týsdagur 26. juni 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 119 - 26. juni 2001
Nr. 119 - 26. juni 2001
5
gult4 cyan4 magenta4 svart4
gult5 cyan5 magenta5 svart5
–Enn er ikki vist, um
kommunurnar sleppa
at byggja meiri út
næsta ár, enn tær
kunnu byggja fyri í ár
KOMMUNULAR
ÚTBYGGINGAR
Áki Bertholdsen
Tað kom ikki nógv nýtt
fram á fundinum ímillum
Fíggjarmálastýrið
og
Kommunusamskipan Før-
oya í farnu viku.
Partarnir høvdu fund í
Suðuroy í farnu viku at tosa
um, hvussu nógv kommun-
urnar kundu byggja út fyri
komandu ár.
Í Kommunuskipanini
eru tær seks býarkommun-
urnar í landinum og tær
vilja fegnar byggja meiri út
komandu ár, enn tær sleppa
at byggja út fyri í ár.
Fíggjarmálastýrið hevur
ásett, at í ár kunnu komm-
unurnar byggja út fyri til-
samans
180
milliónir.
Handan upphæddin verður
so býtt sundur ímillum teir
einstøku
kommunurnar
eftir fólkatalinum.
Jógvan Krosslá, formað-
ur í Kommunusamskipan-
ini sigur, at á fundinum í
farnu viku gjørdi Fíggjar-
málastýrið greitt, at kom-
andi ár bleiv karmurin ikki
stórt hægri enn hann er í ár.
Sostatt kunnu kommun-
urnar heldur ikki næsta ár
vænta at sleppa at byggja út
fyri meiri enn einar 180
milliónir.
Hetta er eitt haft um
beinið á fleiri kommunun-
um, tí tær hava bæði ráð og
tørv á at byggja meiri út,
enn tær sleppa undir treyt-
unum, sum nú eru.
Kommunusamskipanin
hevur tí skotið upp, at havn-
arbygging
verður
tikin
burturúr karmunum, so at
kommunurnar
kunnu
byggja havnir afturat teim-
um 180 milliónunum.
–Havnarútbyggingar eru
rættiliga dýrar og hevði tað
borið til at lagt tær út um
karmin, hevði tað verið ein
stórur bati, sigur formaður-
in.
Jógvan Krosslá sigur, at á
fundinum fingu kommun-
urnar onki beinleiðis svar
frá Fíggjarmálastýrinum.
–Fíggjarmálastýrið hevði
fyrst og fremst ætlað at
hoyra okkara sjónarmið og
tað fingu teir so høvi til.
Hann væntar, at svar
kemur aftur frá landsstýrin-
um í næstu framtíð.
Føroya Lærarafelag
og Fíggjarmálastýrið
skulu samráðast um
fleiri viðurskifti, sum
skulu fáast í rættlag,
áðrenn farið verður í
summarfrí
SKÚLASKAPUR
Áki Bertholdsen
Føroya Lærarafelag og
Fíggjarmálastýrið koma at
síggja nógv til hvørt annað
teir komandu dagarnar.
Tey bæði hava nevniliga
fleiri mál at samráðast um,
áðrenn
farið
verður
í
summarfrí.
Talan er um ymisk viður-
skifti, sum koma í gildið
komandi skúlaár og sum
sostatt skulu vera avgreidd
fyri 1. august.
Elsa Birgitta Petersen,
forkvinna í Lærarafelag-
num sigur, at samráðast
skal um, hvussu limirnir
hjá Lærarafelagnum í teim-
um nývaldu skúlastýrunum
skulu lønast. Samstundis
skal samráðast um, hvussu
limirnir hjá Lærarafelag-
num, í námsfrøðiliga ráð-
num, skulu lønast.
Harafturat skulu partar-
nir eisini samráðast um,
hvussu teir nýggju KT
vørðarnir í skúlunum skulu
lønast.
Forkvinnan
í
Føroya
Lærarafelag væntar ikki, at
trupulleikar fara at standast
av samráðingunum um
skúlastýrini og námsfrøði-
liga ráðið, sum avloysir
Lærararáðið
Hinvegin heldur hon, at
samráðingarnar um KT-
vørðarnar kunnu gerast
tyngri.
–Tann nýggja KT-varða-
skipanin, sum kemur í gildi
1. august, er ein rættiliga
dýr skipan. KT vørðarnir
skulu lønast eftir, hvussu
stórir skúlarnir eru, tvs,
hvussu nógvir lærarar og
næmingar eru í skúlanum
og, hvussu teldur eru í skúl-
anum.
– Hetta er ein skipan,
sum krevur rættiliga nógv
arbeiði og tí krevur KT
varðaskipanin nógvar tímar
og hampiliga stóra játtan.
Ein bólkur við tveimum
umboðum úr Mentamála-
stýrinum og einum umboð-
um
fyri
Lærarafelagið
hevur gjørt eitt álit um, hvat
arbeiðið hjá KT vørðunum
skal fevna um, og, hvussu
teir skulu lønast. Sostatt eru
Mentamálastýrið og Lær-
arafelagið
samd
um,
hvussu KT vørðarnir skulu
skipast.
Hetta álitið er latið
Fíggjarmálastýrinum
og
Elsa Birgitta Petersen vón-
ar, at Fíggjarmálastýrið
tekur undir við álitinum frá
Mentamálastýrinum
og
Lærarafelagnum
um,
hvussu KT vørðarnir skulu
lønast.
Elsa Birgitta Petersen er
kortini eitt sindur ørg um,
at tað gongur so strilti at
sleppa á fund við Fíggjar-
málastýrið.
–
Fíggjarmálastýrið
hevur so nógv at gera, eitt
nú við samráðingunum um
Teistan og onnur mál, at
stundir eru ikki til at
samráðast við okkum. Og
tað kann koma aftur um
brekku í seinasta enda, tí
hetta skal alt vera avgreitt
fyri 1. august.
UMBERING
Áki Bertholdsen
– Tað, sum embætisfólkini í
mentamálastýrinum segði,
kundi ikki skiljast øðrvísi,
enn, at tað var ein um-
bering.
Føroya Lærarafelag tví-
heldur um, at embætis-
fólkið í Mentamálastýr-
inum hevur biðið um um-
bering fyri atburðin hjá
Torbirni Jacobsen, fyrrver-
andi landsstýrismanni, á tí
tiltikna
fundinum
við
leiðsluna fyri Vestmanna
Skúla, sum endaði við, at
leiðslan rýmdi av fundi.
Eftir, at forkvinnan í
Lærarafelagnum segði í
samrøðu við Sosialin í
farnu viku, at tey høvdu
fingið umbering, hálvgun
avsannaði leiðarin í Menta-
málastýrinum fyri fólka-
skúlan, Hensar Ellingsgard,
tað í útvarpinum.
Sambært
útvarpinum
segði Hensar Ellingsgaard,
at embætisfólkið hevði á-
sannað, at landsstýrismað-
urin leyp framav, men eina
umbering vildi hann ikki
kalla tað.
Men hjá Lærarafelagnum
er ongin ivi.
Elsa Birgitta Petersen
sigur, at tey hava ikki bara
fingið eina, men tvær um-
beringar frá embætisfólk-
unum í Mentamálstýrinum.
Fyrra umbering kom á
fundi millum Mentamála-
stýrið og Lærarafelagið.
Seinna umberingin kom á
fundi millum Mentamála-
stýrið, leiðsluna fyri Vest-
manna Skúla og umboð fyri
Lærarafelagið.
–Á teimum báðum fund-
unum fullu orðini hjá Hen-
sar Elingsgaard soleiðis, at
tey kunnu ikki skiljast øðr-
vísi, enn at talan var um
eina
umbering,
sigur
forkvinnan í Lærarafelag-
num.
Sostatt hava bæði leiðsl-
an fyri Vestmanna Skúla og
Føroya Lærarafelag fingið
umbering frá embætisfólk-
unum í Mentamálstýrinum.
Hionvegin heldur Tor-
bjørn Jacobsen í samrøðu
við Sosialin leygardagin, at
at tað er ongin orsøk at
biðja um umbering og at
ongin skal biðja um um-
bering hansara vegna
–Tað
havi
eg
onga
viðmerking til, sigur for-
kvinnan í Lærarafelagnum.
Annars endurtekur Elsa
Birgitta Petersen, at tað,
sum hendi á fundinum
ímillum Mentamálastýrið
og Vestmannaskúla, hevur
fingið tað til avleiðing, at
fyribils skal Lærarafelagið
vera hjástatt á øllum fund-
um millum umboð fyri
føroyska fólkaskúlan og
Mentamálastýrið.
Fingu ikki nógv at vita
Skulu loysa nógv mál upp á stutta tíð
Halda fast um umbering fyri Torbjørn Jacobsen
– Ætlandi sleppa kommurnar heldur ikki næsta ár at byggja
út fyri meiri enn 180 milliónir, men tað royna kommunurnar
nú at fáa broytt, sigur Jógvan Krosslá, formaður í Kommunu-
samskipan Føroya
– Vit ivast ikki í, at tað var ein
umbering, vit fingu. Og nú
hevur Mentamálastýrið tvær
ferðir biðið um umberingfyri
atburðin hjá Torbjørn Jacob-
sen, sigur Elsa Birgitta Peter-
sen, forkvinna í Lærara-
felagnum
Tað var ein væl mann-
að sendinevnd úr Sta-
vanger, sum møttu
pørtum av føroysku
fjølmiðlunum hós-
dagin í síðstu viku.
Niðurlagið var, at Sta-
vanger er meira enn
áhuga fyri samstarvi.
Heri á Rógvi
Myndir Jan Müller
Klokkan var farin um fimm
seinnapartin hósdagin, tá
ein
ótolin
borgarstjóri
royndi at savna fólk sum
frægast inni í Býráðssalin-
um. Inni í salinum hómað-
ist eisini ein lítil minniluti,
sum hevði føroyskt sum
móðursmál. Hóast kallað
varð til tíðindafund var
meginparturin av føroysku
pressuni ikki til steðar. À
skránni stóð framløga frá
umboðum úr Stavanger í
Noregi. Tað vóru heldur
ikki lítið av fólki úr Sta-
vanger, ið vóru til staðar í
Býráðssalinum. Hesi um-
boðaðu bæði tað privata og
tað almenna. Á odda fyri
fylginum stóð sjálvur borg-
arstjórin í Stavanger, Leif
Johan Sevland. Hesin sami
legði dent á serliga tvey
ting. Eitt var eitt samstarv,
sum kundi mint meiri um
eitt vinarbýarsamstarv, og
hitt var eitt samstarv í sam-
bandi við eina komandi
oljuvinnu í Føroyum. Norð-
menn meta Tórshavn og
Stavanger at vera rættiliga
lík, hóast tað, at oljuvinnan
er trýati ár frammfyri í
Norra.
Læra av royndunum
Sum áður nevnt, so vísti
Leif Johan Sevland á, at
Tórshavn og Stavanger
kundu samstarva á nógvum
ymiskum økjum. Tað, sum
Leif Johan Sevland hevði
sum grundarlag undir sínari
framløgu, var, at Stavanger
hevði royndir frá einum
oljuævintýri, har Tórshavn,
eins og restin av Føroyum
kunnu gera sær dælt av
teimum royndum – báði við
góðum og minni góðum
fylgjum – sum Stavanger
hevur gjørt sær. Stavanger
er í dag at kalla miðstaður
fyri oljuvinnuni í Norra, og
hevur tað verið talan um ein
rættiliga stóran framburð,
síðani oljuvinnan byrjaði
har um leiðir miðskeiðis í
sekstiárunum. Leif Johan
Sevland vísti á, at Stavan-
ger er vorðin ein rættiliga
nútímans býur, og hetta
skyldast í stóran mun olju-
vinnuni. Samstundis segði
Leif Johan Sevland, at Sta-
vanger, eins og at kalla øll
oljuvinnan í Norra, ikki
hevði kunnað fingið glið á
eina tílíka vinnu uttan við
kønari hjálp uttanífrá. Tað
er eisini henda hjálp, sum
vinnan úr Stavanger, eins
og tað almenna, eru klár til
at veita føroyingum. Leif
Johan Sevland vísti á, at
oljuvinnan er ein stór og
oftani rættiliga umfatandi
vinna, og tað standast nógv
árin av hesari vinnugrein.
Eitt nú nevndi hann, at tað
framvegis búgva lutfalsliga
nógvir útlendingar í Sta-
vanger.
Á samkomuni hósdagin
talaði Leif Johan Sevland
heitt fyri, at samstarv skal
fáast í lag millum Stavan-
ger og Tórshavn. Hann vísti
eisini á aðrar fyrimunir við
einum tílíkum samstarvi,
t.d. innan skúlaverkið. Ì øll-
um førum var talan um eina
rættiliga
sjarmuoffensiv,
har hann tó megnaði gløgt
at halda bæði beinini á
jørðini.
Fyritøkurnar klárar
til føroyska
marknaðin
Á samkomuni hósdagin
vóru eisini umboð frá
nógvum
fyritøkum
og
stovnum úr Stavanger. Hesi
umboðaðu fyri tað nógva
virki, sum hava tilknýti til
oljuvinnuna. Hesar fyritøk-
ur fáast mest við at vera
veitarar av tænastum ella
vørum til oljuvinnuna. Tað
er greitt, at oljuvinnan inni-
heldur nógvar hjávinnu-
greinir, sum gera oljuvinn-
una risastóra og almikið
umfevnandi.
Millum fyritøkurnar, sum
vóru umboðaðar á sam-
komuni hósdagin, kann
nevnast Møkster Shipping
AS, sum eigur og rekur
skip í sambandi við olju-
vinnuna. Henda fyritøka er
vaksin til at vera ein risa-
stór fyritøka, og hava teir
hesa seinastu tíðina lagt seg
eftir serliga supplyskipum.
Fyritøkan er eitt dømi um
eina norska fyritøku, sum
er vaksin nógv síðani olju-
vinnan kom, og hevur ment
seg so mikið nógv, at hon í
dag er at meta sum altjóða
fyritøka.
Allar fyritøkurnar, sum
vóru umboðaðar á sam-
komuni hósdagin, søgdu
seg vera sera áhugaðar at
koma inn í eina komandi
føroysku oljuvinnu. Fleiri
av hesum fyritøkum hava
eisini nýtt høvið til at vitja
líknandi fyritøkur í Føroy-
um. Jan Christiansen, bý-
ráðsformaður, segði, at
hann metti áhugan hjá hes-
um fyritøkum vera positiv-
an, og sannaði samstundis
at talan er um »business«,
sum hann tók til.
Eisini vitjaðu umboð fyri
hægri læristovnar. Hesi
hava eisini í ein ávísan mun
eitt samstarv við Fróðskap-
arsetrið, og ynskja eisini at
menna hetta samstarv.
Í øllum førum trýtur ikki
við áhuga fyri Føroyum úr
Stavanger, við atliti at Tórs-
havn og einari komandi
oljuvinnu.
– Tað er umráðandi
hjá Tórshavnar
Kommunu at vera til
reiðar at taka ímóti
oljuvinnu. Tá kann
væl fáast burturúr.
Eru vit ikki til reiðar,
kann skaðin vera
óbøtandi fyri býin og
fólkið, sum her býr
sigur Jógvan Arge,
býráðslimur
OLJURÁÐLEGGING
Jan Müller
Nú oljuvinnan nærkast hev-
ur býráðslimurin, Jógvan
Arge (tjóðvfl.) mælt Jan
Christiansen, borgarstjóra
til at seta eina oljurálegg-
ingarnevnd. Í brævi til
borgarstóran mælir Jógvan
Arge býráðnum til at sam-
tykkja at seta eina oljuráð-
leggingarnevnd fyri Tórs-
havnar Kommunu.
Setningurin hjá nevndini
skal vera at útgreina ta
gongd og tann tørv, sum
verður
í
Tórshavnar
Kommunu, um olja verður
funnin undir Føroyum.
– Vit vita, at kemur olju-
vinnan í gongd í Føroyum,
fer hetta at fáa stórt árin á
lívið á landi. Væntast kann,
at væl av fólki flytur higar,
og meginparturin fer at seta
seg niður í Havn ella í Tórs-
havnar Kommunu. Higar
verður eisini størri ferðsla,
bæði sjóvegis, yvir land og
loftvegis skrivar Jógvan
Arge og heldur fram:
– Hetta fer aftur at leggja
trýst á Havnina og fer at
krevja bústaðarmøguleikar,
barnagarðar, vøggustovur,
skúlar, gistingarmøguleik-
ar, ráðstevnumøguleikar,
matstovumøguleikar, stutt-
leikamøguleikar, havnar-
møguleikar o.m.a.
Tað er í tøkum tíma hjá
Tórshavnar Kommunu at
seta eina tílíka útreiðing í
verk. Til tess at stíla fyri út-
greiningararbeiðnum eigur
Tórshavnar Býráð at sam-
tykkja at seta eina oljuráð-
leggingarnevnd við politik-
arum og embætisfólkum,
sum aftrat sær fær fólk
burtur av at taka sær av
praktiskum málum.
Jógvan Arge sigur víðari,
at býráðið skal gera ar-
beiðssetningin hjá ráðlegg-
ingarnevndini og játta pen-
ing til arbeiðið, ið má setast
í verk beinanvegin.
Ráðleggingarnevndin
eigur at hava møguleika at
fáa sær serkøna hjálp á
teimum økjum, har tað er
neyðugt. Miðað eigur at
verða eftir, at fyrstu tilmæl-
ini ella ávegis tilmæli frá
nevndini verða tøk í hesum
ári.
Skotið verður upp, at
hetta mál verður sett á
dagsskránna hjá Tórshavn-
ar Býráð á fyrstkomandi
býráðsfundi. Krevst nevnd-
arviðgerð fyrst, verður
mælt til, at málið verður
beint til viðgerðar í nevnd-
um, sum eru relevantar.
– Tað er umráðandi hjá
Tórshavnar Kommunu at
vera til reiðar at taka ímóti
oljuvinnu. Tá kann væl
fáast burturúr. Eru vit ikki
til reiðar, kann skaðin vera
óbøtandi fyri býin og fólk-
ið, sum her býr sigur Jógv-
an Arge, býráðslimur í við-
merkingunum til uppskot-
ið.
Stavanger ynskir samstarv
Borgarstjórar hittast. Jan Christiansen hittir norska starvsfelagan Leif Johan Sevland.
Mælir til oljuráðlegging í høvuðsstaðnum
Jógvan Arge, býráðslimur
mælir býráðnum til at seta
oljuráðleggingarnevnd, um
olja verður funnin
Við í Føroyum eru eisini skúlafólk, sum arbeiða í oljuvinnuni,
her eitt nú skúlanum fyri børn og ung hjá útlendskum
oljuarbeiðarum. Eisini norðmenn, sum lata næmingum á
Setrinum eina hjálpandi hond
Borgarstjórin í Stavanger,
Leif Johan Sevland greiðir
frá.
C
M
Y
K
5
4