Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-01, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. apríl 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 62 - 1. apríl 2008 Fólkaatkvøða um evruna Tað er komið óvart á danskar politikarar, at Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, í samrøðu við týska blaðið Die Welt sigur, at danir skulu hava fólkaatkvøðu um at seta evruna í gildi ístaðin fyri krónuna. Hetta samsvarar ikki við tað, sum forsætisráðharrin hevur sagt fyrr. Nógvir politikarar undrast, og teir harmast um, at forsætisráðharrin skal siga eitt í Danmark og í donskum fjølmiðlum og nakað annað í útlendskum fjølmiðlum. Filmur um veiðimannin Grønlendsku Juanna og Kunuk Platous, sum eru systkin, hava gjørt ein film um lívið hjá einum grønlendskum veiðimanni í dag, og hvussu tað var fyri 70 árum síðani. Juanna fekk hugskotið til filmin, tá hon og sambúgvi hennara búðu í bygdini Qaanaaq fyri nøkrum árum síðani. Hon sigur við KNR, at í veruleikanum er veiðimannalívið lítið broytt tey seinastu 70 árini. Juanna Platous vónar, at filmurin fer at hava áhuga uttan fyri Grønland. Grønlendska veiðimannalívið er lítið broytt seinastu 70 árini (Mynd: KNR) Tað var ein sangur við eggjandi rútmum og harðligum teksti, sum fekk ein mann at gerast frá sær sjálvum og royna at seta eld á dýnuna hjá einum øðrum manni ímeðan hann lá og svav nevningating Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað var ein sangur við fang­ andi rútmum og harðrend­ um teksti, sum fekk tað at sláa klikk hjá einum manni eina náttina síðsta summar. Ein maður er ákærdur fyri drápsroynd eftir at hann breyt inn á ein annan við øks og bensini. Í rættarmálinum verður eisini roynt at finna útav, hvat tað var, sum hevði fingið hann at fara so álvarsliga til verka. Og í hesum sambandi hevur danski gangstara­ rapparin, Niarn, ein høv­ uðsleiklut. Tann ákærdi greiddi frá, at gangstara­rappur er tón­ leikur við einum boðskapi um harðskap, sum nokk so groft kemur til sjóndar í tekstinum. Niarn hevur ein sang, sum nevnist »Stikkersvin« og tað var hesin sangurin, sum gav tí ákærda hugskotið til at seta eld á. Tann ákærdi greiddi rætt­ inum frá, at teir høvdu ball­ ast í dagavís og í hesum sambandi høvdu teir spælt nógvan tónleik. Eitt lag, sum varð spælt aftur og aftur, var »Stikker­ svin« og har ljóðar niður­ lagið soleiðis: Stikkersvin, du redder sengen som du ligger i'en du vil altid være helt til grin - futtet af i et lagen af benzin Tann ákærdi greiddi sjálvur frá, at tað var hetta, sum gav honum hugskotið til at bróta inn til ein annan mann við bensini og øks. Hann greiddi frá, at ætl­ anin var ikki at drepa, men at forskrekkja lívið úr mann­ inum við at seta eld á dýn­ una ímeðan hann lá og svav. Í rættinum greiddu eisini fleiri onnur frá, sum høvdu ballast saman við honum, at sangurin »Stikkersvin« hevði verið nógv spældur. Men okkurt vitni greiddi frá, at tað var ongantíð talan um at gera álvara av tí boðskapi, sum varð borin fram í sanginum segði, at hann varð biðin um at hjálpa, tí ein maður hevði brotið inn. Tá í teir fóru eftir ákærda, tveitti hann øksina og skrúv­ aði lokið av bensindunkin­ um so at ein ramur roykur av bensini breiddi seg í rúminum. Hann mintist onki til, at nakað varð nevnt um dráp ella eldáseting. Tá ið løgreglan var farin við manninum, tørnaði hann innaftur. Ein triði maður, sum var í húsinum, varð eisini vaktur og hann fekk at vita, at tal­ an var um innbrot. Tá ið hann kom á staðið, var løgreglan longu komin. Tann ákærdi sat friðarligur í einum stóli, men segði, at hann skuldi drepa hin seinni. Eisini hann føldi lukt av bensini í rúminum. Verjin helt ikki, at teir kundu havt følt so stóran vanda, tí ongin teimum trim­ um monnum, høvdu leitað sær hjálp hjá lækna ella hjá sálarfrøðingi. Hann helt heldur ikki, at maðurin, sum ákærin sigur, skuldi drepast, ljóðaði ser­ liga bangin, tá ið hann ringdi á alarmsentralin, tí aðru ferð hann ringdi at vita, hvat varð av løgregluni, spurdi hann, um løgreglan kom ella um teir bara skuldi drepa hann Skuldi bukast Trý onnur vitni, sum høvdu ballast saman við ákærda um kvøldið, vórðu eisini førd fram sum vitni. Tey greiddu øll frá, at nógv varð drukkið og at tey høvdu tosað um mannin, sum ætlanin var at drepa sambært ákæruritinum. Men tað hevði ongantíð verið talan um dráp ella eldáseting. Tað, einasta, tey tosaðu um, varð, at møttu tey mann­ inum at gøtuni, skuldi hann bukast av. Í eini politifrágreiðing frammanundan, hevði eitt vitni sagt, at hann var bang­ in fyri, at ákærdi ætlaði sær heim til mannin, hann er skuldsettur fyri at ætla at drepa og tí vildi hann ikki fortelja, hvat hann búði. Eitt annað vitni hevði sagt, at hann bremsaðu ákærda og einum øðrum at fara heim til mannin, tí tað helt hann vera at fara út um mark. Eitt vitni segði, at ákærdi var av fittastu monnum og at hetta líktust honum ikki. Eitt annað vitni legði krotini afturat, at í fyllskapi kundi mangt og hvat henda. Eitt annað vitni segði, at ákærdi ætlaði at gera okkurt við mannin, men minnist onki um dráp ella eldáset­ ing. Í eini politifrágreiðing áður, hevur sama vitnið sagt, at ætlanin var at brenna húsini niður, men tey orðini vildi vitnið ikki reiðiliga kennast við longur. Harðligur tónleikur fekk hann at seta eld á Norrøna Felagið viðmerking Jóanes N. Dalsgaard, Kári á Rógvi Vit skriva hetta almenna bræv at vekja áhuga fyri Norrøna Felagnum. Serliga fyri aðalfundinum hósdagin 3. apríl. Sum nevndarlimir har eina tíð hava vit báðir gjørt okkum nakrar tankar um felagið um virksemið tess. Felagið hevur hálva øld á baki og eigur at vera fólks­ ligi parturin av norður­ lendska samstarvinum við Norðurlandaráðnum á odda. Men felagið hevur tíverri ikki megnað at vunnið sær serliga stóran limaskara, felagið hevur ikki megnað at verið meginfelag hjá nor­ rønum feløgum í Føroyum (í fleiri bygdum eru feløg, ið røkja vinarbýarsamstarv), og felagið hevur ikki verið at hoyrt í sambandi við átøkini at vinna Føroyum fulla viður­ kenning í Norðurlanda­ ráðnum. Felagið er fíggjarliga væl fyri men avmarkar seg til fyrilestrar og útferðir, ið mest venda sjónarhorninum inneftir og aftureftir, heldur enn frameftir og kveikja norðurlendskt samstarv. Nú hevur formansskap­ urin í felagnum lagt fram uppskot um broytta lóg fyri felagið. Vit báðir halda hetta vera fínt høvi at limirnir kjakast um ætlan sína við felagnum og felagsins lut í mentun­ arlívi og politisku ætlanum Føroya. Men vit mæla limunum til ikki at samtykkja uppskotið. Vit halda, at hetta uppskotið er ov nógv merkt av reglugerð og ov lítið av visjón og norð­ urlendskum anda. Heldur vilja vit hava nývaldu nevnd­ ina í samráði við limaskaran at orða nýtt uppskot. Fremsta áheitan okkara skal tó vera á fólk við áhuga fyri norðurlendskum sam­ starvi, fyri arbeiðinum at menna norrøna fatan, fyri mentunarligari menning, um at møta fjølment á aðal­ fundinum, velja sterka og hugaða nevnd og geva fel­ agnum nýtt lív. Halt familju mína uttan­ fyri politiska spælið viðmerking Kaj Leo Johannesen Tjóðveldi og Dimmalætting hava av órøttum drigið fam­ ilju mína inn í politiskt spæl hjá politiskum aktørum. Hes­ um mótmæli eg harðliga. Nú hendi tað, sum eg vón­ aði at sleppa undan. Fyri fyrstu ferð í míni tíð sum politikari er familja mín brúkt í spæli hjá politiskum mótstøðufólkum. Á tíðindagrein í Dimma­ lætting í gjár, 31. mars 2008, skilji eg, at sonur mín er havdur á orði og brúktur sum skemt í røðu hjá lands­ stýriskvinnuni í mentamál­ um á flokstingi hjá Tjóðveld­ inum við Gjógv um viku­ kiftið. Sum pápi og politikari harmist eg stórliga um hetta. Sum vera man hevur sonur mín ongan lut í politiska virkseminum hjá pápa sínum, og tí eigur hann ikki á nakran hátt at verða brúkt­ ur í politiskum spæli hjá nøk­ rum. Sama er galdandi fyri restina av familju mínari. Tað, sum landsstýriskvinn­ an í mentanarmálum eftir øllum at døma hevur sagt um familju mína, hoyrir ongastaðni heima og kann ikki góðtakast. Tað er rími­ ligt, at landsstýriskvinnan sjálv ella formaðurin í Tjóð­ veldinum alment tekur aftur tað, ið sagt er, og kemur við einari umbering. Tað undrar stórliga, at Dimmalætting hevur prentað nevndu tíðindagrein. Hvar er fjølmiðlaetiska stýringin á redaktiónini? Seriøsir fjøl­ miðlar rokna væl saktans ikki við, at børn ella foreldur teirra skulu verja seg móti upplýsingum av hesum slagi? Eg standi spyrjandi yvir fyri journalistiska valin­ um, tit hava gjørt. Tað kann gerast møtimikið at virka sum politikari her í landinum, um politisk mót­ støðufólk við hjálp frá fjøl­ miðlum leggja eftir familjuni hjá øðrum politikarum til tess at vinna sær nøkur bílig politisk stig. Í sambandi við at at maður í Føroyum er ákærdur fyri drápsroynd, spælir danski gangstara-rapparin, Niarn, ein høvuðsleiklut, tí tað var ein sangur hjá honum, sum gav honum hugskotið til at bróta inn í eini hús og at seta eld á