mikudagur 2. apríl 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 63 - 2. apríl 2008
Arbeiðsbólkurin
sum varð settur at
gera at gera eina
ferðslutrygdarætlan
fyri Føroyar, eftir at
Landsstýrið í 2006
setti Visjón 2015 út í
kortið, er nú liðugur
við arbeiði sítt og
»Ferðslutrygdarætlan
fyri Føroyar 2008 til
2015« er komin
Ferðslutrygd
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Tá Føroya Landsstýri í
2006 setti út í kortið við
Visjón 2015 var eitt av
aðalmálunum at tað skal
vera trygt at ferðast í Før
oyum. Talið á ferðslu
óhappum við fólkaskaða
skuldi verða 30 prosent
minni í 2015 enn í 2006.
Málið er eisini grundað á
nullhugsjónina,
sum
er
samtykt í Løgtinginum.
Ein bólkur varð settur av
landsstýrismanninum
við
vinnumálum 25. juni 2007
at gera ta fyrstu ferðslu
trygdarætlanina fyri Før
oyar. Bólkurin er nú liðugur
við
arbeiði
sítt
og
»Ferðslutrygdarætlan fyri
Føroyar 2008 til 2015« er
veruleiki.
Arbeiðið byrjaði við at
ein verkætlan varð skipað
við einum stýrisbólki og
einum arbeiðsbólki. Í stýris
bólkinum sótu umboð fyri
Vinnumálaráðið,
Akstov
una, Landsverk, løgregluna,
Ko m m u n u s a m s k i p a n
Føroya, Føroya Kommunu
felag og Ráðið fyri Ferðslu
trygd. Í arbeiðsbólkinum
sótu umboð fyri Landsverk,
kommunurnar, løgregluna
og Ráðið fyri Ferðslutrygd.
Sølvi Reinert Hansen,
stjóri, og Høgni í Stórustovu,
formaður í Ráðnum fyri
Ferðslutrygd, siga, at málið
er, at hendan ferðslutrygd
arætlan
komandi
árini
verður stavnhald hjá landi,
kommunum, feløgum, fyri
tøkum, einstaklingum og
øðrum, sum eru við í
arbeiðinum fyri størri trygd
á føroyska vegakervinum.
Men skal ynskið gerast veru
leiki, er tað ein fyritreyt, at
fólk taka hana til sín og
gerast partur av henni.
Vónin er, at arbeiðið,
sum skjøtil er settur á, í
hesum bólki, kann halda
áfram, so at
ferðslutrygdarætlanin
áhaldandi verður kannað og
eftirmett fyri møguliga at
seta nýggj mál ella mæla til
onnur tiltøk og átøk fyri at
koma nærri málinum í
nullhugsjónini.
»Ferðslutrygdarætlan fyri
Føroyar 2008 til 2015« er
upp á 46 síður við 35
ymiskum tilmælum fyri at
betra um ferðslutrygdina í
Føroyum.
Samanumtikið
gerst
einki, um ikki hvør ein
stakur tekur ábyrgd av
ferðslutrygdini, siga Sølvi
Reinert Hansen og Høgni í
Stórustovu frá Ráðnum fyri
Ferðslutrygd.
Ferðslutrygdarætlan fyri
Føroyar komin
Sølvi Reinert
Hansen, stjóri,
og Høgni í
Stórustovu,
formaður í
Ráðnum fyri
ferðslutrygd
Mynd: Jens
Kristian Vang
Roykiforboð økir spirituskoyring
Ein amerikansk kanning vísir, at roykiforboð á vertshúsum merkir fleiri
spiritusførarar á vegunum. Í teimum umráðunum í USA har roykiforboð er
sett í verk á ølstovum, hava myndugleikarnir skrásett eina øking upp á 12% í
spiritusrelateraðum óhappum. Sambært kanningini eru tað alt fleiri, sum
koyra longri fyri at finna ølstovur, har tey bæði kunnu drekka og roykja. Tey,
ið hava gjørt kanningina, mæla tí til, at myndugleikarnir viga fyrimunirnar
við roykiforboði upp móti øktu ferðaluvanlukkunum, skrivar berlinske.dk
Íslendska krónan styrknað
Íslendski búskapurin er góður og íslendsku bankarnir eru
væl fyri. Tað sigur Ingimundur Friðriksson frá íslendska
tjóðbankanum við Børsen. – Búskapuin er grundleggjandi
sunnur, sigur Friðriksson og vísir á, at yvirskot er á fíggjar
lógini, og at útflutningurin er í stórari øking serliga orsakað
av fiski og aluminium. Íslendska krónan er tann valuta, ið
hevur staðið seg ringast mótvegis evruni, men gongdin er
kortini vend fyri eina stund nú og er hækkað 1% aftrat.