týsdagur 1. apríl 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14 tíðindi
Nr. 62 - 1. apríl 2008
Eitt av málunum til
býráðsfundin í Klaks
vík er góðkenning
av uppskotinum til
sjálvbodnu saman
leggingina millum
Klaksvíkar kommunu
og Svínoyar komm
unu. Mett verður, at
samanleggingin er ein
fortreyt fyri at oynni
skal verða lív lagað
Kommunur
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Klaksvík/Svínoy:
-
Nú
verður tað veruleiki!
Eftir at hava fyrireikað
hetta so týðandi málið fyri
svínoyingar, er nú komið
hartil at sáttmálin skal
góðkennast av býráðnum í
Klaksvík.
Hetta er so í øllum førum
eitt av málunum á dags-
skránni í kvøld, eftir at
býráðið í juli mánaði í fjør
tók ætlaðu samanleggingina
til eftirtektar.
Í desember mánaði í fjør
staðfesti síðani bygdaráðið
í Svínoy úrslitið av fólka-
atkvøðuni millum bygdar-
fólkið
nakað
framman-
undan. Her varð stutt og
greitt spurt, um fólk tóku
undir við hesi ætlanini.
Ikki óvæntað vísti ein
greiður
meiriluti
av
fólkinum á, at hetta var
einasta gongda leiðin skal
hesi útoyggj verða lív lagað
í framtíðini.
Síðani hevur verið arbeitt
við at gera ein sáttmála um
samanleggingina og fram-
tíðar samstarvið. Hesin er
síðani góðkendur í Inn-
lendismálaráðnum, og verð-
ur eftir ætlan samtyktur í
Klaksvík í kvøld.
Ferðing og tunnil
Í fleiri ár hevur verið arbeitt
við hesi ætlanini, sum nú
verður veruleiki
Eitt av teimum týðandi og
átrokandi evnunum, og sum
eisini er ein fortreyt fyri
tættari
tilknýti
millum
Klaksvík og Svínoy, er
ferðasambandið til Svínoyar.
Í
fundunum
millum
partarnar hevur full semja
verið um, at skal oynni
verða lív lagað, so má
henda
farleiðin
bøtast
munandi, soleiðis at bæði
akfør og fólk lættliga og
fleiri ferðir dagliga kunnu
ferðast til og frá oynni.
Her hevur kommunustýrið
í Svínoy ta greiðu støðu, at
rætta loysnin fyri oynna er
ein tunnil frá bygdini og
yvir í Havnina, har ein
ferjulega
kundi
verðið
gjørd. Haðani er sigling-
artíðin inn til Hvannasunds
umleið 15 minuttir.
- Ein slík farleið hevði
gjørt tað møguligt hjá svín-
oyingum og øðrum verða
búgvandi í Svínoy og hava
arbeiði inn á meginøkinum,
og tað sama tann øvugta
vegin.
- Tað má gerast púra greitt
fyri landsmyndugleikunum
og øllum Føroya fólki, at
verður arbeiðið upp á hesa
farleið ikki byrjað sum
skjótast, so hon kann takast
í brúk um heilt fá ár, so fer
støðan í Svínoy bara at
versna, hava bæði komm-
unustýrini áður víst á.
Nú er so enn eitt stig tikið
á hesi leiðini. Eftir er bert
at vóna, at føgru orðini
verða til veruleika.
Í kvøld verður
samstarvið veruleiki
- Skal Svínoyggin bjargast, er neyðugt við betri og týttari ferðasambandi, halda borgarstjórarnir í Klaksvík og í Svínoy -
vinstrumegin Steinbjørn O. Jacobsen í Klaksvík og høgrumegin starvsbróðir hansara í Svínoy Eyðun Jacobsen
Mynd: klaksvik.fo
Ikki 16, men 36 á muni
Leygardagin hevði Føroya Pedagogfelag aðalfund sín á Hotel
Føroyum. Eitt rættiliga stórt tal av pedagogum møttu til
fundin, har eisini val av formanni var á skránni. Valið stóð
millum verandi formann, Jarvin Feilberg Hansen (myndin)
og avbjóðarin Maud Vang Hansen. Tá til stykkis kom fekk
Jarvin 36 atkvøður fleiri enn Maud - 199 ímóti 163. Munurin
var sostatt ikki 19 atkvøður, sum vit søgdu í blaðnum í gjár.
Jarvin fer nú undir sítt triðja skeið sum formaður í Pedagog-
felagnum.
Longri kunning
Sandur: Nú summarið stendur fyri framman hevur
Kunningarstovan á Sandoynni tikið avgerð um at leingja
um upplatingartíðirnar. Hesar verða broyttar soleiðis, at
frá í dag verður opið frá kl. 9 til 12 og aftur frá 13 til 16 og
soleiðis verður allar yrkadagar. Síðani 1. september í fjør
hevur kunningarstovan bert havt opið gerandisdagar
millum kl. 13-16, men nú summarið stendur fyri durum,
so verður hetta broytt.
Á bygdaráðsfundi
í gjárkvøldið sam
tykti Sunda komm
una at taka upp
vinarbýarsamstarv
við norska kommunu.
SamStarv
Snorri Brend
Sundalagið: Gongst sum
ætlað verða Sunda komm-
una í Føroyum og Rissa
kommune
í
Noregi
vinarbýir.
Spurningurin um vinar-
býarsamstarv var eitt av
málunum
á
bygdaráðs-
fundinum í gjárkvøldið.
Tilmælið um samstarvið
við norsku kommununa
varð einmælt samtykt.
Frammanundan
hevði
trivnaðarnevndin í komm-
ununi viðgjørt málið. Her
varð millum annað tosað
um, hvørji samstarvsøki ið
kundu verða áhugaverd fyri
kommunurnar báðar.
Fyri Sunda kommunu
hevur tað sín týdning, at
samstarvað verður við eitt
øki, sum hevur líknandi for-
treytir sum teirra kommuna.
Sama stødd
Hugsað varð í hesum sam-
bandi um eina kommunu,
sum var sett saman av fleiri
bygdum ella býum og sum
hevur eitt vinnugrundarlag,
ið líktist teirra.
Samband fekst síðani við
Rissa kommune, ið liggur
nærhendis Tróndheimi og
hevur um 6000 íbúgvar.
Eitt tað fyrsta stigið í sam-
starvinum millum kommun-
urnar báðar verður veruleiki
seinni í hesum mánaðinum,
tá umboð fyri norsku komm-
ununa koma í Sundalagið
at kunna seg um umstøð-
urnar.
Hetta hendir í samband
við eina skúlabarnaferð til
Føroya í summar, her heitt
varð á kommununa um at
verða teimum til hjálpar.
Sundalagið fær norskan vinarbý
Sundalagið verður vinarbýur við Rissa kommunu í Noregi