mánadagur 31. mars 2008síða 41
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 61 - 31. mars 2008
41
tíðindi
Magni Arge, stjóri í
Atlantsflogi, segði á
móttøkuni í hangar
inum fríggjadagin,
nú Atlantsflog hevur
20 ár á baki, at
ferðasambandið og
førleikin at ferðast
er fyritreytin fyri
trivnaði í framkomnu
Føroyum
Móttøka
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
myndir: Jens kristian Vang
- Eg minnist, sum tað var í
gjár, tá eg fyrstu ferð trein
inn um gáttina í hesum
bygningi fyri skjótt 13 árum
síðan. Eg gjørdist ovfarin
av hesi vælskipaðu, dynam-
isku fyritøku, ið eg annars
bert kendi sum ferðamaður.
Ein stálsettur og kolosalur
vilji merkti fyritøkuna tá –
og ger tað enn í dag.
Á samkomuni fríggjadag-
in ásannaði Magni Arge,
stjóri í Atlantsflogi, at tað
er hesin sami vilji og áræði
til at taka upp nýggjar
avbjóðingar og flyta mørk,
sum hevur flutt felagið fram
á leið.
- Atlantsflog er í dag eitt
felag, sum ræður yvir sjey
flogførum, trimum tyrlum
og 280 starvsfólkum við
virksemi í fleiri londum.
Merkisdagar
Stjórin nevndi nakrar dagar
í søgu felagsins, sum hann
heldur hava verið meira
merkisverdir enn aðrir.
-
Týdningarmiklasta
markið í mínari tíð varð
sett, tá roknskapurin fyri
1995 fyri fyrstu ferð vísti
eitt avlop – og prógvaði, at
eksperimentið bar til.
Síðan hevur avlop verið
á roknskapinum øll árini.
- Vit eru errin um tey mál,
vit hava rokkið higartil, 1)
Ferðasamband til granna-
lond, 2) Títtari fráferðir, 3)
Høgt reglusemi eftir umstøð-
unum og 4) Ment bygda-
flúgving, leiting og bjarg-
ing.
Stjórin takkaði
Magni Arge segði, at ferða-
sambandið og førleikin at
ferðast er fyritreytin fyri
trivnaði
í
framkomnu
Føroyum.
- Vit vita, at tað eisini er
neyðugt at skapa alternativar
vinnumøguleikar í Føroyum
við
áhugaverdum
og
avbjóðandi størvum til tess
at gera tað áhugavert at
búgva her.
Stjórin nýtti eisini høvi
at takka øllum sínum starvs-
fólkum
hjartaliga
fyri
ágrýtni og dugnasemi.
Á móttøkuni segði eisini
nevndarformaðurin
í
Atlantsflogi, Christian Andre-
assen, nøkur orð, og sama
gjørdi Finnbogi Niclasen,
flogvallaovasti, sum handaði
Atlantsflogi ein málning í
sambandi við dagin.
Í sambandi við heiðurin
sum
Ársins
Lærupláss
2007, segði eisini William
Smith, teknikani, nøkur
orð, og tað gjørdi danin,
sum handaði felagnum heið-
ursgávuna, eisini.
Ársins lærupláss
Millum 30 onnur lærupláss
innan flogídnaðin í Dan-
mark, Føroyum, Íslandi og
Grønlandi var Atlantsflog
herfyri kosið ársins læru-
pláss 2007.
Tað er TEC (Teknisk
Erhvervs Center) í Dan-
mark, sum stendur fyri kjós-
ingini, og í hangarinum
fríggjadagin varð heiðurs-
gávan handað Atlantsflogi.
Heiðurin er latin Atlants-
flogi, tí sigur lærlingarnir:
1) trívast sosialt og hava
góð arbeiðsviðurskifti, 2)
verða virdir fyri sítt arbeiði
og sum menniskju og 3) fáa
avbjóðandi arbeiðsuppgáv-
ur og uppliva at læruplássið
ger nakað serligt fyri lær-
lingin.
Ferðasambandið er fyritreytin
fyri trivnaði í Føroyum
- Vit vita, at tað er neyðugt at skapa alternativar vinnumøguleikar í Føroyum við áhugaverdum og avbjóðandi størvum til tess at gera tað áhugavert at búgva her,
segði Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi
Her fær Atlantsflog heiðurin fyri at vera Ársins Lærupláss í 2007. Felagið er valt út millum 30
feløg í Danmark, Íslandi, Grønlandi og Føroyum, sum arbeiða innan flogídnaðin
Finnbogi Niclasen, flogvallaovasti, handar Atlantsflogi málning í sambandi við 20 ára dagin