mikudagur 2. apríl 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 63 - 2. apríl 2008
Maria Poulsen
HANDILSLÆRLINGUR
Vit sóknast eftir einum lærlingi
til okkara HVS-handil.
Tín førleiki
Vit vóna at tú ert fyrikomandi, íðin, nærlagd-
ur, sjálvstøðugur og skilur týdningin av góðari
kundarøkt. FHS ella onnur miðnáms útbúgving
er ein fyrimunur.
Afturfyri bjóða vit
Eitt starv har ið tú saman við øðrum kemur
at taka tær einum spennandi og fjøltáttaðum
handli. Tú fært møguleika at hjálpa og leið-
beina kundum okkara, samstundis sum tú
fært ábyrgd og møguleika til at menna okk ara
handil – Stutt sagt eitt spennandi starv í einari
fyritøku í støðugari menning.
Seinasta freist at senda inn umsókn við prógv-
um er, týsdagin 8. apríl.
Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at
ringja til okkara á tel. 312 000
MARIA POULSEN PF
Postmoga 182
FO-110 Tórshavn
Tel 312 000 | Fax 315 970 | mp@mp.fo
HANDILSLÆRLINGUR
Vit sóknast eftir einum lærlingi
til okkara HVS-handil.
Tín førleiki
Vit vóna at tú ert fyrikomandi, íðin, nærlagd-
ur, sjálvstøðugur og skilur týdningin av góðari
kundarøkt. FHS ella onnur miðnáms útbúgving
er ein fyrimunur.
Afturfyri bjóða vit
Eitt starv har ið tú saman við øðrum kemur
at taka tær einum spennandi og fjøltáttaðum
handli. Tú fært møguleika at hjálpa og leið-
beina kundum okkara, samstundis sum tú
fært ábyrgd og møguleika til at menna okk ara
handil – Stutt sagt eitt spennandi starv í einari
fyritøku í støðugari menning.
Seinasta freist at senda inn umsókn við prógv-
um er, týsdagin 8. apríl.
Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at
ringja til okkara á tel. 312 000
MARIA POULSEN PF
Postmoga 182
FO-110 Tórshavn
Tel 312 000 | Fax 315 970 | mp@mp.fo
Seinni í vikuni kem
ur álendski fólka
tónleikarabólkurin,
SKRÅ, á vitjan í
Føroyum. Bólkurin
verður nevndur hin
djarvi fólkatónleikara
bólkurin úr Álandi
Konsert
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
SKRÅ, sum luttóku á G! í
2006, hava spælt saman í
meira enn fýra ár og hava
altíð roynt at hildið fast í
sínar norðurlendsku røtur,
samstundis sum teir hava
latið seg ávirkað av rákinum
uttanífrá, skrivar Norður
landahúsið í tíðindakrivi.
Bólkurin hevur spælt í
ymsum londum, tó mest í
Álandi. SKRÅ vunnu við
stórum meiriluta álendsku
tónlistakappingina Music.
ax í 2006, ið NIIPA skipaði
fyri. Hugskotið til kapping
ini kom frá Stefan Simonsen
og gomlu føroysku Prix
Føroyar kappingini.
Fyrsta
konsertin
hjá
SKRÅ verður hóskvøldið
3. apríl klokkan 20 í Havnar
Klubba, sum klubbin, Fólka
tónleikarafelagið og Norð
urlandahúsið skipa fyri, har
eisini møguleiki verður at
hoyra aðrar føroyskar fólka
tónleikarar og fólkadans
arar.
Næsta konsertin verður í
Atlantis í Klaksvík fríggja
kvøldið 4. apríl klokkan 20.
Konsertin er skipað sum
eitt samstarv millum Klaks
víkar Kommunu, Atlantis
og Norðurlandahúsið í sam
band við, at Klaksvíkar
Kommuna fyllir 100 ár og
Norðurlandahúsið
verður
25 ár.
Tann triðja konsertin
verður í Norðurlandahúsin
um leygardagin 5. apríl
klokka 16, samstundis sum
ein stór álendsk listafram
sýning letur upp. Allar kon
sertirnar eru almennar.
Seinasta konsertin verður
seinni leygarkvøldið á
Bryggjuni
í
Vestmanna.
Hendan konsertin byrjar
klokkan 22.
Fólkatónleikarar úr Álandi vitja
Teir føroyingar, ið
dáma væl gospel
tónleik, hava helst
bert droymt um at
sleppa á eina konsert
við navnframa
sangaranum Steven
Curtis Chapman. Í
summar verður hesin
møguleikin til staðar
og tað enntá í Føroyum
Konsert
Snorri Brend
Í Skálafirði: Á heimasíðu
hansara stendur skrivað, at
hann skal hava konsert í Før
oyum leygardagin 30. aug
ust. Hetta er partur av longri
konsertferð, har hann bæði
skal vitja í Kina og í USA.
Hann kemur til Føroyar eftir
eina konsert í Houston í
Texas og skal síðani aftur
hava konsert á øðrum staði í
Texas eftir Føroyavitjanina.
Ein av monnunum aftan
fyri Fjarðafestivalin, Eyðun
Jacobsen váttar at hesin festi
valurin verður hildin um
somu tíð í Skálafirði. Men
hann hevur annars ikki aðrar
viðmerkingar til málið.
Steven Curtis Chapman
er føddur í 1962 og byrjaði
yrkisleið sína sum tónleikari
seinast í 80’unum og hevur
higartil útgivið omanfyri
20 album. Bara í fjør seldi
hann fleiri enn 10 mió ein
tøk av útgávum sínum.
Steven hevur, umframt
tónleikin eisini stundir til væl
gerandi endamál og hevur
stovnað felagsskapin Shao
hanna’s Hope. Hann er har
aftrat giftur við Mary Beth
og hava tey ættleidd tríggjar
gentur úr Kina.
Sum skilst koma The
Isaacs, sum eru kendir í
Gaithersamanhangi, eisini á
Fjarðafestivalin. Hetta sæst á
heimasíðu teirra, har sagt
verður at teir skulu hava
konsertir bæði 29. august
og 31. august í Skálafirði.
Steven Curtis Chapman
til Føroyar
Seinasta fløga hansara ”This Moment” kom út í fjør og fekk sera góð ummæli
Álendski bólkurin SKRÅ skal hava tríggjar konsertir í Føroyum í hesi vikuni