mikudagur 2. apríl 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 63 - 2. apríl 2008
15
Stutt Sagt
Nýggjur
ráðharri
Alexander Stubb tók í gjár
við sum finskur uttanríkis
ráðharri eftir Ilkka Kanerva,
sum noyddist at fara frá
orsakað av fleiri ónæriligum
smsboðum, sum hann hevði
sent einari strippdansarinnu.
Sum uttanríkisráðharri tekur
Alexander Stubb eisini við
sum formaður í OSCE, har
Finnland
hevur
formans
skapin í løtuni. Alexander
Stubb, sum fylti 40 í ár, hevur
verið limur í Evropatinginum
fyri Savningarflokkin, sum er
partur av finsku stjórnar
samgonguni. Ilkka Kanerva
var úr sama flokki.
Pelosi vil hava
avgerð
Nancy Pelosi, sum er for
maður í amerikanska um
boðsmannatinginum,
vil
hava sínar floksfelagar í
demokratiska flokkinum at
semjast um, hvørt flokkurin
skal stilla Barrack Obama
ella Hillary Clinton upp í
heyst. Tað sigur hon í
samrøðu við BBC, men hon
vil ikki siga, hvønn hon vil
hava til valevni í novembur.
Formaðurin í demokratiska
flokkinum, Howard Dean,
hevur sagt, at tað besta hevði
verið, um flokkurin kundi
staðið saman um eitt valevni
sum skjótast. Fleiri demo
kratar hava biðið Hillary
Clinton
gevast
við
val
stríðnum, men hon hevur
sagt nei, og kappingarneyti
hennara, Barrack Obama,
hevur eisini sagt, at hann vil
fegin hava hana at halda
fram. Barrack Obama hevur
savnað sær 1.631 valmenn
og Hillary Clinton 1.501.
Leitaðu eftir
Karadzic
Løgreglan í Bosnia rann
sakaði í gjár húsini hjá Zeljko
Maljukan og Dusko Mihajl
ovic, sum vóru lívverjar hjá
fyrrverandi
bosniaserbiska
leiðaranum Radovan Kara
dzic í árunum frá 1992 til
1995. Bosnisku myndugleik
arnir hava illgruna um, at teir
báðir fyrrverandi lívverjarnir
hava hjálpt Radovan Karadzic
og fyrrverandi bosniaserbiska
generalinum Ratko Mladic at
fjala seg. Laradzic og Mladic
eru eftirlýstir fyri grov krígs
brotsverk undir borgarakrígn
um í Bosnia. Millum annað
eru teir settir í samband við
hópdrápið í býnum Screbren
ica í 1995, har næstan 8.000
muslimar vórðu fyribeindir.
Tað er ikki greitt, um húsar
annóknin í gjár gav nakað
úrslit.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Mín støða er, at Ukraina og Georgia eiga at sleppa upp í
NATO, og Russland hevur ikki sýtingarrætt
George W. Bush
útlond
Sum væntað nýtti amerikanski
forsetin, George W. Bush, høvi til
at biðja um fleiri hermenn til
Afghanistan, tá hann í morgun
setti NATOtoppfundin í rum
enska høvuðsstaðnum Bukarest.
Hann segði, at NATO hevur ikki
ráð til at tapa bardagan við
Taleban
og
alQaeda.
Toppfundurin endar í morgin.
Í næstu viku kemur
Al Gore til Íslands, og
har skal hann gista
umborð á marglætis
skipinum hjá
fyrrverandi irakska
einaræðisharranum,
Saddam Hussein
Í dag eigur íslendingurin
Pálmi Haraldsson gamla
marglætisskipið hjá Saddam
Hussein, og í gjár kom tað
til Reykjavíkar.
Skipið er ikki ørindaleyst,
tí ætlanin er, at fyrrverandi
amerikanski
varaforsetin,
Al Gore, skal gista umborð
á skipinum, tá hann í næstu
viku kemur til Reykjavíkar
at
halda
fyrilestur
um
umhvørvi og veðurlags
broytingar.
Fyrst
skulu
amerikanskir trygdarmenn
kanna skipið væl og virði
liga, samstundis sum ymisk
trygdartiltøk verða sett í
verk umborð og nærhendis
skipinum.
Summir íslendingar hava
mótmælt, at eitt stuttleika
skip hjá Saddam Hussein
sleppur at bryggju í Íslandi.
Tvær skotskar
smágentur funnu eitt
kvinnuhøvd í fjøruni
við býin Arbroath
Tær báðar genturnar, sum
eru systrar, spældu niðri í
fjøruni, tá tær funnu eitt
kvinnuhøvd í einum plas
tikkposa. Sambært løgregl
uni í Tayside varð ein hond
eisini funnin í fjøruni við
Arbroath, sum er á skotsku
eysturstrondini.
Blaðið The Daily Record
skrivar,
at
tær
báðar
systrarnar kvikaðu sær til
hús og søgdu mammuni frá,
hvat tær høvdu sæð niðri í
fjøruni. Mamman ringdi alt
fyri eitt til løgregluna, sum
seinni váttaði, at hon hevði
funnið eitt kvinnuhøvd og
eina hond í fjøruni.
Løgreglan hevur nú av
byrgt fjøruna við Arbroath,
og løgreglumenn vita, um
fleiri
likamslutir
kunnu
vera har. Samstundis hava
foreldur fingið boð um at
halda sínum børnum burturi
frá strondini.
Tað má vera skelkandi
fyri børn at finna slíkt, og tí
er umráðandi, at fleiri børn
ikki fáa sama skelkin sum
tær báðar systrarnar, sigur
tinglimurin Andrew Walsh
við blaðið The Guardian.
Skotska løgreglan hevur
set serkøn at kanna likams
lutirnar fyri at vita, um teir
kunnu vera av onkrum
persóni, sum er eftirlýstur,
skrivar The Daily Record.
Bush bað um
fleiri hermenn
til Afghanistan
Al Gore í fótasporum
Saddam Hussein
Gamla skútan hjá Saddam Hussein kom skúmandi inn á Reykjavík gjáramorgunin
Mynd: Vísir
Børn funnu kvinnuhøvd á skotsku strondini
Skotsk løgreglufólk leita eftir likamslutum niðri í fjøruni við Arbroath
Mynd: Polfoto