týsdagur 1. apríl 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 62 - 1. apríl 2008
17
Stefan Zweig, sum hann
týddi til útvarpið og sum
eisini er útgivin.
Á ungum árum las Axel
yrkingina sum N. F. S.
Grundtvig hevði skrivað
um páskaliljuna og Jesu
uppreisn. Hann var hugtikin
av henni og týddi hana til
føroyskt. Í 1990 kom hon út
við føgrum myndum, sum
Zacharias Heinesen teknaði
til hesa útgávu.
Eins og Grundtvig hevur
Petter Dass havt nógvan
týdning fyri føroyingar, og
er hann eisini umboðaður í
okkara
sálmabók.
Axel
kendi mætu yrking hansara
Nordens Trompet frá skyld
fólkum sínum í Nólsoy, og
fór hann undir at týða hana
og kom hon út í 1999.
Týðingar úr
forngrikskum
At týða úr donskum, norsk
um, enskum og týskum eru
tað so nógvir aðrir føroying
ar sum hava gjørt, men teir
kunnu teljast á einari hond,
sum hava týtt úr grikskum.
Men eisini hetta hevur Axel
gjørt.
Hetta kom fyri á tann
hátt, at lærararnir á stud
entaskúlanum høvdu forn
aldarfrøði, ið er um ta fornu
griksku mentanina. Tilfarið
var danskar týðingar av
grikskum
tekstum.
Teir
hildu tað vera synd at teir
sum
føroyskir
lærarar
skuldu sita og lesa danskar
tekstir við føroyskum næm
ingum, og heittu tí á Axel
um at týða teir sjónleikir,
sum lesast skuldu. Hann
legði fyri við at týða sjón
leikin Antigone eftir Sofok
les. Týðingin fekk jaligar
viðmerkingar frá næming
unum, og tá Norðurlanda
húsið skuldi føra fram ein
leik, varð henda týðing vald
og fekk góða undirtøku á
palli. Skjótt týddi hann so
leikin Medeia eftir Eur
ipides, sum fekk eins góða
móttøku.
Fyri hesar týðingar fekk
Axel heiðursløn M. A. Jac
obsens í 1989.
Somuleiðis týddi hann
leikin Agamemnon eftir
Aiskylos, sum kom út í
1992.
Hann sigur hesa týðing
vera ta torførastu, sum hann
yvirhøvur hevur fingist við,
men tað leggur lesarin ikki
merki til.
Hesar týðingar úr griksk
um fekk hann til at fara
undir at týða tær sonevndu
apokrýfisku bøkurnar til
føroyskt. Hetta eru nakrar
bøkur ið standa í tí bíbliu,
sum varð nýtt í Føroyum í
katólsku tíðini. Luther tók
tær við í sína bíbliutýðing,
og standa tær framvegis í
gomlum bíblium, men eru
síðani merkiliga forfjónaðar
og hava ikki verið við í teim
um føroysku bíbliunum.
Axel helt tað vera spell,
at vit ikki skuldu kunna
lesa hesar tekstir, sum for
fedrar okkara fingu nógv
burtur úr, á okkara egna
máli. Hann fór tí í gongd,
og eftir fýra mánum hevði
hann fullført verkið, og
kom bókin út í 1990. Í fyrst
uni skeitti hann í aðrar
týðingar, men hetta tók alt
ov langa tíð, og týddi hann
síðani beint úr grikskum.
Týðingin er avbera løtt at
lesa og tó væl í samsvari
við upprunatekstin.
Frá sponsku fluguni
til Per Gúnt
Hóast Axel sat nógv við sítt
skrivaraborð, livdi hann til
fulnar við í bygdarlívinum.
Eitt nú høvdu kvívíkingar
altíð verið óførir at skipa
fyri ymsum tiltøkum í bygd
arhúsinum. Viðhvørt høvdu
teir spælt sjónleik, og høvdu
teir ein góðan pall. Teir
heittu á Axel um at hjálpa
sær, og hann týddi ein leik
fyri og annan eftir.
Einaferð kom upp á tal at
spæla ein leik sum æt
Spanska flugan. Axel fekk
bókina, gekk við henni í
hondini runt í stovuni og
dikteraði hvussu alt skuldi
sigast á føroyskum. Tá fýra
kvøld vóru farin á henda
hátt var týðingin liðug.
Undirtøkan var stór, fólk
komu alla staðni frá at
síggja, men tað endaði við,
at kvívíkingar máttu fara
aðrastaðni at spæla eisini.
Tá liðugt var, høvdu umleið
13.000 fólk sæð leikin, og
tað sigst vera føroyskt met.
Einasta av týðingum til
kvívíkingarnar,
sum
er
komin upp á prent, er Ker
ligheit men ongar hosur
eftir Johan Hermann Wes
sel, sum kom út í 1991.
Tá Axel var farin um tey
áttati, vildi Leikpallur Før
oya føra fram sjónleikin Per
Gúnt eftir Henrik Ibsen.
Hetta er ikki hissini leikur
at fara undir, og norðmenn
plaga at siga, at eingin
líkinda týðing er gjørd til
nakað annað mál av honum.
Men Axel týddi so hvørt
venjingarnar fóru fram, og
kom hann so væl frá hesum,
at tey eru mong, sum halda
tað vera spell, at henda
týðing ikki enn er útkomin,
men tað fer hon kanska at
koma.
V4 tættir
Tá útvarpið fór undir V4
sendingarnar gjørdu teir
nógv burtur úr at framføra
nýggjar táttir, sum serliga
Hermann Jacobsen sang.
Ofta kom tað fyri, at tele
fonin ringdi í prestagarðin
um í Kvívík á middegi leyg
ardag. Tá var tað útvarpið,
sum var í telefonini, og
neyðin var at teir máttu fáa
ein tátt afturat til sendingina
sama kvøld. Tað tók ikki
langa tíð, so ringdi Axel
suður aftur og las nýggja
táttin upp fyri teimum. Her
mann fekk hann og sang
hann út til alt Føroya fólk
áðrenn náttin var komin!
Dagar og nøvn í
álmanakkanum
Týðaraarbeiði hansara hev
ur mest sum alt snúð seg
um fagrar bókmentir. Men
hann hevur eisini skrivað
eina rættiliga fakbók, og
hon er Dagar og nøvn í
álmanakkanum, sum kom í
1994. Hon byggir á tvær
sendirøðir, sum hann hevði
í útvarpinum um messur og
søkur í árinum, har hann
savnaði saman upplýsingar
um fornar siðir í sambandi
við teir gomlu katólsku
halgidagarnar. Slíkar bøkur
eru nógvar í øðrum londum,
men sær er siður á okkara
landi, sum ikki er aðrastaðni,
og tað hevur Axel megnað
at lýst so væl í hesi bók, at
hon er at síggja víða hvar,
og verður brúkt dúgliga av
fjølmiðlunum, so hesi tíð
indini um tað serliga før
oyska
í
álmanakkanum
koma rættiliga víða.
Nøkur ár eftir at Axel var
farin frá sum prestur búði
hann í Kvívík. Tá lestur
skuldi lesast í kirkjuni
spurdi deknurin viðhvørt,
um hann hevði onkran lest
ur tøkan, og so skrivaði
hann bara ein nýggjan at
lesa!
Børnini og abbabørnini
eru í Havn, og tí fingu Mar
greta og hann sær hús í
Hornabø, har tey framvegis
búgva.
Tøkk
Eg skal ynskja Axeli til
lukku við føðingardegnum
og takka honum fyri alt tað
sum hann hevur gjørt fyri
tað føroyska málið í kirkju,
í skúla, í útvarpi, á leikpalli
og í bókum. Eg havi kent
hann í meir enn eina hálva
øld sum prest, sum lærara,
sum útvarpsmann, sum lær
arakollega og ikki minst
sum rithøvund, har eg havi
havt tann heiður at sloppið
at geva út ein part av tí, sum
hann hevur skrivað. Tað
hevur verið ein frøi at kent
hann, og skal eg nýta høvi
til at takka honum fyri
avbera gott samstarv.
Zakarias Wang
Runt um á Tvøroyri og har
um leiðir er Merkið vundið
á stong, og tað hevur sína
heilt
serstøku
orsøk:
Sverre Midjord fyllir 75 ár
2. apríl. Umframt, at mong
á henda hátt vilja heiðra
føðingardagsbarnið, hevur
kommunan eisini móttøku
fyri manninum, sum í
mong ár stjórnaði býnum
sum borgarstjóri, hevur
umboðað oynna sum løg
tingsmaður og annars í
nógvar mátar hevur verið
eitt stórt aktiv fyri staðið,
ikki minst ítróttina í sínum
breiðasta týdningi.
At nógv verður gjørt
burturúr, er heldur ikki so
løgið, tí talan er um ein
merkismann, sum alt sítt
lív á ósjálvsøknan hátt hev
ur virkað fyri, at nakað er
hent, har hann hevur verið.
Bæði í sínum politiska
yrki og ikki minst innan
ítróttina hevur Sverre verið
drúgvur sum fáur, og tað
er ikki ov nógv avgjørt at
siga, at her er av sonnum
talan um ein undangongu
mann av teimum stóru.
Áhugi hansara fyri sam
felagsviðurskiftum og sam
felagslívi sum heild eigur
røtur í uppvøkstrinum,
sum hann fekk í Valinum
hjá ommu og abba sínum,
Juliu og Poul í Trøðini. Val
urin og alt umhvørvið har
á leiðini gav honum íblást
ur og lærdóm, ið tú ikki
fært á skúlabonki, men
bert gjøgnum lívsins skúla.
Og har má sigast, at Sverre
veruliga hevur sogið og
tikið til sín hugsjónir og
virði, ið hava hildið til dag
in í dag.
Umframt eitt sera virkið
lív sum bæði lands og
kommunalpolitikari, hevur
Sverre eisini verið sera
virkin í ítróttini, og tað
hevur altso verið í orðsins
breiðasta týdningi. Hann
hevur spælt bæði hondbólt
og fótbólt, men fyrst og
fremst hevur tað verið
borðtennis, ið hevur staðið
hansara hjarta nær. Har
hevur hann vunnið í teggju
vís av meistaraheitum og
heiðursmerkjum, og tað er
ikki minst honum fyri at
takka, at henda ítróttagrein
hevur vunnið seg fram her
á klettunum.
Fyrst og fremst er Sverre
tvøramaður
av
heilum
huga, og altíð hevur hann
verið til reiðar at vart heim
býin, bæði í orði og verki.
Hann hevur staðið á odda
fyri Tvøroyrar Borðtennis
felag í fleiri umførum, og
eisini var hann eitt skifti
formaður í Tvøroyrar Bólt
felag. Í báðum støðum
hevur hann ikki bert havt
ein leiklut sum spælari,
men minst líka nógv sum
undangongumaður,
og
mong av okkara fremstu
ítróttafólkum hava frá hon
um fingið gott í beinið
sum venjari.
Men hóast tvørámaður
og lokalur sum fáur, hevur
Sverre tikið mangt takið
fyri samlaðu ítróttina her á
landi. Í samfull 42 ár tænti
hann ítróttini við álitis
størvum í Ítróttasambandi
Føroya, bæði sum starvs
nevndar og stjórnarlimur,
umframt sum varaforseti í
25 ár. Fyri sítt trúgva og
drúgva virki í hesum høpi
er Sverre eisini heiðraður
av ÍSF við bæði silvur og
gullnál, umframt gullmerki
við bjálka. Eisini hevur
hann fingið heiðurskross
Ítróttasambandsins
fyri
stóra arbeiði sítt, føroysku
ítróttafjøldini til gleði og
gagns.
Nógv annað kundi verið
nevnt í eini heilsan til føð
ingardagsbarnið í dag, tí
talan er um sjáldsama
virknan mann, ið ongantíð
hevur verið bangin fyri at
tikið tøk, har tað hevur
verið neyðugt. Eisini, har
vit onnur kanska ikki sóu
tørv á tí, fyrr enn Sverre
hevði víst á tað. Sum und
angongumaður á so nógv
um og ymsum økjum er
tað nærum ófatiligt, at
stundir hava verið til alt,
men væl hevur ligið fyri
hjá honum, so hann altíð
finnur pláss fyri øllum tí
nógva, ið stendur hjarta
hansara so nær.
Hóast tríggir fjórðingar
av eini øld nú eru lagdir
aftur um bak, ber Sverre
Midjord aldurin sum ein
unglingi, bæði í sinni og
skinni, og framvegis er
hann gløggur og beinrakin
sum fáur í bæði eygleiðing
um og viðmerkingum. Við
takksemi vilja vit í Ítrótta
sambandi Føroya heiðra
henda merkismann á hans
ara runda degi og ynskja
góðan byr og mong góð ár
aftrat.
Hjartaliga tillukku!
Ítróttasamband Føroya
Heðin Mortensen,
forseti
Undangongumaðurin
fyllir 75 ár
nøvn
Lesið Sosialin - so eru tit við