fríggjadagur 25. februar 2000síða 13
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 39 - 25. februar 2000
24
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 39 - 25. februar 2000
JÁKUP MØRK
H71-VÍF 17-29 (14-14)
Tá farið varð í Ítróttarhøll-
ina á Hálsi mikukvøldið var
sum so ikki tann stóri ivin
um, at vestmenningar fóru
at vinna tryggan sigur á
hoyvíkingum.
Ikki tí, fleiri ferð í ár hev-
ur verið nær við, at okkurt
av niðaru støddu liðunum
hevur megnað at skapt eina
sensatión, men kortini er
hendan ikki komin enn.
Sannlíkindini fyri, at hon
skuldi koma í hesum dyst-
inum, vóru tó ikki serliga
stór, og eftir dystin var tað
skorið út í papp, at munurin
millum topp og botn er øgi-
liga stórur.
Rótut í fyrra
Ikki tí, i fyrra hálvleiki sást
lítið til, at liðini eru í hvør
sínum enda á stigatalvuni.
Hetta var tó ikki nakran hátt
orsakað av, at hoyvíkingar
spældu væl, men heldur tí
vestemenningar tóku heldur
lætt upp á uppgávuni.
Spælið hjá VÍF batnaði
heldur ikki, sum hálvleik-
urin leið, og móti endanum
av fyrstu 30 minuttunum
hevði ein varhugan av, at
hoyvíkingar veruliga trúu
uppá, at tað kundi lata seg
gera at basa vestmenning-
unum.
Kortini vóru onkur tekin
um, hoyvíkingar ikki fóru
at knógva VÍF. Tvær ferðir
vóru teir í yvirtal móti á-
víkavist fimm og seks vest-
menningum, men hvørga
ferð eydnaðist tað heima-
liðnum at fáa fyrimun burt-
ur úr hesum.
Tað var nærum ótrúligt at
síggja, at hóast vestmenn-
ingar bert høvdu fýra úti-
leikarar, so megnaðu hoy-
víkingar ikki at spæla ver-
juna tunna, men royndu
framhaldandi at sleppa bólt-
in inn á strikuna, har Bárður
var umgyrdur av tveimum
mótstøðuleikarum. Býtt, ó-
taktiskt og beinleiðis vána-
ligt hondbóltsspæl.
Skomm
Í hálvleikinum hevði Hjal-
mar Klein Olsen helst
skeldað leikarar sínar eitt
sindur. Í hvussu so er var
nú sjónligt, at teir nú tóku
uppgávuna í nógv størri álv-
ara, og skjótt fór hetta eisini
at geva úrslit.
Serliga í verjupartinum
gjørdist nú nógv tættari, og
beinanvegin byrjaðu teir at
draga frá heimaliðnum. Fyr-
stu løtuna gekk tó rímuliga
javnt á, men eftir at H71
skoraði til 16-18 gingu 22
minuttir til teir aftur sóu
bóltin í vestmannamálinum.
22 minuttir er ófatuliga
long tíð í einum hondbólts-
dysti, men hoyvíkingarnir
skulu eisini eiga, at teir
spældu ófatuliga vánaligt.
Verri verður tað ikki
Hetta er vónandi niðurstøðan, sum ein kann gera sær, eftir at hava sæð dystin
týskvøldið, har hoyvíkingar góvu eitt fínt dømi upp á, hvussu hondbóltur ikki
skal spælast
Ikki var líkt til, at orkan var
serliga góð, og tá hugurin
til at spæla als ikki er til
staðar, so kann tað nærum
ikki ganga øðrvísi. Seinasta
málið fingu teir enntá, með-
an vestmenningar enn eina
ferð vóru fýra á vøllinum,
tá leikandi venjarin hevði
verið ov skjótur inn á vøllin,
eftir at hann hevði fingið
eina útvísing.
Ein skuldi kanska trúð, at
vestmenningar
veruliga
vundu seg upp, og at teir
tískil fingu so greiða yvir-
vág, men so var ikki. Vest-
menningar gjørdu so av-
gjørt ikki meira enn neyð-
ugt, tí tørvur var als ikki á
hesum. Avrikið hjá mót-
støðuliðnum var so vána-
ligt, at tað satt at siga er stor
skomm.
Ikki mintur fyri spælið
Nei, dysturin mikukvøldið
verður so ikki verandi í
minninum orsakað av góða
spælinum. Heldur fer minn-
ið at festa seg við, at hoy-
víkingar bert megnaðu at
skora tríggjar ferðir í 30 mi-
nuttir, ella at Sjúrður Holm
nærum gjørdist toppskjútti
fyri vestmenningarnar. Ja,
summir áskoðarar tosaðu
enntá meira um, hvussu
dómararnir vóru ílætnir,
heldur enn at tosa um spæl-
ið á vøllinum.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
H71: Bárður Brimvík 5,
Eyðun Højgaard 4, Olaf
Vestergaard 3 (1), Halgir
Dahl Olesen 2, Tróndur
Vatnhamar 2, Rene Dahl
Olesen 1 (1)
VÍF: Ingi Olsen 8, Sjúrður
Holm 6, Sámal Joensen 5,
Agnar Joensen 4, Martin
Hummeland 2, Johnny
Joensen 2, Eli Müller 1
Brotskøst:
H71 4, VÍF 1
Útvísingar:
H71 3, VÍF 5
Dómarar úr Neistanum/
Kyndli:
Kristian Johansen og Gunn-
ar Gregoriusen
vunnin
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
málmunur
stig
1 VÍF
7
5 - 0 - 2
548
433
115
21
2 Neistin 6
6 - 0 - 0
529
450
79
21
3 StÍF
6
4 - 0 - 2
521
451
70
19
4 Kyndil 6
4 - 0 - 2
508
441
67
15
5 KÍF
7
3 - 0 - 4
432
539
-107
7
6 H71
7
1 - 0 - 6
445
537
-92
4
7 Tjaldur 7
0 - 0 - 7
459
591
-132
3
Støðan, 1. deild menn
Venjarin hjá vestmenningum, Hjalmar Klein Olsen, var fyri fyrstu ferð í fleiri dystir
aftur at síggjaá vøllinum, tá VÍF mikukvøldið vitjaði hjá H71
Týsdagin skrivaðu Ítrótt-
asambandið fyri brekað
stuðulsavtalu við Føroya
Lívstrygging. Í samband
við at avtalan varð und-
irskrivað, var tíðinda-
fundur í ÍSF-húsinum.
Nógv virksemi
Formaðurin í ÍSB, Jógvan
»Egga« Jensen, flutti
fram røðu, har hann takk-
aði Føroya Lívstryggin
fyri, at teir vildu stuðla
sersambandinum. Eisini
vísti hann á, at nógv
spennandi tiltøk eru á
skránni seinni í ár. Longu
í mars mánaði fara rørslu-
tarnaðir svimjarar at taka
lut í NM, sum verður í
Greve. Í mei mánaði fer
føroyskt ferðalið til NM í
Bocia, sum verður í Ís-
landi. Fyrst í juni fara átta
ítróttafólk til Hollands,
har tey skulu luttaka í
Special Olympics, sum
eru loympisku leikirnir
hjá menningartarnaðum.
Í september fara føroy-
ingar os til Svøríkis at
kappast, har NM
í stavbólti fyri
menningartarnað
stendur á skránni.
Síðst, men ikki
minst, skulu so
tvær
føroyskar
svimjigentur til
Paraolympisku
leikirnar,
sum
verða hildnir í
Sydney, beint eft-
ir at Olympisku
leikirnir eru lidnir
í heyst..
Skapa karmarnar
Umframt hetta, so skipar
ÍSB fyri nógvum kapp-
ingum í Føroyum, og for-
maðurin vísti m.a. á, at
seinni í ár verður FM í
boccia, svimjing og fræl-
sum ítrótti.
Formaðurin í Føroya
Lívstrygging,
Bartal
Kass, segði, at Føroya
Lívstrygging sá fram til
eitt gott samstarv. Hann
vónaði at henda stuðuls-
avtalan kundi verða við
til at skapa karmarnar um
virksemið hjá ÍSB. Sum
hann málbar seg, so hava
vit øll tørv á nýggjum av-
bjóðingum, eisini tey, ið
hava brek.
Stuðulsavtalan er fyri-
bils galdandi í tvey ár, og
eru báðir partar sera væl
nøgdir við sáttmálan.
Umframt
fíggjarligan
stuðul letur Føroya Lívs-
trygging sersambandi-
num
venjingarbúnar,
pappír og brævbjálvar.
Lívstryggingin
stuðlar ÍSB
Týsdagin skrivaðu Føroya Lívs-
trygging og Ítróttasambandið fyri
brekað undir stuðulsavtalu
Í juli mánaði verður ein
EM undankapping í Før-
oyum. Lutakastið í heyst
lagaði tað soleiðis, at Før-
oyar komu í bólk saman
við Ukreina, Skotlandi og
Sveits. Á ársaðalfundi-
num hjá Fótbóltssam-
bandinum
leygardagin
upplýsti Torleif Sigurðs-
son, at tað er avrátt, at
kappingin skal vera í Før-
oyum frá 9. og til 15. juli
í summar.
Avtalur eru gjørdar við
Álv Hansen og Jón Har-
ald Poulsen um, at teir
skulu halda fram sum á-
vikavíst venjari og hjálp-
Tá Torleif Sigurðsson, for-
maður í Fótbóltssamband-
inum, leygardagin legði
munnligu ársfrágreiðingina
fyri ársaðalfundin, nevndi
hann, at Jens Albert Simon-
sen er nýggjur hjálpardóm-
ari á FIFA listanum. FSF
hevur innstillað Jens Albert,
og FIFA hevur góðkent
hann.
Umframt nýggja hjálpar-
dómaran eru tríggir aðrir
føroyingar á altjóða lista-
num. Teir eru Lassin Isak-
sen, dómari, og hjálpardóm-
ararnir Jón Kári Frederiksen
og Tummas Pauli Olsen.
Jens Albert Simonsen er
vorðin altjóða hjálpardóm-
ari, eftir at Andreas Poulsen
av persónligum orsøkum
hevur ynskt at sleppa burt-
urúr. Torleif Sigurðsson
veitti Andreasi eina stóra
tøkk fyri tað ágrýtni, sum
hann hevur sýnt í dómara-
starvinum.
Allir farnir frá
At tað gongur skjótt her í
verðini og ikki minst í fót-
bóltsheiminum er føroyski
leikluturin í altjóða døming
góð ábending um. Fyri góð-
um átta árum síðani vórðu
fyrstu føroyingarnir góð-
Tað verður roknað við, at
Fótbóltssambandið árliga
fer at fáa 400 túsund krónur
burturúr tí partinum av
veddingaryvirskotinum,
sum nú fer at koma úr Dan-
mark og til Føroya.
Stjórnin í ÍSF hevur gjørt
av, at FSF skal fáa tillutað
12/70 partar av samlaðu
Feløgini fáa pengarnar
Tey, sum hava flest venjarar og dómarar við útbúgving fara at fáa størsta
partin av veddingarpengunum
veitingini, og tað er hetta,
sum verður mett at fara at
verða 400 túsund krónur ár-
liga.
Á aðalfundinum leygar-
dagin segði Torleif Sigurðs-
son, at nevndin í FSF hevur
samtykt, at feløgini skulu
fáa størsta partin av peng-
unum. Roknað verður við,
at trý hundrað av teimum
fýra hundrað túsund krónu-
num skulu lutast feløg-
unum.
Sum grundgjald fer hvørt
limafelag í FSF at fáa fimm
túsund krónur, ið standa at
verða markaðar til menning
av samskipanarvirksemi.
Fimm hundrað krónur verða
latnar fyri hvørt ungdóms-
lið, sum feløgini eru um-
boðað við í kappingini.
Harafturat er tað partur av
samtyktini, at venjaratalið í
ungdómsdeildunum skal
ávirka veitingina. Treytin
fyri at fáa pengar fyri ven-
jararnar er, at venjararnir
hava venjaraútbúgving. Um
ein venjari bert hevur A
grundskeiði, so fær felagið
eitt hundrað krónur fyri
hann. Um venjarin hevur
lokið øll fimm grundskeið-
ini, so fær felagið fýra
hundrað krónur fyri hann,
og um venjarin harafturat
hevur lokið prógv sum ung-
dómsvenjari, so verður út-
goldna upphæddin átta
hundrað krónur.
Feløgini fáa eisini pengar
fyri hvønn virknan dómara,
sum hevur dómaraútbúgv-
ing. Upphæddin fyri hvønn
verður fimm hundrað krón-
ur.
Á aðalfundinum leygar-
dagin fingu feløgini skjal,
sum skal útfyllast og send-
ast FSF innan 1. oktober í
kappingarárinum. Eftir at
útfylta skjalið, sum skal
undirskrivast av leiðsluni í
felagnum, er góðkent í FSF,
verða pengarnir góðskriv-
aðir kono felagsins hjá FSF.
JH
kendir sum altjóða dómarar
og linjuverjar ella hjálpar-
dómarar, sum tað nú verður
nevnt. Í fyrstu atløgu vórðu
ein dómari og tveir hjálp-
ardómarar útnevndir. Seinni
varð ein hjálpardómari út-
nevndur afturat, og nú eru
allir hesir fýra givnir á al-
tjóða pallinum.
Nemus Napoleon Djur-
huus varð útnevndur altjóða
dómari í juli 1991, og hann
dømdi fyrsta dystin – ein U
16 landsdystur millum No-
reg og Ungarn – 25. sep-
tember í 1991. Í desember í
1991 vórðu Niklas á Líð-
arenda og Jóhan Carl Dam
útnevndir hjálpardómarar,
og árið eftir fekk Andreas
Poulsen sama heitið. Nem-
us og Jóhan Carl eru givnir
at døma. Í fjør stóð Niklas
ikki á altjóða listanum.
Hann dømdi kortini í heim-
ligu kappingunum, og nú
fyrireikar Niklas seg til eitt
nýtt kappingarár í Føroyum.
Nú Andreas Poulsen er giv-
in, kunnu vit staðfesta, at
allir teir fyrstu fýra eru av-
loystir av fýra nýggjum
monnum.
JH
Eitt ættarlið farið
Jens Albert Simonsen er nýggjur altjóða skrásettur hjálpardómari í fótbólti
EM kapping
í Føroyum
FSF verður í juli vertur fyri EM
undankapping fyri U–18 kvinnur-
nar
arvenjari
hjá
U–18
kvinnulandsliðnum.
Bæði í fjør og í fyrra-
árið vóru EM undankapp-
ingarnar hjá U–18 kvinn-
unum í Onglandi. Bæði í
1998 og í 1999 vóru
kappingarnar í november,
og teir báðir omanfyri
nevndu venjararnir høvdu
ábyrgdina bæði árini. Í
fjør var føroyska liðið
millum annað í bólki
saman við Ukreina, sum
tað eydnaðist at spæla 1–
1 ímóti.
JH
Aftur til
Noregs
Fyrr í ár fór John Heri Dam til
Noregs at venja, og nú er sáttmáli
undirskrivaður
JÁKUP MØRK
Fyrr í vetur fóru teir báðir,
John Heri Dam og Rúni í
Soylu til Noregs, har teir
í eina tíð skuldu roynd-
arvenja við norska felag-
num, Jotun, sum liggur í
triðbestu norsku deildini.
Fremsta orsøkin til, at
tað júst var Jotun, sum
teir báðir vandu við, var,
at venjarin hjá felagnum
er fyrrverandi landsliðs-
leikari
okkara,
Kári
Reynheim.
Í fyrsta umfari var av-
talan bert, at teir báðir
skuldu venja við norska
felagnum. Í farnu viku
vóru teir so aftur at síggja
her á klettunum, og með-
an Rúni verður verandi
her heima fyri fyrst, fer
John Heri avstað aftur í
komandi viku.
Semja er millum felag-
ið og føroyska leikaran
um, at hann komandi árið
skal royna seg hjá teim-
um.
Royna okkurt nýtt
Sjálvur sigur John Heri,
at hetta mest er fyri at
royna nakað nýtt, nú hann
fer at royna seg í granna-
tjóðini komandi árið.
Peningaliga er talan
ikki um tær stóru upp-
hæddirnar, men hinvegin
hevur felagið útvega hon-
um arbeiði, so hann rokn-
ar við, at tað skal nokk
ganga.
Nú vetrarkuldin rættu-
liga ger um seg har yviri,
hava teir fyri tað mesta
vant í høllini hjá Sogndal,
har fleiri aðrir føroyingar
sum kunnugt royna seg
Sum skilst er talan um
rættuliga góðar umstøður.
Høllin, sum Sogndal fyri
stuttum hevur latið bygt,
kostaði ikki minni enn 90
mió.kr., so tað er ikki tað
sama, sumat venja innan-
dura her heima..
Norska kappingin fer í
gongd móti endanum av
apríl mánaði, so spenn-
andi verður at síggja,
hvussu føroysku leikarar-
nir í Sognefjord fara at
roynast.
Fótbóltssambandi hevur nú gjørt av, at veddingarpeningurin frá ÍSF skal eggja feløgu-
num í í teirra arbeiði at menna venjarar og dómarar