týsdagur 1. apríl 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 62 - 1. apríl 2008
Stutt Sagt
Byggja í
Jerusalem
Býráðið í Jerusalem hevur
gjørt av at fara undir eina
stóra byggiætlan í býnum.
Í fyrsta umfari er ætlanin
at byggja 600 íbúðir til
fólk í bygdini Pisgat Zeev,
sum er jødisk niðursetu
bygd á Vestara Áarbakka.
Tær 600 íbúðirnar eru
partur av einari stórari
verkætlan, sum umfatar
ikki færri enn 40.000
nýggjar íbúðir, sum sam
bært býráðnum eru neyð
ugar fyri at nøkta eftir
spurningin. Men tað eru
ikki øll, sum eru so fegin
um ta stóru byggiætlanina.
Bæði USA og ES hava
mótmælt, at ísraelsmenn
halda fram við at byggja á
hersettum
lendi,
men
Ehud Olmert, forsætisráð
harri, hevur sagt, at bygg
ingin verður framd.
Vinir skulu
avhoyrast
Í gjár ljóðaði, at portugis
iska løgreglan fer at senda
fólk til Bretlands at tosa
við foreldrini hjá Made
leine McCann, sum hvarv
í Portugal tann 3. mai í
fjør, men tað avsannaði
talsmaðurin hjá hjúnunum,
Clarence Mitchell, seinni.
Harafturímóti ætla portu
gisar at avhoyra vinfólk
hjá McCannhjúnunum.
Sambært bretskum bløð
um skulu bretskir løg
reglumenn avhoyra vin
fólkini, meðan umboð
fyri portugisisku løgregl
una eru hjástødd. Eftir
ynski
frá
portugisisku
myndugleikunum verður
einki sagt um, hvat tað er,
sum portugisar ætla at
spyrja vinfólkini hjá Mc
Cannhjúnunum um.
Bjóðar hvíld
í grøv
Týski presturin Thorsten
Nolting
bjóðar
sínum
sóknarbørnum at hvíla
seg í einari opnari grøv í
20 minuttir, so tey kunnu
fáa hvíld ta løgtuna frá
dagsins stríði og strevi.
Thorsten Nolting vil vera
við, at ein tílík løta í einari
grøv fær fólk at hugsa um
tað, sum liggur teimum
tyngst á sinni, og hvussu
tey kunnu sleppa av við
trupulleikan. Presturin vil
vera við, at tey, sum hava
tikið av sjáldsama tilboði
hansara, hava verið væl
nøgd við úrslitið.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
– Ísrael eigur at forða øllum nýggjum
virksemi í niðursetubygdunum, og allar
byggiætlanir mugu sleppast
(Condoleezza Rice)
útlond
Tað gongur ikki skjótt
at telja atkvøðurnar
frá valinum í Zimbab
we, men andstøðan
ivast ikki í, at hon
hevur vunnið
Sambært teimum seinastu
tølunum frá almennu val
nevndini hevur andstøðu
flokkurin MDC fingið 56
umboð í tjóðartingið, með
an ZanuPF hjá Robert
Mugabe, forseta hevur fing
ið 53. Men enn vanta úr
slitini úr 101 valdømum.
Andstøðan boðaði longu
í gjár frá, at hon hevði vunn
ið bæði forsetavalið og
tjóðartingsvalið. Sambært
andstøðuni
skal
leiðari
hennara, Morgan Tsvan
girai, hava fingið eini 60
prosent av atkvøðunum og
Robert Mugabe umleið 30
prosent.
Eitt blað í Suðurafrika
almannakunngjørdi í dag
eina kanning, sum er grund
að á tøl frá einari nevnd,
sum hevði eftirlit við vali
num. Eftir hesari kanningini
fær Morgan Tsvangirai 49,4
prosent av atkvøðunum, og
Robert Mugabe fær 41,8
prosent. Verður hetta úr
slitið, verður neyðugt við
umvali, tí lógin krevur, at
eitt valevni skal fáa minst
50 prosent fyri at vinna.
Ilkka Kanerva noyðist
frá sum finskur uttan
ríkisráðharri, tí hann
hevur sent einari
stripteasedansarinnu
ónærilig smsboð
Tá finnlendingar í morgun
kagaðu í blaðið Hymy,
kundu teir millum annað
lesa fleiri smsboð, sum
Ilkka Kanerva, uttanríkis
ráðharri, hevði sent strip
teasedansarinnuni Johanna
Tukiainen.
Tann 60 ára gamli ráð
harrin og tann 29 ára gamla
dansarinnan konu at kennast
á einari flogferð, og tann
næsta mánaðin sendi ráð
harrin henni meiri enn 200
smsboð. Teksturin í boðu
num hevur einki beinleiðis
tilknýti til kynsligt samband,
men kann heldur kallast
ónæriligur.
Í hvussu er var formaðurin
í Savningarflokkinum, Jyrki
Kataninen, skjótur at boða
frá, at Ilkka Kanerva kann
ikki halda fram sum ráð
harri. Seinni boðaði uttan
ríkisráðið í Helsinki frá, at
uttanríkisráðharrin er sjúk
ur, og at hann verður ikki at
hitta í dag.
Ísland ætlar sær í
ST-trygdarráðið
Ísland hevur søkt um sæti í trygdarráðnum
hjá ST og roynir nú at útvega sær undirtøku
frá øðrum londum
Í dag er íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson, í
New York og heldur fyrilestur um umhvørvi og veður
lagsbroytingar. Í fyrilestrinum, sum Carnegie Council
skipar fyri, og sum verður sendur beineliðis í ameri
konskum útvarpi, greiddi forsetin frá teimum ovurstóru
avleiðingunum av veðurlagsbroytingunum. Hann legði
dent á, hvussu umáðandi tað er, at lond samstarva og
vísti í hesum viðfangi á altjóða havrættarsáttmálan sum
eitt gott dømi um, at lond kunnu samstarva um mál av
felags áhuga.
Men íslendski forsetin hevði eisini onnur ørindi í
New York enn at tosa um umhvørvi og veðurlag. Ísland
hevur søkt um limaskap í trygdarráðnum hjá ST, og á
ferðini í New York skal Ólafur Ragnar Grímsson hitta
sendiharrar úr Norðurlondum og londunum við Eystra
salt fyri at fáa stuðul haðani.
Herfyri var íslendski forsetin á almennari vitjan í
Meksiko, og tá bað hann
Felipe Calderón, forseta
stuðla íslendsku umsóknini
um sæti í STtrygdarráð
num.
Ólafur Ragnar Grímsson,
forseti, roynir at fáa lond
at taka undir við, at
Ísland kann fáa sæti í ST-
trygdarráðnum
Ónærilig sms-boð
feldu finskan ráðharra
Ilkka Kanerva hugsaði seg ikki nóg væl um, tá hann sendi
stripteasedansarinnu síni ónærilig sms-boð (Mynd: Polfoto)
Tey bíða í Zimbabwe
Tey lurta eftir tíðindum
frá almennu valnevndini
(Mynd: Polfoto)