Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. apríl 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 62 - 1. apríl 2008 Klaksvíkar kommuna hevur tikið tað sjáld­sama stigið at lýsa eitt grund­øki í Árnafirði alment til sølu. – Tann, ið bjóðar hægst, fær tað, sigur Gunnleyg K. Dánjalsson, tekniskt starvsfólk í kommununi Bygdamenning Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Árnafjørður: Hevur ein hug at keypa eitt grundøki og seta búgv í bygdini, so er hesin møguleikin nú til staðar. Klaksvíkar kommuna, sum Árnafjørður er partur av, lýsir í hesum døgum við einum grundøki – matrikul 36 F – uttast í bygdini. Í byggisamtyktini er hetta økið, og hini trý í sama umráði, útlagt til sethúsaøki og skal byggingin verða í samsvari við hetta. Tann, ið keypir hetta økið, fær her fatur á einum rættiliga stórum øki. Tað er í roynd og veru omanfyri 1000 fermetrar til støddar. Higartil hava fólk ikki víst hesum stykkinum serliga stóran áhuga. Men kanska verður øðrvísi hesaferð, nú kommunan lýsir við stykkinum bæði á heima­ síðu teirra og í bløðunum. ­ Vit ynskja so í øllum førum, at tað skal verða bygt á tí, sigur Gunnleyg við Sosialin. Bratti Tað er ikki á hvørjum degi, at sethús verða bygd í Árnafirði, ið liggur bert seks kilometrar frá høvuðs­ býnum í kommununi. Fyri eini 20 árum síðani vórðu nøkur øki gjørd byggibúgvin uttast í bygd­ ini. Fleiri teirra vórðu bygd tá, men hetta eina økið varð ongatíð bygt. Hóast økið er 1010 fer­ metrar til støddar og liggur út til veg, vísti áhugi seg ikki at verða fyri tí. Orsøkin til hetta er helst hon, at tað er tann minni parturin av tí liggur út móti vegnum – í roynd og veru bert 23 metrar, meðan hinir 42 metrarnir liggja oman og niðan. Ein onnur orsøk er, at tað er rættiliga bratt í økinum og at tað tí kann verða eitt sindur kostnaðarmikið at gera tað byggibúgvið. Í kommununi vænta tey, at økið fer at verða selt. Óhugsandi er ikki, at fólk úr Klaksvík, sum hava søkt um grundøki har – og ikki hava fingið eitt – kunnu verða áhugað í hesum økinum í Árnafirði. Greitt er í øllum førum, at tey ið hava hug at bjóða uppá matrikul 36 f í Árna­ firði skulu gera tað í afturlatnum brævbjálva til kommununa. Freistin er úti 7. apríl, og væntar kommunan at fólk fara at gera vart við seg hesaferð. Grundøki til hægstbjóðandi Fólkatalið í Árnafirði stendur í stað og kanska minkar. Nú verður í øllum førum gjørt ein roynd at venda hesi gongdini Mikud­agin í komand­i viku fær Klaksvíkar býráð vitjan úr Norrköping, sum er vinarbýur teirra í Svøríki. Vitjanin er komin í lag í samband­i við 100-ára hald­ið hjá Klaksvíkar kommunu í ár Vitjan Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Klaksvík: ­ Vitjanin er eis­ ini til frama fyri at styrkja vinarbýarsambandið mill­ um býirnar enn meira, sigur Klaksvíkar kommuna á heimasíðu sínari. Vónirnar fyri vitjanina eru somuleiðis, at ein fær víðkað enn meiri tað stóra kontaktnetið við Norrkøp­ ing innan vinnu, skúla, tónleik og mentan í breiðastu merking. Til tess at kunna klaksvík­ ingar um svenska vinarbý teirra, verður skipað fyri einum almennum kunn­ ingarkvøldi í býráðshøllini hóskvøldið í komandi viku. Evnið fyri henda fundin er stutt og greitt: Hvat hendir í Norrköping? Umframt vinnulívsráð­ gevan Ulf Arumskog og kunningarleiðarin Carl Selling, eru eisini Boel Johnson frá útbúgvingar­ skrivstovuni og Heléne Styrenius frá altjóða skrivstovuni við í ferðini. Við sær hava tey eisini tónleikaran Olle Nilsson, sum hevur spælt saman við bólkinum Liverpool, sum hevur vunnið sær heiður fyri síni væl spældu Beatles­ løg. Gestirnir úr Norrköping fáa eisini høvi at kunna seg um Klaksvík, og fara millum annað at vitja Íverk­ setarahúsið, Dávavirkið, Kunningarstovuna, skúlar­ nar, Bókasavnið og um­ sitingina hjá kommununi. Klaksvík ynskir betri samband við vinarbý teirra Norrkøping í Svøríki Forkunnug vitjan úr Svøríki Ársins songrødd byrjar Fyrsta umfar av Ársins Songrødd 2008 er av. Tað gekk skjótt fyri seg at fáa staðfest hvør luttakari skuldi sendast víðari til finaluna. Tað at klokk­ an skuldi flytast fram, gjørdi at tiltakið í veruleikanum bleiv ein tíma styttri. Men hóast tað, fekk áskoðarafjøldin tað hann hevði goldið fyri, eitt tiltak har m. a. ljósshowið riggaði avbera væl. Nógvir góðir sangarar vóru, men bert tveir vinnarar skuldu finnast, sum koma at luttaka tann 3. mai, tá ið finalan er í høllini á kambsdali. Fyrireikararnir siga í tíð­ indaskrivi, at tey sum sloppu víðari vóru: Bjarki Hansen og Poula Dan­ ielsen úr Havn. Enn eitt umfar er eftir í Eysturoynni, og tað verður í høllini á Kambsdali leygarkvøldið tann 12 apríl. Næsta umfar verður í TB­húsinum á Tvøroyri komandi leygarkvøld. Norskur sjómatur merkjast Tað skal gerast lættari at finna út av, hvar fiskurin er framleiddur, tá merk­ ið ”framleitt í Noregi úr norskari rávøru” er almannakunngjørt. Norski fiskimálaráðharrin mælir sjómatframleiðarum at brúka hetta merki fyri at gera tað lættari hjá brúkaranum at velja sjómat, sum er framleiddur í Noregi. Norski fiskimálaráðharrin ynskir, at øll norska tann fiskivinnan fer at velja at brúka merkið, sum er ment millum Eksportutvalget for Fisk og einstøk norsk feløg. Endamálið er at gera tað lættari hjá keyparum í Evropa av velja norskar fiskavørur. Brúkarin er sera upptikin av, hvar fiskurin, sum kann keypast í Evropa kemur frá, hvussu hesin er virkaður o.l. Tað er tí gott at tey, sum vilja keypa norskan fisk lættliga síggja at fiskurin hevur uppruna í Noregi. (www.industry.fo)