mikudagur 2. apríl 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 63 - 2. apríl 2008
Tað er fyritøkan Globi
SP/F, ið hevur ment
skipanina, sum í
hesum døgum verður
sýnd fram á stórari
KT-messu í Oslo
ALARMSKIPAN
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað er Regin W. Dalsgaard,
sum hevur ment hesa alarm
skipanina,
sum
virkar
umvegis smsskipanina.
Skipanin er í høvuðsheit
inum ein alarm/kunningar
skipan, ið sendir smsboð
til starvsfólk, um nakað er
áfatt. Skipanin er í brúk hjá
Færøernes Kommando í
sambandi við skipanina á
Sornfelli.
Í hesum døgum er Regin
W. Dalsgaard í norska høv
uðsstaðnum Oslo, har ein
KTmessa er. Tað eru mong
ár síðani, at ein KTmessa
seinast var í Noregi, og tí
vænta fyriskipararnir nógv
fólk. Talan er um eina Busi
ness2Business messu, og
tað merkir, at bert fyritøkur
kunnu vitja á messuni.
Regin W. Dalsgaard fer at
bjóða GlobiSMSskipanina
fram á hesi messu.
Færøernes
Kommando
sigur í sølutilfari hjá Globi:
»Globialarm
skipanin
merkir í stuttum, at okkum
ikki nýtist at vera á staðnum.
Í okkara skipan er neyðugt
at vita, um trýstið er opti
malt, um køliskipanin virk
ar, um streymur er á osfr.
Við Globialarm er øll
hendan vitan tøk – í okkara
lummum og á okkara far
telefonum. Og av tí at skip
anin er webgrundað, kunnu
vit vera hvar tað skal vera í
heiminum og svara alarm
inum«
Globi ætlar nú at koma
inn á norska marknaðin við
skipanini.
Føroyskt ment alarmskipan á Sornfelli
Upprunaætlanin
segði, at spakin
skuldi setast í
mánaðarskiftið
februar/mars, men
nú verður miðað eftir
at byrja Stórutjørn
verkætlanina í heyst
STÓRATJØRN
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað hevur tikið munandi
longdi tíð at avgreiða øll
loyvir hjá myndugleikunum,
enn
roknað
varð
við
upprunaliga.
Í løtuni sær út til, at tað
gongur eftir tíðarætlanini,
sigur Bárður Nielsen, stjóri
fyri verkætlanini.
Men tað er kortini ikki
uppruna tíðarætlanin, ið
stjórin sipar til. Hon er
langt síðani slept.
At byrja við roknaðu vit
við, at klárt fór at verða at
seta spakan í í februar ella
mars í ár. Hetta var kortini
ikki nøkur almenn ætlan,
men
tað
var
tosið
innanhýsis, og tað frættist
skjótt millum fólk, sigur
Bárður Nielsen.
Viðgerðin av málinum
hevur kortini víst seg at
verða so drúgv, at neyðugt
var
at
sleppa
uppruna
tíðarætlanini.
Málið skal fyri einar
sjey
ymiskar
almennar
stovnar, og tað hevur bara
víst seg, at tað tekur drúgva
tíð at fáa avgreitt málið,
sigur Bárður Nielsen.
Skunda undir
Stjórin fyri verkætlanini
Stóratjørn sigur, at teir hava
roynt at gjørt sítt til, at
avgreiðslan av málinum
skal ganga so skjótt sum
tilber.
Vit hava latið øll skjøl
og
tilfar
annars
inn
beinanvegin, vit eru bidnir
um hetta. So drálað hevur
ikki verið frá okkara síðu.
Men tað vísir seg bara at
taka sína tíð at avgreiða
málini á ymsu stovnunum,
og tað mugu vit bara hava
tol at bíða eftir, sigur Bárður
Nielsen.
Hann vísir á, at neyðugt
verður eisini við einari
serligari byggisamtykt fyri
økið við Stórutjørn, og at
tað er skilligt, at slík mál
taka tíð.
Teir arbeiða tí eftir einari
nýggjari
tíðarætlan,
har
miðað verður ímóti at byrja
í heyst. Og tann tíðarætlanin
sær í løtuni út til at halda.
Gongur, sum tað sær út
í løtuni, verður spakin settur
í í heyst, og tað er tað, vit
miðað eftir nú, sigur Bárður
Nielsen.
Verður klárt
í heyst
Gongur sum ætlað, verður verkætlanin Stóratjørn byrjað í heyst, sigur Bárður Nielsen, stjóri
Regin W. Dalsgaard er í løtuni
á KT-messu í Oslo, har hann
ætlar sær at sleppa inn á
norska marknaðin við nýggju
alarmskipanini
Milliónarán í Glostrup
Eitt rán um vikuskiftið móti pengahúsinum Loomis í
Glostrup kann vísa seg at vera hitt størsta í Danmark
nakrantíð. Løgreglan upplýsti tíðliga, at talan var um 30
milliónir krónur, men nú verður sagt, at hetta er ein
minsta upphædd. Størsta ránið higartil snúði seg um 41
milliónir krónur, og nú skrivar Politiken, at ránið í
Glostrup kann snúgva seg um enn fleiri pengar. Loomis
verður annars roknað sum eitt hitt tryggasta pengahúsið í
Danmark, og løgreglan heldur tí, at talan kann vera um
»innsider« vitan.
Gøtan opin aftur
Ledra Street í kypriska høvuðsstaðnum Nicosia hevur
staðið sum ímynd av stríðnum millum grikkar og turkar á
oynni síðani turkisku innrásina í 1974. Men í morginárini
verður aftur møguligt at spáka sær allan vegin gjøgnum
gøtuna. Síðani vápnahvíldin varð fingin í lag hevur gøtan
verið sperrað av einum múri. Grikkar hava síðani kunnað
ferðast 800 metrar eftir gøtuni, meðan turkarnir ráða yvir
150 metrum av Lokmaci, sum teir hava valt at kalla
gøtuna.