Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-25, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. februar 2000síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 tíðindablaðið sosialurin Nr. 39 - 25. februar 2000 22 tíðindablaðið sosialurin Nr. 39 - 25. februar 2000 Viðmerking: Caragata er ikki eitt vís- indarlig undirbygt álit ella frágreiðing, men talan er um eitt hugsjónarligt álit. Hvar finst ein vísindalig argumentatión ella próv- førsla fyri, at lægri skattir merkja búskaparligur vøkst- ur? Fólkaflokkurin og New Zealand Stóra fyrimyndin er nú Ís- land umframt sjálvandi New Zealand, hiðani Cara- gata, sum nú gjørdist av- loysarin hjá Milton Fried- mann, kemur. Í Dagblaðnum hevði stavnamaður Fólkafloksins langa grein, har hann av øll- um alvi royndi at verja sam- felagsskipanina á New Zea- landi. Óli Breckamann hev- ur jú sum kunnugt stóru fyr- imyndirnar í Thatcher og Reagan og nú eisini Roger Douglas og øðrum ultra- konservativum, og tað er vist í lagi sum fólkafloks- maður. Politiski búskaparfrøð- ingurin Keith Rankin kallar Caragata Tax Report fyri „ A Nail in the Coffin of the Fiscal Contract“. Ein onnur grund fyri, at Caragata-frágreiðingin ikki er eitt vísindarligt skjal, er, at teir halda seg til ávísar loysnir og ávís modellir av hugsjónarligum orsøkum, meðan ein vísindarlig fram- løga neyvan hevði avskorið allar aðrar møguleikar sum óbrúkiligar. Caragata heldur so svarar tað til uml. 1%. • Uttanlandsskuldin hækkaði við 30%, mált av BTÚ, frá mars 1984 til mars 1995. • Talið av húsarhaldum undir fátækramarkinum fór frá 4,3% til 10,8% frá mars 1984 til mars 1994. • 17,8% av nýsælending- um livdu undir fátækra- markinum í 1991. • fakfelagsrørslan er syndrað sundur. • alt samfelagið byggir á individualismuna. • einasti almenni vøkstur- in er løgreglan, dómstól- arnir og fongsilsverkið. New Zealand hevur skar- að framúr við at hava stóran vøkstur í ójavna seinastu ár- ini. Fyri fyrstu ferð í nýggj- ari tíð hava teir fingið ein undirklassa, tá umfatandi liberaliseringarnar vórðu framdar. Arbeiðsloysið vaks, samstundis sum al- mannaveitingarnar mink- aðu, og harvið gjørdist ein stórur partur av fólkinum sera illa fyri. Gaman í, ein partur av fólkinum gjørdist nógv meira múgvandi av somu liberalisering. Her er talan um at geva seg fult og heilt yvir til ó- tálmaðar marknaðarkreftirr, meðan vælferðin verður av- monterað. Vælstandur hjá nøkrum, men annars als eingin vælferð. Og her má eg geva skila- manninum Lionel Jospin viðhald, tá hann sigur: „Ja til marknaðarkreftir, men nei til marknaðarsamfelag- ið.“ Stingið fingurin í jørðina Sjálvandi skal ein sam- gonga seta sær mál, og tað eiga at vera høg mál. Men nær tykir, at henda sam- gongan alla tíðina setur málini so høgt og so langt úti, at flest fólk framman- undan koma til, at hesi mál- ini verða ikki nádd. Tey hava einki samband við ver- uleikan. Vit høvdu ein sjálvstýris- meiriluta á tingi eftir krígg- ið, og tá var málið loysing. Úrslitið gjørdist heimastýr- islógin. Vit høvdu eitt sjálv- stýrislandsstýrið frá 1963 til 1967, og málini tá vóru eis- ini føgur og høg, men úrsl- itið rættiliga soltið. Tað er eins og søgan er við at end- urtaka seg. Samgongumeir- ilutin setur sær slík mál, at málini sjálvi forða fyri, at tað skal bera til. Men tað er kanska eisini endamálið. Hvør veit - livst so spyrst. Ein góð byrjan hjá tykk- um og okkum øllum var, at vit tóku útgangsstøðið í tí samfelag, sum vit búgva í og ikki í Hvítbókum og Car- agata-frágreiðing. Vit kunnu ikki byrja heilt á berum og av nýggjum, hvørja ferð ein nýggj samgonga kemur til. Vælsignaðir menn, sting- ið fingurin í jørðina. Jóannes Eidesgaard, løgtingsmaður seg sita inni við einasta sannleikanum, og frágreið- ingin heldur seg til vøkur búskaparlig lyklatøl uttan at kaga eftir, hvørjar samfel- agsligu avleiðingaqrnar verða. Rætt er, at liberaliserings- átakið byrjaði undir Labour í 1984. Men tá fevndi La- bour rættiliga breitt og var einasta alternativið til kon- servativu Muldoon-stjórn- ina. Sjálvt Roger Douglas, sum tá var fíggjarmálaráð- harri, rúmtist í Labour. Í dag er hann komin í rætta flokk sín - tann høgravenda Act - flokkin. Tó skal sigast, at Labour-stjórnin, hóast hon gjørdi nógvar ólukkur frá 1984 til 1990, ikki rørdi fak- felagsbygnaðin ella lønar- lagið. Tað hava teir konserv- ativu síðan tikið sær av. Privatiseringin á New Zealandi førdu við sær, at • telefyritøkan og jarn- breytirnar vórðu seldar til amerikanarar. • skógbrúksvinnan varð seld til amerikanarar og japanesarar. • bankarnir vórðu seldir til australiarar. • tryggingin varð seld til bretar. • flogfeløgini vórðu seld til australiarar. • Frá januar til juli í ár fluttu 22.500 nýsælend- ingar til Australia fyri at leita sær arbeiði. Fólkatal- ið er um 3.6 mill. fólk, so um gongdin heldur fram, Framhald av síðu 21 Líka síðani fullveldis sam- gongan trein innar á polit- isku arenaina, hevur punkt 1 í samgonguskjalinum tóna út í hvørt horn á føroya landi. Tað eru gjørd álit, heimasíður, kunningar- fundir og tíðindafundir eru hildnir, og kilometrar av greinum eru skrivaðar, aft- urat teimum tíðindastubb- um sum sjónvarp og útvarp hava varpa út í hvønn krók og kanska enntá longur út í heim. Demokrati Í øllum sokallaðum fram- komnum londum, hevur demokratiði verið ein av hornasteinumum undir samfelagnum. Tað at fólki hevur rætt til talu, trúgv osv. er ein sjálvfylgja vit ikki hugsa um dagliga. Men fyri at eitt nútímans demokrati veruliga kann virka, er vit- anin hjá tí einstaka sera tíð- andi. Tað hjálpur ikki at kunna velja, vissi tú ikki veist hvat tú kanst velja í- millum. Kunning Og her kemur kunning inn í myndina. Tað er gjógnum upplýsing at vit fáa vitan um nakað. T.d. via tað sum verður hoyrt og sæð. Alt sum vit vita er komið onk- unstaðnis frá. Nakað hava vit uppliva sjálvi, okkurt er sagt okkum beinleiðis av fólkamunni og so er tað eis- ini nógv vit hava hoyrt ella sæð í fjølmiðlunum. Ong- antíð fyrr eru vit blivin áv- irkaði so nógv gjøgnum fjølmiðlar sum í dag; og hettar rákið er neyvan av enn, nú interneti gongur sína sigursgongd Keldurnar Tá vit hava viðurkent at vit- an er seta tíðandi fyri at dag- ligu valini kunna verða gjørd á einum røttum grundarlagi, og at kunning/ upplýsing er grundarlagi undir vitanini, so er hósk- andi at spyrja hvaðani kem- ur hendan upplýsing. Hvørjar eru keldurnar? Politisk upplýsing Á løgtingsins fíggjarlóg, standa á hvørjum ári nakrar milliónir til politiska upp- lýsing. Upphæddin verður luta politisku flokkunum til at kunna um teirra politisku sjónarmið. Ein kann yvast í um hesir pengar vera væl brúktir ella ikki, men um ein boðskapur skal koma ítøki- liga fram, so kunna vit nokk semjast um at pengar hjálpa væl til, um teir vera nýttir við skili. Pengarnir blíva býttir eftir tingmannatali flokkana og tað er so nøk- unlunda rættvíst. Ódemokratiði Eftir at hava hoyrt Høgna Hoydal snakka um at einki kann vera meira demokrat- iskt gjógnumført enn full- veldismálið, so má eg siga at eg eri ógvuliga ósamdur. Fullveldis-sannføringar- hetsin er so gjøgnumførd ó- demokratisk, at tað stinkar. Ein ræðumynd um pening- aveldi í politikki, er amerik- anska forsetavali. Her er tað stuttsagt ógjørligt at koma uppá tal sum valevni uttan at hava nógvar milliónir í rygginum. Men eru støðan í Føroyum so nógv betur? Slangan í kassanum Samgonguflokkarnir fáa eins og andstøðuflokkarnir politiska upplýsing. Men hyggja vit eftir hvussu nógvir pengar í dag eru og vera brúktir til at marknað- arføra fullveldismálið (teirra flokkspolitisku sjón- armið), so er talan um mill- iónir, sum væl at merkja ikki vera bókaðar sum pol- itisk upplýsing. Hvussu kann umrøðan um ríkisrættarligu støðu okkara sigast at vera demokratisk, tá kunningin og miðlarnir til hettar eru so ójavnt býtt? Tað er gaman í at ferðast landið runt likamliga, á pappíri, gjøgnum luftina ella í cyperspace við full- veldis boðskapi, tá gildið verður goldið við slangu í landskassanum — uttanum politiska upplýsing. Rættvísi Skula vit snakka um rættvísi og demokratiska manna- gongd, so er minstamarki at partarnir í umrøðuni hava somu møguleikar til at marknaðarføra seg og sín boðskap. Hettar er so langt frá veruleikin tá vit snakka um umrøðuna av ríkisrætt- arligu støðu okkara og teim- un avgerðum í standa fyri framman. So til samgonguna, um tit veruliga ynskja okkara rík- isrættarligu framtíð at vera avgjørda á einum sonnum demokratiskum grundar- lagi, so kundi verið hósk- andi at byrja við at givið andstøðuni, somu peninga- ligu fiskiloyvi á somu grunnum, sum tit so ríkiliga troyta! Gunnar K. Nattestad Ódemokratiskt — so tað stendur eftir! Til minnis um Camillu Heinesen Hóast Camilla var sjúk leingi, so kom tað bráddliga at hon doyði. Fyrstu ferð eg var inni hjá Camillu og Dia var ienki óført, hon var beinanvegin klár at geva okkum drekkamunn og góða heimabakaða kaku, men sjúkan, sum hon hevði, gjørdi at alt broyttist skjótt, í tí síðstu tíðini var ikki so lætt at fáa samband við Camillu, men høvdu vit genturnar við, so var alt annarleiðis, tá lívgaðist hon upp, man sá hvussu góð og glað hon var fyri sínar lang- ommudøtur. Har var altíð so hugnaligt at koma inn at vitja, og tað er tað eisini nú, sjálvt um tú Dia situr einsamallur har. Deiliga hugnaligt at fáa eitt gott prát, drekka- munn, kaku, og ikki at gloyma hvussu tú forstýrar langabbadøturnar. Vit vita at Camilla nú er farin í ein betri stað, har eingin pína og eingin sorg er, og tað besta vit sum trúgvandi kunnu gleðast um, er at vit øll skulu síggj- ast aftur. Eg ynski við hesum fáu orðum at takka fyri tað tíðina, sum eg fekk at kenna Camillu og fyri tað, sum hon var fyri okkum, og ikki minst tær Dia, fyri tað sum tú ert fyri okkum. Takk fyri alt, má Harrin styrkja teg og tíni, Æra verið minnið um Camillu. Heilsan frá okkum øllum Heidi føturnar á nýliberalistisku kreftunum. Og serliga Før- oya fólk eigur at hugsa seg væl um og eisini at gera vart við seg, um tað er eina slíka skipan, vit ynskja. Skulu vit selja solidaritet- in til frama fyri egoismuna hjá teimum fáu útvaldu? Tað er tað, sum málið snýr seg um. Landsstýrið borðreiðir nú við einum vælstandi uttan vælferð. Og eg má siga tað, sum tað er, hetta líkist mest av øllum einari nýliberalist- iskari kollvelting. Taka vit Caragata-álitið, so skal føroyska samfelags- skipanin gjøgnum eina hug- sjónarlig endurføðing. Dirigentur: Martin Mouritsen W.A. Mozart Symfoni nr. 29 A-Dur KV 201 Allegro moderato Andante Menuetto Allegro con spirito L.v. Beethoven Romansa í F-Dur opus 50 fyri violin og orkestur. Solistur: Guðný Brynhild Næs W.A. Mozart Allegro maestoso úr floytu- konsert í G-Dur KV 313. Sol- istur: Marjun Herup Olsen Steðgur A. Vivaldi Allegro úr violinkonsert í a- moll. Solistur: Jón Festirstein Andreasen J. Haydn Vivace úr konsert fyri klaver og orkestur. Solistur: Kristina Dalgarð J. Haydn Allegro assai (Rondo all’ Ung- herese) úr konsert fyri klaver og orkestur. Solistur: Andrea á Dul Mortensen. H Bellstedt Lagið Napoli við variatiónum fyri G. Brand/S. Foggin trompet og orkestur. Solistur: Johan Hentze Hesir ungu solistar eru næmingar í musikkskúla- skipanini og eru valdir í kapping. Í skipanini eru annars 1070 næmingar og 25 lærarar harav nakrir eru við í Føroya Symfoniorkestri. Musikkskúlarnir samstarva við fólkaskúlar og tónleikafelagsskapir á staðnum. Í Havn og Klaksvík hýsast skúlarnir í egnum hølum. Árliga musikkskúlastevnan við fleiri enn 300 næmingum verður 5., 6. og 7. mai í Norð- urlandahúsinum og tá verða konsertir við øðrum dugnaligum næmingum. Viðmerking: Minningarorð um mín elskaða abba Símin Petur Rasmussen f. 11. juni 1926 – d. 12. februar 2000 Góði abbi Nú orkaði tú ikki meira. Eg bleiv ógvuliga kløkk, tá ið tey ringdu úr Haraldsundi, og bóðu mammu koma norð, tí at tú ikki hevði tað so gott, og at tey høvdu ringt eftir sjúkrabilinum. Seinni um kvøldið, fekk tú tað betri og tá ið eg fór av sjúkrahúsinum, vardi tað meg ikki, at eg hevði sæð teg fyri seinastu ferð. Tú hevði drigist við sjúku í nógv ár, og fleiri ferðir var sent boð eftir sjúkrabili til tín, og tí ivaðist eg ikki í, at tú eisini fór at klára tað hesuferð, men so varð ikki. Tú var ein sera stuttligur og bráður maður, og tú var altíð í sera góðum lag. Um vit spurdu teg hvussu tú hevði tað, so svaraði tú altíð: »Eg havi tað fínt« sjálvt um vit vistu, at tú ikki hevði tað so gott. Á sjúkrahúsinum, tá ið eg sá teg fyri seinastu ferð, segði tú eisini, at tú hevði tað fínt, og helt at vit gjørdu eitt øgiligt roks burturúr, við at ringja eftir sjúkrabili til tín. Tú hevur verið ein trúfastur maður, bæði so og so. Í Haraldsundi hevur tú trúliga lisið lestur høvnn sunnudag í yvir 40 ár. Í 1998 fekk t´åu eisini heið- urstekin frá drotningini fyri drúgva tænastu. Tú kendi nógv fólk, tú var góður við øll og tú tosaði við øll. Um ung ella gomul fólk komu á gátt, so dugdi tú altíð at fáa eitt prát í lag, tær dámdi væl at práta. Eg kann minnast sum barn og eisini nú sum vaksin, hvussu stuttligt tað altíð var, at koma norður til Haraldsunds at vitja tykkum, tú dugdi so væl at fáa okkum at flenna, tú var altíð klárur við tí stuttliga, og tær dámdi at hava fólk rundan um teg. Tað er ein stórur saknur, nú tú ert farin. Tað kennist løgið at koma norð og tú ikki situr har við borðið, eins løgið kennist tað at ringja norð, og at tú ikki tekur telefonina, tí tað var tú vanur at gera. Eg veit, at hetta er svárt hjá okkum øllum, vit vóru øll so góð við teg. Mínir tankar fara til systrarnar hjá tær, Ellu, Fridu, Fíu og Poulinu, tit vóru so góðar við abba. Má Harrin styrkja tykkum. Góða elskaða omma. Hjá tær er saknurin stórur, tú hevur passa abba so væl øll hesi árini. Má Jesus páði hjálpa tær ígjøgnum hetta. Góði Pól, eg veit tað var svárt hjá tær at vera til fiskiskap, og fáa boðini um at abbi var farin. Nú eru tú og omma einsamøll har norðuri, men Harrin fer at styrkja tykkum hjálpa tykkum víðari fram. Nú hevur abbi tað gott, nú er eingin sjúka meir. Marianna, Gunnvør og Jastrid v/familju. Má Harr- in styrkja og hjálpa tykkum ígjøgnum hesa sváru tíð. Við hesum fátæku orðum vilja eg, mamma, babba, Hassadi, Símun Petur og Sólbjørn við virðing minnast abba í Haraldsundi. Friður verið við minninum um abba. Anni 14.august í fjør stóð sólin still í eitt døgn. Hetta var dagurin, tá ið 150 ára fagn- aðarhaldið var á Hellunum. Mikil rómur var henda dag, og varð her so væl borið at, at enn er eftirsjóð frá hesum degi í huganum Ikki bert tí at sólin stóð still, men henda løta var ílatin litfagurt end- urskin frá farnum døgum í orði og verki, sum tað sømir seg fólki, ið er at sær komið. Ein bók kom út um Hell- urnar, og ein bóklingur var eisini rikin í rætt henda fagnaðardag. Tað var Al- fred Klein, sum saman við Petur Martini Petersen høvdu greitt ein fittan bók- ling úr hondum um staðar- nøvn í Fuglafjarðar sókn. Ein bók er ein bók, men bøkur eru ymiskar bæði í dygd og skapi. Tekur tú bók í hondina kann tað kennast á skapinum , at vera leski- ligur lesnaður- nøkunlunda, sum tá ið mett verður um seyðavekt á heystardegi. Onkur, sum metti um vekt- ina á einum lambið, plagdi at siga: Hetta er báðu megin tríati pund, tað er lítið upp á fót, men tað fer at hyldn- ast. Og so var. Skoðsmálið stóð sína roynd., og meting- in kom honum, sum hevði dálað um, til góðar. Hann var umtalaður sum ein skil- amaður, og fekk litið upp í hendi ikki bert ta einu ferð- ina at lyfta og lætta, men fekk heitið at vera tann á rættargarði, sum kom við tí bestu metingini, tá ið seyður lá niðurbundin antin hann skuldi skerast ella sleppast. Alfred Klein sum er rit- høvundurin til hesa bók og Petur Martin Petersen, sum hevur savnað og lagt bókina til rættis, hava verið hepnir við hesum bóklingi. Bók- lingurin er ikki stórur upp á fót, men holdið er gott, hetta hevur hyldnast sera væl at nøra um tilveruna á ein slík- an hátt, at sigast má, at hetta er eindømi at greiða stað- arnøvnini á henda hátt. Ein leskiligur bóklingur at hava í hendi og forvitnisligur at blaða í. Bøkur eru dýrabara, ja, so dýrabarar, tað er tað besta vit eiga. Til mong staðarnøvn eru eisini frásagnir. Hetta ger at bóklingurin verður meira enn ein bóklingur um stað- arnøvn. Vit kunnu leggja afturat, at her er eisini sið- søguligur ráki í bókini. Staðarnøvnini gerast liv- andi, og tú kennir søgu og stev í nøvnunum, so tað verður borin ein kultiskur andi fram, sum tykist at vera lítisverdur í okkara eygum í dag, men fyri tey farnu ættarliðini, hevði hetta alstóran týdning. Natúran var teimum andsborin, og tað sum livdi í steinum og heyggjum skuldi hava frið. Tíanverri eru vit so háttað í dag, at vit virða ikki natúri- na. Hví skulu havnarmenn flyta Glyvursnes til Havnar, hvønn rætt hava teir til tað? Ella hví skal Hæddin oman fyri Lamba týnast? Hví skulu áirnar á vestursíðuni í Funningsfirði turrleggjast? Vit leika í, sum um vit eru síðsta ætt, ið livir á hesum klettum…. og kanska eru vit tað. Sagt var um ymsar steinar og heyggjar, at har var í- bygt. Eingin mátti nema við tað , har huldufólk, vættrar og álvar hildu til. Tak bara tann heilaga runnin hjá ur- fólkunum, har andin búði. Hann vakti yvir teimum dag og nátt, og tey høvdu virðing fyri honum. Tey ótt- aðust andan, ið búði í runn- inum. Vóru eingi trø, so vóru eingi dýr. Trøini vóru teirra lív og tilvera. Ikki kann tað sigast um okkum, sum kristi fólk at vit fara við natúrini á sama hátt sum uppruna fólk. Nú er natúran steindeyð í okkara eygum. Herluf, sáli, plagdi at siga: Nú trúði eingin upp á illamann og huldufólk longur. Svá er. Vit hava ikki fyrilit. Vit himpra okkum ikki við at sorla steinar, klettar, hellur, hamrar og heyggjar og leggja alt undir heilt. Í mongum førum er hetta lítilátað gjørt og ósømiligt fyri okkum sum mentað tjóð. Hvussu kunnu vit aftur røkka hagar, at natúran verður eins lívrunnin sum altarvínið? Hevði hesin bóklingur, við hópin av staðarnøvnum og frásagn- um gjørt, at vit steðgaðu á eins og á Hellunum 14. au- gust í fjør, tá ið sólin stóð still, vóru vit betur farin, og teir fornisku høvdu sæð til okkum við blíðari eygna- brái. Teir skulu eisini hava frið, men fáa teir tað? Petur Martin og Alfred eru grannar frá kl 9:00 á morgni til kl. 18:00. Hetta grannalag hevur borið góð- an ávøkst. Petur Martin er kunningarstjórið og bóka- vørur á Bókasavninum í Fuglafirði, men Petur Mart- in er eisini formaður í Fugl- afjarðar Fornminnisfelag og er fróðarmaður. Afred hevur verið røktingamaður, sjó- maður og landari og hann býr digst við Bókasavnið. Fáur hevur gingið so nógv í høgunum í Fuglafjarðar sókn sum Alfred Klein. Her hevur runnið saman millum teir báðar, og úr hesum spurdist ein bóklingur. Onkrir smáfeilir eru í bókini. Hetta verður rættað, so næsta útgáva verður líta- leys. Betur hevði verið um kortið við talmerkingunum yvir staðarnøvnini var í fleiri pørtum, so hesi tøl vóru størri; men tað er altíð so, ofta er ivingarsamt um peningurin, sum tú hevur til taks til bókaútgávuna, fer at røkka ella ikki. Tað kann hugsast, at soleiðis hevur tað óivað verið her; men snilt er at gera bókina so- leiðis, sum her er gjørt. Fot- omynd er yvir økið við stað- arnøvnum. Góður og greið- ur tekstur um staðarnøvnini og forvitnisligar frágreið- ingar til fleiri staðarnøvn. Aftast í bókini eru tríggjar síður, sum ein og hvør kann gera sínar viðmerkingar til hetta rit. Hetta má sigast at vera tignarligt. Hvør gevur bókling út og letur aðrar koma uppí? Tað munnu vera fáir, ið eru so demo- kratiskir. Sum heild er hetta ein fitt- ur bóklingur, sum tú altíð kanst hava hjá tær, og ikki at tala um, tá ið farið verður niðanfrá, at hava hann við sær so kanst tú læra teg hesi staðarnøvn, tá ið gingið verður hesar leiðir, sum bóklingurin vísir á. Bókin er ikki bert báðu- megin við dygd og góðsku, men er gott avrik. Hóast hon ikki er stór upp á fót, hyldn- ast hon væl. Jú, hetta var snilt funnið uppá og hóskaði hetta væl til dagin á Hellu- num í fjør 14. August, tá ið sólin stóð still. Vónandi verður hetta ikki bert tann eini bóklingurin, ið kemur út í hesum hami, men vónandi koma fleiri. So verða vit tað ríkari. Frits Johannesen Fuglafjørður Nøkur orð um bóklingin: Staðarnøvn í Fuglafjarðar sókn Tilfar til loppumarknað Nú er høvi at rudda allar goymslur, tí leygardagin 11. mars hevur Skótafylki Sigmunds Brestissonar stórt tiltak á Læraraskúlanum við m.a. loppumarknaði Í summar fara 40 skótar á legu í Onglandi, og í hes- um sambandi hevur Skót- afylki Sigmunds Brestis- sonar stórt tiltak á Lærara- skúlanum leygardagin 11. mars til tess at stuðla skót- unum fíggjarliga til ferð- ina. Fríggjakvøldið og leyg- ardagin í hesi vikuni verð- ur tikið ímóti lutum til loppumarknaðin, og tey, sum hav alutir heima, sum tey vilja lata til endamálið, eru hjartaliga vælkomin við teimum. Fáa fólk ikki komið sjálv, heinta vit fegin lutir- nar heima hjá teimum. Góð, rein klæðir, serliga barnaklæðir, eru sjálvsøgd, men ikki minst aðrir lutir koma væl við, eitt nú hús- haldstól, borð, stólar, seng- ur, spegl, myndir, rammur, spøl, bandupptakarar, rull- uskoytur, skoytur, leikur, plátur, fløgur, bøkur, ja, alt, sum góður dugur er í, og sum stendur og tekur pláss heima við hús, tí eingin nýtir tað longur, kann koma øðrum til góðar, um tað verður latið inn á lopp- umarknaðin. Tit kunnu ringja til 313506, 313436, 317618, 319979 ella 311144, so av- talast kann, nær tit koma við lutunum, ella nær teir kunnu verða heintaðir. Vit hoyra fegin frá tykk- um, um vit á henda hátt kunnu gera hvør øðrum ein beina.