týsdagur 1. apríl 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 62 - 1. apríl 2008
13
... hví skulu vit so trúgva
Al Gore?
H
ví eta ísbjarnir ikki ping
vinir? Tí at labbarnir eru
ov stórir til at fáa veingirnar av,
sjálvandi!
Henda krønika er tó ikki ein,
tú hoyrir so nógv í hesum erk
visnu tíðum. Nei tú, ísbjarnir
eru nú ein álvarsom søk. Tær
eru vorðnar merkisberi hjá ein
um ovurkenslubornum propa
gandaátaki ætlað at sannføra
okkum um, at uttan so at vit so
avbera primitivt spandera eina
asins rúgvu av peningi og aðra
máta fara ógvusliga til verka,
so druknar afrikanarin alt
meðan hin eyðrænandi
vesturlendingurin kolast upp.
Og tað einasta, sum fer at
vera eftir av okkara kavaklædda
kelivætti, verður handa myndin
omaná globusinum hjá Nordisk
Film.
F
yrst kom handa teldufram
leidda ísbjørnin í ultraop
portunistiska An Inconvenient
Truth, ein filmur gjørdur av
hasum jettflúgvandi sektar
leiðaranum, Al Gore at navni.
Síðani kom handa hjartasker
andi ljósmyndin av nøkrum
bjarnum eyðsýniliga komnar
upp í rasshaft á einum bráðn
andi ísflaka. Hjartanemandi.
Jú, og at enda kom so handa
víðgitna smásøgan um hasar
fýra ísbjarnirnar druknaðar
vegna alheimsliga upphiting (tá
ið tær faktiskt doyðu í illveðri).
Tó, tað mest kensluelvandi
prógvið yvirhøvur kom við
Earth, ein heimildarfilmur í
spælifilmslongd, har ein
neyðars ísbjørn varð filmað
sum hon doyði í hungri vegna
alheimsliga upphiting. Sama
ger, at tað sum faktiskt hendir
er, at bjørnin býttisliga leggur á
eina koloni av roysningum og
endar við at verða tægað
sundur!
Men—hevdar grátkomna
fylgisrøddin—hetta hevði ikki
hent, hevði bjørnin ikki verið
so hungrað og útlúgvað. Og hví
var hon hungrað og útlúgvað?
Jú, av tí at póljøklarnir bráðna.
N
ú er tað so, at Al Gore
faktiskt hevur sæð eina
ísbjørn. Kortini, at hevda, at
dómadagur er fyri durunum hjá
Ursus maritimus, er at tamba
sannleikan. Latið okkum ikki
gloyma, at í 1950 vóru á leið
5000 ísbjarnir. Í dag eru 25000.
Tí er tað ikki løgið, at Green
peace herfyri hevði trupult við
at fáa handa dúnuta og fotogena
skapningin á reyðalistin yvir
djór, ið eru hótt. Ein fimmfald
aður stovnsvøkstur er ikki akku
rát ein vanlukkulig afturgongd.
Men hey, lat aldri fakta vera
snávingarstein fyri eini góðari
smásøgu! Tað ætla dómadags
fanatikarnir so ikki. Hóast
prógv frá US National Bio
logical Service um at talið av
ísbjarnum annaðhvørt er støð
ugt ella í vøkstri, og at tær sum
heild stórtrívast, fara Kyoto
vitloysingarnir óivað at halda á
við at blabba upp í saman um
hvussu Ursus maritimus er í
vanda fyri at doyggja út.
H
etta, ikki at lata fakta vera
nøkur forðan fyri anekdot
iskum gassi við følskum
apokalyptiskum avleiðingum,
og at brúka júst ísbjørnina sum
ovurkensluborin merkisberi, er
effinett tað, ein Theodor E. D.
Olsen gjørdi fyri góðum ári
síðani í hesi avís.
Í síni táravátu týðing greiddi
hann millum annað frá hvussu
»ein partur av ísbjarnunum er
druknaður, tí tað er ov langt
millum ísflakarnar, og nakrar
eru farnar at eta sínar javnlíkar
av berari svongd og despera
tión. Summarísurin kann vera
burtur longu í 2050, og harvið
er ísbjørnin í veruligum vanda
fyri at doyggja út«.
So tá ið sjálvt kvívíksprestur
pellar um støðuna hjá Ursus
maritimus, hví skuldi Al Gore
tá ikki eisini gjørt tað? Á sama
falska hátt brúkar Gorurin
nevniliga ísbjørnina sum ein
elskuligan metafor fyri hvussu
eisini kapitalistiski heimurin er
ein tikkandi bumba, um ikki vit
gera sum hetta neytið av einum
komandi føroyavini sigur, og
klemma hasa primitivu veður
lagsprotokollina, hvørs navn
hann valla dugir at stava seg
ígjøgnum.
T
ó, tað syrgiligasta av øllum
er, at grundin til An Incon
venient Truth og yvirhøvur tað,
at nú eisini føroyingar skula
dragast við ísbjarnaelskandi Al
Gore, er hon, at hann fyri 8
árum síðani tapti eitt forsetaval,
bert hann kundi tapa. Umdømið
hjá hesum vatnskalla millum
hasi, ið ikki eru í uppisetri við
kritiskum tankum, var sjálvsagt
í skeljasori.
Tað kundi Big Al bara ikki
lata sær lynda: hann fór tí niður
í vekt, endurnýggjaði klædna
skápið, sólbrendi seg—ikki ov
nógv, ikki ov lítið—og syrgdi
aðramáta fyrri eini lítlari vatn
leiðing úr heilanum, sum so
skuldi endurfyllast við know
how um hvussu at endurvinna
sítt umdømi.
Tað skuldi tó vísa seg, at Al
Gore ikki var meira av einum
vatnskølti enn at hann skjótt
gjørdist varugur við, at verðin
gjørdist alt meiri pengagrað og
at, sum úrslit av hesi somu
vælferð og vantandi sensitiviteti
og forstáilsi fyri øðrum mentan
um, kortini hevði tørv á onkr
um at vera saman um og, ikki
minst, ímóti.
Og eftir sama leisti sum hin
andligi svaklingurin—ið trýr
upp á sálir, andar, jólamenn,
spøkilsi, einglar og leiðvísarar—
finnur Gud, fann Gorurin
alheimsliga upphiting. Halleluja!
F
yri fyrstu ferð, og til alla
fucking ólukku fyri allar
heimsins íbúgvar, rakti hatta
neytið av einum forsetavalevni
seymin á høvdið. Honum gjørd
ist greitt, við hjálp frá ráðgev
um, sjálvandi, at hann við ein
um tilgjørdum filmi um »veru
liga« standin í verðini helst
kundi syrgja fyri eini alheims
ligari og nalvaskoðandi klemm
an av einum frumskjali við
einum eysturlendskum heiti, og
soleiðis fáa umvælt sítt sorlaða
umdømi.
Eisini gjørdist hesum vísinda
liga analfabeti greitt, aftur við
hjálp frá ráðgevum, sjálvandi,
at við tí røttu snildini kundi tú
innan ikki alt ov langa tíð tosa
um eitt alheimsligt átrúnaðarligt
mótafyribrigdi í fremsta flokki.
At so grundin til hesa fúlt
fanatisku kringan um eitt mál
samtíðis tók dik á seg sum tey
órógvandi langt úti á samhalds
fasta vinstrivonginum eygnaðu
møguleikan fyri endiliga
aftur—aftaná kommunismunar
fall—at hava okkurt at flykkjast
um, gjørdi so heldur ikki
vánirnar hjá Gorinum um
persónligt pingeling verri.
N
ei, hann sjálvur, hevði eg
verið tú og veruliga trúð
tínum gassi um ísbjørnina og
hennara hóttandi undirgang, og
soleiðis eisini okkara egna
undirgang, so hevði eg bílagt
mær eina ferð til Churchill,
Manitoba í Kanada, har hasi
forherðaðu beistini (at kalla
einasti skapningur, sum til tíðir
aktivt livir av menniskjum) eru
so gerandislig, at tey næstan
verða fatað skaðadýr at vera. Tá
er tað jú, at barnatrúgvin, við
einglum og øðrum góðbitum,
kemur í tørvi.
Og um alt bara gongur av
skriðuni til, íðan, tá kunna vit
altíð avskipa tey eftirsitandi til
Antarktis, har—mótsett Norð
pólin—ísurin tykist at vaksa.
Men tá hevði krønikan verið
uppaftur torførari at skilt. Hví
eta ísbjarnir ikki pingvinir?
Men tað gera tær, faktiskt!
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008?
Send eina grein til dorit@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er á leið 6.000 tekn og skrivað í essay stíli
Tá sjálvt prestur
pellar um ísbjarnir
Næstu ferð:
Hósdagin skrivar Suni Petersen um
veðurlagsbroytingar
Tíðargreinin
tíðargreinin
Agga Niclasen, seturslesandi