týsdagur 1. apríl 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 62 - 1. apríl 2008
21
tíðindi
stig, helst er hægri, nú tað
millum annað vísir seg, at
arktiska økið kring Norð
pólin bráðnaði 20 prosent
meira enn í 2005. Eisini
vísa mátingar, at til dømis
Breidalblikk í Noreg svann
3,1 metur í 2006 í mun til
30 centimetrar í 2005.
Gongdin er hin sama kring
allan knøttin. Ísur bráðnar
skjótari og skjótari og ávar
að verður ímóti fylgjunum
hetta hevur við sær fyri
hundraðtals milliónir av
fólki. Lond í Miðasia kring
Ganges, Indus og Brahma
putra eru í stórum vanda,
um ísurin í Himalaya hvørv
ur. Partvís er grundvatnið
sokkið nógv seinnu árini og
landbúnaðurin hevur stórar
trupulleikar. Næst er, at
umfarssóttir kunnu taka seg
upp, tá einki vatn er til
burturbeining av skarni og
øðrum. Knøpp glopraregn
kunnu skola burtur landbún
aðarjørð og búsetingar og
høpisleyst verður at lív
bjarga sær. ST umhvørvis
stovnurin UNEP ávarar um,
at ísurin í Himalaya kann
verða burtur um fá ár
tíggju.
Týski ríkisleiðarin An
gela Merkel gjørdi á fundi í
Tokyo í september 2007
vart við, at øll menniskju
hava somu rættindi at menn
ast. Hetta varð eisini frammi
á Riofundinum, men varð
ongantíð staðfest í Kyoto
sáttmálanum. Við mesta
markinum á 2 stig í hita
øking verður neyðugt at
heimsútlátið skal niður í
helvt innan 2050. Í miðal er
útlátið fyri hvønn heims
borgara í løtuni 4 tons um
árið. Við fólkavøkstrinum
til 2050 merkir hetta 1,4
tons. Verður talið brúkt á til
dømis donsk viðurskifti,
har útlátið í løtuni er um 10
tons fyri hvønn íbúgva,
svarar tað til eina minking á
86 prosent. Við okkara
útlátið á 14 tons fyri hvønn
íbúgva er talan um eina
minking á 90 prosent.
Fyrimunur ella vansi
Sjávt um hitaøkingin verður
mett at verða ein vistfrøðilig
vanlukka, kann tað vísa seg
at hava einstakar fyrimunir,
tí meira regn kann geva
størri vatnorkuframleiðslu,
og meiri vindur størri vind
orkuframleiðslu. Harnæst
kann meiri hiti í Norður
londum bøta um gróðurin
og geva størri framleiðslu
av millum annað trøum.
Sera ivasamt er um hesir
fyrimunir kunnu vigast upp
ímóti teim óhepnu avleið
ingunum, sum roknað verð
ur við, um til dømis hav
streymarnir vikna vegna
stórar nøgdir av feskum
vatni í Grønlandsddýpinum.
Stóru
permafrostøkini
í
Canada og Russlandi kunnu
geva frá sær ovurstórar
nøgdir av methangassi um
hitin økist. Hetta er nógvar
ferðir vandamiklari fyri
vakstrarhúsárinið enn kol
tvíilta.
Verður
gongdin
næstu øldirnar at hitin fram
haldandi økist og mesti
partur
av
Norðpólinum
bráðnar burtur, og at til
dømis Golfstreymurin heilt
steðgar upp, verður hinvegin
óhugnaliga kalt um okkara
leiðir. Uttan ís og kava
klødd øki verða sólargeislar
ikki sendur út aftur í rúmd
ina og kann tað aftur økja
um samlaðu hitaøkingina.
Umleið helvtin av manna
skapta útlátinum av koltví
iltu verður upptikið av
landa og havøkum, men
óvist er, hvønn týdning
hetta hevur fyri heildina og
hvørjar broytingar henda
við einari veðurlagsbroyt
ing.
Nevndu fyrimunir kunnu
vísa seg ivasamir, um saml
aða lívfrøðiliga gongdin á
landi og í høvum verður
skeiva vegin við øktari
erosión, størri oyðumørkum
og øktum hita í høvunum.
Dýna um klótuna
Danskur granskari hevur
víst, at gongdin á sólini við
øktum og lækkandi aktivi
teti, er tann sama sum á
jørðini. Sólvindar, sum tað
nevnist, sigast hava bein
leiðis samband við mongd
ina av skýggjum og ávirk
anina á veðurlagsbroytingar.
Hesum kunnu granskarar
ikki afturvísa, men halda tó
fast um, at økta útlátið av
koltvíiltu og methangassi er
meginkeldan til hitaøking
ina. Høv, trø og plantur
kunnu bara taka til sín ein
ávísan part av koltvíiltu. Tá
nøgdin av veðurlagsgassum
verður ov stór, legst hendan
sum ein dýna um klótuna
og forðar samstundis hita
geislingini at sleppa út í
rúmdina.
Avbrenning av jarðrunnari
orku, olju, gassi og koli
hevur við sær, at innsavnaða
nøgdin av koltvíiltu verður
latin út í luftina. Staðfest er
neyvt samband millum hita
broytingar og nýtslu av jarð
runnu orkuni farnu øldina,
og er tað her Kyotosamtyktin
leggur avmarking til ein
støku londini at minka um
útlátið og harvið orkunýtsl
una.
Føroyingar
met í útláti
Europeisku londini samdust
í januar um eina felags ætl
an til minking av veðurlags
gassum og at nýtslan av var
andi orku skal økjast. Í
desember næsta ár verður
Danmark vertur fyri ST
veðurlagsfundin og er ætl
anin, at ES londini skulu
semjast um eina felags
minking av CO2 útlátinum
á 20 prosent fram til 2020.
Samstundis skulu einstøku
londini áleggjast, at ein ávís
ur partur av samlaðu orku
nýtsluni skal vera frá var
andi orkukeldum. Til dømis
skal Danmark hava 30 pro
sent varandi orku, Ongland
15 prosent, Týskland 18
prosent og Frakland 23
prosent.
Føroyar eru millum tey
londini í Evropa, sum hava
størsta útlátið fyri hvønn
íbúgva – nevniliga 14 tons,
meðan Danmark hevur um
10 tons. Og í nýtsluni av
varandi orkukeldum eru
Føroysku tølini tey lægstu í
Europa við einans 4 pro
sentum í 2005. Fimtan tey
størstu londini í Europa
høvdu í 2003 6 prosent av
orkunýtsluni frá varandi
orkukeldum,
meðan
til
dømis Noreg hevði 50
prosent, Ísland 70 prosent,
Danmark 12 prosent og
Grønland um 10 prosent.
Føroyski
skipaflotin
stendur fyri 48 prosentum
av oljunýtsluni, meðan rav
magnsframleiðsla, upphit
ing av húsum og bygningum,
flogferðsla og flutningur á
landi, og ídnaður standa
fyri restini. Orkupolitiska
álitið frá 2006 vísir, at vit í
2015 skulu hava 20 prosent
av orkuni á landi frá varandi
orkukeldum. Hetta svarar
til, at helvtin av verandi rav
magnsframleiðslu frá diesel
verkunum skal koma frá
vindorku og aðrari varandi
orku. Um vindorka aleina
skal framleiða hesa orku,
skulu 24 myllur í somu
stødd sum tær í Neshaga
setast upp. SEV hevur boð
að frá, at 6 myllur á 800
900 KW skulu setast upp
afturat í Neshaga. 12 myllur
á 1,2 MW røkka málinum
at náa teim 20 prosentunum
frá varandi orka innan 2015
um orkunýtslan tá er hin
sama sum í dag. Onnur
minking í oljuýtslu fæst við
byggireglum og krøvum til
betri bjálving, avtøka av
innflutningsgjøldum til sól
orku, hitapumpur og akfør,
ið nýta vetni ella ravmagn.
Í mun til CO2 útlátið svara
tey 20 prosentini av varandi
orka á landi til eina minking
av samlaða útlátinum á 6,5
prosent.
Vísiónsætlanin
leggur
upp til, at skipaflotin skal
brúka 15 prosent minni
orku í 2015. Hetta eru
16.150 tons ella ein sparing
á 7,2 prosent av samlaða
CO2 útlátinum. Her resta
5,3 prosent í at náa Kyoto
kravinum. Um vit gjalda
upphæddina, er kostnaðurin
pr. tons av olju 950 kr. ella
tilsamans umleið 4 mió. kr.
Reyðar lampur
Samfelagið er grundað á
fiskivinnuna, ið hevur stór
ar trupulleikar av høgum og
hækkandi oljuprísi. Tøkni
ligar loysnir til oljusparingar
á nøkur fá prosent gera lítl
an mun, um oljuprísurin
samstundis tvífaldast. Trol
veiða krevur tíggjafalt so
nógva orku pr. kilo av veidd
um fiski, sum til dømis línu
veiða. So her áttu onkrar
reyðar lampur at blunka
bæði í vinnuni og á politiska
pallinum. Tað kann eisini
gerast trupult at sleppa av
við fisk, sum er veiddur á
ein hátt, sum gevur nógv
útlát.
Harafturímóti
fær
burðardyggur og sporførðis
merktur fiskur fyrimunir og
eisini betri prís.
Avbrenning av jarðrunnu
orkuni vísir seg at máa støð
ið undan vistfrøðiligu skip
anini, ið er treytin fyri burð
ardyggum einum samfelagi.
Jarðrunna
orkutilfeingið
minkar og øktur eftirspurn
ingur hevur við sær øktan
kostnað at reka samfelag,
sum í árhundrað er grundað
á júst jarðrunnu orkuveit
ingina.
Politiska skipanin hevur
stóra uppgávu fyri framman
– allarhelst størstu avbjóð
ing í hesi øld.
Keldur:
Information, Politiken, Planetark,
Orkupolitiska Álitið 2006, Nordiske
Indikatorer NM 2006
stuðlar TransAtlantic Climate Conference 2008
7. og 8. apríl verður
altjóða veðurlagsráð
stevnan, TransAtlantic
Climate Conference
hildin í Norður
landahúsinum.
Evni á ráðstevnuni
veðurlagsbroytingar og
havumhvørvi – hevur
stóran týdning bæði
altjóða og fyri Føroyar,
og Sosialurin fer alla
komandi viku at hava
tema, har vit viðgera
orku og umhvørvi.
Um tú hevur hugskot
ella sjónarmið, sum er
viðkomandi fyri temaði,
ert tú vælkomin at
skriva til post@
sosialurin.fo
TACC08 í
Sosialinum