týsdagur 1. apríl 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
vinnan
Nr. 62 - 1. apríl 2008
Í 2001 fekk skipið nýggjar
og stórar ljósmotorar og
nýtt róður. Spølini eru elek
trisk og eru soleiðis ikki
knýtt at høvuðsmotorinum,
sigur Hans í Líðini.
Áhugin fløvar
Reiðarin hevur gjørt av ikki
at upplýsa neyva keypsprísin
á Beinisvørði, men sigur, at
hann er heilt sámuligur,
sum hann tekur til.
Um vit bygdu eitt slíkt
skip av hesi støddini, hevði
tað helst kosta einar 5060
miljónir krónur.
Hann vísir á, at uppi í
felagnum
hongur
eisini
skuldin, sum er eftir Sancy,
og tí noyðist felagið at
forsvara meira enn tað, sum
íløgan í Beinisvørð er.
Í løtuni er tað høgi olju
prísurin, sum drepur alt,
men vit høvdu ikki gjørt
hesa íløgu, um vit ikki
hildu, at hon kann bera seg
fíggjarliga. Tað hevur so
ógvuliga nógv at siga í
slíkum rakstri, at skipið
kann kom inn um morgunin
og loysa aftur um kvøldið,
men tá krevst, at alt riggar,
sum tað skal. Nú alt, sum
hevur við fiskiveiðina at
gera, skuldi verið í góðum
standi umborð á nýggja
skipinum, hava vit góðar
vónir um, at hetta fer at
bera til.
Reiðarin sigur, at eginpen
ingurin í felagnum Sancy
Trawl er øktur við stívliga
tveimum miljónum krónum
upp í 4,8 miljónir krónur.
Vit eru sera fegin um
tann
uppbakning,
sum
henda verkætlan hevur fing
ið – í fyrsta lagi í nærum
hvørvinum,
men
eisini
uttanfyri okkara økið.
Hann sigur, at nógvir
eigarar eru í felagnum, og
størsti einstaki er Rock
Trawl Door.
Vit eru eisini sera fegin
um, at feløgini Fjallbrúður
og Framtíðin vilja stuðla
undir ætlanina, eins og
handverkarafelagið,
sum
hevur verið við frá byrjan,
framhaldandi er við í verk
ætlanini.
Reiðarin heldur, at tað er
ikki at taka munnin ov full
an at siga, at Beinisvørð er
bygdaogn í Vági.
Øll fíggingin er føroysk,
og eru tað Eik Banki og
Realurin, sum hava fíggjað
skipakeypið. Tað eru vit
eisini sera takksom fyri,
leggur Hans í Líðini aftrat.
Ógvuliga spentir
Beinisvørð hevur góða last
til kør, og tað er ein fyri
munur, tí tá tekur landingin
styttri tíð. Lastin er soleiðis
púrasta klár til fiskin, tá ið
skipið ætlandi loysir seinni
í hesum mánaðinum, um alt
gongur, sum ætlað.
Vit eru ógvuliga spentir
upp á hesa verkætlan. Okk
ara mál var, at báturin
skuldi koma higar til lands í
góðum standi, vakur og
nossligur, og tað halda vit,
at hann er, sigur Hans í
Líðini, reiðari.
Góð arbeiðsmegi
Danskar fyritøkur, sum hava eysturevropear í arbeiði, eru væl nøgdar við ta
fremmandu arbeiðsmegina. Ein kanning, sum umfatar 38 fyritøkur við
útlendskari arbeiðsmegi, vísir, at tey fremmandu hava færri fráverudagar enn
teirra donsku starvsfelagar, og harafturat er tað eisini lættari at fáa tey at arbeiða
yvirtíð. Men fakfelagið 3F heldur ikki, at samanberingin er røtt, tí tey
fremmandu hava ikki familju og børn at taka sær av aftan á arbeiðstíð.
Eysturevropear eru støðug arbeiðsmegi,
vísir donsk kanning (Mynd: TV2)
Krevur áræði
og dirvi
- Slíkar løtur eru lívgevandi og lyfta upp
sinni, og vit eru errin av hesum fólkum,
sum leggja rygg til slíkar verkætlanir,
segði býráðslimurin, Jógvan Krosslá, tá ið
Beinisvørð kom á Vág
Beinisvørð
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað var Jógvan Krosslá, býráðslimur í Vági, sum vegna
Vágs kommunu beyð Beinisvørði, manning og eigarum
vælkomnum á Vág við skipinum.
Hann segði, at tað er við gleði og stoltleika, at vit
ynskja Beinisvørði vælkomnum til landið – og serliga
vælkomnum til Vágs, sum hann tók til.
Beinisvørð - tríggjar ferðir
Býráðslimurin segði, at tað var sluppin, ið Jákup Dahl
keypti úr Íslandi í 1913, sum fekk navnið Beinisvørð.
Skipið varð søkt 26. mars í 1941, einar 60 fjórðingar
úr Nólsoynni, og øll manningin varð bjargað í øllum
góðum.
Jógvan segði, at eitt annað skip, sum eisini fekk navnið
Beinisvørð, var trolarin, sum P/F Garðar við Peturi Dahl,
Jacob Dahl og Jákup Dahl, keyptu úr Íslandi í 1946.
Hetta skip varð selt sum gamalt jarn í 1956.
Býráðslimurin segði, at nú kom so triðja skipið til
Vágs – við sama navni, og eisini hesin trolarin er keyptur
úr Íslandi, har hann kallaðist Andey.
Tað er eitt sindur serstakt, at øll trý skipini við sama
navni eru komin úr Íslandi, hóast eigararnir her heima
eru ymiskir.
Áræði og dirvi
Jógvan Krosslá segði seg fegnast um, at vágbingar eiga
fólk, sum við áræði og dirvi vilja leggja rygg til slík
skipakeyp.
Løtur, sum hesar, eru lívgevandi og lyfta upp sinni,
og vit eru errin av hesum fólkum, legði hann aftrat.
Hann vísti á, at ikki minst í fiskivinnuni eru uppog
niðurgangstíðir – og júst í løtuni er tungt at reka skip, tí
oljuprísirnir eru risahøgir.
Tit, sum leggja rygg til at keypa skip til Vágs, eiga
rós frá okkum mongu sum vita, hvat skip og tey fólk,
sum hava havt við skipini at gera, hava havt at týða fyri
eitt pláss sum Vág.
Einki av sær sjálvum
Jógvan vísti á, at mangan hevur spurningurin verður
reistur, hvussu tað man bera til, at nakar tímir at fáast við
skip, tá slíkar verkætlanir ofta hava trupulleikar og
fíggjarligan váða við sær.
Men eitt er vist, at Vágur hevði ikki verið tað pláss í
dag, sum tað er – uttan skip og fólk, sum hava lagt rygg
til, og tað eru mong húski, sum hava mist nógv við at
gera íløgur, sum kundu gera tað liviligt í bygdini.
Býráðslimurin segði, at slíkt krevur sterk og røsk fólk,
sum vilja nakað – og vita, at einki kemur av sær sjálvum.
Vit vóna øll, at tykkum fer at gangast væl, og at tað
fer at eydnast tykkum væl at fáa fisk, segði Jógvan
Krosslá.
bygdaogn í Vági
Hans í Líðini, reiðari á Beinisvørði, fegnast um tann
uppbakning, sum verkætlanin hevur fingið
Mynd: Finnur Johannesen