mikudagur 2. apríl 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 63 - 2. apríl 2008
Ráðharrar í leigu-
flogfari
Tað hevur elvt til eitt sindur av orðaskifti í íslendskum
fjølmiðlum, at Geir H. Haarde, forsætisráðharri, og
Ingibjörg Sólrún Gísladóttir, uttanríkisráðharri, fóru á
NATO-fund í Rumenia við leigaðum flogfari. Men
stjórnarskrivstovan sigur, at skuldu tey bæði farið við
rutuflogfari, máttu tey gist eina nátt í London á vegnum,
og at tí er lítil munur á prísinum. Umframt ráðharrarnar
vóru 10 embætisfólk og fýra blaðfólk í tí leigaða
flogfarinum.
Vinnuframi er loysnin
Í hesum døgum eru vinnustjórarnir í teimum
grønlendsku kommununum á skeiði, har teir fyrireika
seg til tær broyttu umstøðurnar, nú kommunurnar
verða lagdar saman. Sara Heilmann hjá Grønlands
Turist- og Erhvervsråd, sum stendur fyri skeiðinum,
sigur við KNR, at tær nýggju kommunurnar skulu
hugsa øðrísi enn tær gomlu, tí í framtíðini verða
vinnuframi og vinnufremjandi tiltøk loysunarorðini hjá
teirri einstøku kommununi.
Leiguflogfarið var eitt Dornier 328-flogfar hjá íslendska felagnum
Icejet
Mynd: Vísir
Gekk mær ein kaitúr
herfyri. Knappliga
rakti eg við navnið
Staaløy, norskur
svartkjaftaátur, ið
lá við bryggju. Tá
runnu tankarnir
aftur til fimmti árini,
tá ið javnan norskir
sildabátar komu inn á
Fuglafjørð í sildatíðini.
Ein teirra æt Staaløy,
og vit smádreingir
vóru hugtiknir av
hesum báti, tí hann
var so sera snøggur,
hugleiðir Frits Johanne
sen í Fuglafirði
HUGLEIÐING
Frits Johannesen
Hetta var ein stálbátur við
hvítari
stálbrúgv.
Hann
skaraði framúr í sniði og
skapi í mun til aðrar bátar
um tað mundið. Henda dag,
sum her verður hugsað um,
lógu fleiri aðrir norskir
sildabátar við bryggju m. a.
Manon, Gardar og Rishol-
men. Hetta vóru træbátar.
Ikki at tala um tær føroysku
dangurnar,
sum
næstan
vóru komnar at gravarbakka
við sínum tunga hjalli,
stóðu ikki í mát við hetta
far. Hóast henda tunga
burð, hóraðu tær næstan all-
ar undan í sildatíðini í
fimmti árunum, men máttu
lúta fyri nýggju tíðini í
seksti og sjeyti árunum.
“Andenæs”
Tað var ikki nakað nýtt sum
so, at norskir fiskimenn
komu inn á Fuglafjørð at
dansa. Hetta var ein sið-
venja, sum stakk seg upp, tá
ið norsk fiskifør millum
krígsárini vóru á veg til
Grønlands. Tá leitaðu tey
inn á Fuglafjørð at vera her
eina ella tvær nætur og
dansa. Norsku sjómenninir
høvdu sjálvir harmoniku
við, og soleiðis trinu teir
dansin í Fuglafirði, áðrenn
siglt varð til Grønlands. Eitt
annað, sum var forvitnisligt,
var, at fuglfirðingar tóku
hesi norsku løg til sín, tí har-
monikan átti gott rásarúm í
bygdini. Í fimmti árunum
upplivdu vit tað sama. Tá
var ”gaman at leva”. Einki
var, sum tá ið korvettin
Andenes (norskt marinu-
skip) lá her og reinsaði ketil.
Hon var her í 1954 og 1955.
Tá varð dansað í 14 dagar
hvørt kvøld og sjálvir høvdu
norðmenninir dansiorkestur.
Staaløy hevði eitt akker við
úr Norra, sum Andenæs
skuldi hava. Alt var á gosi.
Marinarnir vóru so kimligir
og fimir, at gentur aðrastaðni
frá leitaðu higar í dans.
Summar var og lýtt, so hví
ikki tað? Alt ber til, tá ið ein
er ungur. Dansur var næstan
hvørt kvøld í einar 14 dagar.
Genturnar
seymaðu
sær
skrúð og skreytir, so teir
norsku sveinarnir skuldu
ikki hava tað at siga, tá ið
knarkarnir aftur fóru suður
ígjøgnum Leirvíksfjørð ella
norður ígjøgnum Djúpini, at
sprundini í Fuglafirði vóru
nøkur kloddafyl. Nei, snøgg-
ar vóru tær, tá ið tær fóru
eftir vegnum í nýseymaðum
kjólum við einum litfagrum
turriklæði í hondini, høghæl-
aðum dansiskóm, putraðar,
varrarnar lýstu sum reyð
sigluljós, og hárið dúkaði í
summarkyldini. Tað stóð
við klettin, og eitt tám fór
um Gjógvarahamar, .. og
norsku sveinarnir vóru hug-
tiknir av hesum elskuligu
oyggjafljóðum. Ein sangur
varð gjørdur um hesa vitjan,
sum byrjaði við: Nú Andenes
er farin.
Fótbóltur
Teir vóru ikki einans góðir
dansarar, men dugdu eisini
at sparka bólt, og varð fót-
bóltsdystur skipaður millum
ÌF og marinarnar fleiri kvøld
á
kaiini,
sum
tá
var
fótbóltsvøllurin í bygdini. Tá
ið bólturin fór á sjógvin, lupu
hesir ungu marinarar á
bláman eftir bóltinum. Tá
vóru glómur í okkum smá-
dreingjum,
og
genturnar
stóðu í minni hópum og
hugdu at við smædnum eyg-
um at onkrum, sum tær
høvdu dansað við kvøldið
fyri, kanska var tað hann,
sum leyp á bláman. Dugdi
hann væl at svimja, so dugdi
hann so stak væl at dansa
rheinländara. Kærleiksrúsur-
in bara vaks. Onkur mamma
sat heima við hús og kvíddi
fyri, hvussu leikur fór at hasa
av,... men kansaka var hon
ein av teimum, sum dansaði
millum krígsárini við onkrum
reyðhærdum
norðmanni,
sum hon ongantíð gloymdi,
men hevði hann í einum
loynikróki í sínum poetiska
heimi? Hví skuldi dóttirin
ikki eisini hava eina slíka
uppliving? Kanska hevði
dóttirin kjósað sær ein,.....,
ja, ja, nú var alt vorðið til
minnir hjá hini gomlu,..... og
hvussu er tað vorðið hjá
teimum damum í bygdini í
dag, sum í dag stunda til
sjeyti? Tær sita eisini og
goyma at einum fittum mar-
inara ella onkrum norskum
dreingi, sum kanska var við
Staaløy ella Andenes? Hetta
er teirra loynidómur,.... og
kanska var sjeikurin eisini
reyðhærdur.
Tað er sama reiðaríi, ið
eigur hendan Staaløy, sum
átti tann, sum vit sóu við
bryggju í fimmti árunum.
Hetta er fimti bátur við hes-
um navni. Reiðaríið varð
stovnað 1942. Tað vóru
brøðurnir Kristoffer Drønen
og Rasmus Drønen frá Tor-
ansvåg (Austevoll), sum
løgdu grundarsteinin undir
hetta reiðaríið. Staaloy, sum
her verður hugsað um, var
seldur 1972 og søktur í
Bjørnefjorden 1979.
Skipari á hesum bátinum
er Knut Helge Drønen, Tor-
angsvåg. Hann er sonur
Kristoffer Drønen. Báturin
er bygdur í 2000, har Simek
A/S hevði høvuðsábyrgdina
av byggingini. Skipið er
68,3 m langt, 14 m breitt og
lastar 1800 m,³ og motorurin
hevur 7500 hestakreftir.
Hetta var bara eitt lítið
nos, sum stakk seg upp í
hugan næstsíðsta leygar-
kvøld, tá ið tú gekst tær ein
kaitúr.
M/S Staaløy skaraði framúr
í sniði og skapi
Norski svartkjaftabáturin Staaløy á Fuglafirði
Navnið »Staaløy« er eitt kent skipanavn í Fuglafirði
Knut Helge Drønen er skipari á Staaløyw