mikudagur 2. apríl 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 63 - 2. apríl 2008
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Jonny Joensen, fyrrver
andi fyristøðukvinna á
Hotel Tórshavn, andað
ist í Keypmannahavn
leygardagin, 67 ára gom
ul. Jarðarferðin verður
úr Hósvíkar kirkju miku
dagin kl. 14. Tey, ið
vilja minnast Jonny,
kunnu lata Hósvíkar
Kirkju eina gávu, konta
í peningastovnunum.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
3. apríl. Nikaitas, deyður í 824. Abbati í Grikkalandi.
Í fornkirkjuni hildu teir, at 3. apríl var dagurin, tá ið
Kristus varð krossfestur.
Her eru tvær myndir av
Kongabrúnni.
Onnur
er
tikin í 1936 og hin í 2005.
Sum tað sæst, eru stórar
broytingar farnar fram hesi
69 árini.
Á ovaru myndini sæst alt
tað gamla, sum var á Konga
brúnni: neystini, pakkhúsini,
gamla Hotel Føroyar, húsini
Yviri í Trøð, bátadráttarnir
og so bátarnir, bæði á sjó
num og á landi.
Sum tað sæst á niðaru
myndini, er alt hetta burtur
í dag uttan Steffansons hús
(1925) og Ólavsstova. Legg
ið til merkis lastbilarnar á
ovaru myndini og at atløgu
síðan til bátar inni í krók
inum er so at siga einki
broytt.
Ovara
myndina
eigur
Esther Djurhuus, og niðaru
myndina
hevur
Birgar
Johannessen tikið í 2005.
Kongabrúgvin fyrr og nú
Vilborg Vestergaard
er farin um grindina
Tá ið eg hoyrdi, at tú vart farin,
støðgaði líkasum alt.
Eg hugsaði: Hetta kann ikki bera til,
tí tú hevði lívið valt.
Tú elskaði lívið: Tú elskaði alt,
ið Skaparin hevur skapað.
Tú bygdi - sum onnur - tær egna borg,
í dag er borg tín rapað.
Vit, ið kendu teg, ivast ikki:
at geva var meir enn at fáa.
Tú gav til tað síðsta alt, ið tú átti,
og bað altíð: Guð má ráða.
Nú ert tú farin, men vit, ið teg kendu,
VILBORG, aldri teg gloyma.
Tú vart í Hvalba ein bygdarmynd,
til Hvalba tú alsk lat floyma.
Nú siga vit tær tað síðsta farvæl,
nú ert tú í tryggum hondum.
Nú ert tú heima, har sál tín sæl
leikar á føgrum strondum.
Levi
Kunngerðir (vit lesa upp)
Lýsingar
(við tónleiki)
Tórsgøta 1 · FO-100 Tórshavn tel 35 99 99 faks 34 18 01 ras2@ras2.fo
Sjálvandi lýsa vit á
35 99 99
www.ras2.fo