Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-01, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. apríl 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Nr. 62 - 1. apríl 2008 Oljuvinna Hilmar Simonsen Við StatoilHydro sum fyri­ støðufelag er Føroya Kol­ vetni fari at bora ein spenn­ andi brunn á norska land­ grunninum. Talan er um loyvi PL271 í Yoda­pro­ spektinum í norska parti­ num av Norðsjónum. Føroya Kolvetni sigur í tíðindaskrivi, at Yoda er eitt spennandi øki, har nógv olja verður framleidd í løt­ uni – til dømis Ula, Gyda og Rev. Í loyvinum hjá Føroya Kolvetni eru eisini ”upside” møguleikar. Tað vil siga, at verður olja staðfest, so kann framleiðslan økjast mun­ andi við fleiri framleiðslu­ brunnum. Yoda liggur í ein­ um øki við góðum infra­ strukturi bæði norsku og bretsku megin. ­ Tað frøir okkum at boða frá, at vit eru byrjað at bora í Yoda loyvinum. Hendan ætlanin er í tráð við stra­ tegiina hjá Føroya Kolvetni at byggja eina loyvisporte­ følju upp í Noreg, og at lut­ taka í boringum við stórum potentiali, sigur Graham Stewart, stjóri í Faroe Petroleum plc. Tað fer eftir ætlan at taka 73 dagar at bora og testa brunnin. Føroya Kolvetni eigur 15 prosent í hesum loyvinum. Boringin hjá Føroya Kolvetni er í loyvi PL271 í norskum øki Vinnan Vinnutíðindi í Sosialinum fast hvønn týsdag – eisini aðrar dagar Boringin hjá Føroya Kolvetni er í loyvi PL271 í norskum øki. Føroya Kolvetni borar spennandi brunn í Noreg Minst tvey flogfeløg ætla at økja ferðirnar til Svalbard í summar, men Norska Náttúruverndarfelagið og Greenpeace mæla frá Ferðavinna Árni Joensen arnisosialurin.fo Skandanaviska flogfelagið SAS og tað norska Nor­ wegian hava boðað frá, at tey fara at leggja fleiri ferðir til Svalbard inn í summar­ ferðaætlamnina í ár. Men tað fellur ikki í góða jørð allastaðni. ­ Tað er ikki serliga hepp­ ið, at flogfeløgini nú fara at kappast um prísin fyri eina ferð til Svalbard, sigur for­ maðurin í Norges Natur­ vernforbund, Lars Halt­ brekken, við kringvarpið NRK. Hann ber ótta fyri, at ein veksandi ferðavinna fer at órógva fugla­ og djóra­ lívið í oyggjunum. ­ Svalbard er eitt sera týðandi náttúruøki, og tað er umráðandi, at ferðafólk fáa nøkur mál, sum tey skulu halda, tá tey vitja har, sigur Lars Haltbrekken. Í Greenpeace eru tey held­ ur ikki serliga fegin um ætl­ anina at fáa fleiri ferðafólk at vitja Svalbard, sigur Frida Bengtsson, sum er ráðgevi hjá felagsskapi­ num. ­ Hetta er ein gongd, sum ikki hóvar okkum. Vit tosa jú um eitt náttúruøki, sum kanska skal hava serliga góða vernd, sigur hon við NRK. Órógvar ikki Sum er flýgur SAS til Longyarbýin á Svalbard alt árið, og Norwegian ætlar sær at skipa fyri tveimum ferðum til Svalbard um vikuna í summar. Kunning­ arstjórin hjá SAS í Noregi, Morten Johansen, sigur, at Svalbard er eitt týdningar­ mikið ferðamál hjá felag­ num. Felagið hevur upp til 13 ferðir um vikuna millum Oslo, Tromsø og Svalbard. ­ Flúgvingin hevur ikki bara stóran týdning fyri lokalsamfelagið, men eisini fyri ferðavinnuna, sigur Morten Johansen. Í Norwegian halda tey ikki, at teirra summarferðir fara at órógva umhvørvið á Svalbard. ­ Gistingarmøguleikarnir á Svalbard eru so avmark­ aðir, og harafturat eru fleiri tiltøk longu galdandi, so nakrar flogferðir afturat fara ikki at órógva umhvørv­ ið, sigur talskvinnan hjá Norwegian, Anne Grete Ell­ ingsen, við norska kring­ varpið. Sýslumaðurin á Svabard, Per Sefland, hevur einki ímóti at fáa fleiri ferðafólk til Longyarbýin. Tvørtur­ ímóti. ­ Tað mugu vit royna at klára. Nógv ferðafólk hava keypt pakkaferðir, sum ber í sær, at tey hava staðkendan ferðaleiðara. Hetta er væl skipað, og higartil hava vit havt fult tamarhald á støð­ uni, sigur sýslumaðurin við NRK. Ferðavinnan kann fáa óhepnar avleiðingar fyri náttúruna á Svalbard Umhvørvisverndarfelagsskapir halda lítið um ætlanina at flyta fleiri ferðafólk til Svalbard, tí náttúran har er so viðbrekin (Mynd: Polfoto)