Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-01, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. apríl 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 62 - 1. apríl 2008 Tann 31. mars fylti Axel Tórgarð áttatifimm ár. Hann er fyrst og fremst kendur sum prestur, og tað gjørdist hann fyrst í Suðurstreymoyar presta­ gjaldi, nýkomin av Flatlondum í 1954. Hetta starv hevði hann í trý ár. Í 1960 fekk hann kallið í Kví­ vík, og har var hann í nítjan ár. Síðstu tíggju árini av starvstíð síni hevði hann í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi, og gavst hann í januar 1989 ­ eitt sindur ov tíðliga ­ av tí at heilsan var vorðin heldur vøkkul. Vit hava havt nógvar góðar prestar í Føroyum, og ikki er yvir at dylja, at Axel hevur verið ein av teimum. Hann arbeiddi dúgliga við prædikum sínum, skrivaði alt niður, og las upp eins og hann als einki handrit hevði. Hetta var ikki bert til vanligar guðstænastur, men eisini til so mangt annað, sum hoyrir starvinum til ­ barnadópar, konfirmatiónir, brúðarvígslur og jarðarferðir. Einki var tí at siga til, at tey vóru mong, ið vendu sær til hansara, tá ið á stóð. Ættin Men umframt at vera ein góður prestur hevur hann verið ein av fremstu mentanarmonnum okkara. Hetta hevur hann ikki frá fremmandum. Faðir hansara var H. C. W. Tórgarð, arkitektur, sum eisini var ein av okkara fyrstu rithøvundum. Hann gav í 1932 út bókina Før­ oysk hús, har hann við kon­ kretum uppskotum vísir á hvussu tað ber til at nýta fornar føroyskar byggisið­ venjur til at fáa nýmótans hús í Føroyum. Tað er ikki yvir at dylja, at henda bók hevur verið íblástur hjá nøkrum av okkara frægastu arkitektum. Hans Tórgarð dugdi sera væl at taka til orðanna og var ein góður táttayrkjari. Móðir Axels var úr Nólsoy, og í hennara ætt livdu tey fornu kvæðini og sálmasangurin. Nakrir av teimum bestu skiparunum eru skyldmenn hjá Axeli. Axel var føddur í Havn í 1923, og plagar hann at siga, at hann varð føddur í Ebenezer, tí barnaheim hans­ ara varð tikið niður, tá Ebenezer varð víðkað fyri einum hálvthundrað árum síðani. Tá hann varð føddur, var faðirin bæði býráðsfor­ maður í Tórshavnar komm­ unu og umboðaði Suður­ streymoyar valdømi í løg­ tinginum. Móðurloysingur og studentur Men skjótt kann broytast. Móðirin doyði frá børnun­ um, sum komu til góð fólk. Eitt nú fór tvíburabróðir Axels, Poul, til mostrina Mariu Eide, sum var lærar­ inna í Funningi, og er hann tí kendur undir navninum Poul Eide. Einasta barn, sum var verandi eftir hjá faðirnum, var Axel. Hann gekk í kommunuskúlanum og fór ikki í millumskúlan sum tey, ið høvdu ætlanir um bókliga lívsleið. Men tá hann í 1937 var fjúrtan ár, varð Studenta­ og preliminerskeið Føroya Løgtings sett á stovn. Har varð hann upptikin, og fýra ár seinni hevði hann sum tann fyrsti næmingur fingið bæði preliminerprógv og studentsprógv á hesum skeiði. Har var bert málslig deild, og fekk hann tí nýmálsligt studentsprógv. Hann slapp tó ongan veg at lesa, tí heimskríggj var, og bretar høvdu hersett Føroy­ ar. So royndi hann ymist, var læraravikarur, ferðaðist runt um alt landið saman við Dánjal Jákupi Bærent­ sen, tí seinna landsdjóra­ læknanum, at býta út gass­ maskur, og var annars týðari hjá bretunum.Eftir krígslok fór hann til Danmarkar at lesa á universitetinum í Keypmannahavn, og var hann liðugur í 1954 sum cand. theol. Hann var sera virkin í studentaumhvørvinum í lestrarárunum. Tað var í hesum árunum, at student­ arnir av álvara fóru at føra fram ólavsøkukabarettir, og har var Axel fastur fúsur og yrkti vísur, sum enn liva á mannamunni. Eitt sum stud­ entarnir í hesum árum fing­ ust við, var at fáa danska útvarpið at senda á stutt­ bylgju til Føroya. Hetta var bara ein tíma hvønn sunnu­ dag seinnapart, men tað vóru fyrstu regluligu send­ ingar á føroyskum, ið vóru at hoyra. Har var Axel uppií. Útvarpsstjóri Tá hann fekk prógv sum cand. theol. í 1954 var hann skjótur at koma heim aftur, og umframt at vera prestur í Suðurstreymoyar presta­ gjaldi var hann eisini lærari í latíni, m.a. í studentaskúl­ anum. Ein dagin hevði hann stór tíðindi at bera sínum næm­ ingum. Hann segði, at lands­ stýrismaðurin í mentamál­ um, Edward Mitens, hevði biðið seg koma út í Tinganes á fund. Mitens segði, at nú løgtingið hevði samtykt at seta á stovn Útvarp Føroya, hevði verið søkt eftir stjóra, men hann hevði ikki hug at seta nakran av teimum, sum søkt høvdu. Tí vildi hann spyrja Axel, um hann kundi hugsa sær at gerast stjóri í hesum nýggja stovni. Axel segði seg hava tikið av til­ boðnum. Útvarpið kom í luftina, men umstøðurnar vóru trongar, bæði plássi og fígging viðvíkjandi. Nógv vóru tey, ið fegnaðust um at vit høvdu fingið útvarpið, men onnur hildu, at tað var alt ov dýrt. Vert er at minn­ ast til, at samtyktin um at seta á stovn útvarp í Føroy­ um ikki var komin ígjøgnum løgtingið um hon hevði fingið eina atkvøðu minni. Landsstýrisflokkarnir vóru ósamdir um málið, og tá løgtingsorðaskiftini vórðu send í útvarpinum vóru nógvar atfinningar at hoyra. Mitens fekk bara samtyktina um útvarp ígjøgnum av tí at hann lovaði at seta á stovn eitt lítið og bíligt útvarp, og har var so lítið út at geva, at tað ikki var ráð til at keypa bond til upptøkur. So hvørt nýggjar upptøkur skuldu gerast, var neyðugt at endur­ nýta bondini, og mentanar­ dýrgripir vórðu forkomnir. Fyri at fáa rúmari fígging var neyðugt við undirtøku frá politisku skipanini. Skjótt kom Axel til tað úrslit, at hann ikki hevði hug til at nýta sítt lív til at boksast við politikararnar um játtanir, og tí segði hann stjórastarvið frá sær og vendi aftur til sítt egna fak. Tað var tá hann gjørdist prestur í Kvíkvík. Havnarmaður frilansari á bygd Tað gekk bara væl hjá hesum havnarmanni at koma út á bygd. Nú tekur tað bert ein hálvan tíma at koyra ímillum hesi bæði plássini, men tá var fyrst at fara til Kollafjarðar við bussi og haðani sigla við einum fari hjá Meiarínum til Havnar. Ein havnarferð tók tí allan dagin, og hildu fólk seg tí mest heima uttan so at alneyðugt var at fara av bygdini. Hóast Axel var farin úr útvarpinum, so slepti hann tí tó ikki heilt, men gjørdist tann fyrsti veruligi frilansarin. Skrivligt prestaarbeiði Ein táttur, sum hann tók upp, vóru morgunlestrarnir, hesar andaktirnar sum eru hvønn gerandismorgun. Her verður ein stuttur lestur lisin, men hvør skuldi skriva hann? Tað gjørdi Axel sjálvur, og fekk hann deknar at lesa. Hetta gekk væl, og ár út og ár inn skrivaði hann hesar morgunlestrar. Í 1987 gav hann út eina lestrarbók við morgunlestrum. Tá kom tað veruliga fram, at tað var hann, sum hevði skrivað hesar lestrar í mong ár. Viðhvørt barst honum frá, og tá mátti onkur annar prestur taka við. Ringt var mangan at fáa nakran, og teir hildu hetta vera hart at hava hangandi yvir sær aft­ urat øllum øðrum arbeiði. Ein avleiðing av hansara virksemi við lestrum var, at honum varð litið til at geva út lestrar eftir Gudmund Bruun, sum komu út í 1968. Gud­ mundur hevði donsk foreldur. Faðirin, Emil Bruun, var prestur í Vágum tá Gudmund varð føddur, og síðani í Suð­ urstreymoyar prestagjaldi til hann fór niður áðrenn Gud­ mund fylti seks ár. Men ong­ antíð misti hann tað føroyska málið burtur, og eftir at hann var vorðin prestur í Danmark hevði hann føroyskar guds­ tænastur hvønn mánað í Keypmannahavn. Hesar prædikur helt Axel vera so góðar, at hann gav út bókina Ljósið rann av kærleiks runni við lestrum til fyrru tekstar­ røð. Fyri at fáa lestrar til aðru tekstarrøð gav Axel í 1995 út lestrarbókina Lívið spratt av kærleiks rót við lestrum eftir fyrrverandi og núverandi prestum í Norðurstreymoyar prestagjaldi. Harumframt hevur hann givið út Orðið er tær nær í 1993 og Ein halgi­ søga, ein jólavísa og eitt ævintýr í 1994. Tá onnur útgáva skuldi gerast av sálmabókini, vóru boð eftir Axeli at leggja til rættis saman við nógvum øðrum góðum fólkum. Koll­ egar hansara vóru ovfarnir av teimum arbeiðsevnum, sum hann hevði, og hevur henda útgáva fingið góða móttøku frá kirkjufólkinum. Týðingar av heimsbókmentum Í 1964 hevði mæta enska skaldið William Shake­ speare 400 ára føðingardag. Tá heitti útvarpið á Axel um at týða ein av leikum hansara, og tað gjørdist Julius Caesar, sum varð sendur sum hoyrispæl í útvarpinum. Nú fekk hann hug til at gera meir burtur úr hesum mæta skaldi, og tá hann í 1998 varð biðin um at týða Dreymin jóan­ søkunátt til eina stóra sýn­ ing í Norðurlandahúsinum, og hesin leikur kom út á prenti, eydnaðist eisini at fáa Julius Caesar, Macbeth og Keypmannin í Venesia út. Hann hevur eisini týtt nakrar leikir afturat eftir Shakespeare. Eitt skifti búði ein amer­ ikumaður í Kvívík. Hann lænti Axeli ta fyrstu bókina, J. R. R. Tolkien hevði skriv­ að. Hon eitur “The Hobbit”. Axel varð hugtikin av henni, týddi hana og las hana upp í útvarpinum undir heitinum Hobbin. Hon var stórliga fagnað. Seinni týddi hann Klávus bónda á Bóli eftir Tolkien. Hesar eru báðar útkomnar. Stórverkið hjá Tolkien, Ringanna harri, var ein bók sum hann eisini las fleiri ferðir og var hugtikin av, men hann himpraðist við at fara undir at týða hana, tí hann helt hana vera ein ov stóran bita fyri ein so gamlan mann. Men tá filmurin um bókina kom fram fekk hann brell og fór undir verkið hóast hann var farin um tey áttati! Eftir einum góðum ári var hann liðugur, og eydn­ aðist tað eisini at fáa allar tríggjar bøkurnar út. Ein annar breti, sum hev­ ur skrivað heimsbókmentir, er Lewis Carroll. Kenda bók hansara Lisa í Leikalandi kom út í 1988, og í 1994 kom bókin Eftir Snarki. Aðrar týðingar Rudyard Kipling er serliga kendur fyri søgur sínar um Mowgli, og tær týddi Axel og komu tær út í 1997. Enska skaldið Eric Lin­ klater var á hesum leiðum undir heimsbardaganum, og gav tað honum íblástur til tvær skaldsøgur, sum Axel týddi fyri útvarpið. Onnur eitur Summar­ dimmið, og hin eitur Sjóræn­ arar á havsins dýpi bláa. Sum longu Lucas Debes greiddi frá í 1673 hava føroyingar stóran áhuga fyri talvi, og bæði kallmenn og kvennmenn duga væl at telva. Tað var tí ikki av tilvild, at Axel fekk áhuga fyri tí týsku Talvsøguni eftir Axel Tórgarð 85 nøvn