mikudagur 2. apríl 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 63 - 2. apríl 2008
tíðindi
Vit hava frætt frá Kára við
Stein, og hann greiðir frá
dag fyri dag:
23. mars
Í dag eru + 4 stig. Tað er 1.
páskadagur. Gleðiligar páskir, tit
øll somul, betri seint enn
ongantíð.
Í dag oysregnar, tað byrjaði
síðstu nátt. Um hetta merkir, at
várið er í nánd, er ilt at siga. Eg
havi fóðrað smáfuglar allan
vetur. Tað er tvey sløg, sum hava
verið her í vetur, men fyri 14
døgum síðani kom tann fyrsti
kavaspurvi at eta frá mær, og
síðani eru komnir nógvir afturat.
Kavaspurvarnir eru einir 15-20
í tali. Eftir hvat teir gomlu søgdu,
skuldi tað farið at vára, tá ið
kavaspurvurin kemur aftur. Vit
fáa at síggja, um tað er rætt. Rætt
hava teir gomlu haft við hasum
kavafonnunum, sum eg fyrr havi
nevnt, og sum svunnu í summar.
Tá skuldi tað blíva ein harður
vetur. Tað kann ikki sigast annað,
enn at har hava teir havt rætt. 38
kuldastig og stórkava. Tað er tað,
sum vit hava haft her hjá okkum
í vetur.
Nú kann eg endiliga byrja at
festa nakrar reglur niður. Eg havi
verið í teirri støðu, at alt, sum eg
hevði inni á míni átta mánaðar
gomlu teldu míni, er slettað. So
eg eri byrjadur heilt frá botni
aftur. Tit mugu halda meg til
góðar, at onki er komið í blaðið
áðrenn páskir.
Lómur kom inn til Nuuk
týsdagin fyri páskir at landa. Teir
høvdu um 80 tons. Teir skifta
eisini fólk nú. Regina C var
eisini í Nuuk og landadi, og hann
skifti fólk.
Í dag fekk eg eina heilsan frá
kanadiaranum Atlantic
Enterprise. Teir hava fiskað í 16
dagar og høvdu 600 tons inni.
Teir royna tveir dagar afturat, so
skulla teir inn at landa. Skiparin
fortelur, at hjá teimun eru
ísviðurskiftini við at batna.
25. mars
Í dag blikalogn og -2 stig. So helt
regnið uppat hesaferð. Natarnaq
kom inn í gjárkvøldi, men teir
byrjaðu ikki at landa fyrrenn í
morgun. Har er alt fult, sum
fyllast kann hjá teimum.
Meiningin er, at teir skulla sigla í
morgin tíðliga. Polar Amaroq er
inni í Nuuk og landar í dag. Í
morgin 26. mars skal Markus
landa í Nuuk og Steffen C í
Manitsoq. Hvat teir hava inni,
veit eg ikki.
27. mars
Í dag – eru 5 stig og stilli.
Akamalik kom inn at landa í
morgun. Teir hava um 480 tons
inni. Regina C kom inn í morgun
at skifta onkran mann. Teir
høvdu fiskað í seks samdøgur og
høvdu 265 tons inni.
28. mars
Í dag er – 7 stig lot av norði.
Akamalik loysti um døgurðatíð í
dag. Teir vóru útlossaðir og
sigliklárir kl 0500 i morgun
29. mars
Í dag er frætt er frá Sisimiut, sum
roynir í Barentshavinum, at teir
fara at sigla heim í morgin. Teir
skulla landa í Føroyum, og síðani
fara teir til Eysturgrønlands at
royna. Teir eiga nakað eftir av
kvotuni í Barentshavinum Hana
fara teir eftir seinni.
Deyðasjúkur vinur
Eg havi kent ein eldri mann,
síðani eg kom til Sisimiut. Í alt
fjør, tá ið vit møttust á kajuni,
segði eg við hann, at mær dámdi
illa útsjóndina á honum. Hann
var farin so nógv aftur. Hann
segði, at hann hevði tað gott. Í
vár kom ein sonur hjá honum
og segði, at pápi hansara var
sendur á sjúkrahús í Nuuk. Ein
dagin ringdi kona mín, sum
arbeiðir á Sjúkrahúsinum her.
Hon hevði eina heilsu til mín frá
hesum gamla manni. Hann hevði
sagt við konuna, at eg skuldi
kom út á sjúkrahúsið at tosa við
seg. Eg fór so beinavegin út til
hann, har lá hann á songini. Eg
tók í hondina á honum og
heilsaði uppá hann. Hann vildi
ikki sleppa mínari hond. Eg
spyrji hann, hvussu stendur til.
Hann sigur við meg, at tað
stendur illa til. Allur magin er
oyðilagdur av krabbameini. Hann
segði seg ikki hava leingi eftir.
Tað var sum at fáa framman á hjá
mær. Men tað, sum eg haldi vera
ógvuliga flott av hasum manni
var at fortelja mær, hvussu tað
stóð til. Hann verður 86 ár síðst í
mai. Hann er komin heim til sín
sjálvan at búgva.
Eg kom framvið, har sum hann
býr, nú um dagarnar. Hann sá
meg, bukaði á vindeyga og bað
meg koma inn. Eg drakk ein kop
av kaffi inni hjá honum. Vit
prátaðu um leyst og fast og grinu
nógv saman. So spurdi eg, um
hann kundi fortelja mær um
henda kavan vit hava fingið.
Bæði hann og kona hansara
søgdu, at tað mundi vera líka
nógvur kavi í 60-unum.
Nú fer at vára
Grønlandstíðindi
Kári við Stein