týsdagur 1. apríl 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 62 - 1. apríl 2008
15
Andlát og jarðarferðir
nøvn
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Jonny Joensen, fyrrverandi fyristøðukvinna á
Hotel Tórshavn, andaðist í Keypmannahavn leygar
dagin, 67 ára gomul. Bønarhald verður á Hånd
værkerhaven 49, Bispebjerg, týsdagin kl. 11. Jarðar
ferðin verður úr Hósvíkar kirkju mikudagin kl. 14.
Tey, ið vilja minnast Jonny, kunnu lata Hósvíkar
kirkju eina gávu, konta í peningastovnunum.
Kistan við Marjun Heimá fer av Lágargarði týs
dagin kl. 18. Jarðarferðin verður úr Kirkjugarðs
kapellinum mikudagin kl. 14. Tey, ið milja minnast
Marjun, kunnu lata Zarepta eina gávu, konta í
peningastovni.
Mads Kristoffer Poulsen í Skopun andaðist á
Røktarheiminum Áargarði á Sandi fríggjadagin,
92 ára gamal. Jarðaferðin verður úr Skopunar
kirkju týsdagin klokkan 14. Sungið verður úr sálma
bókini. Tey, ið vilja minnast Kristoffer, kunnu lata
Skopunar kirkju eina peningagávu, konta í Føroya
Banka.
Sigurd Jacobsen, ættaður av Slættanesi, búsitandi
í Vestmanna, andaðist á Landssjúkrshúsinum leyg
ardagin, 77 ára gamal. Jarðarferðin verður týsdagin
klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Sigurd kunnu lata
Missiónhúsinum í Vestmanna ein gávu, konta í
Eik.
Brynhild Johannessen, ættað úr Nólsoy, búsitandi
í Tórshavn, andaðist á Lágargarði fríggjadagin, 87
ára gomul. Bønarhald verður á Lágargarði
mánadagin
kl.
18.
Jarðarferðin
verður
úr
Vesturkirkjuni týsdagin kl.13.
Kistan við Sjúrður Hentze í Hovi fer úr kapellinum
á Suðuroyar sjúkrahúsi týsdagin klokkan 17. Jarðar
ferðin verður úr Hovs kirkju mikudagin klokkan
13. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja
minanst Sjúrð kunnu lata eina gávu til Hovs kirkju.
Konta í Suðuroyar Sparikassa.
Andlát og jarðarferðir
Sunnudagin 30. mars fylti
Óli Breckmann 60 ár. Óli
varð valdur á ting 7. novem
ber í 1974, og hann var í
meiri enn 33 ár markantur
tingmaður og tikin úr leik
um sum røðari, ið bæði
undirhelt og undirbygdi.
Óli er havnarmaður. Páp
in,
Ludvig
Breckmann
(19211974) vaks upp á
krossinum millum Hoyvíks
vegin og Jónas Broncksgøtu,
og har búsettist hann saman
við konuni Astrið (1929
2002), sum var ættað úr Vest
manna. Foreldur hennara
vóru Gunnar DahlOlsen,
sýslumaður, og Jóhanna. Tey
vóru bæði úr Vági.
Astrið og Ludvig fingu
seks børn: Óli (1948), Mai
(1949),
Hanna
(1953
1999), Birna (1957), Gunn
ar (1963) og Páll (1967).
Óli dugir ógvuliga væl at
fortelja og taka til. Hann
kennir seg sum rættan havn
armann og hevur so mangan
víst á, at forfedrar hansara
vóru havnarmenn í fyrstu
fólkateljingini í 1801, og at
tippoldurabbin var soldatur
á Skansanum, tá ið Brillu
maðurin tók hann í 1808!
Í 1967 leyk Óli málsligt
studentsprógv í Hoydølum.
Hann fór beinanvegin undir
lestur í Bretlandi, har hann
mundi vera fyrsti føroyski
studenturin. Óli las enskt
mál í Edinburgh og sam
felagsfrøði í Bristol. Í 1974
var hann liðugur við lestur
in, og tá varð hann settur í
starv í Hoydølum.
Læraratíðin gjørdist ikki
so long. Beinanvegin, eftir
at hann var komin heim aft
ur, fór Óli at skriva í Dag
blaðnum. 7. november í
1974 varð hann valdur á
ting fyri Fólkaflokkin í Suð
urstreymoy, og harvið var
sjøtil settur á politiska lívið,
sum í skrift og talu varð liv
að, inntil Óli fall á løgtings
valinum 19. januar í ár.
Fremsta amboðið hjá Óla í
politiska andglettinum var
Dagblaðið. Pennurin var lætt
ur, skemtiligur, sarkastiskur
og óvanliga spískur. Tað
loysti seg fyri undirtøkuna
hjá Óla og Dagblaðnum, at
tað hjá lesarunum bar illa til
at sleppa undan at taka støðu
til Dagblaðið og Óla – uttan
floks og eisini innanfloks.
Skatturin, lønarlagið og
Milton Friedman, NATO,
friðarrørslan, kalda kríggið
og Reagan og Tatcher, kvinnu
rørslan
og
konservativ
familjuvirði vóru millum fav
oritttilfarið í Dagblaðnum. Í
1984 varð Óli valdur í fólka
tingið, og tá gjørdi hann upp
við fólkafloksleiklutin, sum
hevði verið ikki at blanda seg
ov nógv upp í politiska lívið
á flatlondum. Óli stuðlaði
við lív og sál borgarligu
stjórnina hjá Poul Schlüter,
og hann dugdi væl at nýta
talarapallin á Christiansborg
soleiðis, at tað varð umrøtt í
donsku pressuni og harvið
eisini í Føroyum.
Persónlig bond vórðu knýtt
við fremstu borgarligu polit
ikararnar í Danmark, og tað
hevði ivaleyst sín týdning.
Tiltikin er leikluturin hjá Óla,
tá ið lóggivið varð um TV2,
og í 1998 varð tað nógv
umrøtt, tá ið Óli gav Nyrup
lyfti um, at hann skuldi ikki
atkvøða ímóti pinsapakkan
um, um Nyrup syrgdi fyri
góðari bankaavtalu.
Í 2001 varð Óli ikki vald
ur aftur í fólkatingið. Sum
formaður í tingbólkinum
hevði hann framvegis stór
an leiklut, og hóast hann
ongantíð gjørdist landsstýr
ismaður, so dugdi hann sum
fáur politiska handverkið
aftanfyri tjaldið at toga í
træðrirnar.
Eftirtíðin vísti, at tá ið
fólkatingssessurin
glapp,
var politiski toppurin nádd
ur. Tá vóru longu fleiri ár
síðani, at Óli var givin at
skriva so nógv í Dagblað
num, sum hann áður hevði
gjørt, og politiska minnið
hjá veljaranum er ikki so
langt. Óli hevur fleiri ferðir
tikið til, at tú verður ikki
valdur fyri tað, sum tú
hevur verið við til at útinna,
men fyri tað, sum tú lovar
at gera.
Undir fullveldissamgong
uni hevði Óli eitt skifti
stóran leiklut sum formaður
í fíggjarnevndini, og sein
asta valskeiðið var hann
næstformaður í tinginum
og framvegis ógvuliga loy
alur samgongutingmaður.
Óli arbeiðir skjótt, og
undan lætta penninum eru
fleiri bøkur komnar: Eitt nú
Stavnurin, sum tað varð
nógv tosað og skrivað um,
endurminningar um bæði
Hans Paula Johannesen og
Eiler Jacobsen og ein bók
um skatt.
Ein stórur saknur hevur
tað verið, at føroyskir politik
arar ikki hava skrivað polit
iskar endurminningar. Hesa
óhepnu traditión fer Óli heilt
víst at gera upp við, um hann
hevur lív og heilsuna.
Óli er giftur Birnu, fødd
Midjord og ættað av Argjum.
Tey búgva á Hamrinum á
Argjum. Børnini hjá Birnu
og Óla eru Astrið (1982),
Ludvík (1985), Pætur (1988),
Mona (1991) og Bjørk
(1993). Eisini eigur Óli Siss
al Kampmann í Vestmanna,
sum er fødd í 1974.
60 ára føðingardagin var
Óli Breckmann burturstadd
ur.
J
Óli Breckmann 60 ár
Dagurin
2. apríl. Teodosius. Kann vera navnið á rómverska keis
aranum Teodosiusi Stóra, sum doyði í 395. Men teir
halda, at líka skjótt hevur dagurin navn eftir kristnari
gentu Teodosiu, sum varð tikin av døgum umleið ár
300. Viðhvørt verður hesin dagurin róptur Teodorius.
Nikolai Mohr doyði hendan dagin í 1790
Frá 7. til 21. apríl vitjar
danski Tanzaniatrúboðarin
Allan Conrad í Føroyum.
Ein skrá er gjørd fyri
vitjanina hjá Allan Conrad,
sum fer at vitja í nógvum
ymiskum samkomum kring
landið.
Allan Conrad arbeiðir
sum trúboðari og byggir
flogbreytir
fyri
Mission
Aviation Fellowship (MAF)
i Tanzania. MAF er ein stor
altjóða tvørkirkjulig trúboð
araorganisatión við deildum
um allan heim.
Allan er føddur í Kina av
donskum foreldrum, sum
eisini vóru trúboðarar. Tíðin
í Kina vardi ikki leingi, tí
familjan varð noydd at
flýggja orsakað av borgara
kríggi. Seinni fóru tey til
Tanzania sum trúboðarar.
Seinni fekk Allan sær
útbúgving sum elektrikari í
Danmark, og hevur hann
arbeitt í nógvum ymiskum
londum. Men tað varð í
Tanzania, hann vildi arbeiða
sum trúboðari. Allan sigur,
at hann altíð hevur havt eitt
hjarta fyri afrikanarum.
Rúni Højgaard, flogskip
ari, búsitandi í Hoyvík, er
umboðsmaður fyri MAF í
Føroyum.
Allan Conrad vitjar í Føroyum
Allan Conrad vitjar í
Føroyum frá 7. til 21. apríl