Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-02, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. apríl 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 63 - 2. apríl 2008 13 Átjandi partur Vit sóu í seinasta parti, hvussu høgar opinberingar Ezekiel fekk. Bókin líkist annars nógv Jeremias og Esaias. Hann sigur aftur og aftur, at Harrin talar við hann. Hann fær sama boð­ skap sum hinir báðir. Harrin talar dóm yvir Ísrael og Juda fyri teirrra ólýdni og synd. Hygg hvat hann profeterar: Orð HARRANS kom til mín; Hann segði: Menniskjasonur! Vend andliti tínum móti fjøllum Ísraels, profetera móti teimum og sig: Tit fjøll Ísraels! Hoyrið orð Harrans HARRANS! So sigur Harrin HARRIN við fjøllini og heyggjarnar, við gilini og dalarnar: Eg lati svørð koma yvir tykkum og forkomi offurheyggjum tykkara. Altar tykkara skulu verða løgd í oyði, og sólstólpar tykkara brotnir, og Eg skal lata dripnu tykkara falla framman fyri avgudar tykkara. Men leivd skal Eg lata verða eftir, so nøkur av tykkum sleppa undan svørðinum úti millum tjóðirnar, táið tit verða spjadd um í londunum Og tey av tykkum, ið undan sleppa, skulu minn­ ast Meg millum tjóðirnar, hagar tey eru herleidd – tá ið Eg havi boygt trúleysu hjørtu teirra, ið vóru vikin frá Mær, og eygu teirra, sum í trúleysum fráfalli hugdu eftir avgudum teirra; tá skulu tey vamlast við seg sjálv fyri tað ónda, ið tey hava gjørt við øllum viðurstygdum sínum; Ez. 6,1­4 og 8­9. Hetta er jú júst tað, sum vit hava sæð og kenna frá søguni. Ísrael varð spjatt runt í londunum, og mong eru har enn, men í seinastu øld byrjaðu tey at koma aftur, og í 1948 varð Ísrael aftur eitt ríki. Hetta var eisini júst tað, sum Ezekiel og hinir profetarnir høvdu spátt. Teir spáddu nevniliga ikki bert um dómin, men Harrin gav teimum eisini ein náðiboðskap at bera til fólkið, og tað var, at hann skuldi savna tey saman aftur frá fólkunum og føra tey heimaftur til Ísraelsland. Í kapitli 36 sigur hann hetta: Men tú, menniskja­ sonur! Profetera um Ísraels­ fjøll og sig: Hoyrið orð HARRANS, Ísraelsfjøll! So sigur Harrin HARRIN: Við tað at fígg­ indin segði um tykkum: "Tað var rætt! Hinar ævigu hæddir eru vorðnar ogn okkara!" ­ so skalt tú profetera og siga: So sigur Harrin HARRIN: Við tað at ­ ja, við tað at teir oyða tykkum og liggja eftir at gloypa tykkum úr øllum ættum, so hinar tjóðirnar kunnu fáa tykkum at eiga, og við tað at tit eru komin á tungur og varrar og í ringt orð millum fólk, hoyrið tí orð Harrans HARRANS, Ísraelsfjøll! So sigur Harrin HARRIN við fjøllini, hæddirnar, gilini og dalarnar, við oyðitoftirnar og býirnar, sum fólkið er rýmt úr, sum eru vorðin hinum tjóðun­ um ­ sum rundan um tykkum búgva ­ til rán og til spott, ja, tí sigur Harrin HARRIN so: Sanniliga, í brennandi vreiði Míni havi Eg talað móti hinum tjóðunum og móti øllum Edom, sum hava ætlað sær land Mítt til ogn við gleði hjartans og við vanvirðing innast úr sálini, fyri at reka út tey, ið har búgva, og gera tað til rán. Tí skalt tú profetera um Ísraelsland og siga við fjøllini, hæddirnar, gilini og dalarnar: So sigur Harrin HARRIN: Ja, Eg havi talað í vreiði og bræði Míni: Aftur fyri at tit eru so háðað av tjóðunum, tí sigur Harrin HARRIN so: Eg havi lyft hondini og svorið: Sanniliga, tjóðirnar, ið rundan um tykkum búgva, skulu sjálvar koma at tola háð! Men tit, Ísraels­ fjøll, á tykkum skulu grein­ arnar vaksa aftur, og tit skulu bera Ísrael, fólki Mínum, ávøkst; tí tey skulu skjótt koma aftur. Ez. 36,1­8. Hetta er so týðuligt. Dómurin yvir Ísrael gekk út, sum Ezekiel og hinir hava profeterað. Frelsulyft­ ini eru gingin út fyri ein part, men nakað er eftir enn, men alt fer at ganga út, soleiðis sum skriftirnar kunngera okkum tað. Í hesum, sum vit hava sæð her, talar Harrin eisini eitt sindur um heidningatjóð­ irnar. Í næsta parti skulu vit hyggja meir eftir, hvat Harrin hevur at siga til tær. Framhald Bíblian innblást av Gudi - ikki mannaorð um Gud RichaRd danielsen Á altjóða fíggjarmarkn­ aðinum hyggja aktørar­ nir ikki at, um fíggjar­ eftirlitið er føroyskt ella danskt. Lánveitarar meta um trúvirðið og prísseta váðan út frá tí. Trúvirðið viknar, og váðin økist, um eftirlitið verður yvirtikið. Hetta er ein orsøk til, at tankin um at yvirtaka Fíggjareftirlitið er burturvið Kjartan Hoydal og eg hava báðir verið í teirri støðu at verið partar av 80’unum í Føroyum. Hann var embæt­ ismaður og ráðgevi hjá landsstýrinum, og eg var skipasmiðjustjóri. Báðir hava givið sínar frágreiðingar. Kjartan til § 19­nevndina – nakað, sum eg ikki fekk møguleika til tíverri. Hinvegin fekk eg møguleika at geva frágreið­ ing í nógv umrøddu skipa­ málunum, og har greiddi eg frá míni fatan av gongd­ ini í Føroyum í 80’unum og skipanini arbeitt bleiv undir og eftir. Eg veit, at Kjartan eisini var avhoyrdur í hesum samanheingi. Vit kunnu uttan iva báðir skriva undir uppá, at fyrst og fremst politiska skipan­ in sveik hesi árini, og úrslitini kenna vit øll. Ongin av okkum ynskti at koma í ta støðu, sum alt Føroya land tíverri endaði í. Hetta var ein sera kostn­ aðarmikil lærupeningur fyri allar Føroyar og nógv menniskju, ein lærupening­ ur vit kundu verið fyri­ uttan.. Tað kundi tó aldrin fallið mær inn at givið dønum og Fíggjareftirlitinum skyld­ ina fyri hesa støðu, sum vit sjálvir og okkara land kom út í. Vit í Føroyum høvdu aleina ábyrgdina, og hana eiga vit at takað á okkum. Lender of last resort Danska Fíggjarftirlitið er ein stovnur, sum hevur altjóða virðing og trúvirði. Somuleiðis er trúvirðiði og virðingin fyri danska ríkið altjóða høgt mett í fíggjarligum samanheingi eins val og ørðum høpi, og tað gagnar okkum, sum eru partur av ríkinum. Tá Kjartan Hoydal í sínum seinasta lesarabrævi heldur áfram ,at takað fram støðuna í ´92 , skrivar hann m.a.: “Har er tó ein grund­ leggjandi trupulleiki við at leggja seg beinleiðis undir danska Fíggjareftirlitið”. Kjartani Hoydal vísir m.a. á, at “bankar eru komnir í neyð, seinast í Bretlandi og USA. Polit­ iskir myndugleikar vilja altíð verja fíggjar­ og peningakervið, hvussu so ábyrgdarleyst er farið fram. Hetta merkir, at stóru bankarnir altíð kunnu líta á myndugleikarnar, sum “lender of last resort”, sum tekur um endan, um alt gongur galið. Eisini verður sagt at smærri bankar fáa ikki somu sømdir og vísir m.a. á Fossbankan Nógv av tí sum er ført fram í hesum máli annars kann loysast við skilagóðum avtalum og tryggingarskipanum”. Hetta bjargaði okkara peningakervi Tað var just hetta sum hendi í ´92 ­ nevniliga at danska stjórnin loftaði føroyska samfelagnum, sum var í fríum fallið. Eitt gott dømi um “lender of last resort”. Um stjórnin hevði latið teir báðar stóru bankarnar fara av knóranum, hevði verið enn truplari at reist seg aftur úr øskuni eftir politisku og embætisligu kamikazestýringina árini framman undan. Hugtakið “ lender of last resort “ sum Kjartan vísir á, varð praktiserað í ´92/’93, og tað verður helst eisini gjørt aftur, um vit skuldu komið í slíka støðu aftur, hvat ikki er at vóna. Fyri okkum – í føroysk­ um høpi – eru bankar okkara stórbankar hóast smáir í donskum saman­ heingi, og tað var væl eisini tað, sum danir vóru klárir yvir, og tí ikki lótu báðar fara á heysin men gjørdust hinvegin “lender of last resort”. Viðv. Fossbankanum, so kennað vit alment givnu orsøkirnar til afturlatingina og hava ikki fyri neyðini at gita um arðar orsøkir,­ men orsøkin var neyvan so “politisk” sum greinskriv­ arin hevur tendens at gera hana til. Trínnir spurningar til Hoydal Kundi hugsað mær at fingið at vita frá Kjartan Hoydal, hvussu hann metir, at Føroyar hava møguleika sum fullveldisland við egnum fíggjareftirliti at tryggja just eina slíka støðu, sum hann lýsir í omanfyri endurgivna broti um mynduleikarnar, sum verja sítt fíggjar­ og peningakervið og lofta um tað gerst neyðugt: Hava vit sum land fíggjarliga orku at lofta, um báðir bankarnir skuldu kollsiglt? Hava vit møguleika at tryggja innskjótararnar og pensjónirnar, sum standa í bankunum? Um tú í vinnuligum høpi hevði møguleika at lánt til útbyggingar t.d Kr 200 mill og rentan var 1­1,5% lægri í dótturfelagsbanka­ num í Danmark í mun til føroyska móðurfelagnum, ­ hevði tú so ikki lænt har rentan og treytirnar annars vóru best fyri virkið? Til spurning 3 gangi eg út frá at svarið gevur seg sjálvt, ­ men spurningurin er relevantur tí vandin er just hesin viðv. stórum lántakarum sum framyvir skulu læna, undir føroysk­ um fíggjareftirlitið. Kann Landsstýrið veita trygd fyri somu rentu og treytum? Tað má verða eitt krav um yvirtøka av fíggjareftir­ litinum skal fremjast: At landsstýri veitir trygd fyri, at fíggjarkervið hevur somu fyrimunir og ikki fær verri treytir fyri lántøku frá útlendskum bankum enn undir verandi skipan At innskjótarar og pensjónir etc. framhaldandi hava somu trygd, sum teir í dag hava umvegis Indskydergarantifonden Tað er ongin sjálvfylgja, at føroyskir bankar og teirra viðskiftafólk fram­ haldandi kunnu verða tryggjaðir í Indskydergar­ antifonden um Landsstýrið yvirtekur fíggjarøkið, tí talan er um eina solidar­ iska skipan fyri bankarnar í danska bankakervinum, sum virka undir sama eftirlitið og treytum annars. Ikki ráð at gambla við fíggjarkervinum Sum eg áður havi nevnt, er tað líka mikið, hvat vit politikarar, embætisfólk og vanligi føringurin hugsa um, hvørt Fíggjareftirlitið skal verða føroyskt sermál ella framhaldandi danskt umsitið økið. Hesin spurningurin er fullkomiliga irrelevantur á altjóða fíggjarmarknaði­ num, sum framyvir evt. skal læna fíggjarstovn­ unum og landinum pening. Tað er og verða hesir útlendsku lánveitarir til okkara heimliga fíggjar­ kervi, sum eina og aleina meta um okkara trúvirði og hareftir áseta sínar lánstreytir. Tí er umráðandi, at vit ikki fyrigykla okkum loysnir og møguleikar eftir yvirtøku av hesum týdningarmikla økið, men neyvt lýsa og ásannað konsekvensin av ætlaðu yvirtøkuni, ið má metast at vera vandamikil fyri bankarnar og tey, sum hava innistandandi í ella lán frá bankunum.. Her hjálpir neyvan at trúgva uppá skilagóðar loysnir og avtalur, sum Kjartan peikar á í grein síni, ­ men tað sum er avgerandi áðrenn lopið verður á bláman er einans fakta, ­ alt annað er tos er uttanumtos og gitingar sum ikki kunnu nýtast til nakað. Trúgv og føroyskt fíggjareftirlit løgtingsmaður Johan dahl