Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. apríl 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 62 - 1. apríl 2008 Vit eiga at raðfesta ferðslutrygdina høgt, sigur Eyðun Berg, politistur, sum arbeiðir við ferðslumálum og er knýttur at ferðslupatruljuni hjá løgregluni. Hann tekur fult undir við, at ferðslutrygdin kundi verið nevnd í samgonguskjalinum Ferðslutrygd Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Í sambandi við eina blað­ grein sum Rúna Sivertsen, fyrrverandi formaður í Ferðslutrygd, skrivaði beint eftir at nýggja landsstýrið var skipað, heldur Eyðun Berg politistur, at talan var um eina grein, sum hann í høvuðsheitum kann taka undir við. Greinin snúði seg um, at einki varð sagt um ferðslu­ trygdina í nýggja samgongu­ skjalinum. Rúna nevndi m.a. at hóast tað ferð eftir ferð verður gjørt vart við, at ferðsluvanlukkur eru størsta hóttanin ímóti fólkaheilsuni, var ikki eitt orð at finna um ferðslutrygd í samgongu­ skjalinum. Eyðun Berg, ið starvast sum politistur í fyrisitingini hjá politinum og arbeiður m.a. við ferðslumálum umframt at hann eisini er knýttur at ferðslupatruljuni, sigur, at ferðslutrygdin eig­ ur at síggjast í verki hjá landsins leiðslu. Um ferðslu­ trygdarætlanin stóð í samgonguskjalinum, hevði tað verið eitt gott signal. Tó skal sigast, at nógv er og verður gjørt á ferðslutrygd­ arøkinum, men tá vit tosa um fyribyrging kann, ikki gerast ov nógv. Klippikortskipanin Eyðun Berg hevur verið við í arbeiðnum at innføra klippikortsskipanina, sum hann heldur í sær sjálvum er ein trygdarskipan í ferðsl­ uni. Hann sigur, at tað er av stórum týdningi, at hildið verður fram við tí fyribyrgj­ andi arbeiði, sum Ferðslu­ trygd stendur fyri. Í mong ár hevur Ferðslutrygd skip­ að fyri skeiðum fyri næm­ ingum í miðnámsskúlunum. Arbeiðið verður gjørt í sam­ starvi við ferðsluoffur, ambulansafólk, koyrilærar­ ar, politi og onnur. Hetta er eitt sera gott tiltak, serliga tí at ferðsluvanlukkur raka mest ungdómin. Tey ungu eiga størsta partin av deyðs­ vanlukkunum sum tíverri henda, og oftast eru tað ung­ ir dreingir, sum verða raktir. Tað hevur stóran týdning at myndugleikarnir ræðfesta ferðslutrygd høgt, bæði í játtanum og gerðum. At Ráðið fyri Ferðsltrygd hev­ ur góðar arbeiðsumstøður hevur eisini stóran týdning. Tað kundi verið verið ein fyrimunur um arbeiðspláss­ ið hjá Ráðnum fyri Ferðslu­ trygd fysiskt varð lagt saman við øðrum stovnum, sum arbeiða við fyribyrging, soleiðis kundi eitt fakligt umhvørvi verið við til at ment arbeiði. Soleiðis at skilja at alt sum hoyrir undir fyribyrging kundi verið und­ ir einum taki, uttan at talan verður um nakrar bygning­ arbroytingar, sigur Eyðun. Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur verið frammi við, at ein skaðanevnd átti at verið sett. Hetta tekur Eyðun fult undir við. Uttan iva vildi nógv vitan komi fram, sum vit ikki kenna í dag, við at álvarslig ferðsluóhapp vórðu kannað. Ein skaða­ nevnd kundi eisini havt fokus á vegakervið, sum ikki er so trygt allastaðni. Eyðun heldur, at vit helst mugu síggja í eyguni, at ferðslulógin bara herðist sum tíðin gongur, krøvini vera alsamt størri til bilfør­ arar, kanska einamest til hugburðin. Frá at vera ein rættur at hava koyrikort, sum vit kenna tað í dag, verður tað kanska soleiðis at tað heldur at verið ein møguleiki, um fólk yvirhalda tær grund­ leggjandi treytirnar í ferðslu­ lógini. Ferðslan økist og gert alt meira hættislig, sam­ stundis sum ferðsluvanlukk­ urnar gerast fleiri og ógvus­ ligari. Tí mugu vit øll standa saman í hesum álvarsliga máli, sum ferðslutrygdin er. Av tí at ferðslan er nógv, og trongligt er í gøtunum, kann tað vera skjótt at fólk í ein­ um hektiskum dagligdegi gerast strongd, hava stutt fjús og kunnu t.d. finna upp á at gera hættisligar yvirhál­ ingar, sum kunnu hava álvarsligar fylgjur við sær. Øll við í ferðsluni Vit eru øll við í ferðsluni á ein ella annan hátt, um vit koyra, súkkla ella ganga. Tey sum ikki eru beinleiðis úti í ferðsluni eiga familju og avvarðandi, sum dagliga ferðast í ferðsluni. So ferðsluvanlukkur kunnu raka øll í samfelagnum. Faktist rakar ein álvarsom ferðsluvanlukka okkum øll í einum lítlum samfelað sum okkara, her vísir Eyðun til, at øll hoyra ella lesa um vanlukkur í fjølmiðlunum. Nógv er hent á ferðsluøk­ inum seinastu árini, klippi­ kortskipanin sum Ferðslu­ trygd eigur sín leiklut í, er komin í gildi, og er hon eitt stig á vegnum. Tað er eisini positivt, at ein ferðslutrygd­ arætlan er gjørd fyri Før­ oyar, men vit mugu ikki steðga har. Ferðslulógin treingir til at vera endur­ skoðað, í summum førum er hon ófullfíggjað. Tað er týdningarmikið at halda lív í kjakinum um ferðslutrygdina, soleiðis at fólk vera mint á álvaran í tí at handfara eitt motorakfar, at tey læra at tilpassa seg og yvirhalda ferðslulógina. Eyðun heldur, at síðani klippikortssipanin var sett í verk, hevur hann merkt ein sera positivan og broyttan hugburð millum fólk. Koyribreyt At enda vísir Eyðun á, at vit áttu at fingið tað nógv umtalaðu koyribreytina. Tað vísir seg, at eingin tek­ ur ábyrdina upp á seg og ger nakað ítøkiligt. Eyðun heldur, at landsins myndug­ leikar áttu at takið stig til, at koyribreytin bleiv gjørd við at stuðla eini slíkari verkætlan. Breytin kundi endaliga verið á privatum hondum og verið rikin á handilsligum grundarlag. Fleiri koyriteknisk anlegg í Danmark eru seinnu árini farin á privatar hendur, sig­ ur Eyðun Berg, sum leggur dent á, at tað sum hann sigur í hesi greinini eru hansara egnu sjónarmið. Ferðslutrygd er ein skilagóð íløga Eyðun Berg politistur arbeiðir við ferðslumálum og er knýttur at ferðslupatruljuni hjá løgregluni Mynd: Álvur Haraldsen Aðalfundur hjá Føroya Ellisakførum Leygardagin 5. apríl kl. 16 verður aðalfundur hjá áhuga­ felagnum Føroya Ellisakfør í hølum felagsins Yviri við Strond. Skráin verður sambært viðtøkum felagsins. Tveir av nevndarlimunum, Hans Korsgaard og Páll Danielsen, standa fyri vali. Eftir fundin verður smyrjibreyð og annað gott, sigur Eiriki Ó. Simonsen, formaður í Føroya Ellisakførum. Heimasíðan hjá felagnum er: www.ellisakfor.com Ársfundur hjá Ferðslutrygd Hósdagin fer Ráðið fyri Ferðslutrygd at hava ársfund. Umframt formella partin fyrrapartin er ætlanin at varpa ljós á Ferðslutrygdarætlanina, sum varð handað landsstýrismanninum í ferðslumálum seinasta heyst. Serliga verður dentur lagdur á tilmælið um gerð av kommunalum ferðslutrygdar­ ætlanum. Ætlanin er at hava tríggjar fyrilestrar, ið kunnu stiðja undir arbeiði við at gera slíkar ætlanir. Britt­Mona Vang, úr Karmøy Kommune í Norra, kemur á vitjan og greiðir frá teirra arbeiði við at gera eina kommunala ferðslutrygdarætlanin. Eisini vitja umboð fyri Landsverk og LBF og greiða frá teirra arbeiði í ávikavist Miðvági­Sandavági og Tvøroyri. At enda verður kjak. Ráðið fyri Ferðslutrygd vónar við hesum at seta gongd á arbeiðið við at gera lokalar ferðslutrygdarætlanir kring landið.