Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. juni 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 119 - 26. juni 2001 Nr. 119 - 26. juni 2001 7 gult6 cyan6 magenta6 svart6 gult7 cyan7 magenta7 svart7 Nýggja stýrið fyri mentanarhúsið At- lantis í Klaksvík er farið í gongd við arbeiði hjá sær MENTAN Eyðun Klakstein Klaksvík: Nýggja stýrið fyri mentanarhúsið Atlantis í Klaksvík hevur nú gjørt leigusáttmála við Klaksvík- ar Sjónleikarfelag, sum hevur tryggjað sær innivist í húsinum komandi árini. Klaksvíkar Sjónleikar- felag hevur staðið fyri rakstrinum av Atlantis, men nú verður tað eitt nýtt stýr- ið, sum kemur at taka sær av hesi uppgávu. Klaksvíkar kommuna, Klaksvíkar Sjónleikarfelag og Norðoya Sparikassi hava valt umboðini í stýrið, sum nú er farið í holt við sína uppgávu. Klaksvíkar Sjónleikar- felag hevur fingið rættin at hava kjallaran í Atlantis undir hond, og tey hava at- gongd til restina av hús- inum, tá tey skipa fyri til- tøkum. Seinastu vikurnar hava tey spælt Norðoya- stevnuteitið, sum hevur savnað sera nógv fólk. Hugsa um biograf Umframt sjónleikin er ætl- anin, at Atlantis skal hýsa øðrum mentanarligum til- tøkum. Tá Listastevna Før- oya verður í august mánaði, verða onkur av tiltøkunum á stevnuni hildin í Atlantis. – Í løtuni kanna vit, hvørjir møguleikar eru fyri at fáa tiltøk í húsið. Vit ætla ikki at leypa fram av, men ætla at tryggja okkum at alt er í lagi, áðrenn vit seta nakað í gongd, sigur Niko- lina Olsen, sum er formað- ur í stýrinum. Saman við henni sita Jógvan Ravns- fjall og Súsanna Olsen í stýrinum. Stýrið ætlar at kanna, um tað er gjørligt at fáa biograf aftur í Atlantis, men hetta og annað virksemið í húsin- um veldst eitt sindur um, hvussu fíggjarligu vánirnar verða. Klaksvíkar kommuna hevur sagt sera vera sinnað at stuðla virkseminum í húsinum, og í gjár skuldi stýrið á fund við formannin í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar býráði. Har skuldi millum annað tosast um komandi ár. Stýrið fyri Atlantis ætlar í fyrstu syftu ikki at seta nakran leiðara fyri húsið, og tí verður tað stýrið, sum kemur at taka sær av virk- seminum í húsinum. Youth Alive Band aftur til Føroya Australski gospel- bólkurin kemur til Føroya at hava konsert í oktober mánaði TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Youth Alive Band úr Australia kemur aftur til Føroya at hava konsert í ár. Gospel- bólkurin var í Føroy- um í fjør og spældi, og nú hevur Adore Music gjørt avtalu við au- straliumenn um at koma aftur hendan vegin at spæla. Adore Music skipar fyri kristnum tónleika- tiltøkum, og tað var hetta felagið, sum fyrr í ár skuldi hava rock- bólkin Jerusalem til Føroya. Hendan kon- sertin varð avlýst or- saka av verkfallinum hjá arbeiðarafeløgun- um. Youth Alive Band verður í Føroyum í døgunum frá 22. til 24. oktober, og sjálv kon- sertin verður 23. okto- ber. Umframt konsert- ina ætlar Adore Music eisini at skipa fyri øðrum tiltøkum í sam- bandi við vitjanina. Sjónleikarfelagið gjørt leigusáttmála við Atlantis Eftir fleiri eykasýningar gavst Klaksvíkar Sjónleikarfelag at spæla Norðoyastevnuteitið sunnukvøldið. Sjónleikar- felagið hevur júst gjørt leigusáttmála við stýrið í Atlantis, so felagið kann halda fram við sínum virksemi í húsinum. Mynd: JH Tað er okkara ábyrgd at hjálpa til, so mis- nýtsla og dálking av umhvørvinum mink- ar og at enda steðgar, segði Abraham Mikladal millum annað í røðu á mið- summarhaldi í Klaks- vík UMHVØRVI Eyðun Klakstein Klaksvík: Skal misnýtslan og dálkingin av umhvørv- inum steðga, mugu borgar- ar hvør í sínum lagi kenna ábyrgd, og myndugleikarnir mugu verða við at stuðla ruddingararbeiði. Hetta var boðskapurin í røðu, sum Abraham Mikla- dal helt á miðsummarhaldi í Klaksvík um vikuskiftið. Haldið er afturvendandi til- tak og varð sum vanligt hildið í Grøv. – Seinastu umleið 200 árini hava vit misnýtt til- feingið og dálkað um- hvørvi, fyrst spakuliga og síðani skjótari og skjótari. So við og við gerast vit greið yvir úrslitið av hesi atferð. – Fólk um allan heim eru komin eftir, at gongdin má vendast, og alheimspolitik- arar eru farnir at ressast. Eisini her er tað okkara á- byrgd at hjálpa til, so mis- nýtsla og dálking minkar og at enda heldur heilt upp- at, segði Abraham Mikla- dal. Hann er ein av stigtakar- unum til áhugabólkin Síl í Ósánna, sum arbeiðir fyri at fáa Ósánna í Klaksvík reina aftur. Myndugleikar mugu gjalda Abraham Mikladal vísti eisini á hesa ætlan í røðu síni. – Í miðbýnum hava vit ein nærum óhoyrdan møgu- leika at vísa í verki, hvat umhvørvisvernd er. Í dag liggur tann einaferð so prúða Ósáin sum ein heilsuskaðilig kloakk. Vit kunnu ikki góðtaka at so er, og tí mugu vit í morgin sum ein annan dag fara í holt við at venda gongdini, segði hann. – Tað er eisini neyðugt, at vit vilja nýta tann peningin, sum tað kostar at rudda upp eftir okkum og at varðveita býin reinan og fríðan. Her má kommunan inn í mynd- ina. Býráðspolitikarar mugu seta munagóðar upp- hæddir av til rudding og reinsan av umhvørvinum, samstundis sum ein ætlan verður gjørd, soleiðis at vit ikki halda fram at dálka umhvørvi, segði Abraham Mikladal. Hann vísti tó á, at borgar- ar eisini mugu hjálpa til við sjálvbodnum arbeiði, og hann endaði røðuna við at heita á fólk um at gera sítt til, at Klaksvík innan 10 ár er vorðin Føroya reinasta og vakrasta býur. Dálkingin má minka Føroyingar í Bret- landi fegnast um nýggja beinleiðis flog- sambandið við Atlantsflog til Føroya. Standsted-rutan styttir munandi um ferðina heim, eins og hon eisini er bíligari fyri pengapungin, enn ein ferð umvegis Danmark FLOGSAMBAND John Johannessen Jens Kristian Vang (myndir) Atlantsflog hevur gjørt tað lættari at vera lesandi føroyingur í Bretlandi. Hetta eru føroyingarnir, Sosialurin hitti í London í farnu viku, samdir um. Og fleiri teirra hava eisini longu bílagt sær ferðaseðil heim fyri summarið við føroyska flogfelagnum. Skjót ferð Flogferðin við Atlantsflog frá Standsted-flogvøllinum uttan fyri London til Vágar tekur júst tveir tímar. Hetta er knappur hálvur tími styttri, enn ein flogtúrur við Atlantsflog úr Keypmanna- havn til Vágar. Higartil hava føroyingar, sum eru búsitandi í London ella nærhendis verið noydd- ir at flúgva heim til Føroya umvegis Danmark ella Skotland. Hetta hevur gjørt ferðina munandi drúgvari. Tey, ið hava valt at flúgva umvegis Danmark, hava fyrst verið noydd at flúgva tveir tímar frá einum av flogvallunum í London til Kastrup og síðani góðar tveir tímar til Føroya. Og tey, sum hava valt at ferðast umvegis Skotland, eru sloppin eitt sindur skjótari. Tí eru føroysk lesandi í London samd um, at nýggja rutan er ein stórur fyrimunur, hóast tað tekur umleið trý korter at koyra við toki úr miðbýnum í London til Standsted-flog- vøllin. Gott fyri pengapungin Ein annar fyrimunur, ið telur nógv hjá bæði lesandi føroyingum í Onglandi og føroyingum í Onglandi annars, er stóri munurin á prísinum á eini ferð heim til Føroya nú og fyri góðari viku síðani. Vanligur prísur á einum ferðaseðli til lesandi millum aftur og fram London og Keypmanna- havn er 90 pund, sum eftir dagsins kursi er 3.365 krónur. Og ferðaseðilin aftur og fram millum Keyp- mannahavn og Vágar fyri lesandi kostar 3.365 krónur. Tað vil siga, at ert tú før- oyingur lesandi í London og skalt heim umvegis Danmark, ert tú noyddur at rinda 3.900 krónur fyri ferðina, fært tú einki gott tilboð. Men velur tú at flúgva beinleiðis frá Standsted- flogvøllinum til Vágar og aftur, kostar ferðin 3.589 krónur. Í hesum sambandi er tó vert at leggja til merkis, at tað væl ber til at fáa heilt góð tilboð uppá ferðaseðil millum London og Keyp- mannahavn við einum av flogfeløgunum á hesi rutu. Tað kemur javnan fyri, at slíkur ferðaseðil kostar um- leið 150 krónur, og dømi eru eisini um, at hann slíkur ferðaseðil hevur kostað so lítið sum 13 krónur. Men fyri at fáa fatur á slíkum ferðaseðli krevst, at tú ert árvakin og slær til, júst tá tilboðið er. London-rutan kemur væl við Júst eftir, at flogfarið hjá Atlantsflog hevði lent í Vágum leygar- kvøldið eftir næsta rututúrin millum London og Vágar, spurdi Sosialurin nøkur av ferðafólk- unum, hvat tey halda um nýggja ferðasam- bandið FLOGSAMBAND John Johannessen Jens Kristian Vang (myndir) Uni Joensen og Annika Johansen Uni tekur master útbúgving í Buisness Administration uttan fyri London –Hetta er útmerkað, men tú fært sjálvandi ikki havt bilin við. Hetta er fyrsta viðmerk- ingin, frá Una Joensen, sum leygardagin saman við komu og børnum kom heim við Atlantsflog úr Stand- sted. Uni Joensen lesur beint uttan fyri London, og Annika er heima hjá børn- unum. Annika sigur seg vera sera fegna um nýggja flog- sambandið. Hon greiðir frá, at seinast, tey komu heim til Føroya, fóru tey frá hús- um klokkan fýra um náttina og vóru ikki upp á pláss í Føroym fyrr enn klokkan átta um kvøldið. Hesaferð ferðaðust tey í fýra tímar. – Hetta er stórur fyri- munur, sigur Annika, og Uni er samdur. Uni heldur eisini, at nýggja rutan kann gerast ein stórur fyrimunur bæði fyri Atlantsflog sjálvt, og føroyingar. Tí rutan betrar um møguleikarar at fara til Bretlands at lesa, og tað heldur Uni vera ógvuliga gott. – Møguleikarnir at lesa í Bretlandi eru nógv betri enn í Danmark. Og har- afturat fer framkomna sam- felagið at krevja hollan kunnleika í enskum, so tað er ógvuliga gott fyri føroy- ingar at fara at lesa í Bret- landi, sigur Uni. Men Annika og hann er kortini samd um, at tað er ógvuliga dýrt at vera í Bretlandi – serliga tá tú skalt gjalda stóran part av útbúgvingini sjálvur. Birita á Mýrini Lærir til silvursmið í London – Eg haldi tað vera frálíkt við hesum ferðasamband- inum. Eg sleppi frá at brúka eina rúgvu av tíð, til at ferðast umvegis Danmark ella Skotland. Og so spari eg eisini nógvar pengar uppá ferðaseðilin millum Ongland og Danmark. Hetta sigur Birita á Mýrini, sum í eina tíð hevur lært til nakað, sum minnir um silvursmið, á einum skúla inni í London. Birita greiðir frá, at hon plagar at leggja ferðina millum Føroyar og London og London og Føroyar soleiðis til rættis, at hon steðgar nakrar dagar í Keypmannahavn á vegnum. Men hóast hon ikki kann hetta, tá hon flýgur bein- leiðis, fegnast hon um nýggja sambandið hjá Atlantsflog. – Hetta ger, at eg spari dagar, sigur hon við einum stórum smíli. Billy M. Gaasedal Hevur ferðast eina viku í London Billy M. Gaasedal lesur ikki í London. Men hann hevur verið og ferðast eina viku í London. Hann fór við fyrsta túrinum hjá Atlantsflog til Standsted í seinastu næstseinasta leygardag og kom heim aftur seinasta leygardag. – Eg havi ikki verið í London fyrr. Men tað er ein deiligur býur. Har er so ótrúliga nógv at uppliva, at tú nært tað ikki uppá eina viku, men eg havi havt tað fínt, sigur Billy. Eisini trýr Billy avgjørt, at London kann gerast býurin, ung velja at ferðast til í staðin fyri Keypmanna- havn. – Skuldi eg valt ímillum Keypmannahavn og Lond- on, hevði eg avgjørt farið til London. Har er meira at uppliva, og mær dámar fólkini har nógv betur, tey líkjast meira føroyingum, sigur hann. Hesa rutuna nýta vit aftur Uni Joensen og Annika Johansen Birita á Mýrini Billy M. Gaasedal C M Y K 7 6 NOKIA 3310 Postordrar verða avgreiddir kr. 1.575,- Tann nógv eftirspurdað GSM fartelefonin við teimum mongu møguleikunum