mikudagur 2. apríl 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Í Havn høvdu nakrir menn eina tíð
arbeitt við at seta á stovn eina
mjólkarsølu til tess at bøta um
mjólkarneyðina í Havn.
Tann fyrsti, sum kom við
uppskoti um eina mjólkarsølu í
Havn var Hilmar J. Fridericia, sum
í árunum 1903-1907 var fyrsti
kommunulækni í Havn. Hann
dugdi betri enn aðrir at skilja,
hvussu skaðilig mjólkarneyðin var
fyri fólkaheilsuna, og hann legði
doyin á at fáa meira mjólk til
Havnar. Hann vendi sær til ymsar
stovnar í Danmark, og av hansara
ávum kom Landbrugsholdnings
selskabets mjólkarvirkisráðgevi
G.O.F. Elbrecht higar at leggja
monnum lag á.
Undangongumenninir at
fáa sett á stovn mjólkarvirki
og rutusigling vóru: Napoleon
Andreasen í Dali, C. Christiansen,
bankastjóri og Valdemar
Lützen. Valdemar var formaður
í nevndini í heili 43 ár. Tað skal
eisini nevnast, at hann var ein
tann fremsti stuðulin at byggja
sjómansheim í Havn.
Teimum kravdist ein parta-
pening upp á kr. 22.500. Teir
skriva so til aðalstjórnina fyri
postverkið í Keypmannahavn
og greiða gjølliga frá, hvat
veldugt framstig tað vildi verið
fyri postflutningin, um ein
bátur hvønn dag sigldi til tær
ymisku bygdirnar og aftur til
Havnar sama dag. Tí heita teir
á postverkið um at fáa loyvi at
hava postflutningin um hendi, og
fyri hetta tørvar teimum minst
kr. 4.000 fyri um árið og umframt
tað eitt lán uppá kr. 6.000. Tað er
einki at ivast í, at tað mundi vera
Christian Bærentsen, tí føroyska
amtmanninum 1897-1911, og
læknanum Fridericia fyri at takka,
at hetta gekk so væl.
Neyðugt við báti
Samstundis, sum mjólkarsølan
varð sett á stovn, sóu teir, at
tað fór at vera neyðugt at hava
ein bát, ið dagliga kundi sigla
út á bygdirnar eftir mjólk. Tað
var eyðsæð, at ein tílík fyritøka
vildi vera til gagns, ikki bert
fyri Havnina, men eisini fyri
neytahaldið úti á bygdunum.
Hetta kom eisini at hava stóran
týdning fyri flutning av fólki,
vørum og posti millum bygdirnar
- fyri fyrst norðanfjørðs.
Alt hetta gekk so mikið væl í
hond, at felagið varð stovnað 5.
mars 1908, og longu 1. apríl, í
gjár fyri 100 árum síðani, byrjaðu
teir at sigla við einum motorbáti,
ið æt "Dan", sum teir leigaðu frá
Jensen smiði.
Fyrireikararnir komu í samband
við Petur Jensen, og fingu teir
mong góð ráð frá honum. Sum
fulllærdur meiaristur lovaði hann
at dugna teimum sum best.
Í 1909 kom Petur Jensen upp
at taka við leiðsluni av mjólkafor-
sýningini. Fyri hetta fekk hann kr.
125 um mánaðin, og sonurin Carl,
sum eisini kom uppí virksemið,
fekk kr. 60 í mánaðarløn. Carl
var eisini í aðrar mátar ein
álitismaður. Til dømis var hann í
mong ár limur í líkninganevndini
í Havn. Hann var kendur fyri at
vera skemtingarsamur og at duga
væl við fólki.
Maskinurnar komu, og mjólkar-
virkið byrjaði í september mánaði
sama ár. Peter Jensen var annars
komin til Føroyar at agitera fyri
fráhaldssakini, og hann gjørdist
ein tann fremsti leiðarin hjá
føroysku fráhaldsrørsluni. Hann
og konan Vilhelmine eru grivin í
gamla kirkjugarði, og tá vit koma
til søguna um tey í okkara røð
”Hendur ið sleptu”, fara vit at
umrøða hansara og teirra arbeiði
á hesum øki.
Ruth - ein
stórhending
Stóra gjøgnumbrotið hendi við
keypinum av Ruth. Báturin varð
bygdur á Rosenberg Mekaniske
Verksted í 1906. Hann var
bygginummar 20 hjá hesi skipa-
smiðjuni og varð bygdur til B. P.
Husebø í Stavanger. Báturin varð
latin eigaranum 10. september
1906. Husebø var bæði eigari og
skipari, og hann átti Ruth, sum
hon eisini kallaðist tá, so leingi
hon var í Noreg. Ruth varð bygdur
sum sleipibátur, men varð í 1908
skrásettur sum ferðamannaskip
við loyvi til 70 ferðafólk í vardum
farvatni. Báturin sigldi tó ikki við
100 ár síðan
Mjólkaforsýningin
varð stovnað
Í hesum døgum eru 100 ár liðin síðan eitt
søguligt vinnuligt átak í Føroyum. Nevniliga
stovningin av mjólkaforsýningini. Hetta merkti
eitt frambrot í ferðamannasigling í Føroyum.
Frammanundan var tað bert Smiril, sum sigldi,
og var henda rutan byrjað í 1896. Nú fekst
eisini ruta inn á Skálafjørðin og norður eftir
Sundalagnum. Samstundis varð skipað fyri at
skaffa havnarfólki mjólk og bóndrunum størri
møguleikar fyri mjólkaframleiðslu.
Fyri nøkrum árum síðan hevði FF-blaðið fleiri
greinir um hetta virksemi, har høvuðskeldurnar
vóru Álvur Danielsen og Petur Háberg. Í
samband við hesi 100 árini er tað hóskandi at
tríva eitt sindur í hesa søgu
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Ruth skapti søgu fyri 100 árum síðan
Her byrjaði virksemið á landi. Arnesminde í Bringsnagøtu