Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. juni 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 119 - 26. juni 2001 Nr. 119 - 26. juni 2001 3 gult2 cyan2 magenta2 svart2 gult3 cyan3 magenta3 svart3 Orsøkin til stríðið á Føroya Læraraskúla, um hvussu skúlin skal stýrast, er, at summir næmingar hava ilt við at góðtaka tann frálæruhátt, sum verður nýttur á skúl- anum. Hetta heldur Pauli Nielsen, rektari, sum veruliga hevur verið í andgletti sein- astu tíðina LÆRARASKÚLIN Stefan í Skorini – Atfinningarnar í Fregnum kennast sum ein lortabytta omanyvir høvdið, sigur rektarin á Læraraskúlanum, Pauli Nielsen í viðmerking til næmingarnar á skúlan- um. Fregnir hava samrøðu við tríggjar limir í Ráði teirra lesandi í blaðnum. Teir vilja vera við, at skúlin er tað reina kaos, tí eingir karmar eru, og reglur vera ikki fylgdar, so næmingarnir missa áhugan fyri at ganga á skúlanum. Leiðslan skal skiftast út, so skil kemur á skúlan, siga næmingarnir. Pauli Nielsen sigur, at hann tekur ákærurnar í størsta álvara, og tí fer hann at taka málið upp á fundi við lærarar. – Um mín stýring hevur tað við sær, at vit fáa tað mótsatta av tí, sum vit ætla, so mugu trupulleikarnir umrøðast ordiliga, sigur Pauli Nielsen um kreppu- fundirnar, sum hava verið á skúlanum. Tí verður støðan umrødd í næstum. Hann finst eisini at Ráði teirra lesandi eftir álopið í Fregnum. Pauli Nielsen sigur, at Ráðið ikki hevur nýtt møguleikan at sam- skifta við leiðsluna, sum tað átti. Hann heldur, at ein broyting í hugburðinum seinastu árini hevur við sær, at næmingarnir ikki troyta teir møguleikar, teir hava at samskifta við leiðsl- una á skúlanum. Nýggir tankar ella kaos – Nýggir skúlatankar eru ógvuliga provokerandi, slær Pauli Nielsen fast. Tað kann vera ein av orsøk- unum til, at næmingarnir ikki finna seg til rættis á skúlanum og halda, at einki skil er á nøkrum. Hann sigur, at hesir tankar, ið hann sum fakfólk metir vera skilabestir, skulu út í blóðið hjá næmingun- um. Hansara skúlatankar eru kanska orsøk til ósemj- una, sum hevur tikið seg upp. Pauli Nielsen sigur, at grundleggjandi munur á hugsanunum um, hvussu ein læraraskúli skal ar- beiða, liggja aftanfyri ónøgdina hjá Ráði teirra lesandi. Tað er eitt stríð millum traditionella upp- fatan av undirvísing og so tað, sum er neyðugt at gera á einum læraraskúla. – Eg eri fakfólk, og eg leggi dent á tey ting, sum eg haldi vera neyðug fyri at pedagogar og lærarar skulu duga fyri at vera førir fyri at røkja sína uppgávu. – Vitan einsamøll flytir ikki mørk. Skulu komandi lærarar vera førir fyri at arbeiða øðrvísi í skúlanum, sum lagt verður upp til í lógini, so noyðast teir at hava roynt tey tingini í verki. Soleiðis at næming- arnir kenna tær mekan- ismur í einum verkætlanar- arbeiði, ístaðin fyri at sita og lurta, at vera yvir- hoyrdur ella at gera okkurt, sum tú verður biðin um. Trongir karmar Pauli Nielsen vísir ikki frá sær, at trupulleikar kunnu stinga seg upp. Hann nevn- ir, at høliviðurskiftini eru út av lagi vánalig, og tí gerast næmingar ónøgdir við viðurskiftini á skúlanum. Ein kanning av Lærara- skúlanum stendur fyri framman, og tí vil Pauli Nielsen ikki svara teimum spurningum, ið snúgva seg um fíggjarviðurskifti og eykajáttanina á Lærara- skúlanum. Næmingarnir skjóta upp, at leiðslan verður skift út. Tað liggur tó ikki fremst í huganum hjá Paula at taka seg aftur sum rektara, tí hann heldur seg ikki hava gjørt eitt vána arbeiði. Tollarar fangaðu mánadagin ein ungan mann, sum royndi at smugla marihuana til landið. Harumframt hevur løgreglan havt spirituskoyring at taka sær av LØGREGLUTÍðINDI Stefan í Skorini Tá Norrøna mánamorgunin kom á Havnina, royndi ein 21 ára gamal maður at smugla narkotisk evni í land. Tollararnir fingu tó fatur á manninum, sum nú verður ákærdur fyri brot á narkotikalógina. Tollararnir góvu løgregluni boð um at handtaka mannin. Talan var bara um fimm gramm av marihuana, sum bara var ætlað til egið brúk. Tí er revsingin heldur linari, enn um maðurin hevði havt sølu fyri eygað. Maðurin hevði fimm gramm uppi á sær, og hann kann vænta sær eina bót frá dómsvaldinum. Spirituskoyring Sunnumorgunin var eitt ferðsluóhapp við Kjalnes- tanga í Kollafirði. Orsøkin til óhappið var, at førarin var ávirkaður av rúsdrekka. Trý ung vóru á veg úr Havn og koyrdu norðureftir við persónbili. Tá tey eru komin til Hósvíkar skifta tey førara, tí hann er ov fullur. Næsti førarin er heldur ikki koyriførur, og bilurin endar tí í bilverjuni framvið vegnum. Síðani sleppur tann triðji framat róðrinum, og tey koyra suðureftir aftur. Hesin førarin megnar heldur ikki at halda bilin á vegnum, og tey fara avaftur vegnum. Hetta upplýsir løgreglan. Øll trý verað tí ákærd fyri rúsdrekkakoyring. Fríggjakvøldið fór ein persónbilur útav vegnum á Oyggjavegnum við Hotel Føroyar. Førarin, ið var einsamallur í bilinum, var ávirkaður av rúsdrekka. Herverk í bussi Sunnudagin fekk løgreglan fráboðan um, at herverk varð framt á ein buss, sum stóð í Slættanesgøtu, nær við bilasøluna hjá Wenzel, ið selur Ford bilar. Onkur hevði tømt ein eldsløkkjara í bussinum, og tí var pulvur um allan bussin. Fríggjadagin var Jóan- søkuhald í Sandagerði, har nógv fólk varð komið saman. Nakrir unglingar fóru til hendurs, og onkur endaði á skaðastovuni. Rektarin á Læraraskúlanum: Nýggir skúlatankar eru provokerandi Ein fegin Pauli Nielsen handar næmingi á Føroya Læraraskúla prógv eftir lokna skúlagongd. Hann heldur, at hansara skúlatankar kanska eru orsøk til ónøgd millum næmingar Royndi at smugla marihuana C M Y K 3 2