mikudagur 2. apríl 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 63 - 2. apríl 2008
Lýsingin av søguni
hjá pedagogunum
í nýggju bókini
Hygg! Pedagogarnir
eru komnir, er
samstundis ein for
vitnislig lýsing av
føroyska hugburð
inum til barnaansing
seinastu 25 árini
Nýggj bók
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
”... í sjeytiárunum vóru
pedagogar illa lýddir. Teir
vóru sagdir at máa støðið
undan
teirri
klassisku
móðurrollini. Flestu konur
so væl sum menn omanfyri
tey fjøruti beinleiðis hataðu
pedagogar.”
So bersøgin er rithøvund
urin, Jóanes Nielsen, í inn
leiðandi greinini í nýggju
bókini hjá Føroya Pedagog
felag ”Hygg! Pedagogarnir
eru komnir”, sum eisini er
heitið á bókini.
Íkast til kjak
Nógv vatn er runnið í ánna,
síðani pedagogar mestsum
vóru fataðir sum ein hóttan
móti kristiligu virðunum til
í dag, nú støðugt fleiri for
eldur seta sum krav, at teirra
børn verða ansað av netupp
pedagogum.
Endamálið við nýggju
bókini er millum annað at
geva eina mynd av, teimum
rembingum, sum hava verið
í søguni og yrkinum hjá før
oyskum pedagogum, undan
og eftir at Føroya Pedagog
felagi varð stovnað.
Eisini varpar bókin ljós á
støðuna í yrkinum í dag og
lýsir, hvat eigur at verða
lagdur dentur á í framtíðini
fyri at menna og styrkja
námsfrøðiliga
økið
í
Føroyum.
Í formælinum vísir nýliga
afturvaldi
formaðurin
í
Føroya
Pedagogfelag,
Jarvin F. Hansen, á, at lítið
er skrivað um søguna hjá
pedagogunum, og at lítið
og onki er granskað í teirra
yrki her á landi. Tí vónar
hann, at nýggja bókin verð
ur fyrsta stigið á leiðini at
røða um námsfrøði í einum
fakligum og praktiskum
høpi, umframt at greinarnar
kunnu verða íkast til kjak.
Umframt tankavekjandi
greinina hjá Jóanesi Niel
sen, eru greinar eftir náms
frøðingar, fólkalívsfrøðing
og hugmyndafrøðing. Eisini
eru samrøður við allar for
kvinnurnar og formenninar,
ið hava verið í felagnum,
síðani tað varð sett á stovn
fyri fjóðringsøld síðani.
Hygg! Pedagogarnir eru
komnir er 120 blaðsíður.
Ritstjórnað og skipað bók
ina hevur Turið Kjølbro.
Brot
Brot úr bókini, har Jóanes Nielsen, rithøvundur lýsir
løtuna á 1.mai kvøldsetu í 1979, tá Hjørdis Johansen
trein á pallin við sanginum ”Í barnagarði”:
Soleiðis hevði ongin sungið barnasangir fyrr. Tað
var, sum ”Kongaríkið í Babylon” var sprongt í luftina,
og ”Dukka mín er blá” fargaðist grøn av øllum gallin
um, sum streymaði út í salin. Pedagogbarbararnir vóru
komnir, og millum 1. mailuttakararnar sá mann fyri
sær ein djúpt vónleysan Hans Andrias Djurhuus royna
at bjarga rovunum av síni hugnaligu diggudigg verð.
Leygardagin gav Føroya Pedagogfelag út bókina ”Hygg! Pedagogarnir eru komnir” í sambandi
við, at felagið fylti 25 ár fyri stuttum
Pedagogarnir
eru komnir
Stutt fyri páskir
kom út ein nýggj
fiskabók, ið lýsir
skilnaðin millum tey
ymsu fiskasløgini,
og hvussu hesi verða
skipað
Nýggj bók
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Fiskaskipanin lýst við
dømum við fiskinum á
Føroyabanka er heitið á
nýggjari fiskabók, sum
Eyðfinnur
Magnussen,
biologur á Náttúruvísunda
deildini á Fróðskaparsetr
inum hevur skrivað. Bókin
lýsir lýsir skilnaðin ímill
um tey ymisku fiskasløg
ini, og hvussu hesi verða
skipað við støði í felags
eyðkennum.
Breið lýsing
Bókin byrjar við at geva
eina almenna lýsing av
fiski, og hvussu nógv fiska
sløg vit kenna í dag. Eisini
verður greitt frá útsjóndini
og nøkrum grundleggjandi
hugtøkum um fisk. Greitt
verður í stuttum frá vist
skipanini á Føroyabanka
og fiskinum, sum heldur
til á Bankanum.
Síðani verður greitt frá
djóraskipanini, og hvussu
fiskur og aðrar livandi ver
ur verða bólkaðar við
støði í felags eyðkennum.
At enda verður tikið sam
anum eyðkennini hjá fisk
unum, sum eru umrøddir í
bókini.
Aftast í bókini er ein
listi við øðrum lesnaði um
Føroyabanka og fiskin,
sum har livir, og um fiska
skipanina í síni heild.
Fiskiskipanin er prýdd
við góðum myndum og
tekningum, sum gera tað
lætt hjá lesaranum at
kenna aftur eyðkennini
fyri ymsu fiskasløgini.
Bókin er ætlað undirvís
ingini í miðnámsskúlunum
og á Fróðskaparsetrinum
og annars øllum, sum hava
áhuga fyri fiski. Útgangs
støðið í bókini er heftið
”Fiskasystematikkur”,
sum kom út á heysti 2003
og varð nýtt til undirvís
ingina í fiskalívfrøði, ið er
ein av lærugreinunum í lív
frøðiútbúgvingini á Fróð
skaparsetrinum.
Tað er Føroya Skúlabóka
grunnur sum gevur bókina
út. Bókin er 41 síður til
støddar og fæst í bók
handlunum kring landið.
Nýgg fiskabók
Nýggja bókin Fiskaskipanin er prýdd við
góðum myndum og tekningum, sum gera tað
lætt hjá lesararnum at kenna aftur eyðkennini
á teimum ymsu fiskasløgunum
Dýrari at liva
Brúkaraprísirnir í Grønlandi hækkaðu 5,4 prosent
í 2007 samanborið við árið fyri. Grønlendska
hagstovan sigur, at verða avgjaldshækkingarnar
seinasta heyst roknaðar frá, var prísvøksturin 3,6
prosent, sum í høvuðsheitum stavaðu frá frukt og
grønmeti. Íbúðarútreiðslurnar hækkaðu fimm
prosent í fjør og áttu tískil eisini lut í samlaðu
hækkingini. Hagstovan í Nuuk samanber við
Danmark, har prísvøksturin var 3,1 prosent í fjør.
USA-kreppa rakar Svøríki
Hetta er ringasta búskaparkreppan síðani 1929 og tað er bláoygt at
trúgva, at tað, sum hendir í USA ikki heldur fram í Svøríki. Og tey,
sum siga, at India og Kina fara at bjarga Svøríki úr kreppuni,
fyrigykla fólki. Tað sigur sjefanalytikarin hjá Handelsbanken
Capital Markets, Mats Kinnwall. Tí hóast tað gongur væl í løtuni,
er tað bert ein spurningur um tíð, áðrenn tað gongur galið aftur. –
Eftir hvørt bjargingartiltak koma nýgir trupulleikar. Í besta føri eru
vit í endanum av byrjanini á búskaparligu trupulleikunum í USA,
sigur Mats Kinnwall við Børsen
Frukt og grønmeti gjørdu sítt til prísvøksturin í Grønlandi í fjør
(Mynd: KNR)