Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-31, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. mars 2008síða 40

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 61 - 31. mars 2008 Stutt Sagt Hillary gevst ikki Hóast fleiri hava mælt Hillary Clinton til at gevast við royndini at gerast forsetavalevni hjá demokratunum, hevur hon ongar ætlanir um at gera eftir tilmælinum. Í gjár segði hon, at tað hevði verið skeivt av sær at steðga nú. Tað heldur maður hennara, Bill Clinton, eisini, Hann segði í gjár, at hann hevur fingið nógvar áheitanir frá fólki, sum vilja hava Hillary at halda fram við valstríðnum. Kappingar­ neytin hjá Hillary, Barrack Obama, hevur einki ímóti, at kappingin teirra millum heldur fram. Tað segði hann um vikuskiftið. Rice kravdi ábøtur Amerikanski uttanríkisráð­ harrin, Coldoleezza Rice, vil hava ísraelsku myndug­ leikarnar at bøta um um­ støðurnar hjá palestinska fólkinum á Vestara Áarbakka. Um vikuskiftið hitti Rice umboð fyri ísraelsku stjórnina, og har gjørdi hon greitt, at tað er neyðugt við tiltøkum, sum kunnu bøta um búskap­ arligu viðurskiftini á Vestara Áarbakka, og sum samstundis kunnu veita Ísrael neyðuga trygd. Condoleezza Rice er á rundferð í Miðeystri, har hon roynir at fáa ísraels­ menn og palestinar at taka friðarsamráðingarnar upp­ aftur, so tær kunnu enda í hesum árinum sum ætlað. Á ferð í rúmdina Ein amerikonsk fyritøka hevur ætlanir um at bjóða fólki eina stutta ferð út í rúmdina. Til endamálið skal fyritøkan hava eitt 8,5 metrar langt flogfar, sum skal hava pláss fyri flogskipara og einum ferðafólki. Flogfarið skal flúgva tvær ferðir skjótari, enn ljóðið ferðast, og ein ferð 61 kilometrar út í rúmdina og aftur fer at taka umleið ein hálvan tíma. Kostnaðurin fyri eina tílíka ferð verður sambært útrokningunum 100.000 dollarar ella einar 475.000 krónur. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk -Vit svika ikki. Satt at siga hevði eg ikki blundað á náttini, um eg var sekur í valsviki Robert Mugabe útlond Stendur á jøvnum í Zimbabwe Mannarættinda­ felagsskapurin Human Rights Watch vil hava Saudiarabia at verja landsins børn ímóti avhoyringum og rættarmálum Human Rights Watch leggur myndugleikarnar í Saudioarabia undir at koyra børn í fongsul, og felags­ skapurin heitir nú at myndugleikarnar um at endurskoða lógarverkið, so børnini fáa betri verju. HRW sigur í einari nýggjari frágreiðing, at saudiarabisk børn, sum rýma heiman, ella sum hava samband við hitt kynið, verða ofta tikin og sett í fongsul, og tað hendir meiri enn so, at børnini sita seks mánaðir í varðhaldi, áðrenn málið verður lagt fyri ein dómara. Við gentum er uppaftur verri, tí sambært reglunum kunnu myndug­ leikarnir halda teimum aftur í óásetta tíð til tað, sum eitur "vegleiðing", skrivar Human Rights Watch. Felagsskapurin sig­ ur eisini, at í nógvum førum fáa børnini ongan at verja seg, sjálvt um tey kunnu fáa sera harða revsing. Saudiarabia hevur ikki kriminellan lágaldur, og tí er tað ofta útsjóndin hjá barninum, sum er avgerandi fyri, um dómararnir meta barnið sum vaksið fólk ella sum barn. Human Rights Watch nevnir í hesum viðfangi, at í fjør bleiv ein 15 ára gamal drongur avrættaður í Saudiarabia fyri eitt lógarbrot, sum hann hevði framt, tá hann var 13. Í Saudiarabia verða børn koyrd í fongsul Human Rights Watch vil hava saudiarabiska kongshúsið at endurskoða landsins lógir, so børnini fáa betri verju Mynd: Polfoto Andstøðan tykist hava fingið eitt gott úrslit á valinum í Zimbabwe í gjár, men tað merkir ikki, at Robert Mugabe, forseti, missir takið Zimbabwiski andstøðu­ flokkurin MDC og stjórn­ arflokkurin ZANU­PF kiggja stavn um stavn eftir tey fyrstu úrslitini av av valinum leygardagin, tá zimbabwar valdu tjóðarting, forseta og býráðslimir. Andstøðan segði longu í gjár, at hon hevði vunnið tjóðartingsvalið, og at andstøðuleiðarin Morgan Tsvangirai hevði vunnið forsetavalið. Tað ljóðaði, at Robert Mugabe, forseti, og leiðslan í herinum høvdu sitið á kreppufundi og umrøtt støðuna, og hvat gerast skuldi, um andstøðan vann. Í øllum førum var tað týðiligt, at myndugleikarnir fyrireikaðu seg til ófrið, tí stór løgreglulið vóru at síggja í gøtunum í nátt. Tá valnevndin sýtti fyri at almannakunngera tey fyrstu úrslitini, legði and­ støðan nevndina undir valsvik. Tað fekk nevndina at kunngera úrslitini í seks valdømum, og tað vísti seg, at stjórnarflokkurin og and­ støðan høvdu vunnið trý valdømi í part. Varðveitir valdið Politiskir eygleiðarar siga, at valið hesaferð er tann størsta avbjóðingin, sum Robert Mugabe hevur havt, síðani hann gjørdist forseti fyri 28 árum síðani. Ein orsøk er tann syndarliga búskaparstøðan, og eitt annað er, at hesaferð hava ymsir andstøðubólkar tikið seg saman fyri at fella tann gamla forsetan. Hesaferð er tað ikki bara tann gamli fíggindin Morgan Tsavan­ irai, sum stillar upp ímóti honum, men eisini fyrrver­ andi fíggjarmálaráðharrin Simba Makoni, sum er úr flokkinum hjá Mugabe. Teir báðir hava undir valstríðnum lagt dent á, at Zimbabwe má fáa eina nýggja leiðslu, eftir at Mugabe hevur oyðilagt tann fyrr so sterka zim­ babwiska búskapin. Eyg­ leiðarar halda kortini, at tann 84 ára gamli forsetiun kann varðveita tað veruliga valdið við hjálp frá herinum, sjálvt um hann skuldi tapt valið. Morgan Tsvangirai, andstøðuleiðari og forsetavalevni hjá andstøðuni, greiðir atkvøðu leygardagin (Mynd: Polfoto)