Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-01, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. apríl 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 62 - 1. apríl 2008 19 tíðindi Listbeth L. Petersen er nú forkvinna í P/F Dimmalætting, sum fríggjadagin hevði móttøku í sambandi við, at Hjalgrim Samuelsen fór úr starvi sum stjóri, og Jónsvein Simonsen tekur við sum nýggjur stjóri TÍÐINDABLAÐ Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Samuelsen’arnir hava stýrt Dimmalætting síðani 1936. Drúgvastur var Georg Lind­ enskov Samuelsen, sum var blaðstjóri frá 1936 til 1981. Fríggjadagin legði Hjalgrim Samuelsen frá sær sum stjóri, meðan Jónsvein Simonsen tók við sum stjóri frá 1. mars at rokna. Fyri einum ári síðani legði Ingi Samuelsen frá sær sum blað­ stjóri, og Árni Gregersen tók við sum stjóri. Nú Hjal­ grim Samuelsen er farin, er eingin av Samuelsen’unum í dagligu leiðslu á Føroya elsta blað – og hetta er fyrstu ferð síðani 1936. Tað eru annars eftirkom­ ararnir hjá Andrass Samuel­ sen, sum eru høvuðsparta­ eigarar í P/F Dimmalætting. Partafelagið Dimmalætting hevur júst havt aðalfund, har nevndin varð afturvald. Í nevndini sita Lisbeth L. Petersen, Beate L. Samuel­ sen, Benny L. Samuelsen og Alfred Petersen. Benny L. Sameulsen, sum hevur verið stjóri síðstu mongu árini, legði frá sær sum for­ maður, og nýggj forkvinna er Lisbeth L. Petersen – so hóast Samuelsen’arnir eru farnir úr dagligu leiðsluni, so hava tey kortini valdið á partapeninginum – og á nevndini. Á samkomuni á Dimma­ lætting fríggjadagin takkaði Hjalgrim Samuelsen fyri seg. Hann vísti á øll tey tøkniligu framstig, sum eru hend, tey átta árini, hann hevur stýrt Dimmalætting. Og tey eru ikki so fá: Hann nevndi prentsmiðjuna, sum er nógv útbygd og løgd sam­ an við prentsmiðjuni hjá Sosialinum til P/F Prentmið­ støðina, at framleiðslan er enn meira digitaliserað við at farið er frá filmi og plátu­ gerð til tað sum eitur CTP, computer to plate. Tað merk­ ir, at á prentsmiðjuni stend­ ur eina maskina – eini yvir­ drivin printari, kunnu vit siga – sum prentar pláturnar út til prentmaskinurnar. Prentmiðstøðin, sum Dimmalætting og Sosialurin stovnaðu í 2000, er ein fram­ komin prentsmiðja, sum nøktar allan rotatións prent­ tørv í Føroyum. ­ Dimmalættting er og hevur altíð verið nakað ser­ ligt fyri meg, tí eg eri føddur Dimmilingur, segði Hjal­ grim Samuelsen, sum – í øllum førum fyribils – var tann ”síðsti” dimmilingurin í stjórnin á Dimmalætting. Sambært roknskapinum eru tað Lisbeth L. Pdetersen, Beate L. Samuelsen og Pet­ er F. Christiansen sum eru størstu partaeigarar í P/F Dimmalætting. Tey eru tey einastu, sum eiga yvir 5% í partapeningi í part. Árni Gregersen er nú umframt at vera ábyrgdar­ blaðstjóri eisini forstjóri á P/F Dimmalætting. Jón­ svein Simonsen er stjóri. Lisbeth er nú forkvinna á Dimmu Heilsurenningin 2008 5. apríl 2008 Heilsurenningarnar verða hesaferð leygardagin 5. apríl kl. 16.00 og er tað Føroya Shell saman við Treystinum, Bragdinum og Roysninum, sum skipa fyri tiltakinum. Hesaferð verður runnið av hesum støðum: • Shellstøðini í Klaksvík • Shellstøðini í Gøtudali • Shellstøðini við Ringvegin í Havn Runnir verða tveir teinar – ein uppá 3 km og ein uppá 5 km. Gentur og dreingir kunnu bert renna styttra teinin, meðan tey vaksnu kunnu velja styttra ella longra teinin. Bólkarnir eru hesir: Gentur/Dreingir f. 2002 ella seinni Gentur/Dreingir f. 1999-2001 Gentur/Dreingir f. 1996-1998 Kvinnur/Menn f. 1963-1995 Kvinnur/Menn vet. f. 1962 ella fyrr Heiðursmerki verða latin til 3 tey bestu í hvørjum bólki. Øll, sum luttaka fáa frukt og vatn á málinum Tilmelding kann gerast á málinum ein tíma undan sjálvari renningini Leygardagin Jónsvein Simonsen, nýggjur stjóri á Dimmalætting og Árni Gregersen, ábyrgdarblaðstjóri og forstjóri á Dimmalætting Benny Samuelsen handar Hjalgrim Samuelsen ein málning sum gávu frá Dimmalætting