Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. apríl 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 62 - 1. apríl 2008 Maðurin, sum var fyri álopin eina náttina síðsta summar, ivast ikki í, at hann skuldi fyribeinast nevningating Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Hann segði, at ætlaði at drepa meg og at hann skuldi seta eld á meg. Maðurin, sum var staddur í einum húsum eina náttina síðsta summar, ivast ikki í, at hann skuldi fyribeinast. Sum vit skrivaðu í Sosialinum í gjár og sum vit eisini skriva aðrastaðni í blaðnum í dag, er ein maður ákærdur fyri drápsroynd, tá ið hann breyt inn í eini hús eina náttina síðsta summar. Maðurin, sum skuldi drep- ast, sambært fútanum, varð førdur fram sum vitni í rætt- inum í gjár og hann ivaðist ikki í, at ætlanin var ikki, at skuldi koma frá hesum við lívinum. Hann visti hvør tann ákærdi var, men annars høvdu teir onki samband við hvønn annan. Hann hevði ligið á sofuni og hugt eftir filmi, tá ið hann hoyrdi okkurt uttan- fyri. Vindeygað stóð upp á glopp, men tað varð skrætt upp og tá stóð ákærdi uttan- fyri. - Hann segði, at hann skuldi drepa meg, segði vitni og legði afturat, at ákærdi tók eina øks úr beltinum og lyfti hana hótt- andi upp. Vitni fór eftir einum øðr- um manni, sum var í hús- inum, eftir hjálp og tá ið teir komu innaftur, stóð ákærdi inni á gólvinum við einum dunki í hondini. Hann segði, at hann skuldi seta eld á meg, greiddi vitnið frá. Teir fingu dunkin av hon- um og trýstu hann niður í eina sofu, har teir hildu honum. Samstundis ringdu teir eftir løgregluni. Tá ið løgreglan kom, varð maðurin púra róligur, men rópti kortini, at hann var barnalokkari og hevði ikki uppiborið at liva. Ein annar maður, sum var í húsinum, varð eisini boð- sendur at vitna og hann Útgjørdur við bensini, reipi og eini øks, breyt ein maður inn í eini hús mitt um náttina. Men ætlanin var ikki at drepa mannin, sum búði í húsunum. Ætlanin var bara at seta eld á dýnuna fyri at forskrekkja lívið úr honum nevningating Áki Bertholdsen aki@sopsialurin.fo Skuldi ein maður drepast heima hjá sær sjálvum eina náttina síðsta summar, ella skuldi lívið bara forskrekkj- ast úr honum? Tað er tann stóri spurning- urin sum 12 nevningar skulu taka støðu til í Føroya Rætti seinni í hesi vikuni. Ein maður er ákærdur fyri drápsroynd og fyri at hava roynt at seta eld á. Sum vit greiddu frá í Sosi- alinum í gjár, heldur fútin, at ætlanin var at seta eld á mannin og at seta øksina í høvdið á honum og at brenna húsini niður. Men tað noktar maðurin avgjørt fyri. Hann sigur, at ætlanin var bara at ræða mannin. Skuldi forskrekkjast Tann ákærdi sigur, at tað gingu leysasøgur um, at maðurin var barnalokkari, men sjálvur visti tann hann onki dømi um tað, tí hann visti bara, hvat hann hevði hoyrt. Og eina náttina, teir sótu og ballaðust, stakst tað upp á hann, at nú skuldi mað- urin hava eitt forskrekkilsi, hann seint gloymdi. Útgjørdur við øks, einum dunki við einum sjatti av bensini í og einum reipi, breyt maðurin seg inn ein annan mann meðan hann lá eini sofu. Maðurin segði, at ætlanin var at seta eld í dýnuna hjá manninum, meðan hann lá og svav. Men talan skuldi bara vera um ein lítlan eld, sum beinanvegin kundi sløkkjast aftur við at falda dýnuna saman um eldin og kvæla hann. Endamálið var at fáa mannin at vakna við at tað eldur var í dýnuni og boð- skapurin skuldi vera, at hann skuldi halda seg frá smágentum. Hann hevði onga beinleið- is forkláring upp á, hvussu hann ætlaði at tryggja sær, at hann ikki misti tamarhald á eldinum, so at stórskaði stóðst av. Hann endurtók bara, at talan skuldi bara vera um ein lítlan eld, sum skuldi tæna tí endamálið at for- skrekkja mannin, sum búði í húsunum. Men so vildi ákærin eisini hava at vita, hví hann hevði eitt 20 metra langt reip við sær, umframt eina øks, tá ið einasta endamálið var at forskrekkja mannin. Maðurin segði, at tað var eina og aleina fyri at síggja so øgiligur út, at ongin skuldi tora at binda ann við hann, skuldi hann møtt nøkrum. Fingu bast honum Men tað kom ongantíð har- til, at eldur varð settur á nak- að og hvørki øks ella bensin vórðu tikin í brúk hesa nátt- ina. Tað endaði við, at tann ákærdi breyt seg inn ígjøgn- um eitt vindeyga, men mað- urin, sum lá innanfyri, var- naðist, at okkurt var áfatt og fekk rent hann út um aftur í fyrstu syftu, ímeðan hann fekk rópt eftir hjálp frá øðrum manni, sum eis- ini var í húsinum. Ímeðan tveitti ákærdi bensindunk og øks innum áðrenn hann sjálvur kleiv inn ígjøgnum vindeygað. Tað endaði við, at teir báðir menninir, sum vóru í húsunum, í felag fingu bil- bukt við innbrotsmanninum og hildu honum í eini sofu. Seinni kom so ein triði maður til. Tá ið løgreglan kom á staðið, legði hon eisini hald á øksina og bensindunkin, har bara 1-2 sentilitrar av bensini vóru í. Ein blóðroynd staðfesti eisini, at maðurin hevði rættiliga góða kenning, tí hann hevði omanfyri tvey promillu í blóðinum. Ongi spor fóru at finna eftir øðrum rúsevnum. Annars maðurin, sum var í húsinum, sigur, at tann ákærdi fonglaðist við propp- in og hevði fingið hann av og at ramur bensinroykur breiddi seg í rúminum. Okkurt annað vitni mint- ust ikki reiðiliga. Men allir partar eru samdir um at maðurin reiðiliga skjótt tveitti øksini frá sær. Rópti um dráp Tá ið løgreglan kom, sat maðurin í eini sofu, bensin- dunkurin stóð á einum borð- ið, øksin lá á gólvinum, men reipið hevði hann enn um kroppin. Ein av monnunum, sum var í húsinum segði, at teir høvdu verið noyddir at halda honum í fyrstuni, men tá ið løgreglan kom, sat hann friðarligur, men hann rópti um at drepa mannin. Í eini frágreiðing, hava løgreglumenninir, sum handtóku hann, greitt frá, at hann hevði sagt, at maðurin skuldi drepast og at hann fegin tók sjey, átta ár í geglinum fyri at seta eld á hann og knalla øksina í høvdið á honum. Í rættinum kom eisini fram, at ein vinmaður hevði sent honum sms, har skriv- að varð um dráp. Hin ákærdi segði, at alt hetta var alt samalt tað bera fullamannatos og at tað var vanligur talimáti at siga, at man skal drepa onkran, uttan at álvari býr undir. Hann var eisini hart kroyst- ur, tí hann varð hildin og hevði ilt og tí hevði hann tikið grovliga til. Verjin helt eisini, at tað var stak óprofessionelt at blaka vápnini inn fyrst. Hann helt eisini, at var veru- liga ætlanin at drepa og seta eld á, hevði hann valla siti stillur í eini sofu. Ætlaði ongantíð at drepa mannin Vildi seta eld á meg Byggja í Bukarest Nakrir íslendskir íleggjarar ætla sær at byggja einar 1.500 íbúðir í rumenska høvuðsstaðnum Bukarest. Verlætlanin er farin í gongd, og tær fyrstu 10 íbúðirnar eru longu lidnar. Jafet Ólafsson, sum er stjóri fyri verkætlanini, sigur2 við íslendsk bløð, at íløgan liggur um hálva aðru mia. danskar krónur. Teir hava góðar vónir um at sleppa av við íbúðirnar. Eftirtspurningurin er stórur, og búskaparvøksturin í Rumenia er um sjey prosent. Mótmæltu benzinprísi Eins og alla aðrastaðni er tað vorðið munandi dýr- ari at koyra bil í Íslandi orsakað av príshækkingini á altjóða oljumarknaðinum. Íslendskir bilførarar og serliga teir, sum liva av koyring, eru stak illa nøgdir við tað dýra brennievnið. Í síðstu viku skipaðu tey, sum eiga vørubilar og hýruvognar í Reykjavík, fyri mótmælum, og í gjár gjørdu teirra felagar á Hornafirði tað sama. Millum annað byrgdu teir flogvøllin av við at seta bilar tvørtur um vegin. Bilførarar á Hornafjørðinum mótmæla olju- og benzin- prísinum (Mynd: Morgunblaðið) Vápnaður við øks og einum lítlum sjatti av bensini, breyt ein maður inn í eini hús eina náttina síðsta summar. Men ætlanin var ikki at drepa ella at brenna húsini niður, men einans seta eld á dýnuna hjá einum manni fyri at fáa hann at halda seg frá smágentum