Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-01, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. apríl 2008síða 26

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 vinnan Nr. 62 - 1. apríl 2008 Kunna um oljuleiting Ráevnisumsitingin hjá grønlendska heimastýrinum, oljufelagið Nuna Oil og umboð fyri onnur oljufeløg skipa nú fyri kunnandi fundum, har fólk fáa upplýsingar um komandi oljuleitingar har norðuri í Vesturgrønlandi. Hans Kristian Olsen, stjóri í Nuna Oil, sigur við KNR, at fleiri hava ta uppfatan, at oljuleiting gevur nógv arbeiðspláss beinanvegin, og at tað tí er neyðugt at greiða fólki frá, at tað kann taka bæði 10 og 15 ár at finna ta fyrstu oljuna. Hans Kristian Olsen er stjóri í oljufelagnum Nuna Oil (Mynd: KNR) Hall á handilsjavna Ísland hevði næstan tvær mia. krónur í halli á handilsjavnanum teir báðar fyrstu mánaðirnar í ár, og tað var hálva triðju ferð meiri enn somu mánaðir í fjør. Íslendski vøruútflutningurin í januar og februar var 17 prosent minni enn somu mánaðir í 2007. Av útflutninginum vóru 45 prosent fiskaúrdráttir, sum fóru fyri 7,6 prosent minni enn í januar og februar í 2007. Størsti innflutningsvøksturin stavaði frá bilum og ymsum oljuúrdráttum. Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sunnumorgunin kom djúp­ vatnstrolarin, sum felagið Sancy Trawl hevur keypt úr Íslandi, flaggskrýddur á Vág. Skipið kom av Akur­ eyri, har tað hevur verið á beding og er gjørt klárt til ferðina heim til Føroya. Andey, sum skipið hevur kallast, hevur í fleiri ár havt heimstað í Suðavik í Íslandi. Skipið er upprunaliga bygt í 1989 sum frystitrolari til Hornafjørðin, men hevur í fleiri ár verið heimahoyrandi í Suðavik, haðani skipið hevur fiskað rækjur. Nýggi trolarin hjá vág­ bingum hevur fingið navnið Beinisvørð og kemur í flotan fyri gomlu Sancy. Eigararnir miðja eftir, at skipið verður klárt til fiskiskap um einar tríggjar vikur ella so. 10 mans verða við Beinisvørði, og flestu av manningini eru teir somu, sum vóru við Sancy. Skipari verður Elnar Holm úr Porkeri og reiðari Hans J. Joensen, róptur Hans í Líðini í Vági. Rækjuverksmiðjan, sum annars er lutfalsliga nýggj, verður nú tikin úr skipinum, og síðan verður verksmiðjan, sum eisini var lutfalsliga nýggj umborð á Sancy, sett í skipið. Gamla Sancy er 45,30 metrar long og 9,30 metrar breið. Beinisvørð er eitt lítið vet styttri (30 cm), smalari (60 cm) og grynri enn Sancy. Hinvegin hevur Beinisvørð størri maskinu, 1802 HK, meðan maskinan á Sancy, sum annars er í góðum standi, er 1500 HK. Selja Sancy Hans í Líðini sigur seg vóna, at teir skjótt fáa selt gomlu Sancy, og hann vátt­ ar, at rímiliga stórur áhugi er fyri skipinum, heilt úr Spaniu og upp til Norður­ noreg. ­ Orsøkin til, at áhugin fyri skipinum er so stórur, er ivaleyst, at hetta er eitt lutfalsliga gott skip, um tað ikki skal brúkast til fiski­ skap. Reiðarin vísir á, at tað ser­ liga eru spølini og rørskip­ anin, sum er kaput, eins og ljósmotorar og gear. Hin­ vegin er høvuðsmotorurin í góðum standi, eins og øll apteringin er at kalla sum nýggj. ­ Haraftrat kemur, at Sancy hevur ein sera góðan og sterkan skrokk, ísstyrktur í flokki A, har tjúkkastu platurnar eru 32 mm., legg­ ur hann aftrat. Hans í Líðini ásannar tó, at skuldi Sancy farið til fiskiskap aftur, hevði nógv verið at gjørt við skipið, og tí gjørdi felagið av at skifta hann út. ­ Sancy er smíðaður í 1978, og Beinisvørð er so­ leiðis meira enn 10 ár yngri. Reiðarin sigur, at nýggja skipið hevur fingið heilt stórar umbyggingar og er í góðum standi. ­ Alt, sum hevur við fiski­ skapin at gera, er lutfalsliga nýtt og er í góðum standi umborð á Beinisvørði. Í 1999 varð skipið longt, eins og tað fekk nýggjan aksil­ generator og nýggj trolspøl. Djúpvatnstrolarin Beinisvørð Beinisvørð kom flaggskrýddur á Vág sunnumorgunin, tá ið skipað varð fyri móttøku á bryggjuni í Vági Mynd: Finnur Johannesen Væl av fólki var á bryggjuni og tóku ímóti. Fólk fegnast um, at nýggjari skip er komið til bygdar. Skipið á myndini er gamla Sancy Mynd: Finnur Johannesen - Vit eru sera fegin um tann uppbakning, sum henda verk- ætlan hevur fingið – í fyrsta lagi í nærumhvørvinum, men eisini uttanfyri okkara økið, sigur Hans J. Joensen, Hans í Líðini, róptur