Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-01, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. apríl 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 62 - 1. apríl 2008 tíðindi Umhvørvi Kári Thomsen kari@faroenet.fo Amerikanski forsetin Bill Clinton vitjaði og segði frá um Global Initiativ. Og nú, eitt hálvt ár seinni, kemur Al Gore, varaforseti og Nobelprísmóttakari at flyta fram røða um fylgjurnar av veðurlagsbroytingunum, og vónandi við góðum hug­ skotum um, hvussu vit før­ oyingar kunnu vera við til at avmarka óhepnu upphit­ ingina av heiminum. Vit nýtast tó ikki at fara longur enn til Noregs fyri at finna upphavið til stevnumiðini hjá Bill Clinton og Al Gore. Her er talan um kvinnuna Gro Harlem Brundtland, ið orðaði “Okkara Felags Framtíð” og stóð á odda fyri fyrstu frágreiðingina hjá ST um sambandi millum veðurlagsbroytingar og útlát av vakstrarhúsgassum. Orðatakið burðardygg menning og frágreiðing Brundtlands løgdu lunnar undir fyrsta ST fundin í Rio De Janeiro í 1992, har ljós varð varpað á álvarsomu støðuna. Ár seinri, í 1997, var fyrsti verðurlagssáttmál­ in samtyktur í Kyoyo í Japan, har mál fyri minking av vakstrarhúsgassum vóru sett. Ídnaðarlondini skuldu lutfalsliga minka útlátið av koltvíiltu (CO2) fram til 2012 í mun til útlátið í 1990. Hvussu gingist hevur vita flest øll. Nøkur fá av heimsins londum resta enn í at seta sáttmálan í gildi, harímillum USA, Kina, India og so Føroyar. Tá Gro Harlem tók við sum stjórnarleiðari á triðja sinni í 1990, álegði hon norska oljuídnaðinum at gjalda CO2 avgjøld. Hetta hóast bæði mótmæli og undran, nú oljuprísurin var lágur og tørvur var á inn­ tøkum til fleiri íløgur í norska oljuídnaðin. Úrslitið sæst í dag, har veðurlags­ ávirkanin frá norska olju­ og gassídnaðinum er trið­ ingurin lægri enn onnur oljuframleiðandi lond. Vaknaði við kaldan dreym Føroyska útlátið av veður­ lagsgassum er partur av samlaða danska útlátinum. Í Kyotosáttmálanum er millum annað ásett, at vit skulu minka okkara útlát við 8 prosentum. Síðan er útlátið vaksið ájavnt við einari meirnýtslu av olju, gassi og koli, so samlaða kravið í mun til útlátið í 1990 er vorðið ein minking á næstan 20 prosent, ið av røttum átti at verða rokkið innan 2012. Farna lands­ stýrið tók eingi stig á mill­ umtjóða støði at samráða seg fram til eina prosentvísa minking, men vaknaði við kaldan dreym 24. september 2007, tá freistin at boða donsku stjórnini frá um at fyrivarni okkara vóru av­ tikin, gekk út. Vit hava nú nýtt lands­ stýri, og roknast kann við, at okkara fyrivarni verða avtikin og at gongd kemur á veruligar ætlanir at røkka einari minking av útláti. Trupulleikin er stórur. Hetta sæst partvís á, at sjálvt um eitt nú Danmark hevur tikið undir við Kyoto­ sáttmálanum, so øktist CO2 útlátið í 2007 við 0,7 pro­ sentum, og orkunýtslan við 0,5 prosentum. Ein orsøkin var, at CO2 kvoturnar kost­ aðu ov lítið, og at tað tí loysti seg fíggjarliga at nýta kol heldur enn náttúrugass. Heimurin bráðnar ST­veðurlagsfundur var á Bali í desember 2007. Her hittust 190 lond við tí enda­ máli at skerja útlátið við í miðal 5 prosentum frá 2008 til 2012 í mun til 1990. Veð­ urlagsstovnurin hjá ST, IPCC, hevur víst á, at hita­ økingin, sum er ásett til 2 Reyðu lampurnar blunka – eisini í Føroyum ! Í miðal er útlátið fyri hvønn heimsborgara í løtuni 4 tons um árið. Føroyska útlátið pr. íbúgva er 14 tons, og danska 10 tons. Stóru permafrostøkini í Canada og Russlandi kunnu geva frá sær ovurstórar nøgdir av methangassi um hitin økist. Hetta er nógvar ferðir vandamiklari fyri vakstrarhúsárinið enn koltvíilta. Verður gongdin næstu øldirnar at hitin framhaldandi økist og mesti partur av Norðpólinum bráðnar burtur, og at til dømis Golfstreymurin heilt steðgar upp, verður hinvegin óhugnaliga kalt um okkara leiðir. Trolveiða krevur tíggjafalt so nógva orku pr. kilo av veiddum fiski, sum til dømis línuveiða. So her áttu onkrar reyðar lampur at blunka bæði í vinnuni og á politiska pallinum.! ! Heitari sjógvur, meira regn á vetri og minni á sumri, harðari og fleiri ódnir – kunnu í felag geva eftirkomarum okkara óvanliga truplar umstøður – ella, onkur metir kanska heldur fyrimunir. Givið er, at hetta er størsta politiska avbjóðing í hesi øld