týsdagur 1. apríl 2008síða 32
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
[ Nr. 62 - 1. apríl 2008 ]
Fýra lið av teimum
tíggju í 1. Deild hava
møguleika at flyta
upp í bestu deildina,
og øll fýra vunnu
teirra dystir í fyrsta
umfari. Longu nú er
kappingin um tey
bæði fremstu plássini
harðnað. So tað ræður
um at byrja væl, fyri
ikki at koma ongul í
reyv
FÓTBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Fyrsta umfar av 1. Deild
hjá monnum varð bríkslað í
gongd um vikuskiftið, og
fleiri heilt trivaligir sigrar
komu fyri. Millum annað
AB og Nýggja liðið 07
Vestur vístu styrki, tá teir, í
báðum førum á heimavølli,
tóku móti ávíkavist EB/
Streymi og KÍ.
Bert fýra kunnu
flyta upp
Áðrenn
kappingarbyrjan
var greitt, at bert fýra lið
hava møguleika at flyta upp
í bestu deildina. Hetta
kemst millum annað av, at
GÍ og LÍF hava lagt saman í
felagið Víkingur, og at
deildin annars er mannað
við liðum, ið hava teirra
besta lið í Formula deildini,
og teirra næstbestu í 1.
Deild. Tískil kunnu hesi
ikki flyta upp, sjálvt um tað
skuldi hent seg, at eitt av
teimum skuldi endað so
mikið frammarliga.
Liðini, ið hava møguleika
at flyta upp eru:
AB
07 Vestur
TB
VB/Sumba
Á Argjum ætla teir sær upp
aftur í bestu deildina, og
tað ongantíð ov skjótt.
Hetta vístu teir so eisini í
ríkiligt mát í dag, tá teir
bangaðu
Sundalagsmenn
norð aftur, við heili 7-0.
Stóra hetjan hjá argja-
monnum um vikuskiftið
var Tróndur Sigurðson, ið
við heili fýra málum var
høvuðsmunurin á liðunum
báðum. Málini hjá AB
skutu Allan Mørkøre tvey,
Edvard Blé, umframt tey
fýra hjá Tróndi. Eitt rimmar
úrslit hjá argjamonnum, ið
longu nú vísa styrki.
07 Vestur, ið er nýggja
felagið í Vágum vann eisini
stórsigur í dag. Teir høvdu
vitjan av KÍ, og úrslitið
gjørdist heili 6-2, eftir
hálvleiksstøðuna 2-1. 07
Vestur hevði, hóast lemjandi
stórsigur, ikki tað vakrasta
spælið,
og
úr
Vágum
hoyrist, at liðið ikki veruliga
kom í gongd fyrr enn í
øðrum
hálvleiki.
Tískil
komu gestirnar eisini á
odda, men tá fyrrverandi
landsliðsleikarin Jens Erik
Rasmussen javnaði, og so
Silva Braga legði heimaliðið
á odda, var bert ein vegur.
Ein
veldug
byrjan
hjá
heimaliðnum,
og
eitt
ávaringarskot er sent til hini
feløgini í deildini.
Eitt
annað
nýtt
lið,
Víkingur spældi eisini sín
fyrsta landskappingardyst í
dag,
og
á
heimavølli
eydnaðist teimum at fáa 1-1
javnleik móti einum ungum
og
evnaríkum
HB-liði.
Víkingur
er
eisini
eitt
rættuliga ungt lið, umframt
at navnið er nýtt. Hesir
ungu garpar kundu eisini
havt vunnið dystin móti
endanum, men væntandi
neyvleiki í avgerandi løtuni,
forðaði teimum sigurin.
Men ein javnleikur móti
einum rímuliga sterkum
HB-liði, eigur ikki at vera
undirmettur,
tá
hugsað
verður um at hetta er fyrsti
veruligi dysturin, Víkingar
spæla
saman.
Nýggja
felagið úr Gøtu/Leirvík er
eitt
spennandi
eitt
av
slagnum, og stigini skulu
nokk skjótt fara at koma í
skjáttuna.
Á Tvøroyri tók aldurs-
forsetin í føroyskum fót-
bólti, TB móti B68, og har
var talan um tryggan 3-0
sigur til heimaliðið. Málini
í dag skutu Jóhan Eivind
Mouritsen, Óli Johannesen
og Dan Mortensen. Av
Tvøroyri verður fortalt, at
TB hevði kontrol yvir
dystinum, og at teir væl
høvdu kunnað skorað nøkur
mál afturat, hevði neyðugi
neyvleikin verið til staðar. Í
løtum spældi heimaliðið
kanska ov skjótt fyri teirra
egna besta.
Ein dystur varð spældur
sunnudagin, og var tað
dysturin í Vági, har VB/
Sumba tóku móti NSÍ.
Úrslitið
av
dystinum
Nógv mál í
fyrsta umfari