Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-01, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. apríl 2008síða 31

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 62 - 1. apríl 2008 31 tíðindi SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Senegalesiskur verjuspælari er skurðviðgjørdur í dag, og harvið eru tveir spælarar illa skaddir hjá B68, sum framvegis bíðar eftir uppihaldsloyvum til tríggjar útlendingar B68 Jonhard Hammer Tað hevur higartil hilnast illa hjá nýuppflutta B68. Steypatapið á Sandi Skíris­ dag kunnu teir ivaleyst liva við. 4­1 tap í fyrsta lands­ kappingardystinum er sjálv­ andi dyggur smeitur. Upp­ aftur verri er tað, at felagið longu hevur mist tveir spæl­ arar, sum ikki verða tøkir nógvu tær næstu ferðirnar, og at teir framvegis bíða eftir loyvunum hjá trimum spælarum, sum skuldu havt verið ímillum teir fyrstu ellivu. ­ Senegalesiski miðverjin Landing skuldi á operatións­ borðið á Klaksvíkar Sjúkra­ húsi í dag. Bara fimm min­ uttir vóru farnir, tá ið lið­ band undir knænum slitnaði í samanstoyti við mótstøðu­ mann. Hann verður neyvan tøkur aftur hesu megin summarsteðgin, og tað er ógvuliga spell, tí hann hevur víst seg at vera fínur verjuspælari, greiðir B68 venjarin, Bill Jacobsen, frá. Skírisdag spældi B68 steypadyst á Sandi. Vong­ verjin Jóhan Petur Poulsen hevði nógva pínu eftir dystin, men á Landssjúkra­ húsinum hildu tey ikki talan var um serligan skaða. Tey bóðu hann koma aftur, um pínan ikki var burtur innan fimm dagar. Páskaaftan varð á Klaksvíkar Sjúkra­ húsi staðfest, at Jóhan Petur hevði brotið beinið. Hann var gipsaður, og hann verð­ ur í besta lagi tøkur mitt í mai. Umframt skaðarnar hevur B68 eisini aðrar trupulleikar at dragast við, sum mána­ kvøldið bóru við sær, at eisini tríggir aðrir spælarar ikki kundu spæla. ­ Í vinardystinum hava vit havt fýra útlendingar á liðnum í senn. Vlada Fili­ povic hevur verið málverji, og senegalesarin Endende hevur víst seg at vera fínur miðvallari. Eisini hava vit brúkt nógv senegalesaran Keita í álopinum. Eg hevði roknað við, at loyvini hjá teimum vóru komin upp á pláss, men tað vóru tey ikki í gjár. Tí vóru teir ikki við. Eg vóni, at uppihaldsloyvini vera klár, so teir verða tøkir leygardagin, tá ið vit fáa vitjan av NSÍ, sigur Bill Jacobsen, venjari hjá B68. Zoltán Bukzegi gjørdist søguligi fyrsti málskjúttin hjá Víkingi, og ungverki álopsspælarin var eisini við í fleiri av hinum málunum VÍKINGUR-B68 Jonhard Hammer Dysturin í Sarpugerði í góð­ veðrinum mánakvøldið var søguligur. Hetta var fyrsti landskappingardysturin hjá samanlagda felagnum hjá teimum í Leirvík og Gøtu. Áskoðarafjøldin var stór, og lagið á leirvíkingum og gøtumonnum gjørdist bara betri og betri, og eftir síðsta bríksl var fýrverkarí, sum minti um gullárini hjá GÍ í nítiárunum. Anton Skoradal var fyri fyrstu ferð ábyrgdarmaður fyri Formula liði í lands­ kappingardysti, og hann var væl nøgdur: ­ Hugburðurin var góður. Okkara góvu seg hundrað prosent, men eg fílist á, at ferðin dalaði, tá ið vit høvdu fingið fyrsta málið og eisini síðstu løtuna. Avrikið vísti, at vit eru best, tá ið ferðin er høg, og tá ið vit pressa frammarlaga. Anton Skoradal var stað væl nøgdur við nýggja ung­ verska álopsspælaran, sum hann helt hevði sýnt frágera gott avrik. Tað var eisini hugaligt at ungir spælarar fingu høvi at royna seg, eitt nú Finnur Justinussen og Martin Olsen, sum ikki hev­ ur spælt á besta liðnum áður. ­ Nú Sámal Joensen er givin, er tað týdningarmikið, at vit finna nýggjan stýri­ mann á miðvøllinum. Hesa ferð røkti Sam Jacobsen tann leiklutin sera væl, stað­ festi Víkinga venjarin. B68 verjan átti sín stóra lut í 1­0 málinum. Zoltán Bukzegi pilkaði bóltin frá miðverjuni, streyk avstað og gjørdist fyrsti málskjúttin nakrantíð hjá Víkingi. Heimaliðið var leikliga omaná, men tað sá út til at skula verða javnt eftir 1. hálvleik, tá ið Jann Ingi Petersen skoraði upp á brotsspark. Ransin Djurhuus peikaði á ellivu metra blettin, tí Jacob Bymar varð feldur. Fyri úrslitið var tað avger­ andi, at Víkingur stutt und­ an steðginum legði seg fram um aftur. Niclas Nicla­ sen skoraði upp á brots­ sparkið, sum varð dømt, tí ungi B68 málverjin tøvdi eitt sindur, áðrenn hann leyp fram og var so óheppin at fella Símun Louis Jacob­ sen, ið var spældur leysur av Zoltán. Eftir steðgin gjørdist mun­ urin uppaftur meiri sjónsk­ ur. Víkingur hevði yvirvág á sentrala miðvøllinum, og víkingar høvdu eina røð av góðum álopum, sum ofta vórðu myndað í síðunum, har B68 verjan var rættuliga opin. Tá ið tjúgu minuttir rest­ aðu, varð heimasigurin stað­ festur eftir fýra minuttum. Í báðum førum var talan um álop í høgru og avrik, har verjuspælarar vórðu yvir­ spældir, og í báðum førum átti Zoltán, ið mundi vera besti maður á vølli, næst­ síðsta fótin á. Miðvallarin Sverri Jacobsen rann frá verj­ uni, eftir at bólturin varð spældur framum, og so skor­ aði hann, og Magnus Skora­ líð, sum eisini var millum teir mest eyðsýndu, fór sjálvur inn frá høgru, áðrenn hann smekkaði bóltin í B68 málið. B68 venjarin, Bill Jacob­ sen, helt, at 2­1 málið hevði avgerandi týdning, tí tað bar øðrvísi fyritreytir fyri 2. hálvleiki við sær: ­ Eg kenni meg avhølvað­ an. Tann stutta versiónin av orsøkini er, at okkara ikki vístu seg at vera klárar til Formula fótbólt. Mótstøðu­ menninir vóru skjótari, grammari og sterkari. Um­ støðurnar gjørdu tað, at vit vóru noyddir at umskipa og brúka fýra, sum eru átjan ár og yngri, sum høvdu spælt fulla tíð í 1. deild leygar­ dagin. Ungu menninir fingu rættuliga sína søk fyri. Tað átti at havt verið soleiðis, at teir vórðu skiftir inn í 10­15 minuttir, men nú fingu teir seg rættuliga royndar, stað­ festir Bill Jacobsen, venjari hjá B68, sum frøddist um, at yngsti maðurin, Jóhan Símun Edmundsson, var millum teir mest eyðsýndu á hansara liði. Tveir B68 spælarar illa skaddir Víkingur-B68 4-1 (2-1) 1-0: Zoltán Bukzegi 15. 1-1: Jann Ingi Petersen br 37. 2-1: Niclas Niclasen br 45. 3-1: Sverri Jacobsen 70. 4-1: Magnus Skoralíð 74. Dómari: Ransin Djurhuus Víkingur: Geza Turi - Hans Jørgen Djurhuus (Hans Pauli Petersen), Atli Gregersen, Niclas Niclasen, Hanus Jacobsen - Sam Jacobsen, Sølvi Vatnhamar (Martin Olsen) - Sverri Jacobsen, Símun Louis Jacobsen (Finnur Justinussen), Magn- us Skoralíð – Zoltán Bukzegi Gult kort: Hans Jørgen Djurhuus, Niklas Niklasen B68: Petur Meinhard Magnussen - Niklas Poulsen, Ralph van Dooren, Landing(Oddur Højgaard, 7.), Arnbjørn Daniel- sen - Kristian Anton Andreasen, Badara, Jann Ingi Petersen, André Olsen (Jóhan Dávur Højgaard, 75.) – Jacob Bymar, Jóhan Símun Edmundsson (Johnleif Højgaard, 76.) Gult kort: Oddur Højgaard, Petur Meinhard Magnussen, Ralph Van Dooren FAKTA um dystin Jan Ingi og Sverri í hornatøkum B68 Víkingur B68 verjuleyst ímóti gramm­ um Víkingum