týsdagur 1. apríl 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 tíðindi
Nr. 62 - 1. apríl 2008
Sjúrður Skaale nýtti
høvið á flokstinginum
hjá Tjóðveldi, at
greiða eitt sindur frá
fólkatingsarbeiðinum,
eitt starv, hann skal
røkja, til Annita
á Fríðriksmørk
kemur aftur úr
barnsburðarfarloyvi
FÓLKATING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Á flokstinginum hjá Tjóð
veldi við Gjógv leygardagin
nýtti Sjúrður Skaale høvið
at greiða eitt sindur frá tí
arbeiði, hann nú røkir sum
fólkatingslimur Tjóðveldis.
Eitt av málunum, sum
hann júst nú stríðist við, er
eitt uppskot um at skerja
stuðulin til Norðurlandahús
ini. Hann roynir at ávirka
danskar politikarar soleiðis,
at hesin stuðul ikki verður
skerdur.
Norðurlandahúsini eru í
Grønlandi, Íslandi, Føroy
um og Álandi.
Hóast Sjúrður Skaale bert
hevur verið fólkatingslimur
í seks vikur, hevur hann ver
ið rættiliga úti um seg. Um
framt hetta týðandi málið,
hevur fólkatingslimurin hjá
Tjóðveldi eisini eina áhuga
verda kanning á skránni,
nevniliga kanningin um,
hví so fáir føroyingar koma
heim aftur eftir loknan
lestur.
Sjúrður Skaale greiddi
frá, at hann hevði tosað við
eina kvinnu, sum er stu
dentur
frá
1997.
Hon
greiddi frá, at í flokki henn
ara hevði meginparturin
tikið hægri útbúgving, og
tað var jú hugaligt at hoyra,
men hon kundi samstundis
siga frá, at meiri enn helm
ingurin av árganginum í
dag býr uttanlands. Og
hetta er júst kjarnan í máli
num og tað, sum Sjúrður
Skaale vil finna greiði á,
hví so er.
Danir skilja
Sjúrður Skaale dylir ikki
fyri, at hann metir júst hetta
sum størsta vandamálið
yvirhøvur, og tí leggur hann
nógv fyri, til tess at fáa
framt hesa kanningina.
Hann upplýsti, at kann
ingin fer at kosta meiri enn
hann kann fíggja umvegis
fólkatingið, og tí hevur
hann loddað dýpið hjá pri
vatum og almennum fyri
tøkum fyri at fáa fíggjað
kanningina.
Millum onnur mál, sum
fólkatingslimur Tjóðveldis
nevndi, var, at danir í veru
leikanum væl skilja før
oyska ynski um at standa á
egnum beinum.
Setur tú teimum spurn
ingin, um teir sjálvir høvdu
vilja verið undirlagdir øðr
um landi, eru teir ikki í iva.
Teir skilja væl føroyska
ynski um fullveldi, tí so
leiðis ynskja teir sjálvir at
liva, segði Sjúrður Skaale.
Hann vísti á, at danir sum
politikarar eru ímóti før
oyskum fullveldi, men tað
er eina og aleina av politisk
ari plikt. Persónliga hava
teir eina heilt aðra meining,
vildi Sjúrður Skaale vera
við.
Fríggjakvøldið av
greiddi flokstingið hjá
Tjóðveldi formellu
spurningarnar so sum
roknskap, innkomin
mál og val av nevnd
FLOKSTING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Lagt varð fyri á flokstingi
Tjóðveldis fríggjakvøldið
við at avgreiða roknskap,
viðgera og atkvøða um inn
komin uppskot og at velja
nýggja starvsnevnd. Rokn
skapurin varð fyrst fyri, og
varð hann samtyktur.
Síðani komu tey ymsu
innkomnu uppskotini fyri.
Seks uppskot vóru komin
inn, harav tvey vóru uppskot
um lim í starvsnevndina.
Annað frá Norðoya tjóð
veldisfelag um at velja Jógv
an Ravnsfjall í starvsnevnd
ina, nú Heini O. Heinesen
er valdur á ting. Hitt var frá
Suðuroyar Tjóðveldisfelag
um at velja Jónfríð Hjelm í
starvsnevndina. Flokstingið
valdi seinni nevndu.
Eitt annað uppskot frá
Norðoya
Tjóðveldisfelag
um broytingar í bygnaði og
skipan Tjóðveldis vann ikki
frama.
Eitt av broytingaruppskot
unum var, at starvsnevndin
skuldi víðkast við einum
limi frá Unga Tjóðveldi.
Hetta uppskot varð samtykt
so nevndin nú telir 7 limir
Uppskotið hjá starvs
nevndini um at staðfesta
nýtta búmerkið varð sam
tykt. Uppskot frá Sandoyar
Tjóðveldisfelag um uppstill
ingarskipan til løgtingsval
varð útsett, og at enda varð
uppskotið hjá Unga Tjóð
veldi um at fáa ein lim í
starvsnevndina samtykt.
Nýggja nevndin sær nú
soleiðis út: Høgni Hoydal,
formaður, Tórbjørn Jacob
sen, næstformaður, Heidi
Petersen, Barbara Holm
(UT), Jónfríð Hjelm, Hallur
Ellingsgaard og Áki Jacob
sen.
Tjóðveldi nýggja nevnd
Ræðandi
hagtøl
Nýggja nevndin í Tjóðveldi frá vinstru: Tórbjørn Jacobsen, Barbara Holm, Hallur Ellingsgaard,
Heidi Petersen, Áki Jacobsen, Jónfríð Hjelm og Høgni Hoydal
Mynd: Leo Poulsen
Sjúrður Skaale nýtti høvið á flokstingi Tjóðveldis at greiða eitt sindur frá fólkatingsarbeiðinum
Mynd: Leo Poulsen
Oljuprísur onga ávirkan
Hóast oljuprísurin er hækkaður sera nógv á altjóða
marknaðinum ta seinastu tíðina, er Grønland í teirri serstøðu,
at príshækkingin hevur onga ávirkan havt har. Orsøkin er
sambært stjóranum í KNI, Søren Lennert Mortensen, at
oljudeildin Polaroil hevur hevur havt hepni við oljukeypinum.
Søren Lennert Mortensen sigur við KNR, at tað slepst kanska
ikki undan onkrari lítlari príshækking, men at prísurin verður
støðugur næstu tvey árini.
Grønlendingar sleppa undan stórum
príshækkingum á olju (Mynd: Sermitsiaq)
Amerikumenn spardu
Amerikanarar vóru ikki so dúgligir at renna í handilin
í februar, og tað gjørdi, at vøksturin var tann minsti
síðani septembur í 2006, skrivar Bloomberg. Tað kom
kortini ikki óvart á búskaparfrøðingarnar, sum høvdu
væntað, at vøksturin í februar fór at liggja um 0,1
prosent samanborið við januar. Bloomberg skrivar, at
teir amerikonsku brúkararnir eru undir trýsti, og at
støðan á íbúðarmarknaðinum hevur stóra ávirkan á ta
privatu nýtsluna.