týsdagur 1. apríl 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 62 - 1. apríl 2008
Teir báðir politist
arnir, sum handtóku
mannin ákærdur fyri
drápsroynd, vitnaðu
í rættinum í morgun.
Teir greiddu frá,
hvussu ákærdi ætlaði
at pína órættaða,
áðrenn hann skuldi
høggan øksina í
høvdið á honum og
harvið drepa hann
NEVNINGATING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Rættarmálið móti 21-ára
gamla manninum, sum er
ákærdur fyri drápsroynd
móti einum javnaldri, helt
fram í morgun.
Fyrst var ein genta kallað
inn sum vitni. Hon er
donsk, men hevði verið í
Føroyum um tað mundið, tá
hendingin fór fram, og hon
hevði verið við til ballið
heima hjá ákærda.
17-ára gamla gentan, sum
var komin úr Danmark fyri
at vitna í sakini, greiddi frá,
at nógv varð drukkið hetta
kvøldið, men at hon sjálv
ikki var rúsað. Hon segði,
at ákærdi gjørdist eitt sindur
østur, og hon helt tað hevði
nakað við hendan serliga
sangin, sum varð spældur
fleiri ferðir, og sum umrøður
at binda onkran til eina
song og seta eld á viðkom-
andi.
Gentan segði, at ákærdi í
stovuni, meðan øll hoyrdu
segði seg vilja gera hetta
móti órættaða, men tá
eingin annar vildi fara við
honum, gjørdi hann av at
fara einsamallur. 17-ára
gamla gentan segði seg ikki
vera bangna um hetta, tí
hini søgdu, at ákærdi nokk
fór at verða skjótur aftur.
Næstur í vitnisstólinum
var ein politistur, sum vátt-
aði, at hann, saman við ein-
um øðrum politisti, hevði
roynt tendraran, sum ákærdi
hevði havt uppi á sær, og at
hesin virkaði feilfrítt. Eisini
høvdu teir kanna innihaldið
í dunkinum, og eitt met
segði, at talan var um 1-2
sentilitrar av bensini.
Eisini
telefonin,
sum
ákærdi hevði uppi á sær,
varð kannað. Hon varð send
til Danmarkar til kanningar,
og síðani fekk politiið í Før-
oyum sendandi ein diskil
við øllum upplýsingum úr
telefonini á.
Øll uppkall, inngangandi
sum útgangandi, eins og
sms’ir eru tískil til skjals.
Hesi vísa, at ákærdi ringi
ikki færri enn fimm ferðir
til
nummarkall,
áðrenn
hann ringdi til Auto eftir
hýruvogni
Skjótir á staðið
Síðani vórðu teir báðir
politistarnir avhoyrdir, sum
handtóku ákærda náttina til
3. august 2007.
Teir greiddu frá, at teir
vóru á vakt hesa náttina, tá
teir fingu boð frá vakthav-
andi á politistøðini um at
fara á ein nevndan bústað,
tí ein maður hevði brotið
inn har við øks. Teir vóru
úti og koyrdu, og vóru rími-
liga nær staðnum, so teir
mettu seg at vera skjótar
frammi.
Komnir á staðið sóu teir
ein persón standa og vinka
teir til rætta staðið, og tá
teir komu har, sóu teir inn
gjøgnum vindeygað ein
mann sitandi í sofuni, með-
an tveir aðrir hildu í hvør
sín arm á viðkomandi.
Báðir politistarnir bóru
kenslu á ákærda, tí hann
kemur frá somu bygd sum
teir báðir. Ákærdi varð
beinanvegin lagdur í hond-
jørn, og stemningurin var
eitt sindur »panikk-kend-
ur«.
Politistarnir kendu ikki
teir báðar menninar, sum
hildu ákærda, men hava
seinni frætt, at talan er um
pápa ákærda og bróður
hansara.
- NN var eitt sindur uppi
at koyra, og hann og ákærdi
róptu eftir hvørjum øðrum.
Vit fingu tí ákærda út í bilin
sum skjótast, fyri at fáa
skilt partarnar at, greiddu
teir báðir politistarnir frá.
Teir greiddu víðari frá, at
ákærdi hevði eitt reip vavt
um yvirkroppin, og at tað
sá heldur undarligt út.
Eisini varnaðust teir eina
øks á gólvinum millum
sofurnar og ein bensindunk,
sum teir somuleiðis tóku
við sær.
Meðan teir enn vóru á
ástaðnum, helt ákærdi fram-
haldandi á at rópa: »NN er
pedofilur, tí skal hann drep-
ast«. Hetta tók hann upp í
saman fleiri ferðir.
Fyrst pínast
Annar
av
politistunum
greiddi frá, at hann kendi
ákærda frá heimbygdini, og
at hetta helst hevur verið
við til at hann rímiliga lætt
fekk tosað ákærda til ró.
Hann gjørdi ongantíð mót-
støðu, men virkaði róligur.
Politistarnir greiddu frá,
at teir settu ákærda inn á
baksetrið. Teir søgdu eisini,
at teir ongantíð seta ein
handtiknan aftan fyri førara-
setrið, fyri at førarin ikki
skal órógvast. Tí situr polit-
isturin altíð aftan fyri før-
arasetrið.
Ákærdi fekk beinanvegin
at vita, at hann ikki hevur
plikt at úttala seg, men hann
hevði góðan hug at greiða
politistunum frá, hvat hann
ætlaði sær at gera við
ákærda.
- Hann segði, at hann
ætlaði at bróta seg inn á
órættaða, meðan hesin svav.
Síðani skuldi hann oysa
bensin út yvir dýnuna og
festa eld í. Hetta skuldi ger-
ast, so órættaði píndist, tí
tað skuldi hann. At enda
skuldi ákærdi so høgga
øksina í høvdið á órættaða
og harvið drepa hann,
søgdu politistarnir í rættin-
um í morgun.
Somuleiðis minstist ann-
ar
av
politistunum,
at
ákærdi segði seg saktans
vilja taka 6-7 ár í fongsli
fyri at drepa órættaða, tí
hann var pedofilur, og slíkir
eiga ikki at sleppa at ganga
millum fólk.
Eisini segði ákærdi seg
harmast um, at tað mis-
eydnaðist at gera av við
órættaða í hesum umfarin-
um, men tá hann slapp
leysur aftur, skuldi hann
nokk fáa gjørt arbeiðið lið-
ugt, tí nú visti hann, hvar
órættaði býr.
Annar av politistunum
segði seg ikki hava gjørt
sær nakrar serligar tankar
um seriøsitetin í tí, sum
ákærdi segði í politibilinum
á veg út á Landssjúkrahúsið
til at taka blóðroynd. Hann
ávaraði tó ákærda enn
einaferð, at hann ikki hevði
plikt til at úttala seg.
Hin politisturin segði, at
hann ikki metti tað so ógvu-
liga seriøst, sum ákærdi
greiddi frá, og at hann var
rættiliga fullur.
Rættarmálið heldur fram
seinnapartin í dag, og Sosi-
alurin fylgir framhaldandi
málinum.
Fyrst pínast so drepast
Politistarnir, sum handtóku ákærda, vitnaðu í rættinum í morgun
Sjálvstýrisflokkurin hevur
landsfund leygardagin
Landsfundurin hjá Sjálvstýrisflokkinum verður í Pálsstovu í Havn
leygardagin. Fundurin verður settur kl 10. Á skránni er
formansfrágreiðingin hjá Kára P. Høgjaard, floksformanni, Kári á
Rógvi, nýggi tingmaðurin hjá Sjálvstýrisflokkinum fer eisini at halda
røður, eins og formaðurin í ungmannfelagnum hjá flokkinum. Eftir
tað verður orðið frítt. Gestarøðarin, Leila Solmunda, sum er
forkvinna í MBF fer at lýsa týdningin av, hvusus umráðandi tað er, at
ST sáttmálin um rættindi teirra brekaðu verður samtyktur, staðfestur
og fylgdur. Fundur heldur áfram til kl 17.
Danir stjala olju
Tað er als ikki ókent í Danmark, at tá prísurin á olju
og benzini hækkar, fáa tjóvarnir áhuga fyri teimum
dýru dropunum. Soleiðis er eisini, nú oljuprísurin er
farin upp ígjøgnum. Mánamorgunin slapp ein
lastbilaeigari í Krogager í Jyllandi ongan veg, tí tá
hann skuldi avstað við bilinum, hevði onkur tømt
tangan. Í bygdini Eg sat eitt húski í kulda, tí á
náttartíð hevði onkur verið og sogið 500 litrar av
olju úr tanganum uttan fyri húsini.
Dýri prísurinm á olju og benzini í
Danmark fær fólk at stjala frá hvør
øðrum
(Mynd: Polfoto)