings
lóg og brúkaraumboð, sum
eisini var beinleiðis við í val
skránni hjá Tjóðveldinum.
Tíðin við løn í barnsburð
arfarloyvi verður nú longd
við sjey vikum, um tingið
samtykkir uppskotið, og av
longdu tíðini eru tríggjar
vikur oyramerktar pápanum.
Bjørt vísti á, at ein góð
barsilsskipan er ein av
grundleggjandi fyritreytun
um fyri, at føroyingar, sum
eru farnir uttanlands at
útbúgva seg, hava hug at
flyta heimaftur.
Okkara skipan má vera
kappingarfør, so fólk ikki
freistast at festa røtur uttan
lands, legði hon aftrat.
Eitt annað mál, sum er til
viðgerðar, er skyldan hjá
arbeiðsgevarum at geva ar
beiðstakarum
setanarbræv,
og hetta mál er eisini við
komandi, nú latið verður upp
fyri útlendskari arbeiðsmegi.
Hetta verður eisini gald
andi fyri tímaløntar føroy
ingar og øll, ið ikki hava
nóg góðar sáttmálar, ið
skipa hesi viðurskifti, segði
landsstýriskvinnan.
Útlendsk
arbeiðsmegi
Hon ásannaði, at ein av
størstu avbjóðingunum hjá
samfelagnum í løtuni er at
fáa fatur á fleiri hondum til
arbeiðsmarknaðin.
Vit hava ein skerdan
aktivitet, tí arbeiðsloysi er
null, sum hon tók til, og tískil
er trupult hjá vinnuni í ver
andi støðu at veksa. Fólka
vøkstur er heldur eingin, og
hesi viðurskifti gera, at inn
tøkurnar hjá landskassanum
veksa ikki, soleiðis sum tær
kundu gjørt.
Bjørt vísti á, at landsstýrið
fer at gera nógv fyri, at vinn
an fær hendur á útlendskari
arbeiðsmegi, har føroysk
arbeiðsmegi ikki er tøk.
Vit hava tosað við part
arnar á arbeiðsmarknaðin
um, og vit hava tosað í
samgonguni um, hvussu vit
loysa henda ”proppin”. At
yvirtaka útlendingaøkið er
eitt greitt mál hjá okkum,
og hetta fer at gera tingini
munandi einfaldari í fram
tíðini, bæði við at lata upp
– og lata aftur eftir okkara
tørvi.
Hon ásannaði kortini, at
tað setir nøkur krøv til okk
ara samfelag at lata upp fyri
útlendskari arbeiðsmegi.
Í røðu síni nevndi lands
stýriskvinnan eisini møgu
liga privatisering av Atlants
flogi og Føroya Tele.
Eg meti, at tá ið fyrsta
stigið er tikið at selja partar
av Atlantsflogi, verður eisini
neyðugt at taka tað næsta.
Hon helt, at 1/3 privatiser
ing er ein løgin ”bastardur”,
sum hon tók til – og enn eitt
dømi um, at vit ofta taka
stigið hálvt.
Sjálv fari eg at leggja
eina stigvísa æltan fyri hesi
tilgongd.
Um Føroya Tele helt hon,
at nógv talar fyri at privati
sera fyritøkuna, men sam
stundis talar eisini nógv
fyri at varðveita netpartin
á almennum hondum, sum
ein vitalan part av okkara
infrakervi.
Hetta er eisini eitt mál,
ið vit fara at viðgera, segði
hon.
Samferðsla
Størsti parturin av íløgukarm
inum hjá landsstýrismannin
um í vinnumálum er sam
ferðslan, tí umframt vegir,
tunlar, brýr og flogvøllin,
umsitir vinnumálaráðið eis
ini gjøgnum Landsverk allar
almennar bygningar.
Eingin ivi er um, at
nýggjur flogvøllur má inn í
raðfestingina av stóru íløg
unum í okkara samferðslu
kervi.
Bjørt segði, at á sínum
skrivaraborði liggja ætlanin
um tveir tunlar, Sandoyar
tunnilin og Skálafjarðartunn
ilin, og í løtuni verða ymiskir
fíggingarhættir
kannaðir,
hvussu hesir kunnu plaserast
inn í framtíðar útbyggingar
ætlanir.
Tá ið alt tilfar og allir
upplýsingar, sum eg havi
biðið um frá fakfólki og
fíggingarmøguleikar
eru
kannaðir, koma tunlarnir til
veruliga politiska viðgerð.
Hon segði, at nógvar aðr
ar útbyggingar av infrakerv
inum á smáplássum og í
útjaðaranum liggja á láni.
Eitt nú hava vit nakrar
gamlar tunlar, sum ikki eru
í so góðum standi, eins og
vegir og brýr krevja ábøtur.
Sama er við bygningum,
sum nóg mikið av peningi
ikki hevur verið sett av til.
Landsstýriskvinnan
nevndi eisini ferðslutrygd
ina, har ætlanin eisini er at
gera ymisk átøk.
Vinna og nýmenning
Bjørt Samuelsen segði, at
vinnumálaráðið skal hava
høvuðsfokus, sum hon tók
til, á nýggjum vinnumøgu
leikum, og tí setti hon spurn
ingin, hvussu viðvirkast kann
til nýmenning og íverksetan.
Hon segði, at ein høvuðs
trupulleiki hjá nýggjum
vinnum og íverksetarum er
fígging.
Kunnu vit finna atgongd
til virkisfýsnari kapital, og
hvat kunnu vit frá almennari
síðu gera til tess at stimbra
uppundir, at bankar og priv
atir grunnar koma við í enn
størri mun enn higartil?
spurdi hon.
Hon vísti á, at vit hava
vinnuframagrunnin,
men
hesin ikki nóg mikið.
Í framløguni nevndi hon
útflutningsmøguleikar
og
møguleikar
at
etablera
føroysk virkir uttanlands.
Dagførdar lógir eru ein
treyt, men her er nógv ann
að, sum vit kunnu gera.
Mín vón er, at vit fáa sendi
stovur til at vera eitt virknari
amboð á hesum øki enn
higartil.
Landsstýriskvinnan nam
við
møguleikarnar
við
gransking og segði, at eisini
her vantar okkum pening.
Men her liggur eitt stórt
potentiali, ikki minst innan
fiskaaling, ið veruliga er
við at byggja upp ein gransk
ingarkjarna.
Hon nevndi eisini onnur
øki við nýggjari aliog kunn
ingartøkni eins og genog
biotøkni.
Forðingar burtur
Í framløguni nam Bjørt eis
ini við FASskipanina, sum
nú verður dagførd og gjørd
kappingarfør, og hon legði
stóran dent á tað ”kreativa
tilfeingi” – íverksetan, tí
sum hon segði:
Íverksetan og stimbran
av skapanarevnunum eru
lykilin til at gera okkara
búskap fjøltáttaðan og sjálv
berandi. Fólk við góðum
hugskotum mugu hava eitt
stað at fara við teimum og
fáa stuðul og ráðgeving at
føra tey út í lívið.
Landsstýriskvinnan vísti
á samgonguskjalið, sum sig
ur, at vinnupolitikkurin skal
skapa nýmenning og vøkst
ur og taka burtur forðingar
hjá vinnu, feløgum og ein
staklingum í altjóða sam
starvi.
Mítt mál er at skapa fyri
treytir fyri nýggjum vinnum
og at menna verandi vinnur,
at vinnan og almenni mynd
ugleikin fara undir vinnu
relateraða gransking í nógv
størri mun enn nú – og at
vinnulóggávan hjá okkum
verður á sama støði sum í
okkara grannalondum og
støðugt verður dagførd sam
svarandi hesum, segði Bjørt
Samuelsen.
Neyðugt við nýmenning og vøkstri
- Eg eri ikki bara nýggj sum landsstýriskvinna, men eisini sum limur í Tjóðveldinum. Eg gjørdist limur í flokkinum 14. september í
fjør – saman dag, sum flokkurin fekk nýtt navn og búmerki, segði Bjørt Samuelsen á flokstinginum leygardagin
Mynd: Vilmund Jacobsen