mikudagur 2. apríl 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 63 - 2. apríl 2008
Hann varð so illa
happaður í skúlanum,
at tær bestu løturnar
vóru, tá ið hann var
drigin inn á skriv
stovuna hjá skúla
stjóranum. Nú er
hann ákærdur fyri
drápsroynd
NevNiNgatiNg
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Barnaárini vórðu merkt av
drykkjuskapi,
sviki
og
happing.
Og nú stendur hann í
Føroya Rætti, skuldsettur
fyri drápsroynd.
Alla vikuna hevur eitt
nevningating í Føroya Rætti
viðgjørt eitt mál, har ein
maður er ákærdur fyri at
hava roynt dripið ein annan
mann, eftir at hann breyt
seg inn á mannin, útgjørdur
við einum longum reipi,
einum dunki við einum
sjatti av bensini í og eini
øks.
Fútin sigur, at ætlanin var
at seta eld á mannin, at geva
honum øksina í høvdið og
at brenna húsini niður.
Maðurin
noktar
seg
sekan. Hann heldur fast
við, at hann ætlaði ongan at
drepa og onki at brenna.
Einasta endamálið var at
ræða mannin, tí leysasøgur
gingu um, at hann var
barnalokkari.
Tí ætlaði hann at seta eld
á dýnuna hjá honum og
síðani at vekja hann og
biðja hann halda seg frá
smágentum.
Men eldurin skuldi ikki
vera størri enn so, enn at
hann kundi køvast aftur við
at falda dýnuna saman og
kvæla eldin.
Øksina og reipið hevði
hann bara við fyri at síggja
so øgiligur út, at ongin skuldi
tora at binda ann við hann,
skuldi hann møtt onkrum
Men undir rættarmálinum
royndi verjin at finna eina
forkláring uppá, hví tað
kundi koma so langt, at
tann ákærdi kundi fáa seg
til at bróta inn á sovandi
mann við bensini við teirri
ætlar at festa í dýnuna hjá
honum.
Í hesum sambandi varð
tann ákæri spurdur um,
hvussu hansara uppvøkstur
hevði verið.
Og tað var ikki tann lukku
ligasti barndómurin, hann
hevði at siga frá, tí barnaárini
høvdu verið alt annað enn
trygg og fjálg. Tvørturímóti
vóru tey merkt av um
sorganarsviki, drykkjuskapi
og hjúnarskilnaði.
Bæði mamman og pápin
høvdu drukkið illa. Hartil
var pápin sjáldan heima og
longu tá ið hann var smá
drongur, skiltust foreldrini.
Tí flutti hann til eina
skyldkonu at búgva. Hann
flutti stutt eftir, men flutti
skjótt aftur til skyldkonuna
at búgva.
Hann
gekk
sjálvandi
eisini í skúla, men skúlaárini
høvdu verið líka ólukkulig,
sum uppvøksturin annars.
Tann ákærdi greiddi frá,
at hann hevði verið so illa
happaður í skúlanum, at tær
bestu løturnar hevði hann,
tá ið hann var drigin inn á
skrivstovuna
hjá
skúla
stjóranum.
Ballaðist fyri
20.000 krónur
Longu 1213 ára gamal fór
hann eisini sjálvur at drekka
og stutt eftir var bæði hassj
og onnur rúsevni vanligur
kostur hjá honum, bæði
kokain, ecstasy, amfetamin
og onnur rúsevni.
Tað var eisini vanligt hjá
teimum at taka alskyns sløg
av heilivági fyri at fáa øl og
brennivín at virka betri.
Tá ið hann var vaksin, fór
hann í læru og tað gekk gott
í fyrstuni, men tá ið nakrir
mánaðir vóru farnir, fór
hann at forsøma so illa, at
hann gavst.
Hann hevði síðani verið á
sjónum men tá ið hann kom
heim síðsta summar, var
hann farin rættiliga at
ballast.
Upp á eina góða viku,
hevði hann ballast fyri
slakar 20.000 krónur, men
tað var bara ein partur av
rokningini, tí teir, hann
hevði ballast saman við,
høvdu eisini goldið sín
part.
Hann upplýsti eisini fyri
rættinum, at hann ongantíð
revsaður áður fyri harðskap
og hann var heldur ikki
vanur at berjast.
Hann endurtók, at ætlanin
hevði bara verið at ræða
mannin, hann breyt seg inn á.
Hann varð settur í varð
haldið um náttina, men tá
ið hann vaknaði aftur,
ætlaði hann sær at sleppa út
aftur, tí hann skuldi lukkast
við
einum
bussi
hjá
bygdaleiðum.
Hann segði, at hann varð
rættiliga skelkaður, tá ið
hann fekk at vita frá løg
regluni, at tað var so heilt
avgjørt, at hann ikki slapp út
aftur enn á sinni, tí hann var
ákærdur fyri drápsroynd.
Tann ákærdi hevur eisini
verið
til
sálarfrøðiligar
kanningar og har varð
staðfest, at hann er egnaður
at verða revsaður.
Men tað varð eisini stað
fest, at hann hevði kenslu
ligar trupulleikar og at hann
hevði lyndi til ikki at hugsa
seg um, áðrenn hann handl
aði og at tað kundi vera
tórført hjá honum at hava
tamarhald á sær sjálvum,
serliga í spentum støðum.
Barnaárini merkt av
drykkjuskapi og happing
Stórur sílahugur
Tað er ein sannroynd, at tað er dýrt at keypa sær eitt loyvi
at veiða laks í íslendskum áum, og tað hevur havt við sær,
at altsamt fleiri velja at veiða síl ístaðin fyri laks. Men tað
er eisini stórur munur á prísinum fyri laksa og sílaveiði.
Sambært íslendsku bløðunum kostar tað millum 250 og
700 danskar krónur at veiða síl ein dag við einari tráðu.
Skalt tú harafturímóti veiða laks, kostar tað upp í einar
12.000 danskar krónur fyri ein dag.
Wallenberg hug at keypa
Tann ovurríka svenska Wallenbergættin umhugsar at
gera eina roynd at keypa 20 prosent av partabrøvunum í
Nordea, sum er størsti banki í Norðurlondum. Talan er
um tey 20 prosentini, sum svenski staturin eigur, og
virðið av teimum er mett til einar 50 milliardir. svenskar
krónur. Men tað er ikki bara Wallenbergættin, sum hevur
hug at keypa. Finska tryggingarfelagið Sampo liggur
eisini framvið, skrivar blaðið Dagens Industri.
Føroya Rættur er hesa
vikuna karmur um eitt
álvarsmál, har ein maður
er ákærdur fyri at hava
roynt at drepa ein annan
mann á ræðuligan hátt