týsdagur 1. apríl 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 62 - 1. apríl 2008
Ummæli
Birgir Kruse
Niðurlendski høgrapolitikarin
við tí sjáldsama hárinum, Geert
Wilders (f.1963), hevur nú roynt
seg við filmiskum amboðum.
Tað ger hann við stuttfilminum
Fitna, sum lýsir og staðfestir
muslimskan ágang í okkara tíð.
Filmurin er lagdur á netið, so
allur heimurin kann síggja
boðskapin. Í so máta er Wilders
effektivur, sum eingin annar.
Hóast betra borgarskapið og
dannaði hampafólk annars muta í
móti, so er og verður tað Wilders,
ið setur skránna og fær seinasta
orðið.
Júst hetta er bæði veikleikin og
styrkin í demokratinum. At kunna
rúma øllum meiningum, staðfest
ingum og listarligum útsøgnum.
Mikil øsing
Filmurin, ið varir 16 minuttir og
onkustaðni er kliptur niður til 10
minuttir, varð lagdur á netstaðin
Liveleak 27/32008. Øsingin varð
so mikil, at tey strikaðu filmin.
Men tá var hann longu farin um
allan heim og goymdur í ymsum
útgávum á YouTube, sum Google
eigur. Skrivar tú teg inn her og
váttar, at tú ert 18, so ber til at
síggja henda sjáldsama niður
lendska dokumentarfilmin um
islam og Koranina.
Filmurin Fitna tekur støði í
nøkrum ørindum úr Koranini.
Ørindini heita á hin rættrúgvandi,
at breiða út trúnna og drepa fyri
hond tað, sum mutar ímóti. Í so
máta er hetta lítið annarleiðis enn
Gamla Testament. Men hjá
okkum siga vit, at hesin bíbilski
partur hoyrir til gomlu paktina. Í
dag lesa kristin heldur Nýggja
Testamenti. Henda samanbering
kemur ikki fram í filminum.
Í einføldum, men effektivt
ágangandi brotum verða vit mint
á, hvussu djevulskt hóttandi
islamska trúgvin er. Tá vestur
lendsku líkini eru sum flest,
verður Åses Død hjá Grieg smurd
omanyvir. Tølandi, sum á einum
vekingarmøti hjá einum speed
predikanti. Heldur ikki henda
samanbering verður gjørd.
Bíligar tíðir
Í heila taki er filmur Wilders ein
einoygdur og eindimensionalur
vitnisburður frá eini bangnari sál,
ið er um at missa trúnna á alt og
sjálvan seg. Tó, ikki ber til at
siga, at boðskapurin er grunnur.
Tann ræðsla og angist, sum
Wilders leggur fyri dagin í
hesum filmi, er djúp. Hetta er
bládýpi. Men onkursvegna kenni
eg á mær, at bládýpið verður
sáað við beráddum huga. Wilders
vil ikki skilja muslimar. Hann vil
skilja seg frá teimum. Undir
einum eru tey orsøkin til allan
heimsins djevulskap í okkara tíð.
Tað er boðskapur Wilders. Í
somáta er hetta eitt ekkó, vit fyrr
hava hoyrt av evropeiska
meginlandinum.
Tað áhugaverda við filminum
Fitna liggur uttanfyri sjálvan
filmin. Tað er útbreiðslan og
umrøðan, sum politikarin
Wilders, við altjóða journalist
iskari hjálp, hevur eydnast at
skapt úr ongum. Tí her er einki
nýtt. Filmsbrotini hava vit øll
sæð áður. Tey eru sett saman úr
sjónvarpstíðindum seinastu árini.
Gamaní eru hetta staðfestingar
av álvarsligum hendingum. Men
tað er ikki islam í sjálvum sær,
sum er atvoldin. Enn minni
Koranin í sjálvum sær. Tað eru
ekstremistar, tey víðgongdu
sjónarmiðini, sum dag og dagliga
elva til, at vit skulu kannast í
høvd og reyv, bara vit fara
umborð á Atlantsflog.
Eins bílig og mannalív eru hjá
hesum djevulsettu ekstremistum,
eins bílig eru frásøgukynstrini
hjá fólkavalda propagagandist
inum Wilders. Vit liva í bíligum
tíðum. Og hesin biografur er
púra ókeypis og røkkur inn í
hvørja stovu.
Guð forbarmi seg!
Kelda:
www.birkblog.blogspot.com
Bangin filmur um ræðlsu
”
Wilders vil ikki skilja muslimar. Hann vil
skilja seg frá teimum. Undir einum eru
tey orsøkin til allan heimsins djevulskap í
okkara tíð. Tað er boðskapur Wilders.
Birgir Kruse, filmsummælari
”
Júst hetta er bæði veikleikin og styrkin í
demokratinum. At kunna rúma øllum
meiningum, staðfestingum og listarligum
útsøgnum.
Birgir Kruse, filmsummælari
Nógv umrøddi filmurin hjá høgrapolitikaranum, Geert Wilders, um islam
og Koranina er ein einoygdur vitnisburður frá eini bangnari sál, ið er um
at missa trúnna á alt og sjálvan seg
Tað áhugaverda við filminum ”Fitna” er
umrøðan, sum politikarin Geert Wilders, við
altjóða journalistiskari hjálp hevur megnað at
skapt – úr ongum, heldur filmsummælarin,
Birgir Kruse
Mynd: Polfoto